týsdagur 28. januar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 28. januar 2003
27
Tað verða Kristian
Johansen og Sámal
Hansen, sum fara at
døma mansfinaluna í
Coca-Cola kappingini
í hondbólti. Eyðun
Samuelsen og Hannis
Wardum døma
kvinnufinaluna
STEYPAFINALA
Jákup Mørk
Enn eru tað bert kvinnurnar
hjá VB, sum hevur tryggjað
sær atgongd til finaluna í
Coca-Cola kappingina í
hondbólti, men hóast hinir
tríggir finaluluttakararnir
ikki verða funnir fyrr enn
seinni í vikuni, so er longu
nú greitt, hvør skal døma
finaludystirnar.
Gevur seg sjálvt
Vanliga verða dómaraáset-
ingarnar ikki gjørdar, fyrr
enn finaluliðini eru funnin,
soleiðis at dómarar ikki
koma at døma leikarar úr
teirra egna felagi, men í ár
gevur dómaraásetingin seg
sjálva í so máta.
Hjá monnunum er nevn-
liga longu greitt, at Neistin
ikki verður annar parturin í
finaluni, eftir at teir mistu
sín møguleika móti næst
bestu
kollfirðingunum.
Somu kollfirðingar fingu
av at vita frá Kyndli í fyrru
hálvfinaluni millum liðini,
og tí er mest sum greitt, at
Kyndil verður annað liðið.
Tað ger so, at dómaraparið
hjá Kyndli neyvan kann
døma hendan dystin, og so
stendur valið í veruleikan-
um ímillum pørini hjá
Tjaldri
og
Neistanum.
Runavíkingarnir hava tó
tann trupulleikan, at nú
fótbóltsvenjingarnar
eru
byrjaðar, liggur ikki fyri hjá
teimum at døma leygardag,
og tí fellir luturin á Kristian
Johansen og Sámal Han-
sen. Ein annar møguleiki
kundi verið dómaraparið
hjá TB, sum nú veruliga fer
at leggja til brots, eftir at
teir einans hava dømt dystir
í Vági í eitt ar, men teir
mugu so bíða á hesum
sinni.
Tá so er, so gevur tað seg
nærum eisini sjálvt, at tað
verða Hannis Wardum og
Eyðun Samuelsen, sum
døma kvinnufinaluna. Í fjør
dømdi Hannis mansfinal-
una saman við beiggjanum,
Una, og í ár verður tað so
kvinnufinalan, sum verður
á skránni.
Seinastu ferð
Annars er hetta kanska
seinasta ferðin, at tað
verður tilknýtið til ymsu
feløgini, sum ger av, hvat
dómarapar verður sett at
døma ymsu dystirnar.
Fyri tveimum vikum síð-
ani skrivaðu vit, at dómar-
arnir nú hava ætlanir um at
taka seg saman í felag, og
eitt av endamálunum við
hesum skal ætlandi vera, at
dómararnir komandi ár
umboða dómarafelagið og
ikki ávíst hondbóltsfelag.
Akkurát, hvussu lagnan
verður við hesum, veldst
millum annað um, hvørjar
avgerðir verða tiknar á
aðalfundinum hjá HSF.
Enn er einki endaligt
avklárað um, hvørt
føroyski landsliðs-
leikarin skal skifta
status til superligu-
leikara
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað gekk sum rótasúpan
allan fríggjadagin í farnu
viku, at Jón Rói Jacobsen
var á veg til Brøndby.
Tíðindini
vórðu
eisini
partvíst váttað av leiðsluni í
HB, sum segði, at at sam-
band hevði verið millum
partarnar, men at enn var
einki endaligt avklárað.
Í bíðistøðu
Og sambært stjóranum í
P/F Havnar Fótbóltur, so er
støðan framvegis hin sama.
- Síðani fríggjadagin er
einki broytt. Vit hava sum
sagt tosað við Brøndby
nakrar ferðir, og í løtuni
liggur bólturin so hjá teim-
um, segði Steinfinnur Mitt-
elstein, formaður í HB, tá
vit fingu orðið á hann
fyrrapartin mánadagin.
Spurdur, nær hann roknar
við at hoyra nakað nærri
um leikaraskiftið, sigur
Steinfinn, at tað dugir hann
ikki at siga.
- Tað kann eins væl verða
í dag sum í morgin, men
hinvegin kann eisini ganga
longri tíð enn so. Tað er
ikki altíð so lætt at fáa av-
greitt tingini, tá slíkir
handlar skulu gerast, og
fyri okkara viðkomandi
ræður einamest um at vera
tolin, og annars hava ís í
búkinum, tá endaliga støð-
an skal takast.
Sostatt er í fyrstu atløgu
líkt til, at bæði HB og Jón
Rói Jacobsen mugu brynja
seg við toli, og so er spurn-
ingurin bara, hvussu leingi
hetta skal vara. Enn tykjast
onnur feløg ikki at vera
beinleiðis í myndini, men
tað er ikki óhugsandi, at um
einki hendir innan alt ov
langa tíð, so kunnu aðrir
møguleikar koma upp á tal.
Helst leigumál
Tað hevur eisini verið gitt
dúgliga, hvørt talan skal
vera um, at HB selur Jón
Róa til Brøndby, ella um
talan í fyrstu atløgu skal
vera um leigumál, men
heldur ikki hesum spurn-
inginum dugir Steinfinn at
svara.
- Eg kann sum so als ikki
úttala meg vegna HB í
hesum føri. Men sjálvur
kundi eg ímyndað mær, at
talan í fyrstu atløgu verður
um leigumál. Talan verðru
jú um leigumál hjá Peter
Madsen, nú hann fer av-
stað, og tí vildi tað mest
logiska helst verið, um
talan eisini verðr um leigu-
mál við Jón Róa.
Stjórin sigur tað ikki,
men tað er lítið at ivast í, at
hóast talan í fyrstu atløgu
»bert« verður um leigumál,
so skulu allir smálutir við
eini møguligari sølu helst
fáast upp á pláss áðrenn
hetta verður veruleiki.
Vanligt er í øllum førum,
at felagið, sum lænir leik-
ara, samstundis tryggjar
sær eina optión ella for-
keypsrætt til ein framm-
anundan avtalaðan prís.
Hetta er jú eisini neyðugt,
um feløgini skulu leggja
framtíðarætlanirnar
við
hópinum longur enn hálvt
ár fram í tíðina, og tað er
eingin loyna, tað er júst tað,
sum flestu feløgini royna.
Judo-kapping
Eitt umfar í liðkappingini í judo varð leikt í Eystur-
skúlanum í Havn sunnudagin.
Sum vant vóru tað tey bæði, Havnar og Sunda
Judofelag, sum tóku lut, og varð kappast í aldurs-
bólkinum, unglingar og dreingir.
Úrslitini úr kappingini vóru hesi:
Unglingar:
HJF - SJF 2-1
Dreingir:
HJFa - HJFb 4-1
HJFa - SJFa 4-1
HJFb - SJFa 1-3
Havnar Judofelag gjørdi bart, tá eitt umfar í liðkappingin
í judo varð leikt sunnudagin
Mynd: Sofus Johannesen
FCK-mál-
verji í
Onglandi
Eins og Todi Jónsson
noyðist FCK-málverj-
in, Rune Pedersen, nú
at leita sær eftir nýggj-
um felagi. Hetta tí
hann og FCK ikki
kundu koma ásamt um
nýggjan sáttmála.
Og okkurt bendir á,
at tað higartil hevur
hepnast væl hjá Rune
Pedersen í so máta.
Hesa vikuna skal hann
í øllum førum til
royndarvenjingar hjá
enska stórfelagnum,
Chelsea, sum í løtuni
leitar eftir einum eyka-
málverja fyri italska
Carlo Cudicini. Enska
transfer-vindeygað
stongir longu fríggja-
dagin komandi, so um
ein handil skal gerst
veruleiki, verður tað
helst innan inniverandi
vikan er runnin.
Hjá Toda Jónsson
valdar framvegis stór
óvissa um framtíðina.
Hóast tað bert hevur
verið italska Perugia,
sum hevur verið nevnt
við navni, so ljóðar tað
í donsku miðlunum, at
fleiri útlendsk feløg
hava sýnt áhuga.
Á heimasíðu síni
sigur Todi eisini sjálv-
ur, at hann hevur havt
fleiri fyrispurningar,
men enn heldur hann
kortini nær at kropp-
inum, tá spurt verður
um navn á einum
møguligum nýggjum
felagi.
-jm
Todi Jónsson vil einki
siga um, hvørji feløgini
eru, sum hava sýnt hon-
um áhuga
Jón Rói framvegis í bíðstøðu
Finaludómararnir
eru settir
Fyrrapartin mánadagin var
framvegis einki svar at fáa
um framtíðina hjá Jón Róa
Jacobsen. Saman við HB
bíðar hann í løtuni eftir
Brøndby, sum nú hevur
bóltin
Hannis Wardum – sum í ár
dømir saman við Eyðuni
Samuelsen – kann ikki døma
mansfinaluna í ár, tí hann
umboðar Kyndil, sum verður
annar parturin í finaluni,
men tað er væl hugsandi, at
slík kriteriir ikki verða gald-
andi komandi kappingarár
27
26
Nr. 18 - 28. januar 2003
Holte
tapti
Á pappírinum átti
Skovbakken ikki
at skapt teir stóru
trupulleikarnir
fyri Bárður & Co.,
men enn tykjast
steypavinnararnir
als ikki at hava
fingið neyðugu
ferðina í enda-
spælinum
FLOGBÓLTSÚTISETI
Jákup Mørk
Bárður B. Mikkelsen
og liðfelagarnir í Holte
mistu eitt týdningar-
mikið
fet,
tá
teir
sunnudagin á heima-
vølli máttu lúta fyri
Skovbakken Volley úr
Århus.
Skovbakken
fekk
undan hesum árinum
tríggjar amerikanskar
leikarar á liðið, og tó at
tað hevur tikið sína tíð
at fáa spælt hesar inn,
so er úrslitini vorðin
betri og betri.
Og besta úrslit teirra
fram til nú mundi so
vera, tá teir sunnudag-
in bastu Holte. Fyrstu
løtuna var annars ikki
líkt til, at Holte skuldi
hava teir stóru trupul-
leikarnar, men eftir at
hava tikið fyrsta sett,
stóð stilt hjá heimalið-
num.
Sjálvur sigur Bárður
Mikkelsen, at spælið
hjá Holte í dystinum
mundi vera tað vána-
ligast avrikið, sum lið-
ið hevur sýnt í ár.
- Vit gjørdu alt ov
nógvar
persónligar
ferðir, og tó at vit vóru
væl við í flestu settun-
um, so kiksaðu allir
teir avgerandi bóltar-
nir, og hendan møgu-
leikan lat Skovbakken
ikki fara framvið sær.
Fyri Holte merkir
tapið, at teir longu nú
eru fýra stig aftan fyri
HIK Aalborg, sum er á
fremsta sessinum við
fullum stigatali eftir
fyrstu fýra dystirnar.
Fyri triðju ferð innan
fýra ár eru VB-kvinn-
urnar partur av Coca-
Cola finaluni. Eingin
ivi var um samlaða
vinnaran, tá Neistin
var á vitjan leygar-
dagin
COCA-COLA KAPP-
INGIN, KVINNUR
Jákup Mørk
VB hevði longu tryggjað
sær eina fýra mála stóra
leiðslu undan seinnu hálv-
finaluni móti Neistanum,
og tí var kanska eisini
væntandi, at tað skuldu
gerast tær, sum endaðu í
finaluni. Ikki minst um
hugt verður at støðuni í
landskappingini, har VB
framvegis er oddalið, með-
an Neistin hinvegin hevur
tað sera tungt í løtuni.
Gjørdu skjótt av
Og tað var sum so ongan
tíð nakar ivi um, hvat liðið
var hitt betra, tá spæld varð
leygardagin. Longu eftir
fyrstu tíggju minuttunum
ella so hevði VB lagt seg á
odda við einum fýra mál-
um, og so ráddi fyri tað
mesta um at halda fast.
Hetta eydnaðist eisini
uttan stórvegis hóvasták,
soleiðis at VB til tíðir kundi
taka sær meira av løttum,
og heldur bara dúva upp á
tey skjótálop, sum buðust,
tá Neistin framdi mistøk í
royndunum at vinna seg
uppeftir á máltalvuni.
Við ivaleysa samlaða
sigrinum syrgdu VB sam-
stundis fyri, at tær nú fyri
triðju ferð innan fýra ár eru
partur av steypafinaluni hjá
kvinnunum. Hinar báðar
ferðirnar hevur tað tó verið
so sum so við úrtøkuni, tó
at tað bert var eitt einstakt
mál, sum skildi partarnar,
tá Kyndil í 2000 tók sær av
steypinum.
Útlitini fyri einum góð-
um úrsliti hava tó ongan tíð
verið betri, enn tey eru í ár,
nú VB eisini er oddalið í
landskappingini, og fyri
teirra viðkomandi er stórt
sæð bara at bíða, soleiðis at
vissa kann fáast fyri, hvørt
tað verða VÍF ella Stjørnan,
sum verður mótstøðuliðið.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 25-19 (13-9)
VB í finaluna við saman-
lagt 44-34
Málskjúttar:
VB: Gurið Mortensen 6,
Arnleyg Hjelm 6, Daiva
Toumaite 4(2), Rannvá Au-
gustinussen 3, Reda Kur-
kauskiene
2,
Eyðbritt
Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2
Neistin: Christina Holm 4,
Simona Dziugyte 3, Lív
Sørensen
3,
Mildrið
Jacobsen 2, Susan Brockie
2(2), Súna Mørk 1(1),
Rakul Augustinussen 1,
Anna Clementsen 1, Ása á
Neystabø 1, Vivian Una-
dóttir 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 4
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Ragn-
ar Simonsen & Eyðun
Samuelsen
Við sigrinum á
Tjaldri lupu kollfirð-
ingar bukk um
Kyndil, soleiðis at tað
nú eru teir, sum eru á
fjórða plássinum á
stigatalvuni
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani KÍF tíðliga í heyst
fekk tríggjar útlendskar leik-
arar á liðið, hevur spakuliga
gingið rætta vegin fyri teirra
viðkomandi.
Vánaliga
úrtøkan fyrstu dystirnar
gjørdi sítt til, at liðið ongan
tíð fekk togað seg heilt nær
oddaliðunum, men nú stigini
eru býtt í tvey undan enda-
spælinum, tykist liggja betri
fyri í so máta.
Og sunnudagin fekk KÍF
eitt stórt skump rætta vegin
í so máta. Ikki bara vunnu
teir útidystin móti Tjaldri,
men tá bæði Neistin og
Kyndil samstundis taptu
sínar dystir slapp KÍF eitt
pláss upp á stigatalvuni,
samstundis sum munurin
upp
til
bronsumerkini
minkaði niður í tvey stig.
Landsliðsbrotskøst
Hóast kollfirðingar vóru
favorittar at vinna dystin í
Runavík, so tók tað tó
drúgva tíð, áðrenn hendan
staðfestingin gav úrslit á
máltalvuni. Allan fyrra
hálvleik leikaði sera javnt á
millum liðini, og líka mikið
hvussu
kollfirðingarnir
royndu, so var trupult at
finna vegin framvið Dejan
Lacok í tjaldursmálinum.
Og tó at tað eydnaðist at
skap eitt hol í í seinna
hálvleiki, so mundi tað
kennast ikki sørt ørkyml-
andi hjá gestunum, at mál-
verjin framhalandi stóð seg
somikið væl. Ikki færri enn
fimm ferðir eftir steðgin
hevði KÍF møguleikan úr
sjey metrum, men so hvørt
sum hesi vórðu misnýtt,
tykist tað merkisvert, at
eingin kollfirðingur er á
landsliðnum, har misnýtsla
av brotskøstum tykist vera
ein fortreyt fyri at vera við.
Mongu bjargingarnar frá
málverjanum hildu eisini
Tjaldri í dystinum, og fram
móti dystarenda var eisini
líkt til, at hetta kundi bjarga
teimum í øllum førum
annað stigið. Tveir minuttir
fyri leiklok stóð nevnliga
framvegis á jøvnum, eftir
enn tvey misnýtt brotskøst,
men við tveimum treiskum
málum frá Jónálvi Jo-
hannesen eydnaðist kortini
KÍF at tryggja sær sigurin.
Sum sagt, so viðførir
hetta, at KÍF nú er á fjórða
plássinum á stigatalvuni,
og so er spurningurin,
hvussu stórum álvara hetta
skal takast í. Ein greið
ábending um hetta fæst
ivaleyst komandi sunnu-
dag, tá Neistin kemur á
vitjan í Hoyvíkarhøllini.
Megnar KÍF eisini at vinna
tann dystin, eru teir av
álvara við í heiðursmerkja-
stríðnum, meðan eitt tap
hinvegin viðførir, at liðið
mest sum endaligt verður
sett uttanfyri.
Dysturin í tølum
Tjaldur-KÍF 25-27
(15-15)
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen
6, Dragisa Stojovic 6, Jens
Martin
Knudsen
5(1),
Mortan Hansen 4(1), Tór-
hallur Thomsen 3, Zoran
Sarcevic 1
KÍF: Petur Martin Poulsen
7, Damir Oros 6, Mirko
Milenkvic 4, Hallur Han-
sen 4, Jónálvur Johannesen
3, Kristjan Madsen 2,
Vagnur Johannesen 1
Brotskøst: Tjaldur 4, KÍF 8
Útvísingar: KÍF 1
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen
VB-Neistin 25-19 (13-9):
VB í finaluni
Tjaldur-KÍF 25-27 (15-15):
Kollfirðingar ota seg upp
Við einum tryggum sigri á Neistanum í seinnu hálvfinaluni staðfestu VB sítt triðja finalupláss
innan fýra ár. Enn hava tær tó fyrsta Coca-Cola sigurin til góðar
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
26