týsdagur 28. januar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
16
Nr. 18 - 28. januar 2003
Fyri fyrstu ferð í
meiri enn 50 ár hevur
eitt ferðamanna-
flogfar flogið millum
Taiwan og Kina
KINA-TAIWAN
Árni Joensen:
Tað var ein søguligur til-
burður, tá eitt Boeing-flog-
far hjá China Airlines fór úr
Shanghai til floghavnina í
taiwanska høvuðsstaðnum
Taipei sunnudagin. Um-
borð vóru 243 ferðafólk, og
ferðin var tann fyrsta av
sekstan flogferðum, sum
skulu flyta taiwanskar rík-
isborgarar úr Kina til
Taiwan at halda nýggjárið,
sum byrjar tann 1. februar.
Myndugleikarnir í Kina
hava bannað flogsambandi
við Taiwan síðani 1949,
men nú hava myndugleik-
arnir fyribils loyvt teimum
sekstan
flogferðunum.
Taiwansku myndugleikarn-
ir sýta framvegis taiwansk-
um flogførum at flúgva til
Kina, men stjórnin í Taipei
hevur kortini sagt, at hon er
sinnað at taka flogbannið
av.
Avhoyra agentin
Umboð fyri svensku løgregluna eru farin til eitt land
í Asia at avhoyra tann fyrrverandi suðurafrikanska
agentin, sum nú verður lagdur undir at hava myrt
svenska forsætisráðharran, Olof Palme.
Blaðið Expressen skrivaði um vikuskiftið, at suður-
afrikanarin hevði sjálvur ringt til svensku løgregluna
og biðið um at verða avhoyrdur. Maðurin hevði sagt,
at hann var illa við av tíðindunum um, at hann var
drápsmaðurin, og at hann tí vildi siga svensku løg-
regluni sína søgu fyri at prógva, at hann er ósekur.
Svenska løgreglan hevur alla tíðina víst tíðindun-
um um tann suðurafrikanska agentin aftur, men tá
maðurin sjálvur bað um at verða avhoyrdur, valdi løg-
reglan at taka av.
Altjóða fátækragrunn
Nývaldi brasilski forsetin, Luiz Inacio da Silva, kom
á altjóða búskaparfundinum í Davos við uppskoti um
at stovna ein altjóða fátækragrunn. Hann vísti á, at
ofta eru tað fátækradømi og hungur, sum elva til
vantandi tolsemi og víðgongdar rørslur, og tí helt
hann, at heimsins ríku lond eiga at fara í hernað ímóti
fátækradøminum.
Lula, sum forsetin vanliga verður róptur, mælti
teimum ríku londunum í G7-bólkinum til at stovna
grunnin við stuðuli frá altjóða íleggjarum. Hann
segði, at grunnurin eigur millum annað at virka fyri,
at tann tøkniligi og vísindaligi framburðurin í teimum
ríku londunum skal breiðast út um heimin, so tey
fátæku londini eisini fáa gagn av honum.
Boðskapurin hjá brasilska forsetanum er tann sami,
sum hann nevndi í einari røðu, sum hann helt í Porto
Alegre í Brasil fyri nøkrum døgum síðani, har umleið
100.000 fólk vóru komin saman at umrøða átrokandi
sosialar spurningar.
Sleppur kanska aftur
at ferðast
Uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum skuldu í gjár
taka støðu til, hvørt tiltøkini ímóti Zimbabwe skulu
leingjast ella broytast.
Eitt av tiltøkunum sigur, at teir politisku leiðararnir
í Zimbabwe, teirra millum Robert Mugabe, forseti,
eiga ikki at sleppa at ferðast uttanlands, men hetta
verður eftir øllum at døma broytt. Í hvussu er hevur
franska stjórnin boðið Mugabe til París í næsta mán-
að, tá afrikanskir leiðarar skulu halda toppfund har.
Galdandi ferðabannið hjá ES fer úr gildi tann 18.
februar, og fundurin í París byrjar tríggjar dagar
seinni.
Bretland hevur gingið á odda í royndunum at
avmarka møguleikarnar hjá politisku leiðarunum í
Zimbabwe, og í gjár var ógreitt, um bretska stjórnin
er sinnað at lata Mugabe sleppa til Fraklands.
Skuldi skjóta hundin,
men doyði sjálvur
Tann 43 ára gamli amerikanarin Raymond Poore var
vorðin so troyttur av hundinum, sum hann og konan
høvdu, at um vikuskiftið gjørdi hann av at avlíva
hundin, sum var av kinesiska slagnum Shar Pei.
Raymond Poore ringdi til konu sína og segði henni,
at hann nú hevði gjørt av at avlíva hundin, men tá
konan kom heim frá arbeiði, fann hon mannin deyð-
an. Hundurin var harafturímóti á lívi.
Løgreglan í Fairfax í statinum Virginia sigur, at
Raymond Poore hevur eftir øllum at døma sligið
hundin við skeftinum, men var so óheppin, at skotið
gekk av av stoytinum og rakti hann í búkin. Kann-
ingar hjá løgregluni staðfestu eisini hundahár uppi á
skeftinum.
USA og Bretland eru
sinnað at góðtaka, at
ST-vápnaeftirlits-
menninir í Irak
sleppa at halda fram
við leitingararbeiðin-
um í Irak til tann 1.
mars. Samstundis
siga amerikanarar, at
teir fara at almanna-
kunngera prógv fyri,
at Irak hevur
hópoyðingarvápn
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Um
vikuskiftið
segði
bretski forsætisráðharrin,
Tony Blair, í samrøðu við
BBC-sjónvarpið, at Bret-
land var sinnað at lata
vápnaeftirlitsmenninar
í
Irak fáa betri stundir at leita
eftir hópoyðingarvápnum.
Stutt eftir segði amerik-
anski uttanríkisráðharrin,
Colin Powell, í røðu í
Davos í Sveits, at USA ætl-
aði sær ikki at leypa á Irak í
dag ella í morgin, sum hann
tók til. Hetta bendi á, at
londini vóru farin at nærk-
ast Fraklandi, Týsklandi og
Russlandi, sum høvdu róð
uppundir, at eftirlitsmenn-
inir áttu at fáa betri tíð.
Í gjár skrivaði týska blað-
ið Die Welt frá einari keldu
í bretsku stjórnini, at Bret-
land og USA vóru gingin
við til at lata eftirlitsmenn-
inar halda fram við leiting-
ini til tann 1. mars. Ein
orsøk til avgerðina varð
søgd at vera, at tey bæði
londini mugu fáa meiri tíð
til at fyrireika seg til at
leypa á Irak, skrivaði blað-
ið.
Sambært týska blaðnum
hava amerikanararnir eisini
gjørt av at taka sínar fregn-
artænastumenn úr Irak. Tað
hevur leingi ljóðað, at
menn hjá CIA og hernaðar-
ligu fregnartænastuni hava
verið í Irak í seinastuni, har
teir hava savnað upplýsing-
ar, sum skulu nýtast í ein-
um møguligum álopi.
Fleiri hava kravt, at USA
skal leggja fram prógv fyri,
at Irak hevur tey hópoyð-
ingarvápnini, sum amerik-
anarar og bretar siga landið
hava, og í gjár segði Colin
Powell við italska blaðið
Corriere della Sera, at USA
fer at almannakunngera ein
part av próvtilfarinum, tá
tað verður hildið ráðiligt.
Búskaparligur
fyrimunur
Samstundis sum amerikan-
arar fyrireika seg til kríggj,
hevur ein frágreiðing stað-
fest, at eitt stutt kríggj við
Irak fer at bera í sær, at
oljuprísurin fer at fella, og
at gongd kemur á amerik-
anska búskapin. Men frá-
greiðingin sigur eisini, at
verður kríggið drúgvt, fer
tað at fáa ta øvugtu ávirk-
anina.
Tað er arbeiðsgevarafel-
agsskapurin Institute of
Directors, sum hevur skriv-
að frágreiðingina, og fel-
agsskapurin væntar, at eitt
stutt kríggj fer at gera, at
oljuprísurin fer at fella ein-
ar tíggju dollarar fyri tunn-
una, so hann fer at liggja
um 20 dollarar.
Arbeiðsgevarafelagsskap
urin sigur, at eitt stutt kríggj
fer at hjálpa George W.
Bush,
forseta
at
fáa
Kongressina at taka undir
við teimum búskapartiltøk-
unum, sum forsetin ætlar at
legggja fram um stutta tíð.
Tiltøkini eru ætlað at
stimbra amerikanska bú-
skapin.
Eingin ivi er um, at
Ariel Sharon fer at
endurvinna for-
sætisráðharrasessin í
Ísrael á tjóðartings-
valinum í dag
ÍSRAEL
Árni Joensen:
Likudflokkurin hjá Ariel
Sharon, forsætisráðharra
liggur klárt framman fyri
Arbeiðaraflokkin,
nú
ísraelsmenn skulu manna
tjóðartingið Knesset av
nýggjum.
Tær seinastu veljara-
kanningarnar, sum vórðu
almannakunngjørdar í gjár,
søgdu, at Likudflokkurin
verður
landsins
størsti
flokkur, og at høgrasam-
gongan hjá Sharon ætlandi
fær 65 av teimum 120 sess-
unum í tinginum.
Sharon hevur í valstríðn-
um sagt, at hann fer at
bjóða Arbeiðaraflokkinum
at skipa samgongu við sær,
men formaðurin í Arbeið-
araflokkinum,
Amram
Mitzna, hevur svarað, at
hann ætlar sær ikki at vera
eitt fikublað í stjórnini hjá
Sharon. Arbeiðaraflokkurin
var í samgongu við Likud,
men tók seg burtur úr sam-
gonguni í oktober í fjør.
Eins og í valstríðnum í
2001 hevur Ariel Sharon
lovað at veita ísraelska
fólkinum trygd, verður
hann valdur, og hóast meiri
enn 700 ísraelsmenn eru
deyðir í yvirgangsatsókn-
um hesi bæði árini, bendir
alt á, at veljararnir fram-
vegis hava álit á tí 74 ára
gamla
generalinum
og
góðseigaranum.
Sharon varð fyrstu ferð
valdur í Knesset í 1977, og
hann
gjørdist
ráðharri
fyrstu ferð í 1982.
UTTAN ÚR HEIMI
Vápnaeftirlitsmenninir
fáa nýggja freist
Fyrsta flogferðin í 53 ár
Tað verður Sharon
Hóast 700 ísraelsmenn hava latið lív
í yvirgangsatsóknum, síðani Ariel
Sharon tók við sum
forsætisráðharri, halda ísraelsmenn
framvegis, at hann er besta
borganin fyri fólksins trygd.
Popparin Rókur Ja-
kobsen hevur sein-
astu árini sungið fýra
bólkar í Prix-final-
una. Hann er næstan
vorðin ein heilgard-
ering hjá bólkum,
sum vilja í finaluna.
Hesaferð var hann
jokari hjá MC Hár
RÓKUR
Eyðun Klakstein
Tá ið MC Hár kom upp á
pallin, eftir at tað var greitt,
at teir høvdu vunnið fyrsta
innleiðandi umfarið í Prix-
num, legði andaligi leiðarin
í bólkinum, Niels Uni Dam,
stóra ábyrgd á annan sang-
aran, Rókur Jakobsen.
– Hann hevur gjørt MC
Hár meira popputar, og tí
hevði hann fingið skyldina,
um vit taptu í kvøld. Nú
hava vit vunnið, so vit
mugu eisini geva honum
skyldina fyri tað, segði
Niels
Uni
við
einum
skálkabrosi.
Rókur kvitteraði við at
siga, at hann er komin í
finaluna, hvørja fer hann
hevur verið við í Prixnum.
Í 1999 sang hann bæði í
Diatribes og í Tangz, og
báðir bólkarnir komu í
finaluna. Tá valdi hann bert
at syngja í Tangz í finaluni.
Fyri tveimum árum síðani
var Tangz aftur við og kom
í finaluna. Nú stóð MC Hár
fyri tørni.
– Tað er næstan ein heil-
gardering av hava meg við í
bólkinum. Nei, eg havi bara
verið so heppin, at eg havi
spælt saman við góðum
tónleikarum, og tí hevur
úrslitið verið gott, sigur
Rókur beskeðin.
Poppur
Rókur helt ikki, at hann
hevði eina serliga ábyrgd
hvílandi á sær leygarkvøld-
ið, hóast teir vilja vera við,
at hann hevur gjørt MC Hár
til ein meira popputan bólk.
– Eg eri ein poppari, og
eg brenni veruliga fyri tí.
Eg haldi, at tað hevur eydn-
ast væl at drigið eitt sindur
av poppi upp í tónleikin hjá
MC Hár, og hinir tón-
leikararnir hava eisini dámt
tað væl, sigur Rókur.
– Tað var ótrúliga deiligt
at vinna, men tað var eisini
ein
bittur
sigur. Eg eri
keddur av, at
ein
bólkur
sum
Flux
noyddist at
fara úr kapp-
ingini, sigur
Rókur.
Gott lag
Niels
Uni
Dam heldur,
at popprákið
í bólkinum ikki hevur verið
so tilætlað.
– Rókur dugir ómetaliga
væl at gera fangandi melo-
diir, og tað ger kanska, at
tónleikurin kemur at ljóða
meira popputur, heldur
Niels Uni, sum hevur nógv
rósandi orð at bera sangar-
anum í bólkinum.
– Rókur er eitt stórt
talent. Hann er rættiliga
komin við í bólkinum og er
ein av teimum, sum hevur
fingið stóran týdning fyri
okkara tónleik.
Tróndur Bogason var
høvuðsmaðurin, tá ið tað
snúði seg um at gera tón-
leik í MC Hár, men síðani
hann fór burtur úr bólkin-
um, hava hinir skulu fóta
sær sum tónaskøld.
– Tað hevur eydnast væl,
og tað er ein stór fragd at
vera til venjingar og gera
tónleik saman. Allir eru við
í tí, og sam-
starvið
er
sera gott, sig-
ur hann.
Svøríki
dregur
Rókur Jakob-
sen var í fjør
á
tónleika-
skúla í Svø-
ríki, men í
løtuni gongur
hann á lærd-
um háskúla í Danmark, har
samfelagsfrøði stendur á
skránni.
Hann
hevur
hálvtannað ár eftir fyri at
fáa BA, og eftir tað kemur
tónleikur vónandi at fylla
meira.
– Eg kundi hugsað mær
at gjørt meira við tónleikin
aftur, og Svøríki dregur.
Tað er eitt gott land at vera
í, og hóast tú kallar teg tón-
leikari, so er tað eingin,
sum hyggur undarliga upp
á teg, sigur hann.
Men næsta stóra upp-
gávan hjá Róki verður í
finaluni í Prix Føroyum, tá
ið hann og hinir tónleik-
ararnir í MC Hár skulu
royna at føra kærleikan til
enn ein sigur.
NR. 18 • TÝSDAGUR • 28. JANUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
1. umfar
Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfar í Prix Føroyum
hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í
hesi røð:
Flux
S.C.A.T.G.O.H.
Headache Blues Treo
Søren Søgaard
MC Hár
Human Chaos
10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út
frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga
dygd, spæl og framførslu.
MC Hár vann og vann sær pláss í finaluni. Headache
Blues Treo var nummar 2 og skal spæla í eini hálvfinalu
saman við fýra øðrum bólkum, har ein vinnur eitt
finalupláss.
Rókur setti hini skákmát
Frá apu til hár
Rókur Jakobsen kom fram sum annar av
sangarunum, sum sang um apuna
Charlie. Tað var fyri nógvum árum síð-
ani. Síðan trumlaði hann alt niður sam-
an við Tangz, hann skeykaði og rockaði
sum Turbo-Petur, áðrenn hann varð tikin
av fótum av berum kærleiki í MC Hár.
Á ólavsøkukonsertini í 2001 spældi
hann fyrstu ferð saman við tí óskikki-
liga rockbólkinum, og í summar gjørd-
ist hann ein meira fastur partur av bólk-
inum.
Men hóast Tangz ikki hevur spæl
nógv seinastu tvey árini, er bólkurin
ikki farin í søguna. Rókur rættaði eisini
upp á Niels Una, tá ið hann kallaði hann
fyrrverandi sangara í Tangz. Tað er hann
ikki, hann er framvegis sangari í Tangz.
– Eg eri ein poppari, og eg brenni veruliga fyri tí. Eg haldi, at tað hevur eydnast væl at drigið eitt sindur av poppi upp í tónleikin hjá MC Hár, og hinir
tónleikararnir hava eisini dámt tað væl, sigur Rókur Jakobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16