leygardagur 15. januar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
Leiðslan má setast upp á pláss
Heðin Mortensen sigur tað ikki bera til hjá politikarum at
játta røttu upphæddirnar til Landssjúkrahúsið, tá leiðslan
ikki leggur fram nakra fíggjarætlan
JOHN JOHANNESSEN
– Landssjúkrahúsið fær alt
ov lítið av peningi. Men tað
ber ikki til hjá politikarum
at finna røttu játtanina til
sjúkrahúsið, tá leiðslan aldri
kemur við nakrari ítøkilig-
ari fíggjarætlan.
Heðin Mortensen er argur
inn á áhaldandi óskilið á
Landssjúkrahúsinum, sum
hann heldur botnar í líka-
sælu frá leiðsluni.
Skeiv raðfesting
– Landssjúrkahúsið fekk
játtanina, sum tað bað um,
men kortini kemur leiðslan
nú við ræðumyndum um
uppsagnir vegna sparingar.
Hetta hongur ikki rættuliga
saman.
Heðin Mortensen metir,
at leiðslan á Landssjúkra-
húsinum ikki hevur megnað
at raðfest játtanina innan-
hýsis. Hann vísir á, at talan
er um ein spurning um at
raðfesta rætt innanhýsis.
Leiðslan á Landssjúkrahús-
inum skal nevniliga rað-
festa, hvussu nógvur pen-
ingur skal nýtast til íløgur,
hvussu nógv skal nýtast til
lønir og hvussu nógvur pen-
ingur skal nýtast til røkt av
sjúkingum.
– Hesa uppgávuna hevur
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum ikki megnað, og tí má
hon setast upp á pláss.
Sambandstingmaðurin
leggur afturat, at eftir hans-
ara tykki, skuldi tað bert
verið leiðslan á Landssjúkr-
ahúsinum, ið varð uppsøgd.
Eingin
langtíðarfíggjarætlan
– Tað er púra vanligt fyri øll
virki at leggja sær eina lang-
tíðarfíggjarætlan. Sama er
galdandi hjá Tórshavnar
Býráð, har vit hava eina
fíggjarætlan, ið røkkur seks
ár framm í tíðina. Men
Landssjúkrahúsið
hevur
onga langtíðarfíggjarætlan.
Hetta heldur Heðin Mort-
ensen ikki ber til. Hann er
sannførdur um, at legði
leiðslan á Landssjúkrahús-
inum eina langtíðarfíggjar-
ætlan, har greitt varð frá
íløgutørvi og so fram vegis
fleri ár fram, so hevði eydn-
ast at fingið Landssjúkra-
húsið at virka betur.
Men Heðin Mortensen
heldur, at nakað má gerast
við málið nú. Tí vísir hann
á, at tað er uppgávan hjá
landsstýrinum at fáa viður-
skiftini í rættlag.
– Ger landsstýrið einki
við málið, má løgtingið
koma upp í leikin, sigur
Heðin Mortensen.
Pengar ikki alt
Heðin Mortensen sigur seg
meta hini bæði sjúkrahúsini
vera neyðug fyri trygdina í
útjaðaranum. Serliga neyð-
ugt heldur hann tað vera, at
Suðuroyar Sjúkrahús virkar
væl, tí oyggin liggur so
langt burturi frá meginøk-
inum og Landssjúkrahúsin-
um.
Smáu sjúkrahúsini hava
eisini tørv á peningi, og tað
heldur Heðin Mortensen
vera í lagi. Men hann sigur
seg ikki, sum tingmann í
miðstaðarøkinum, kunna
góðtaka, at landssjúkrahús-
ið ikki virkar.
– Heilsuverkið má virka.
Tí skulu vit eisini játta
heilsuverkinum tann pen-
ing, tørvur er á, sigur Heðin
Mortensen og vísir á, tá tað
ræður um heilsuna á fólki,
eru pengar ikki alt. Tá skulu
neyðugu upphæddirnar játt-
ast.
– Landssjúkrahúsið kann
skjótt ikki kallast Lands-
sjúkrahús longur, men kann
heldur sammetast við eina
niðurslitna barakk. Tí má
okkurt gerast nú, og byrjast
má við, at leiðslan á sjúkra-
húsinum ger eina fíggjar-
ætlan, har víst verður á tørv-
in.
Heðin Mortensen vísir á,
at vandi er fyri, at skilið
gerst verri, tá blokkurin
verður tikin av. Blokkurin
var nevniliga upprunaliga
ætlaður til millum annað
heilsumál, og tá hesin pen-
ingur verður burtur, er sam-
bært Heðini Mortensen,
vandi fyri, at sjúkrahúsverk-
ið fer heilt í hundarnar.
Heðin Mortensen heldur,
at byrjast skal ovast í
leiðsluni, um nakar skal
sigast upp á
landssjúkrahúsinum
Myndviðgerð: Álvur Haraldsen
DÁNJAL HØJGAARD
Cavling-virðislønin
er
størsta viðurkenning, latin
verður í Danmark fyri
journalistisk avrik.
Erik Eisenberg, Søren
Funch og Jens Christian
Hansen hava fingið virð-
islønina fyri avdúkandi og
kritiskar greinar um Den
Danske Bank.
Virðisløn fyri banka-greinar
Tríggir journalistar, ið hava arbeitt á
Jyllands-Postinum hava fingið
donsku Cavling-virðislønina fyri
avdúkandi greinar um leiklutin hjá
den Danske Bank í Hafnia-málinum
Serliga Hafnia-málið
Dómsnevndin sigur í grund-
geving sínari, at teir tríggir
hava fyrst og fremst fingið
virðislønina fyri sínar av-
dúkingar í Hafnia-málinum.
Eitt mál, har teir við inn-
anhýsis skjølum kundu
prógva, at Den Danske
Bank lumpaði fólk, tá hann
bjóðaði út partabrøv í Hafn-
ia - beint áðrenn konsernin
fór á húsagang.
Journalistarnir hava ar-
beitt við Hafnia-málinum
líka síðani februar 1996.
Tað eru reist endurgjalds-
krøv móti Den Danske
Bank fyri meiri enn eina
milliard krónur í málinum.
Kendur í Føroyum
Teir tríggir journalistarnir
hava í fleiri ár verið kendir
fyri sín kritiska journalist-
ikk, har teir hava broytt
vanligu fatanina av mong-
um av risunum í donskum
vinnulívi.
Ein teirra, Erik Eisenberg,
man eisini vera væl kendur
í Føroyum. Líka síðani mið-
skeiðis í 90-unum fylgdi
hann sum journalistur á
Jyllands-Postinum trúliga
føroyska bankamálinum, og
hann er pápi at mongum av
teimum størstu avdúking-
unum í hesum máli.
Tað er serliga málið um
Hafnia, sum er orsøkin til
at teir tríggir journalist-
arnir hjá Jyllandspost-
inum fáa Cavling-virðis-
lønina. Ein av teimum,
Erik Eisenberg, er eisini
kendur frá føroyska
bankamálinum
savnsmynd
DÁNJAL HØJGAARD
Føroysk móðurmálsundir-
vísingin í Danmark verður
kanska tikin av.
Hettakann í hvussu so er
gerast úrtslitið, eftir at málið
um móðurmálsundirvísing-
ina í Danmark aftur er reist
í Fólkatinginum.
Konservativi fólkaflokk-
urin legði í gjár uppskot fyri
Fólkatingið um at taka av
móðurmálsundirvísingina.
Fleiri borgarligir flokkar
halda, at donsku kommun-
urnar ikki longur eiga at
hava skyldu, at bjóða tví-
málsligum skúlanæmingum
undirvísing í teirra móður-
máli.
Fólkaskúlalógin staðfest-
ir, at allir tvímálsligir skúl-
anæmingar hava krav um
móðurmálsundirvísing. Eru
12 børn, sum hava sama
mál í eini kommunu, hava
tey rætt til at fáa undirvísing
í teirra máli í heima komm-
ununi
Kritikararnir halda kort-
ini, at skipanin við móður-
málsundirvísing forðar fyri,
at tilflytararnir gerast partur
av danska samfelagnum.
Og tí vilja teir hava skipan-
ina.
Vilja foreldrini læra børn
teirra annað mál enn danskt,
so mugu tey sjálv taka sær
av hesi undirvís-ing, verður
sagt.
Margrethe Vestager, ráð-
harri í undirvísingarmálum,
sigur, at tað verður ein
trupulleiki fyri børnini verð-
ur móðurmálsundirvísingin
tikin av. Tí ætlar hon ikki,
at taka skipanina av. Tvørt-
urímóti. Hon ætlar at menna
hana.
Føroysk børn fáa móð-
urmálsundirvísing í fleiri
donskum kommunum.
Vandi fyri móður-
málsundirvísing
Fleiri borgarligir flokkar í Danmark
vilja taka av móðurmálsundirvísing-
ina í kommununum
Sosialurin - 311820
Nýtt modell frá Hyundai
❑ Størri kabinu
❑ Størri komfort
❑ Størri motor
❑ Powerstýring
❑ Betri trygd
❑ Minni bensin-
nýtsla
❑ Aircondition
Tann nýggi Hyundai Accent hevur nýggjar
hentleikar so sum
Prísur úr kr. 110.750.-