týsdagur 28. januar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 28. januar 2003
25
Fyri tað mesta var
talan um sera spenn-
andi dyst í Vestmanna
sunnudagin, men tá
Kyndil eitt skifti í
seinna hálvleiki
gloymdi at hugsa,
tóku vestmenningar
av, soleiðis at sigurin
kundi tryggjast
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Klassikarin í føroyskum
hondbólti verða dystirnir
millum VÍF og Kyndil al-
oftast róptir, og tó at hesir
dystir ikki hava verið so
javnir seinnu árini, so hevur
áhugin kring uppgerðirnar
altíð havt stóran áhuga. Ikki
minst tí talan aloftast hevur
verið um dramatiskar dyst-
ir, har hvør einasti leikari
gevur alt, sum hann hevur í
sær.
Eftir eitt ár til gloymi-
bókina er nú eisini líkt til,
at Kyndil í ár aftur hevur
fingið eitt lið, sum kann
spæla við, tá dystir eru
ímóti teimum stóru. Nakað
sum eisini kom til sjóndar í
grundspælinum, tá seinni
dysturin millum liðini end-
aði við javnleiki.
Tvungið skifti gagnaði
Og tað var eisini sera javnt
fyri tað allar mesta, tá risar-
nir so aftur hittust í Vest-
manna sunnudagin. Við
eini lívligari áskoðarafjøld í
rygginum var so avgjørt
ikki líkt til, at Kyndil bara
uttan víðari var komið til
Vestmanna fyri at geva seg
yvir.
Heldur royndu teir frá
fyrsta bríksli við ágangandi
verjuspælið at gera sítt til,
at tungu skjúttarnir hjá VÍF
ikki skuldu koma fyri seg,
og við einum VÍF liði, sum
framvegis er uttan Áka
Olsen, og har Ingi Olsen
ikki var meira enn hálvur
hendan dagin, átti eisini at
verið møguleiki fyri, at
hetta kundi geva úrslit.
Tað at júst teir báðir
Olsen menninir at kalla ikki
vóru við hjá VÍF, gjørdi tó
sítt til, at spælið var nakað
umskipað, og soleiðis sum
Kyndil spældi, so var um-
skipanin helst eisini gagn-
lig. Við Daniel Rápa á øðr-
um
bakplássinum
varð
denturin nevnliga í nógv
størri mun lagdur á inn-
spælingarnar av bakkinum,
heldur enn at tveita kanón-
kúlur móti málinum, og tí
mátti Kyndil ansa sær, so-
leiðis at verjan ikki gjørdist
alt ov framrættað royndun-
um at steðga fyrst og fremst
Piti Negru og Áka G.
Olsen. Oftani var tað eisini
ein fragd at síggja, hvussu
Rápa bara sletti bóltarnar
inn um Kyndils-verjuna til
frían viðleikara, meðan
grønu menninir væntaðu
okkurt heilt annað.
Mistu høvdið
Hinvegin so var Kyndil als
ikki fyri ongum. Allan fyrra
hálvleik fylgdu teir sera
væl við, og tó at VÍF eitt
skifti hótti við at rýma, so
varð hetta ikki loyvt teim-
um. Yvirgongdirnar av ser-
stakliga vinstra bakki vóru
fleiri í tali, og ikki minst
eftir at ein væl upplagdur
Høgni Klein kom á vøllin,
tóktist teir grønu veruliga
at reisast.
Tað var eisini ein vilji á
Kyndils-liðnum, sum sjáld-
an er sæddur í ár. Sjónligt
var, at hetta var ein dystur,
sum skuldi og mátti vinn-
ast, og at við eitt sindur
meira av umhugsni kundi
hetta eisini eydnast hjá
teimum.
Eitt stórt korter mið-
skeiðis í seinna hálvleiki
mundi tó vera fremsta or-
søkin til, at hetta kortini
ikki eydnaðist hjá Kyndli.
Eftir at teir høvdu lagt væl í
seinna hálvleiki, var tað
ístaðin VÍF, sum byrjaði at
toga
avstað.
Munurin
gjørdist kanska ikki so
stórur, men tá Kyndil sam-
stundis tveitti alt umhugsni
fyri borð, fekk VÍF skapt
avgerandi holið.
Hóast teir tá vóru aftan
fyri við tveimum og trim-
um málum, so var eingin
orsøk til panikk hjá Kyndli,
sum framvegis hevði einar
tíggju minuttir at bøta skað-
an í. Panikkur er tó helst
mest
beinrakna
orðið.
Skundandi og tankaleyst
royndu teir at trýsta ferðina
upp í topp, soleiðis at tað
mista kundi vinnast inn-
aftur, men sjálvir megnaðu
teir ikki at fylgja við í hes-
um, soleiðis at VÍF ístaðin
kundi gera sær dælt av
mistøkunum. Fimm minutt-
ir fyri leiklok hevði VÍF so-
leiðis fingið munin upp í
fýra mál, og so var ikkii
stórvegis hjá Kyndli at
gera. Nakað av spenningi
fekst tó í aftur, tá teir eftir
eitt time-out gjørdu av at
fara heilt út á vøllin eftir
vestmenningunum,
men
nærri enn tveimum málum
komu teir ongantíð.
Væntandi royndir
Soleiðis vóru tað kanska
royndirnar, sum vóru á
muni á liðunum báðum
hendan dagin, tó at tað
kanska ikki akkurát eru tær
royndirnar, sum verða sett-
ar í samband við dystartal,
sum tosað verður um.
Heldur er tað tað at
kunna halda høvdið kalt, tá
tættir dystir nærkast av-
gerðini, sum var munurin
hesaferð. Gjøgnum eina
hondbóltstilveru í oddinum
av føroyskum hondbólti
vita vestmenningar helst
betri enn nakar annar,
hvussu slíkar støður skulu
avgreiðast, og hetta sást
eisini aftur í, at tað ikki eina
tí einastu ferð tóktist vera
nakað sum líktist ráðaloysi
á VÍF-liðnum.
Teir koyrdu alla tíðina sítt
egna spæl, soleiðis sum av-
rátt varð undan dystinum,
og tað er ikki óhugsandi, at
hevði Kyndil gjørt tað
sama, so kundi úrslitið á
máltalvuni verið eitt annað.
Umframt dýra lærupen-
ingin við omanfyrstandandi
royndunum, so mugu teir í
Kyndli helst eisini ásanna,
at tað undir ongum umstøð-
um verður til meira enn
bronsumerki fyri teirra
viðkomandi í ár. Skuldi
talan gerast um meira, so
var helst neyðugt við
tveimum stigum í Vest-
manna. Enn hevur liðið tó
ikki mist alla vón um gull í
ár, tí framvegis eru teir
mest sum vissur partur av
steypafinaluni, har mót-
støðuliðið verður antin VÍF
ella StÍF
VÍF hevur kanska verru
kortini á hondini í so máta,
nú teir skulu á Skála við
einum máli aftan fyri til
seinnu hálvfinaluna, men
hóast hetta, so hava teir
neyvan heilt mist mótið.
Ikki minst man tað kennast
fløvandi, at breiddin á lið-
num hevur roynst somikið
væl
seinastu
dystirnar.
Dystir, har VÍF hevur verið
nakrar av bestu leikarunum
í landinum fyriuttan, men
har teir framvegis halda
fast í oddinum, eins og
møguleikin fyri eini steypa-
finalu framvegis er til
staðar.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 26-24 (14-14)
Málskjúttar:
VÍF: John Zachariasen 5,
Petur Frank Joensen 5,
Daniel Rápa 4, Áki G.
Olsen 4, Ingi Olsen 3(1),
Piti Negur 3(1), Ólavur
Brimnes 2
Kyndil: Jacob Jónsson 8(1),
Høgni Klein 4, Janus Einar
Sørensen 3, Finnur Hans-
son 3, Hans Áki Dal-
Christiansen 3(1), Heini
Bendtsen 2, Ken Zacharia-
sen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 2
Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi
Mortensen & Kári Hansen:
Hóast talan var um eina in-
tensa uppgerð, so megnaðu
dómararnir væl at stýra
spælinum, soleiðis at talan
ongan tíð gjørdist um teir
heilt ógvusligu nærdystir-
nar.
VÍF-.Kyndil 26-24 (14-14)
Dýrir minuttir
Hóast hann var afturkomin til landið, so var leikluturin hjá Inga Olsen sera avmarkaður sunnudagin, og tí varð aftur hesa ferð
løgd stór ábyrgd á Áka G. Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 18 - 28. januar 2003
Í eitt lítið korter
sýndi VÍF, hví liðið
verður roknað sum
ein av gullfavorittun-
um, og tað var nóg
mikið til at basa ein-
um Kyndils-liðið,
sum ikki tóktist hava
neyðuga treystið
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir eina heldur skrumbl-
uta viku, var tað nú ramasta
álvara hjá VÍF, um tær
framvegis skuldu gera sær
vónir um at vera partur av
gullstríðnum. Ein javn-
leikur á Skála og tap í fyrru
hálvfinaluni í steypakapp-
ingini mundi í øllum førum
ikki vera tað, sum guli her-
urin hevði ætlað sær at
fingið burtur úr vikuni.
Hetta hevði eisini av
nýggjum sátt nakað av iva
um, hvørt VÍF kundi megn-
að setningin um at verja
gullmerkini frá í fjør. Ikki
minst var tað hesin spurn-
ingurin, sum nú skuldi
svarast móti einum Kynd-
ils-liðið, sum seinastu mán-
aðirnar hevur havt eina
støðugt hækkandi form-
kurvu. Og ikki minst, so
hevði Kyndil longu undan
hesum vunnið tvær reisur á
VÍF í kappingarárinum.
Vunnu seg íaftur
Fyrstu løtuna av dystinum
sunnudagin var eisini nógv,
sum bendi á, at Kyndil aftur
ætlaði at arga VÍF. Nærum
fimm
minuttir
gingu,
áðrenn VÍF yvir høvur
slapp framat í málskjóting-
ini, men so gekk tað eisini
skjótt fyri seg. Eftir at
Kyndil hevði verið á odda
2-0 fyrstu løtuna, broyttist
máltalvan so líðandi, til tað
brádliga stóð 8-3.
Og VÍF helt áfram við
ágangandi spælinum. Leik-
arnir dugdu fyrst og fremst
at vera tolnar í verjuspæl-
inum. Sjálvandi alla tíðina
ágangandi, men samstundis
so, at bíðað varð eftir mis-
tøkunum, sum so kundu
revsast. Og var tað ikki fyri
eina sera væl leikandi Fríðu
Petersen í Kyndils-málin-
um, so kundi revsingin væl
verið eitt svíðandi stórtap.
Mongu bjargingarnar hjá
bóru tó tvey úrslit við sær.
Annað var, at vestmanna-
genturnar
gjørdust
alt
meira altráðar eftir at skora,
nú møguleikarnir komu so
lætt. Og hitt var sjálvandi,
at væntandi VÍF málini
góvu Kyndil høvi til at
koma inn aftur í dystin.
Og hesum tóku tær eisini
av. Eitt mál fyri og annað
eftir fór sendandi inn um
Manuelu Stan, soleiðis at
Kyndil við at vinna seinastu
10 minuttirnar 7-1 vann seg
uppaftur á javnleik, áðrenn
farið varð til steðgin.
Gylt korter
Tað er altíð ymiskt, hvussu
steðgurin gagnast ymsu
liðunum. Fyri Kyndil hevði
ivaleyst verið betri, um
eingin steðgtur var í Vest-
manna, tí har var alt broytt,
tá liðini byrjaðu aftur.
Gott nokk var Kyndil á
odda tvær reisur fyrstu
minuttirnar, men so gekk
galið. Vestmannakvinnur-
nar fingu aftur glið á væl
kenda kontraspælið, og
hesaferð spældi ikki so væl
av hjá gestunum, sum tað
hevði gjørt í fyrra.
Eina ferð fyri og aðru
ferð eftir buldraðu VÍF
mótálopini
oman
móti
Kyndils málinum, og tá
Fríða nú heldur ikki megn-
aði at standa ímóti, var tað
sum um Kyndil púrasta gav
skarvin yvir. Seinasti neist-
in til at venda dystinum var
snøgt sagt ikki til staðar, og
tó at VÍF sum frá leið setti
ferðina nakað niður, so
megnaði Kyndil ongan tíð
at svara aftur. Gylta korter-
ið fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki var var snøgt sagt
nóg hjá VÍF, sum við hesum
hildu fast um sessin í
oddinum, har tær framvegis
eru ájavnar VB.
Viljin avgerandi
Stóri spurningurin er so
sjálvsagt, hvørt VÍF megn-
ar at hanga fast í oddinum,
og fyri tað mesta hava tær
svarið til hetta sjálvar. Tá
lagið er hitt rætta, er tað
neyvan nakað lið í landin-
um, sum stendur teimum
kurl, og eitt nú var hetta
sjónligt, tá tær so dyggiliga
góvu VB durðafjórðingin í
seinasta dystinum í grund-
spælinum.
Hinvegin hevur liðið
eisini havt fleiri svartar
dagar í ár. Svartir dagar,
sum so avgjørt ikki hava
verið eyðkennið hjá liðnum
seinnu árini. Og nógv
veldst um, hvussu nógvir
hesir verða í tali. Og ikki
minst, so veldst eisini um,
hvussu lagið á leikarunum
er, tá mótstøðuliðið eitur
VB. Tað ger tað í øllum
førum tvær ferðir afturat
hetta kappingarárið. Fyrstu
ferð um eina viku, tá VB
kemur til Vestmanna.
Hjá Kyndli má staðfest-
ingin eftir dystin vera, at nú
eru tað fyrst og fremst
bronsuheiðursmerkini, sum
tað snýr seg um. Og her átti
liðið at havt góð kort.
Í øllum førum man hóp-
urin teljast millum teir av-
gjørt sterkastu og breiðastu
í landinum, og tí tykist tað
eina mest vera ein spurn-
ingur um, hvussu langt
leikararnir sjálvar vilja
røkka. Í Vestmanna tóktist
viljin at vinna ikki vera nóg
stórur, og tað er fyrst og
fremst, sum tær skulu
broyta, um tær vilja ota seg
longur upp eftir talvuni.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 29-22 (11-11)
Málskjúttar:
VÍF:
Nicoleta Radu 8,
Soley
Mikkelsen
7(2),
Jacklin Durhuus 5, Nico-
lina Eyðbjørnsdóttir 4, Alis
Høghamar 3, Manuela Stan
1
Kyndil:
Lotte Sørensen
7(2), Iliana Manolescu
6(3), Annika Ljósstein 3,
Jensia Petersen 3, Sonja
Smiljic 1, Randi Wardum 1,
Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil
2
Dómarar: Trygvi Morten-
sen & Kári Hansen.
VÍF-Kyndil 29-22 (11-11):
Eitt korter var nóg mikið
Í ein hálvleik eydnaðist
Kyndli at halda VÍF, men
fyrstu løtuna av seinna
umfarinum stóð mest sum
stilt hjá gestunum, meðan
heimaliðið við kvikum
álopsspæli sópaði
mótstøðuna til viks
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24