Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 28. januar 2003 19 18 Nr. 18 - 28. januar 2003 havt brúk fyri einum manni afturat fyri at loysa Hans Marius frá aðrari av teim- um tungu uppgávunum – bæði at vera einasti gittar- spælarin og sangarin í bólk- inum. Teir fingu eisini tvær gentur á pallin við nøkrum sum líktist eini kiksaðari Luciu-gongd við einum tendrara– líka til tær sprændu eld úr munninum, og Flux dundraði við sínum rocktónleiki. Tá var lív í. Flux spældi sum ein finalubólkur, og hóast Hans Marius í løtum var eitt sindur ótryggur við sangin- um, var tað ikki trupult at hoyra dygdirnar hjá bólk- inum. Men kapping hevur við sær vinnarar og taparar, og hetta kvøldið mátti Flux tíverri lúta. Blues Treo brúsaði Ungu menninir í S.C.A.T.G.O.H spældu rocktónleik í eitt korter, og tað bar til at hoyra, at teir høvdu tikið seg nógv fram, síðani teir fyri tveimum árum síðani royndu seg í Prixnum. Men framførslan kundi tó ikki bera teir í finaluna, tí kappingin var hørð. Teir fingu tó møguleikan at vísa, hvat teir duga til, og hvat teir fáast við, og tann møguleikin varð nýttur til fulnar. Headache Blues Treo var triði bólkurin á pallinum, og teir høvdu bestu fram- førsluna á kvøldinum, tá ið tað snúði seg um tær reint tónleikaligu dygdirnar. Tað vórðu teir eisini løntir fyri, hóast teir ikki fingu lív í áhoyrarnar ella komu við nøkrum nýskapandi tón- leiki. Teir spældu frágera væl, og teir báðir ungu gittar- spælararnir, Uni og Búi, sum høvdu sjónligu leiklut- irnar í bólkinum, vóru bæði hugtakandi og dugnaligir. Teir kundu spæla sær á eini grund, sum løgd av tveim- um royndum tónleikarum. Tað var góður bluestón- leikur, men teir fóru ikki so nógv yvir í rocktónleikin, sum møguleiki kanska hevði verið fyri, emn tað bilti einki, tí bluestónleikur er góður og alt ov sjáldan at hoyra í Føroyum. Nú fáa teir møguleikan at spæla seg í finaluna, tá ið 2’ararnir fara at kappast í mars mánaði. Gulli setti punktum Eftir at MC Hár hevði spreitt kærleika millum áhoyrararnar, var tað Gulli Johansen, sum skuldi seta punktum, og tað gjørdi hann við einum umgangi av hørðum rocki. Human Chaos kallar hann seg, og hesaferð hevði hann lagt seg eftir nakað meira melo- diøsum rocktónleiki enn áður. Men kanska hevur Gulli júst sínar dygdir í tí veru- liga harða rockinum, og um hann hevði havt ein bólk at spælt undir hjá sær, er tað ikki óvist, at hann kundi gjørt seg galdandi. Forritan av tónleiki er loyvd, men tá ið tað snýr seg um rock- tónleik, hevði verið betur við livandi tónleikarum at spælt undir. Eitt slepst tó ikki undan, og tað er, at Gulli brennir fyri sínum tónleiki. Hann ger sær ómak við búna og framførslu, og tað er gott at síggja. Og so bar tað enn eina- ferð til at staðfesta, at tað slepst ikki undan smáu tøkniligu mistøkunum, har mikrofonirnar ikki verða koyrdar frá, tá ið tær skulu, og ljóðblandingin fer út av lagi í løtum. Hetta merkti fyrstu løtuna hjá Gulla. Gitingar og prát Eftir at allir bólkarnir høvdu verið á pallinum var sum vanligt tutlast um, hvør fór at vinna. Tríggir bólkar gingu aftur í hesum prátinum, og nógv høvdu ilt við at taka tveir fram um tann triðja. MC Hár hevði eina pakkaloysn, sum stóð sterk í myndini. Headache Blues Treo spældi sera væl. Og Flux gjørdi enn einaferð vart við seg. Kappingin kom eisini at standa millum hesar tríggjar bólkar, og hóast tað var tætt, skuldu plaseringar setast á, og tað varð eisini gjørt. MC Hár nummar 1, og Headache Blues Treo nummar 2. Kærleikin var størstur, og gjørdist hann ov stórur, bar til at linna pínuna eitt sind- ur við brúsandi treo. – Onkur helt, at eg var fullkomiliga svakur, men fólk tóku sum heild sera væl ímóti mær, sigur Gulli Johan- sen, sum fór á pall- in sum indianari GULLI Eyðun Klakstein – Um tú stavar navnið hjá mær aftanífrá, so fært tú eitt gott indian- aranavn, sigur Gulli Jo- hansen – ella skulu vit sagt Illug. Gulli er nakað fyri seg. Ein einmansherur, sum tekur tónleikin hjá sær í størsta álvara. Hann hugsar nógv um design og konsept til tónleikin hjá sær, og hesa ferð tók hann øll á bóli, tá hann kom ríð- andi inn á gittara sínum sum indianari. Human Chaos ella kanska Gulli dansar við úlvum. – Eg hugsi eisini um, at fólk skulu hava okkurt fyri eyguni, tá ið eg spæli. Mær dámdi sera væl hugskotið, at eg skuldi vera indianari, og eg tók av beinan vegin, sigur Gulli. – Onkur helt, at eg var fullkomiliga svakur, men fólk tóku sum heild sera væl ímóti mær. Bleytari Gulli hevði broytt tón- leikin hjá sær eitt sindur hesaferð. Fyri tveimum árum síðani spældi hann enn harðari rocktónleik, men hesaferð var tað meira melodiøst. – Eg valdi at gera tón- leik, sum fleiri fólk kunnu lurta eftir, men tað er framvegis ikki langt frá tí tónleikinum, sum eg vanliga spæli, sigur Gulli. Hann var væl nøgdur við sín framførslu. – Eg spældi so væl, sum eg kundi. Eg fekk góða móttøku frá áhoyr- arunum, men kanska dómararnir ikki dámdu tað fult so væl, sigur hann. – Umstøðurnar í Fuglafirði vóru sera góðar. Vónar at sleppa at spæla Gulli hevur seinastu árini givið fleiri fløgur út við sínum tónleiki. Hann kundi eisini hugs- að sær at givið eina nýggja fløgu út, men hann dugir ikki at siga, nær tann næsta fløgan kann væntast. – Nú vóni eg, at eg fái møguleikan at spæla á onkrum konsertum næstu tíðina, sigur hann. Ein møguleiki er, at hann og onkrir aðrir bólkar fara at ferðast til nakrar konsertir kring Føroyar. MC Hár stakk snútan fram um allar hinar bólkarnar í fyrsta Prix-umfarinum. Einfaldi boðskapurin um at elska, sum bólkurin hevur gjørt til sítt vørumerki, fekk dómararnar at forelska seg í MC Hár hetta fyrsta Prix- kvøldið í ár 1. UMFAR Eyðun Klakstein Einki við síðuna av ella oman fyri kærleikan. Og eingin við síðuna av ella oman fyri MC Hár. Soleiðis má niðurstøðan verða, eftir at fyrsta inn- leiðandi Prix-umfarið var í Fuglafirði leygarkvøldið. Seks bólkar og einstak- lingar bjóðaðu seg fram, men bert ein kundi standa eftir sum vinnari. Soleiðis er kapping. Hon er spennandi, men eirinda- leys. Hon gevur, men hon tekur eisini. Flux stóð eftir mest sjónligi taparin hetta kvøldið, men fyri at onkur kann fegnast um ein sigur, mugu nógv syrgja um eitt tap. MC Hár kundi fegnast, og hóast teir í Headache Blues Treo ikki rættiliga kundi lyfta hendurnar upp um høvd, so kundi teir í øll- um førum taka hendurnar upp úr lummanum, tí teir fáa ein kjans afturat í hálv- finaluni miðskeiðis í mars. Dygd í hvørjum hári MC Hár er meira enn nalvin á Niels Una og bringuskeggið á Allani. Tað er ein bólkur við tveimum sangarum, tveimum rappar- um og fýra tónleikarum. Ein væl mannaður bólkur, sum ger nógv burtur úr tónleikaligu útsetingini, framførsluni og tí visuella partinum. Jú jú, har eru eisini tey tingini, sum er vorðin MC Hár traditión – og kanska klisjéir. Niels Uni og Allan skulu úr klæðunum, reyð hjørtu ganga aftur, og klædningarnir eiga fast pláss. Men tónleikaliga hevur bólkurin førka seg eitt sindur seinastu tíðina, og tað er spennandi. Nýggir tónar eru at hoyra, og Rókur Jakobsen hevur fingið sentralan leiklut saman við hinum sangar- anum, Eyðun Ásason. Dynamikkurin er tó framvegis til staðar. Niels Uni og Allan rappa, og meðan sangararnir syngja, lata teir seg noyða við leik- lutin sum stripparar. Fyrsti sangurin hjá MC Hár hetta kvøldið eydnaðist ikki væl. Vokalurin hvarv í tí ógvusliga ljóðinum, og teir báðir frálíku sangarar- nir ljóðaðu eina løtu sum tvær neyðarsligar kórrødd- ir. Men so í næsta sanginum gekk alt upp í eina hægri eind. Sangurin »Undrandi« var kanska besti sangurin á kvøldinum. Skiftandi frá rappi og rocki til eitt mjúkt poppniðurlag legði sangur- in eitt nýtt grundlag undir framførsluna. Og frá hesi løtu koyrdi MC Hár sigur heim. Eldfimu Flux Flux hevði fingið heiðurin at leggja fyri hetta kvøldið, og teir komu væl frá síni framførslu. Teir vóru ó- væntað væl fyri, hóast teir ikki hava verið so virknir seinasta árið, sum teir plagdu at vera. Nýggir rocksangir við góðum og tungum gittar- ljóði. Ein gjøgnumførd framførsla. Og ein góð rocktrio, sum kanska hevði Eg saknaði eitt spark MC Hár í finaluna og Headache Blues Treo í umfarið, har 2’ararnir skulu spæla um eitt finalupláss. Soleiðis var tað. Eg fari ikki at siga, at eg kann mótmæla hesi avgerð. Eg eri kanska ikki samdur, men eg skilji, at dómararnir valdu soleiðis. Eitt, sum eg kundi hugsað mær var, at vit fingu at vita, hvørjar grundgevingar dómararnir høvdu fyri at velja soleiðis sum teir gjørdu. Tað vóru kanska teir best spælandi bólkarnir, sum endaðu á teimum báðum fremstu plássunum, men tað vóru kanska ikki hesir bólkar, sum høvdu tey bestu løgini. Allir bólkarnir høvdu okkurt, sum gjørdi teir til tað, teir eru. Men eg saknaði nakað nýtt hetta kvøldið, okkurt sum eg ikki havi hoyrt ofta áður. Onkrir bólkar vóru óskrivað bløð í føroysku tónleikasøguni, men ikki nakað, sum heimurin ikki hevur hoyrt áður á onkran hátt. Tað eru garvaðir menn, flest allir, sum vunnu. Onkur garvaður var eisini millum teir, sum ikki vórðu nevndir at enda. Tað er eitt sindur hugstoytt, at Flux ikki er í eini Prix Føroyar finalu, men vit mugu ásanna, at Flux kanska ikki hevði sína bestu framførslu. Saknaði eitt lag frá teimum, tú veist, eitt lag sum veruliga sparkar meg í reyvina. Eg krevji ikki ein »Mr. Headless 2«, men tað tóktist, sum vóru løgini so mikið nýggj, at teir kendu tey ikki til fulnar sjálvir, og tá er tað kanska trupult at spæla tey sannførandi fyri øðrum. MC Hár vóru topp tunaðir, teir spældu ótrúliga væl, tað hekk saman og var tætt (tight), men kanska sangirnir tóktust eitt sindur sum »gomul tíðindi«. Eitt sindur popputari kanska, men ikki nøkur serlig progressión. Hetta er tó eisini ein spurningur um persónligan smak. Headache Blues Treo spældu syrut blues. Teir spældu spik hamrandi feitt, men eisini her saknaði eg løg, sum veruliga vildu nakað. Men einstøku framførslurnar vóru superbar. Stuttligt at síggja E.N. Debess luttaka. Tað, sum mær kanska dámdi allarbest á kvøldinum, vóru Gulli og Søren Søgaard. Teir meintu tað, teir gjørdu, við lív sál og øllum tí, sum til hoyrir. Prix Føroyar er kanska ikki besta høvið at spæla einsamallur, men tað var sku feitt. Ein vinmaður mín segði við meg handan pall: »helviti, sum hetta er kapping«. Og tað er tað, tað er. Til eina kapping verður alt meiri tilgjørt, eitt sindur meiri pátikið, eitt sindur meiri show. Og tað er fáir bólkar í Føroyum, sum eru showbólkar, kanska enntá bert ein, og tí klæðir tað teimum ikki at brúka showklisjéir. Tað er eitt sindur keðiligt, at sálin og hjartað tykjast at verða sett longur aftur í raðfestingina, men soleiðis má tað helst vera, um tú skalt gera teg galdandi. Eg veit ikki. Hetta kvøldið vunnu royndirnar. Eg bíði enn eftir, at reyv mín verður sparkað av sonnum. Petur Pólsson, tónleikari og yrkjari Ugh, ugh, Illug Hárfínur kærleiki vann hjørtuni Tónleikurin var ikki so harður, sum hann onkun- tíð hevur verið, men Gulli var framvegis nakað fyri seg Mynd: Álvur Haraldsen Tað var dygd í hvørjum hári, tá ið MC Hár spældi seg í Prix-finaluna Mynd: Álvur Haraldsen Uni R. Debess var hugtakandi og dugnaligur oddamaður í Headache Blues Treo Mynd: Álvur Haraldsen