Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Politikkur er á ein álitis- skapandi hátt at føra floks- ins sjónarmið fram og at royna at ávirka gongdina, so langt sum tað ber til. Hetta verður sjálvsagt gjørt uttan mun til, um ein situr á and- støðu ella í samgongu, og hetta verður gjørt uttan mun til, hvørji mál eru á politisku dagsskránni. Soleiðis hevur Javnaðar- flokkurin altíð skilt sína uppgávu í føroyskum pol- ikki, meðan einstakir aðrir flokkar meira hava lagt seg eftir at lofta ónøgdini. Tá tað snýr seg um ríkis- rættarligu viðurskifti okk- ara, so hendi tað fyri skjótt 100 árum síðan, at Sam- bandsflokkurin fór í baklás og hevur verið tað síðani. Á ein næstan fundamenta- listiskan hátt hevur hesin flokkur gjørgnum allar tíðir noktað fyri at umrøða spurningin, tí hann stutt og greitt ræðist hann. Úrslitið av hesari fastlæstu støðu Sambandsfloksins hevur verið, at tað er eingin flokk- ur í føroyskum politikki, sum hevur lagt so nógv brenni til loysingarbálið sum júst Sambandsflokkur- in. Eru flokkar slopnir burtur úr samgongufjøtrunum við Sambandsflokkin, so hevur sjálvstýrisrákið altíð fingið størri ferð, enn fleiri halda ráðiligt, meðan hevur Sam- bandsflokkurin verið í sam- gongu, so hevur tað verið strangliga bannað bara at taka málið upp á tungu. Mangt bendir á, at leiðsla Sambandsfloksins nú rakn- ar við og sær, at ongin tímir at brúka tíð og orku til at kjakast sjálvstýrismál við teir, og at Javnaðarflokkurin enn einaferð av øðrum flokkum verður hildin at vera meira áhugaverdur. Drignir eftir hárinum, tí heimurin er farin undan teimum noyddist teir at koma við einum útspæli um ein nýskipan. Í einari ósakligari roynd at leypa øði í, so tekur Ed- mund Joensen so rívan til við beinleiðis lygnum, har hann m.a. førir fram, at Javnaðarflokkurin nú tekur undir við fullveldisætlanini. Hvar hevur Edmund Joen- sen sæð meg ella Javnaðar- flokkin skrivað slíkt, ella hvar hevur Edmund Joen- sen hoyrt meg ella Javnað- arflokkin sagt slíkt? Onga- staðni og tí er útsagnir hans- ara óverdugar og lítið álit- isskapandi fyri ein fyrrver- andi løgmann. Kann tað veruliga hugsast, at hesin maður byggir sínar niður- støður á ein tankatosk hjá Sosialinum? Munurin , sum nú er alt meira sjónligur, er, at með- an Javnaðarflokkurin veru- liga tekur sítt egna uppskot um eina sjálvstýrislóg í full- um álvara, so er tað alt meira, sum bendur á, at Sambandsflokkurin við sín- um nýskipanruppskoti, sum annars í stóran mun er ein avskrift av okkara sjálvstýr- islóg, einans spælir fyri gallarínum. Teir meina einki við tað, og fáa teir makt, sum teir hava akt, so vita vit øll nú, at hann verður aftur tann sami fundament- alistiski Sambandsflokkur- in, sum einki vil. Javnaðarflokkurin torir á fund og inn í ein veruligan dialog við samgonguna bæði um hetta málið og onnur við. Vit hava okkara kjølfesti í einari livandi og framfýsnari skrá. Men vit vita eisini, hvar okkara mark gongur, so hvørki Ed- mund Joensen ella onnur skulu missa svøvnin av tí orsøk. Vegna tann partin av Føroya fólki, sum ikki ynskir fullveldi og loysing, síggja vit tað sum okkara skyldu, at vit brúka tíð og orku til at sannføra sam- gonguna um, at bróður- partin av tí teir ynskja, tað kunnu vit fáa í einum fel- agsskapi við Danmark. Vit royna at sannføra teir um, at tað heldur ikki í hesum máli er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Um tað fer at eydnast, tað fer tíðin at vísa, men vit skylda okkara fólki og okk- um sjálvum, at vit gera royndina. Fullveldisætlanin krevur mótspæl, og tað er líkt til, at tað er bara Føroya Javn- aðarflokkur, sum torir og kann geva teimum tað. Jóannes Eidesgaard floksformaður Sambandsflokkurin fór í bak- lás fyri skjótt 100 árum síðani Eitt aftursvar til ósakligu og ósonnu viðmerkingarnar frá Edmundi Joensen Vikuskiftið 4. og 5. februar fara tey av Kamarinum á pallin — í Danmark. Tað er Nærvarp Okkara, - útvarpið fyri føroyingar á Keypmannahavnarleiðini, og Føroyahúsið í Keyp- mannahavn sum standa fyri hesum báðum dansikvøld- um. Hetta er eitt stuðulstil- tak til frama fyri ein kaðal, sum Nærvarpið, síðani tað varð stovna í 1984, hava havt ætlan at fáa lagdan inn í Føroyahúsið í Keypmann- ahavn. Eftir at hava havt ein steðg frá 12.desembur til 11. január er Nærvarpið byrja at senda aftur. Steðg- urin var tí at sendi-antennan brotnaði í ódnini, sum var fyrst í desembur mánaði í fjør, og tí studio, har nær- varpið sendir frá, skuldi flyta í nýggj hølir, uttan at útgerðin, sum er rættiliga gomul og næstan óbrúklig, varð útskift. Nærvarp Okk- ara hevur nýmótans útgerð, men manglar bara ein kaðal, sum er rættiliga kostnaðar- mikil. Bólkurin Tey av Kamari- num vard stovnaður í síðst Tey av Kamarinum á pall í Keypmannahavn í 50’unum / fyrst í 60’unum av syskinum Nikolinu, Ing- olf, Áslakki, Margretu og Eyðbjørn Jakobsen. Tey spældu nógv til dans í 60-70’unum, og vóru tey sera væl umtókt. Fleiri singleplátur eru komnar frá teimum, og ein einkult LP- pláta í 1984. Síðani hevur verið rættiliga stilt á Kam- arinum, tó spæla 3 av limu- num enn til dans í øðrum samanhangum. Onkur einstøk dansikvøld hava tó verið seinni í 80’u- num, - og tvey tiltøk síðsta og næstsíðsta ár í Sjónleik- arhúsinum í Havn. Tey eldru ofta forsømd Stigtakarirnir eru á einum máli um at tey tilkomnu og eldru í Keypmannahavn ofta verða forsømd, tá talan er um dansitiltøk. Teir rokna ikki við at mong av fast- búgvandi føroyingunum í Danmark høvdu møguleik- an at síggja tey, tá tey spældu á ”Afturhvarv” — tiltøkunum í Sjónleikarhús- inum, men tað verður her- við gjørt nakað við Við á ferðini úr Føroyum verða 8 fólk, og eru tey hesi: Áslakkur Jakobsen Nikolina Jakobsen Eydbjørn Jakobsen Ingolf Jakobsen Jákup Jakobsen Birgir Jakobsen Árni Andreassen og Joen Petur Andreassen Stutt sagt verða hetta tvey góð dansikvøld, hvar góðskan og dansitónleikur- in er í hásætinum, - og munnu vit ikki fara at hoyra løg sum Teir sigla um havið so víðja, Mamma mín, Tá ið mánin fer yvir fjalli og Blóman, tá Tey av Kamari- num fara at spæla til dans. Kostnaðurin fyri hvørt dansikvøld er 100 krónur í forsølu og 120 krónur við dyrnar. Atgongumerki kunnu keypast í Føroyahús- inum frá komandi viku. Peningurin fer óskerdur til kaðalin, soleiðis at Nærvarp Okkara fær sent meira støð- ugt og við betri góðsku enn fyrr. Nærvarp Okkara sendir á 91,4 MHz og 98,9 á hybrid- netinum, og er at hoyra á Keypmannahavnsleiðini. Sent verður fríggjakvøld kl. 20 — 21.30 við tónleiki Og sunnudagar kl. 13 — 15 við innsløgum og tónleiki Um tú flytir til Danmark- ar og hevur hug at hjálpa til við nærvarps arbeiði, sum er ólønt, kanst tú ringja til Nærvarp Okkara á tel. 26 20 00 33. Sjúkur politikkur SEINASTU hendingarnar á Landssjúkrahúsinum, har uppsagnir flúgva um oyrini á starvsfólkunum, eiga at fáa politikarar, fakfólk og brúkaran av heilsuøkinum at steðga á og seta sær spurningin: hvat vilja vit við sjúkrahúsverkinum? Tað er sjálv- andi rætt at húsast væl við teimum pengum, ið samfelagið hevur tøkar til tey ymsu endamálini. Kanst tú spara nakað við rationaliseringum, so eigur tú sjálvandi at gera tað. Hevur tú dupult- funktiónir, so eigur tú at leggja tingini betri til rættis. Tað, sum vit uppliva, og hava gjørt tað ár eftir ár, er, at sparingar verða ikki gjørdar út frá einum rationaliseringsprinsippi aleina. Tær verða í stóran mun gjørdar sum ein avleiðing av vánaligari polit- iskari stýring og tilrættalegging og av tørvandi dirvi og hegni hjá at síggja veruleikan í eyguni. VIT hava í seinastuni verið eygleiðarar til eina frustratión millum starvsfólk á øllum trimum sjúkra- húsunum. Politikararnir og her landsstýrisflokkarnir hava gjørt av at skerja játtanirnar til sjúkrahúsini ella sýta fyri at hækka somu játtanir. Tað vísir seg síðani, at tann, ið rópar harðast afturímóti, hann fær síni krøv ígjøgnum. Tað er einki dulsmál, at norðingar, tað veri seg politikarar ella starvsfólk á sjúkrahúsinum, hava gjørt eitt ótrúligt arbeiði fyri at varðveita og útbyggja sjúkrahúsið alt tað vit minnast. Hetta er ein ærlig søk, tí tað snýr seg jú eisini um teirra arbeiðspláss. Hvør vil ikki verja sítt arbeiðspláss! Vanlagnan hjá Landssjúkrahúsinum, sum enn einaferð verður tveitt út í oyðileggjandi sparingar, er nettupp tann sannroynd, at tað liggur í høvuðsstaðnum. Ikki tí, her skuldu verið nokk av politikarum til at gjørt manngarð um sjúkrahúsið. Men tað er bara sum um, at Landssjúkrahúsið hevur ongan góðan, tá avtornar. HVØRJA ferð lagt verður upp til at taka eitt breitt orðaskifti um sjúkrahúspolitikkin, so verður mint á samtykt, sum sigur, at vit skulu hava trý væl- virkandi og nútímans sjúkrahús. Og tað er henda samtykt, sum í veruleikin er orsøkin til, at vit ongan- tíð fáa eitt nóg væl virkandi høvuðssjúkrahús. Tí játtanir til heilsuverkið eru avmarkaðar, og hesar skulu m.a. býtast bróðurliga millum trý - 3 - sjúkra- hús. Hetta er ikki eitt álop á smærri sjúkrahúsini, men er tað ein politiskur setningur hjá hesum landsstýrinum ikki at játta sjúkrahúsunum tað tey hava tørv á - og tað samtíðis er eitt krav, at vit skulu hava trý vælvirkandi sjúkrahús, ja hevur tað eitt forkláringsproblem. Avleiðingarnar vit eru vitni til eru í hvussu er nakað annað, nevniliga at vit hava eitt ambuterað Landssjúkrahús. Kanska er avgerðin hjá leiðsluni á LS ikki so óskiljandi kortini, hóast mannagongdin kundi verið ein onnur, tí hon er ein beinleiðis avleiðing av tí politikki, sum okkara politikarar hava sett út í kortið. Kanska adressan als ikki er sjúkrahúsleiðslan, tá vit skulu finnast at uppsøgnunum.Liggur høvuðsábyrgdin ikki hjá ráð- harranum og politikarunum, nú tvíhildið verður um, at samlaða og avmarkaða játtanin til sjúkra- húsøkið skal býtast millum trý sjúkrahús! Úrslitið av hesi skeivu gongd verður í síðsta júst tað øvugta av tí politikararnir ynskja. Nevniliga, at einki av sjúkrahúsinum fungerar sum tað skal, og at fleiri og fleiri sjúklingar tí fara at verða sendir av land- inum fyri stóran kostnað, peningaliga og menn- iskjansliga. Nær tora politikarar at tosa opið og ærligt um sjúkrahúspolitikkin uttan at lata seg stýra av atkvøðum í einum og øllum teir gera? Eru politikarar ikki eisini valdir til tess at sannføra sínar veljarar um, hvat er best fyri alt fólkið her býr og ikki bert fyri sítt valdømi? Solei›is virka n‡ggju gjøldini Brúkar telefonina sjáldan. Tosar eina samrø›u um dagin og eina um kvøldi›. Hvør samrø›a er 3 minuttir. Mi›aln‡tsla: 10 samrø›ur um sam- døgri›, av teimum 1/3 um dagin og 2/3 um kvøldi›. Harafturat eru samrø›ur til fartelefon. Hevur 7 telefonir. Tær 7 telefon- irnar hava hvør í mi›al gó›ar 5 samrø›ur hvønn yrkadag, herav eisini uppringingar til fartelefon. Tel 30 30 30 · Fax 30 30 31 · www.tele.fo Smábrúkarin Familjan Miðalstóra virkið Verandi 1.februar 2000 Munur Minuttgjald - fastnet dag 0,70 0,38 -45,7% Minuttgjald - fastnet nátt 0,35 0,24 -31,4% Minuttgjald - GSM dag 2,80 2,40 -14,3% Minuttjgald - NMT dag 1,90 1,70 -10,5% Minuttgjald - NMT nátt 0,95 0,90 -5,3% Uppringingargjald 0,30 0,40 +33,3% Mána›argjald fastnet 89,00 115,00 +29,2% Mána›argjald ISDN 135,00 175,00 +29,6% Mána›argjald fartelefon 89,00 115,00 +29,2% Á›renn 201,50 Aftaná 194,50 Sparing 6,70 kr Sparing 3,33 % Talvan vísir gjøldini vi› mvg, sum tey ver›a frá 1. februar 2000. Á›renn 563,95 Aftaná 503,40 Sparing 60,55 kr Sparing 10,74 % Á›renn 2.858,00 Aftaná 2.439,00 Sparing 419,00 kr Sparing 14,66 % Føroya Tele hevur seinastu árini mi›víst arbeitt fram ímóti at fáa skapt tær ney›ugu fortreytirnar fyri at lækka telefongjøldini í Føroyum. Nú hevur Føroya Tele enn einafer› lækka› minuttgjøldini at galda frá 1. februar. Her eru nøkur dømi um, hvussu broytingarnar virka. Fyri fólk, sum als ikki brúka telefonina, ver›ur ein hækking upp á 26 kr. um mána›in. Omanfyri er bert rokna› vi› uppringingum frá fastari telefon, og uttanlandssamtalur eru ikki tiknar vi›. Legg til merkis, at tú sparir upp í 45% av minuttgjaldinum. Síggj neyvaru útrokningarnar fyri roknistykkini omanfyri á: www.tele.fo SANSIR TEL 355 355