týsdagur 28. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 18 - 28. januar 2003
MC Hár dámar væl at
arga. Yrkingarnar
eru
stundum á markinum til
tað, sum nógv fólk hava
hug at leggja oyra til, men
hóast hetta – ella kanska
júst tí – eru teir væl um-
tóktir millum ungfólk.
Hetta sást, tá ið teir fóru
á pallin í Fuglafirði leyg-
arkvøldið og vartraðu upp
við sínum rapprocki. Tá ið
teir vóru kosnir sum vinn-
arar á umfarinum varð
leiðin løgd aftur á pallin,
og tá vóru teir kanska enn
betri móttiknir enn fyrru
ferðina.
MC Hár spældi nakrar
sangir fyri teimum kátu
áhoyrarunum, áðrenn teir
fóru av aftur pallinum fyri
at njóta sigurin.
Prix Føroyar
er størsta til-
takið,
sum
hevur verið í
Mentanarhús-
inum í Fugla-
firði, síðani
tað lat upp í
fjør.
Tiltakið
kravdi nógv
av húsinum,
og eini 30
fólk vóru til
arbeiðis fyri
at røkja tær ymsu uppgáv-
urnar í húsinum. Matur
skuldi gerast til luttak-
ararnar, vaktarhald skuldi
vera í øllum rúmunum,
fólk skuldu selja drykki-
vørur, og tøkningar skuldu
syrgja fyri ljóði og ljósi.
– Tað er nógv at gera eitt
slíkt kvøld, og tað er um-
ráðandi at hava gott fólk á
øllum plássum. Vit eru væl
nøgd við hetta fyrsta Prix-
kvøldið, sigur Jonhard
Hammer, leiðari í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði.
So nógv út-
gerð varð nýtt
hetta kvøldið,
at tað var
gott, at teir í
MC Hár ikki
fóru undir
brúsuna
áðrenn fram-
førsluna og
skuldu føna
hárið. So at
siga hvørt el-
stikk var í
brúk.
Tiltakið eydnaðist væl,
ongar illstøður vóru, og
fólk skikkaðu sær av fræg-
asta slag.
Mikkjal Hvannastein telist
millum teir evnaríku gitt-
arspælararnar í landinum,
og leygarkvøldið var hann
til fyrsta innleiðandi Prix-
umfarið.
Fyri tveimum árum síð-
ani spældi hann í finaluni
við I AM, men síðani er
hann farin úr bólkinum.
– Í ár veri eg ikki við í
Prix Føroyum. Eg eri í
grundini ikki við í nøkrum
bólki í løtuni, men eg venji
og spæli nógv, og eg
undirvísi eisini í gittar-
spæli, sigur Mikkjal, sum
er búsitandi í Havn.
Í heyst var hann ein av
tónleikarunum í bólkinum
Kjølum, sum gjørdi eitt
tíðaravmarkað comeback
við nøkrum framførslum,
men tað samstarvið skuldi
ikki halda fram.
Petur Magnus Bjarnastein
er einasti føroyingurin,
sum
byggir
gittarar.
Leygarkvøldið var hann
til Prixið, og hóast hann
var komin fyri at lurta
eftir tónleiki, hevði hann
eisini eitt hálvt eyga og
oyra við teimum gittarum,
sum vórðu brúktir.
– Sjálvandi hyggi eg
eftir, hvørjir gittarar verða
brúktir, og stundum kann
eg fáa okkurt hugskot eitt
slíkt kvøld. Men tað er
fyri tað mesta tey somu
sløgini, sum ganga aftur,
segði
Petur
Magnus
Bjarnastein.
– Eingin av mínum gitt-
arum var brúktur hesa-
ferð, men Rói Christian-
sen í Déjá Vu brúkar ein
Bjarnastein, og hann skal
spæla komandi leygar-
kvøld,
segði
gittar-
byggjarin.
Hann er júst liðugur við
gittar nummar 17, og
tann, sum Rói plagar at
hava hangandi um herð-
arnar, er nummar 11 í
røðini. Ein annar navn-
framur gittarspælari, sum
hevur ein Bjarnastein, er
Jens Marni Hansen.
– Eg havi áhuga fyri
tónleiki, og tí eri eg
komin meira fyri at upp-
liva hesar bólkarnar enn í
arbeiðsørindum,
segði
Bjarnastein.
Bjarnastein
fylgdi við
Nógv fólk til arbeiðis
Útvarpið beinleiðis
Útvarp Føroya verður ein virkin viðspælari í Prix
Føroyum í ár. Teir fara at senda beinleiðis frá øllum
umførunum í kappingini, og nógv verður gjørt burtur
úr.
Umframt at framførslurnar hjá øllum bólkunum
verða varpaðar beinleiðis út til allar føroyingar, eru
prát við tónleikarar og áhoyrarar eisini partur av teim-
um fýra tímunum, sum sendingin varðar hvørt leygar-
kvøld.
Rúni Jákupsson og Bjarni Mohr eru vertir í send-
ingini, og teir halda til í einum serliga innrættaðum
útvarpshølum á loftinum í Mentanarhúsinum. Í salin-
um hava teir Kára Sólstein at gera samrøður og greiða
frá, og teir brúka eisini internet og sms í samskift-
inum við lurtararnar.
Prix-frítt ár
Tað var einki at dylja yvir,
at Fróði Vestergaard, sum er
sentrali maðurin, tá ið tað
snýr seg um Prix Føroyar,
var nøgdur eftir fyrsta til-
takið. Tað sást á andlitinum
hjá honum leygarkvøldið.
Hann
hevur
seinastu
mánaðirnar stríðst við at
fingið kabalina at ganga
upp, og nú Prixið er farið
av bakkstokki, kundi hann
eisini fegnast um, at undir-
tøkan fyri tiltakinum var
góð. Eini 600 fólk vóru til
fyrstu kappingina.
Men enn er langur vegur
á mál, tí fimm innleiðandi
umfør og ein stór finala eru
eftir at skipa fyri.
Fróði væl nøgdur
Populerir fýrar
C
M
Y
K
20
Nr. 18 • týsdagur • 28. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Ingi Højsted kom inn
í seinna hálvleiki og
fekk einar tjúgu
minuttir á vøllinum,
tá U-17 liðið hjá
Arsenal tapti 3-1 móti
Tottenham leygar-
dagin
FÓTBÓLTUR
orð & myndir: Heri á Rógvi
London: Tað var ikki tað
heilt stóra, Ingi Højsted
kundi gera við ósigurin hjá
liðnum hjá sær leygardag-
in.
Ingi fekk ikki meira enn
einar tjúgu minuttir á vøll-
inum. Støðan var 2-1, tá
Ingi kom á vøllin. Hóast
hann luttók heilt fitt í spæl-
inum, kundi hann lítið og
einki gera við ósigurin hjá
liðnum sær.
3-1
gjørdist
endiliga
støðan, og U17 liðið hjá
Arsenal við føroyska Inga
Højsted hevur nú tapt
tríggjar dystir á rað.
Leikliga javnt
Dysturin varð spældur á
venjingarøkinum hjá Tott-
enham í Chigwell, Spurs
Lodge, í útkantinum av
London.
Dystir millum Tottenham
og Arsenal eru vanliga
nakað serligt. Talan er um
tvey London lið, og ofta
verður spælt um meira enn
tey trý stigini.
Arsenal tóktiskt at hava
gott tak á dystinum, men
Tottenham fingu fyrsta
stóra møguleikan. Mið-
skeiðis í hálvvleikinum
hevði Arsenal yvirtakið,
men Tottenham løgdu seg á
odda.
Arsenal spældi við einari
4-4-2 uppstilling, meðan
Tottenham spældi 3-5-2.
Arsenal vóru langt frá nóg
nærlagdir í álopspartinum.
Serliga í høgru álopssíðu
spældi Tottenham seg til
fleiri møguleikar, og tað var
eisini herfrá, at fyrsta mál-
ið. Bólturin verður spældur
skjótt fram í høgru, og inn-
leggið verður lagt so væl
fyri áleyparan, at hann
kann annað enn skjóta bólt-
in í málið. 1-0 var eisini
hálvleiksstø_an.
Seinni hálvleikur líkist
nógv tí fyrra. Arsenal fekk
javnað, men hetta helt sær
ikki leingi. Triðja málið var
eitt avbera vakur langskot
frá einum av stóru talent-
unum hjá Tottenham.
Sum heild var dysturin
javnur og rímiliga væl
leiktur. Úrslitið kundi tað
sama verið øðrvísi, men
Arsenal hevði torført við at
skipa sítt álopsspæl, og
hetta gav at bíta.
Á bonkinum
Føroyska íkastið til U17
fótbóltin í Onglandi, Ingi
Højsted, var ikki millum
teir útvaldu ellivu í byrjun-
aruppstillingini hjá Arse-
nal.
Hetta er fyrstu ferð í ár, at
fyrrverandi B36 leikarin
byrjar á bonkinum. Sjálvur
sigur Ingi, at hann hevur
havt ein lítlan skaða at
dragast við.
– Vit royna oftani ymsar
uppstillingar.
Hesaferð
valdi venjarin at geva
onkrum, sum ikki hevur
verið við hesum liðnum
nakrar dystir, møguleikan,
sigur Ingi Højsted.
Ingi var á vøllinum í
góðar tjúgu minuttir. Hann
kom tó ongantíð inn í
dystin rættiliga, hóast hann
sá rímiliga nógv til bóltin.
Dysturin misti nógv sein-
astu løtuna, eftir at Totten-
ham hevði lagt seg á odda
3-1.
Hetta er triðja tapið hjá
Arsenal á rað Arsenal
liggur á triðja plássi í FA
Academy League fyri U17
lið. Aston Villa er langt frá
hinum liðunum.
Stigini og plaseringarnar
eru kortini ikki so týdn-
ingarmikil, tí enn verður
dystast í grundspælinum. Ì
endaspælinum byrja øll lið
av nýggjum. Tað er grund-
spælið, ið ger av, hvøri lið
skulu spæla móti hvørjum
øðrum, men í prinsippinum
hava øll lið eins góðar
møguleikar.
Ingi og Arsenal taptu
Hóast Ingi fyri fyrstu ferð í ár mátti taka til takkar við einum
plássi á beinkinum, so tóktist hetta ikki at nerva føroyska
Arsenal-leikaran nakað serligt
Triðja dystin upp í slag mátti
U-17 liðið hjá Arsenal taka
til takkar við tapi. Tað er tó
eingin vandi fyri, at teir ikki
sleppa í endaspælið, og tá
kann alt henda
21