týsdagur 28. januar 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 28. januar 2003
23
Fimm lið stríðast um FM-heitið
Báðir toppdystirnir í
1. deild endaðu við
javnleiki, meðan
kollfirðingar gjørdu
ein vørr og eru nú á 2.
plássi, aftanfyri
havnarmenn
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Sjáldsamt er at heili fimm
lið stríðast um FM-heitið,
men í ár er hetta veruleikin
í fremstu deildini í Føroy-
um. Føroyameistarnir í fjør
úr Vestmanna flyta allar-
helst niður í 2. deild. Havn-
armenn,
hvalvíkingar,
klaksvíkingar og toftamenn
hava alla kappingina verið
staddir í toppinum, men
eftir at kollfirðingar vunnu
stórsigur á einasta botn-
liðnum í deildini, eru teir
nú eisini við í oddastríðn-
um, enntá sum nummar
tvey. Bert eitt stig skilur
oddaliðið úr Havnini við
nummar fimm! Sí støðuna,
sum er í blaðnum í dag.
Kollfirðingar
høvdu
fingið sær almiklan styrk
til dystin móti vestmenn-
ingum.
Svenski
stórmeistarin Tiger Hillarp
Persson var aftur at síggja á
kollfjarðaliðnum, og hetta
skuldi vísa seg at verða sera
avgerandi. Tiger vann á IM
John Rødgaard, og hinir á
liðnum vunnu somuleiðis
favoritsigrar.
4-0
og
kappingin er nú meira opin
enn
nakrantíð.
Vestmenningar eru nú 7,5
stig frá bjargingini, og tað
er ivaleyst ov stórur biti hjá
teimum. Spell fyri vest-
menningar, at tað varð júst
móti teimum at KT valdi at
styrkja um liðið.
Javnleikur hjá
Havnini
Martin Poulsen var heldur
ikki hesu ferð á havnarliðn-
um sum hitti hvalvíkingar,
og tí mátti Olaf Berg traðka
í hansara stað. Olaf gjørdi
bart og vann á Martin
Brekká. Hinvegin megnaði
Herluf Hansen ikki upp-
gávuna á 2. borði móti
Finnbjørn Zachariassen.
Haldur Suni Johansen
var ikki aktivur seinasta ár,
men hevur verður trúgvur í
ár. Hann hevur vunnið øll
síni fýra talv, sum hann
hevur leikt fyri havnaliðið.
Í vikuskiftinum vann hann
á Sámal Christiansen, men
Gunnar Joensen balanser-
aði dystin við sínum sigri á
fjórða borði á Johan E.
Hansen.
Havnarmenn vildu helst
meir enn 2-2, men hvalvík-
ingar hava altíð verið
drúgvir, og hugsa vit um at
Martin Poulsen væntaði á
liðnum, eru teir úr Havnini
hóast alt kanska nøgdir við
úrslitið.
Bogi feldur – Jens
Kristian ikki at steðga
Toftamenn hava í ár bland-
að seg í oddastríðið, og tað
kunna teir takka Boga
Ziska og Jens Kristian
Hansen fyri. Serliga hesin
seinasti hevur verið álitið
við nú seks sigrum á rað á
øðrum borði. Jens Kristian
vann fyri aðru ferð í lið-
kappingini á Rana Nolsøe.
Bogi hevði undan sætta
umfari ikki tapt, men Ólav-
ur Simonsen broytti uppá
hetta tá hann vann uppgerð-
ina á fyrsta borði. Finn-
bjørn Vang úr Klaksvík
tapti óvæntað móti Wenzil
Højgaard.
Tummas
M.
Anthoniussen vann á fjórða
borði, og úrslitið gjørdist tí
javnleikur 2-2.
Tá rating viðvíkur eru
klaksvíkingar nógv sterkari
enn toftamenn, og eru
klaksvíkingar tí helst skuff-
aðir av úrslitinum. Tofta-
menn hava tó víst seg at
vera sera støðugir, og við
forminum hjá Jens Kristian
í huga kunna teir røkka
langt í ár.
Toppskorarar í 1.
deild:
Jens Kristian Hansen 6/6!
Haldur S. Johansen
4/4
Ólavur Simonsen
4/6
Hans K. Simonsen
4/6
Herluf Hansen
4/6
Tummas M.
Athoniussen
4/6
2. deild
Sandavágsmenn stríddu seg
framum runvíkingar í sætta
umfarinum. Torkil & co
vunnu stórsigur á vest-
menningar, 3,5-0,5, meðan
runavíkingar og klaksvík-
ingar leiktu 2-2. Triði dyst-
urin í deildini varð millum
HT 2 og HT 3, sum HT 2
vann 3-1.
Veteranurin Jákup Thom-
sen, sum eftir nógv ár í
talvdvala, hevur verið álitið
á HT 3. Jákup hevur ognað
liðnum 4,5 stig av 5 møgu-
ligum. Aðrir stigslúkarar í
deildini eru Ingolf Gaard úr
Klaksvík (4/4), Torkil Niel-
sen úr Sandavági (4,5/6),
Jógvan Næs (4/6) og
Bjarki Ziska (3,5/4) úr
Runavíkar Talvfelag.
Sandavágsmenn eru eitt
stig fremstir, meðan klaks-
víkingar enn eru hálvt-
fjórða stig aftanfyri runa-
víkingar.
Anand vann í Wijk
aan Zee
Fýra vunnin talv og heili
níggju javnleikir, men hin-
vegin einki tap, varð úr-
slitið hjá indaranum Vis-
wanathan Anand, sum vann
krútsterku
stórmeistara-
kappingina í Wijk aan Zee,
Hollandi. Anand vísti sítt
virði og vann uppiborið. Í
hølunum á honum, við
somuleiðis ongum tapi
kom óvæntað ungarska
Judit Polgar. Hon fylgdi
væl
við
Anand
alla
kappingina, og var eitt nú
um reppið at vinna á júst
Anand
í
næstseinasta
umfarinum. Ein mergjað
kapping av Polgar, sum nú
kanska hevur førkað seg
innum topp 10 í heiminum.
Russin Evgeny Bareev,
sum vann í fjør, bleiv tann
triði í røðini, meðan heili
fimm telvarar býttu fjórða
plássið, harav Vladimir
Kramnik, sum ikki hevði
eina nevnuverda kapping
um vit hava status og rat-
ingtal hansara í huga. An-
atoly Karpov royndi seg
aftur
millum
ungu
stjørnurnar, og varð úrtøk-
an hjá gamla meistaranum
á gongdari leið, sum nú
kortini ikki rættiliga meir
kann blanda seg í absolutta
toppin. Men bíta frá sær,
kann hann tó av og á.
Unglingarnir Grischuk,
Ponomariov og Radjabov,
sum allir hava verið í Før-
oyum í talvørindum, vóru
eisini millum luttakararnar.
Minni væl gekst hjá Pono-
mariov.
Endaliga støðan:
Anand
8,5 av 13
Polgar
8,0
Bareev
7,5
Shirov
7,0
Van Wely
7,0
Grischuk
7,0
Ivanchuk
7,0
Kramnik
7,0
Radjabov
6,5
Topalov
6,5
Karpov
6,0
Ponomariov
6,0
Krasenkow
4,5
Timman
2,5
1. deild 6. umfar
Heima
Úti
Stig
HT
TFS
2-2
Olaf Berg
Martin Brekká
1-0
Herluf Hansen
Finnbjørn Zachariassen
0-1
Haldur Suni Johansen
Sámal Christiansen
1-0
Johan E. Hansen
Gunnar Joensen
0-1
VT
KT
0-4
John Rødgaard
Tiger Hillarp-Persson
0-1
John Jacobsen
Hans Kristian Simonsen
0-1
Dánjal Petur Højgaard
Torbjørn Thomsen
0-1
Jákup á R. Andreasen
Eyðálvur Johannesen
0-1
TT
KTF
2-2
Bogi Ziska
Ólavur Simonsen
0-1
Jens Christian Hansen
Rani Nolsøe
1-0
Wensil Højgaard
Finnbjørn Vang
1-0
Helgi Joensen
Tummas M. Anthoniussen 0-1
Støðan í 1. deild
Lið
Stig
1. HT
14,0
2. KT
13,5
3. TFS
13,0
4. KTF
13,0
5. TT
13,0
6. VT
5,5
Støðan í 2. deild
Lið
Stig
1. ST
16,5
2. RT
15,5
3. KTF 2
12,0
4. HT 2
10,0
5. VT 2
9,0
6. HT 3
9
Talvið hesa vikuna
HT Open verður leikt í hesum døgum í hølum Havnar
Telvingarfelags. Fyrstu trý umførini vórðu leikt
týsdagin, mikudagin og hósdagin, og soleiðis verður
skráin eisini hesa og komandi viku. Havnar Telvingar-
felag verður 80 ár í apríl, og tí verður nógv gjørt
burturúr hesum talvári í Havn, við eitt nú FM fyri
einstaklingar á páskum, og hesari kapping. Trý umfør
eru sum sagt leikt, og favorittarnir flestir hava longu
yvirtikið toppin.
Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen hava fult stiga-
tal, meðan fyrrverandi føroyameistarin Súni Ziska hev-
ur hálvtriðja stig. Seks telvarar hava tvey stig, eitt nú
Ólavur Simonsen og Andrias Ziska. Ólavur tapti fyrsta
umfar móti Hans Kristiani, men reisti seg í øðrum
umfari móti Brandur Jacobsen.
Ólavur Simonsen — Brandur Jacobsen
HT-Open 2003 (3), 22.01.2003
Viðmerkingar: Ólavur Simonsen og Carl Eli N.
Samuelsen
1.e4 e5 2.Rif3 Rif6 3.d4 Rixe4 4.dxe5 d5 5.Ribd2 Ric5
6.Rib3 Rie6 7.c3 Be7 8.Bd3 c5 9.Bc2 Ric6 10.0—0
Ric7 11.Re1 Be6 12.Ribd2 Fd7 13.Rif1 h6 14.a3 0—
0—0 (hvítur hevur kanska lítlan fyrimun, men svartur
hevur leikt sunt í byrjanarspælinum og stendur aktivt
nokk) 15.Rb1 d4! (góður avviklingsleikur) 16.cxd4
Rixd4 17.Rixd4 Fxd4 18.Fxd4 Rxd4 19.Be3 Rdd8
[19...Rd7 helst petti betri er at dobla rókarnar] 20.f4 g6
21.Bf2 Rid5 22.g3 h5 23.Rbc1 Kb8 24.Be4 Rc8
25.Rid2 Rib6 26.Re2 Rhd8 27.Kg2 Rc7 28.Bf3 Rd3
29.h3 Ria4 30.Be4 Rd8 31.b3 [31.Nc4! gevur hvítum
góðan fyrimun] 31...Rib6 32.Ric4 Rid5 33.a4 h4
34.Bf3 hxg3 35.Bxg3 Rib4 36.Rid6 (sambart teldu-
forritinum Fritz 7 hevur svartur onkra verju her, men tá
Brandur bert hevdi 3 min. eftir til leik 40, og sidan 15
min. til restina av talvinum, er hesin spæliháttur hin
rætti) 36...Rh8 [36...Bxb3 37.Rib5 er áhugavert]
37.Bg4 Bd5+ 38.Kh2 f5! 39.exf6 (Ólavur offrar. Hann
satsar, eftirsum at passivt spæl hevði tapt í longdini)
39...Bxd6 40.Rd2 Bf8? [40...Rf8! eigur at vinna.]
41.Rxd5! Rixd5 42.Rd1 Rib6 [42...Bd6 43.Rxd5 Rd8
44.Be6 Rh7 45.Rxd6 Rxd6 46.f5 Kc7 47.fxg6 og
hvitur vinnur] 43.Rd8+ Ric8 44.Be6 Bg7 45.fxg7
[45.Rxc8+! Rhxc8 46.fxg7 Rxg7 47.f5+ Rcc7 48.f6
Rh7 49.f7 Rh8 50.Bd6 vinnur fyri hvítan] 45...Rxd8
46.f5 gxf5 47.h4 Rie7 48.h5 b6? (skiljandi er at ikki
finna rætta leikin í hesari sera kompliseraðu støðu.
Rd2+ var seinasti møguleiki, sum eisini átti at forða
fyri tapi hjá svørtum. [48...Rd2+ 49.Kg1 Rd3
(49...Rd1+ 50.Kf2 Rh1 (50...Rd2+ 51.Ke1 Rg2 52.h6
Rxg3 53.h7 Rxg7 54.h8F+ Rig8 hóttir Bf7+ 55.Bxg8)
51.Bd6 Rxh5 52.Bxe7 hvitur verjir g5 so svartur ikki
kann steðga finnuni.) 50.Bf4 Rh3 51.h6 b6 52.Kg2
Rxh6 53.Bxh6 Rc6 54.Bf4+ Kb7 55.Bf7 Rf6 56.Bh5
og støðan er enn óklár] 49.h6 Rig6 DIAGRAM
50.Bxc7+ Kxc7 51.h7 flott endastøða. Ólavur satsaði
tá hann stóð kroystur, og tað loysti seg. 1—0
Diagram eftir 49....Rig6 hjá svørtum
23
22
Nr. 18 - 28. januar 2003
Við sigrinum á
Tjaldri helt Stjørnan
fast um triðja plássið,
har tær framvegis ikki
eru heilt afturúrsigld-
ar av VB og VÍF
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Stjørnan vitjaði sunnudagin
í Runavík, har tann á papp-
írinum lættasti útidysturin á
árinum stóð fyri framman.
Tjaldur hevur í alt ár hildið
til niðast á stigatalvuni, og
tó at tær gjørdu ein vørr
herfyri móti einum kreppu-
rakturm neistaliðið, so var
ikki væntandi, at tær fóru at
gera stórvegis við Stjørn-
una, sum higartil hevur
krøkt seg rættiliga fast at
oddaliðunum.
Fylgdu væl við
Tað kundi tó verið okkurt
sum bendir á, at Tjaldur nú
hevur fingið betri treysti at
gera seg galdandi í bestu
deildini. Í øllum førum
tóktust tær so avgjørt ikki
hava nakrar ætlanir um at
lata gestirnar sleppa uttan
víðari, nú Stjørnan var
komin á vitjan.
Tvørtur ímóti tóktist tað
eina løtu soleiðis, at tað var
Tjaldur, sum var omaná.
Við at ansa leikandi venjar-
anum hjá Stjørnuni væl, so-
leiðis at hon ikki kundi gera
alt ov nógv um seg, fekk
Tjaldur
partvíst
steðga
vandamesta vápninum hjá
Stjørnuni, og tá tað so sam-
stundis lá ræði fyri hjá
teimum báðum útlendsku á
tjaldursliðnum, var leingi
líkt til, at talan skuldi gerast
um ein heilt spennandi dyst.
Seinastu løtuna undan
steðginum eydnaðist tó
Stjørnuni at skræða seg
leysa, men hóast hetta, so
slepti Tjaldur ongan tíð
heilt. Heldur royndu tær av
øllum alvi at vinna tað
mista innaftur eftir steðgin,
men hetta eydnaðist tó
ongantíð. Eitt skifti hótti
Stjørnan eisini við at økja
enn meira um leiðsluna,
men tað bleiv so ongan tíð
til meira enn tað sama, so-
leiðis at Stjørnan við einum
sigri kundi taka enn fastari
um triðja plássið á stiga-
talvuni, har tær framvegis
bert eru trý stig aftan fyri
VB og VÍF.
Tjaldur er hinvegin fram-
vegis á aftasta plássinum í
deildini, men hóast hetta,
so er tað ivaleyst ein uggi
hjá liðnum, at tær soleiðis
alla tíðina kundu fylgja
einum av fremru liðunum.
Stig kastaði tað tó ikki av
sær í hesum umfarinum,
men verður hugburðurin
eisini hin sami framyvir, er
ikki óhugsandi, at hesi fara
at koma. Fyrstkomandi tyk-
ist tó í løtuni at vera nakað
burturi.
Tjaldur
hevur
nevnliga frí komandi viku-
skifti, og eftir steypafinal-
una verður tað VÍF, sum
kemur á vitjan.
Dysturin í tølum:
Tjaldur-Stjørnan 17-20 (9-
13)
Málskjúttar:
Tjaldur: Lenka Ribaric
7(3), Melica 6 (1), Ann
Mari Østerø 3, Sonja Gleð-
isheygg 1
Stjørnan: Natasha Stam-
enkovic 9, Danijela Ercevic
6(2), Bára S. Klakstein 2,
Una Olsen 2, Ragna Andr-
easen 1
Brotskøst:
Tjaldur
5,
Stjørnan 2
Útvísingar:
Tjaldur
3,
Stjørnan 1
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johnansen & Sám-
al Hansen.
Neistin-H71 24-28 (8-18):
Sensatión í Havn
Neistin hevur higartil
verið mest óvæntaða
oddaliðið í bestu
mansdeildini, men
sunnudagin skutu
teir sjálvar so dyggi-
liga í fótin, tá hoyvík-
ingar høvdu vent
vápnini ímóti
Neistanum
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var einki at ivast í, at
Neistin vóru favorittar at
vinna
grannauppgerðina
móti hoyvíkingum sunnu-
dagin. Alt árið hava liðini
strítt hvør sítt stríð, har
Neistin við hepnari hond
hevur hingið fast í oddinum,
meðan H71 hinvegin hevur
stríðst fyri at sleppa av
avgjørda botnsessinum. Eitt
stríð sum higartil ikki hevur
hepnast so væl, men sunnu-
dagin tóku teir so eitt risafet
rætta vegin, um enn talan
var um eitt óvæntað fet.
Tað var nevnliga skjótt
greitt, at hóast favorittleik-
lutin hjá Neistanum, so
høvdu hoyvíkingarnir als
ongan hug bara at leggja seg
niður, soleiðis uttan víðari.
Frá fyrsta sýndu gestirnir
hinvegin, at teir so avgjørt
ætlaðu sær at hava eitt orð
at siga. Uttan stóvegis
himpr royndu teir alt fyri at
leggja trýst á Neistan, og
hetta tóktist í øllum førum
vera væl meira, enn Neistin
hevði roknað við. Í øllum
førum vóru teir bláu tiknir
fullkomuliga á bóli av ógv-
usligu byrjanini, og áðrenn
nakran vardi, hevði H71
vunnið sær eina hampuliga
stóra leiðslu.
Einki mótvápn
Og Neistin hevði í veru-
leikanum einki mótvápn
móti hoyvíkingunum. Fá
høvdu kanska mett undan
kappingarárinum, at Neist-
in skuldi gera seg galdandi
í oddinum, men við ein-
føldum loysnum hava teir
kortini megnað hetta. Upp-
skriftin hevur fyrst og
fremst verið stríðsvilji og
samanhald,
men
hetta
vendu hovyíkingarnir so
beint ímóti teimum nú.
Við eini væl virkandi
verju, har hvør einasti leik-
ara offraði seg, tóku teir
væl ímóti tí, sum kom, og
sluppu mótstøðumenninir
loksins innum, hevði H71 í
Levi Nybo ein sera tryggan
aftasta skansa. Ein skansa,
sum annars skifti til H71, tá
spælitíðin í Neistanum
tóktist verða millum lítil og
eingin.
Í hinum endanum tóktust
hovyíkingarnir heldur ikki
hava stórvegis virðing fyri
annars væl vaksnu neista-
verjuni. Í Halgir Dahl Ol-
sen hevur liðið í fleiri ár
havt ein hin besta skjúttan í
landinum, men trupulleikin
er ofta, at hann einsamallur
skal bera mest sum alla
ábyrgdina á liðnum. Hesa
ferð komu tó fleiri av liðfel-
øgunum við, soleiðis at tað
ikki var nóg mikið hjá
Neistanum bert at hugsa
um ein leikara, og tað gav
so aftur betri pláss til Halg-
ir, sum ferð eftir ferð høgdi
bóltarnar inn í meskarnar.
Royndin miseydnaðist
Við tíggju málum á muni í
steðginum, var ikki annað
væntandi, enn at seinni
hálvleikur skuldi vera eitt
satt raid oman á hovyíks-
málið, og partvíst varð
hetta eisini sannleikin.
Hoyvíkingar hugsaðu nú
kanska eisini meira um
halda fast, heldur enn at
økja um leiðsluna, og sálar-
liga trýstið, sum hetta við-
førir, byrjaði spakuliga at
merkjast. Eitt fyri og annað
eftir minkaði máltalið, sum
lá ímillum liðini, og onkur
av hoyvíkingunum mundi
so smátt fara at óttast eini
endurtøku av merkisverda
tapinum fyri KÍF undan
vetrarsteðginum.
Eitt skifti miðskeiðis í
hálvleikinum fekk Neistin
átta mál á rað, og við átta
minuttunum var nú ein
verulig vón hjá teimum
bláu. Stóra takið kostaði tó
nógvar kreftir, og tá hoy-
víkingar so loksins svaraðu
aftur, varð hetta gjørt við
manér. Hóast mansverju av
Halgir, so fekk H71 trý mál
á rað, og so var alt avgjørt.
Søtur sigur
Fyri hoyvíkingar mundi
sigurin fyrst og fremst vera
staðfestingin av tveimum
kærkomnum situm, men
tað kann tó væl vísa seg, at
hetta eisini var so nógv
meira enn tað.
Fyrst og fremst sálarligi
týdningurin av, at leikarar-
nir við hesum merktu, at
tað væl kann løna seg at
royna, hóast mótstøðan á
pappírinum er sterk. Her
hava hoyvíkingar í ár havt
fleiri tættar dystir, men
mest sum hvørja ferð er tað
kortini endað við sigri til
mótstøðuna. Sálarliga kann
tað vera ein herskin biti at
gloypa, tá leikararnir fáa
kensluna av, at tað ongan
tíð skal eydnast. Men hesa
ferð eydnaðist tað, og fyri
víðari lagnuna hjá hoyvík-
ingum kann hetta fáa al-
stóran týdning.
Fyri Neistan mundi tapið
hinvegin kennast sum ein
ordiligur frammaná. Hin-
vegin var hetta kanska eisini
ein staðfesting av, at liðið
ikki er nóg sterkt til ein
oddasess. Í grundspælinum
kundu teir við stríðsvilja
sínum ferð eftir ferð loypa
hvøkk á mótstøðuna, sum
ikki hevði roknað við
nøkrum frá teirra síðu í ár,
men nú skuldu teir brádliga
royna seg sum favorittar, og
kanska var tað meira enn
nakað hetta, sum kostaði
stigini. Tvey stig, sum
kunnu vísa seg at gerast sera
dýr fyri teirra viðkomandi.
Dysturin í tølum:
Neistin-H71 24-28 (8-18)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic
6(2), Helgi Justinussen 6,
John Petersen 4, Dann
Thorleifsson 3, Ragnar
Stakksund 1, Kári Morten-
sen 1, Jón Ludvig 1, Helgi
Michelsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9,
Niels Viggo Niclasen 5,
Johnny Durhuus 4, Kristian
Eli Zachariasen 4, Annfin-
nur N. Debes 3, Hans J. Jac-
obsen 2(1), Uni Wardum 1
Brotskøst: Neistin 2, H71 2
Útvísingar: Neistin 3, H71
Tjaldur-Stjørnan 17-20 (9-13):
Stjørnan heldur kósini
Líka mikið hvussu Neistin
royndi at toga seg aftur í
dystin, so høvdu teir alla
tíðina trupult við at fáa
bóltin seinasta pettið inn um
Levi Nybo í hoyvíksmálinum
C
M
Y
K
22