Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 Foreldrini fáa fløgu Føroya Spari- kassi fer nú eis- ini at lata nýggjum for- eldrum eina fløgu Tá børn koma til verðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsi letur Føroya Sparikassi foreld- ur teimum ein gávukekk til at stova eina konto. Við í hesi vøggugávu hevur eisini verið ein bók, og framyvir fáa foreldrini eisini eina fløgu til gávus. 3‘arin gevur fløguna út. Tað er ein nýggj fløga við tveimum barnasang- um, sum Føroya Spari- kassi nú fer at lata for- eldrunum. Beinta Zachariassen stendur fyri fløguni, og afturat sær hevur hon haft bæði føroyskar og dansk- ar tónleikarar. Sangirnir eru upptiknir í Århus. Yrkingina til sangin Lítla barn hevur Annfinn- ur Zachariassen gjørt, og lagið hevur Maria Gutte- sen gjørt. Maria Guttesen hevur eisini skrivað lagið til sangin Mítt barn, sum Jóhanna Christoffersen hevur gjørt yrkingina til. Beinta Zachariassen syngur sangirnar, og sam- an við henni syngja eisini børnini Elinbjørg Ólavs- dóttir Rasmussen og Bárður Rúnason. Dygdarmenningarskipan í vinnuskúlunum góðkend Á fundi í farnu viku vóru karmarnir fyri dygdarmenningarskipanina í vinnu- skúlunum endaliga góðkend, og nakrir av skúlunum eru komnir langt ávegis, at seta skipanina í verk ÓLAVUR Í BEITI Í tíðindaskrivi frá Vinnu- húsinum verður greitt frá um eitt prosjekt, ið hevur koyrt í gott tvey ár og sum hevur lagt lunnar undir hesi skipanina. Skúlarnir, ið hava luttikið, eru Sjómans- skúlin, Maskinmeistara- skúlin, Tekniski skúlin og Handilsskúlin, og Undirvís- ingar- og Mentamálastýri hevur skipað arbeiðið, við hjálp frá einum donskum ráðgeva. Í verkætlanar- leiðsluni hava umboð fyri vinnuna og fakfeløg luttik- ið. Komnir longst Sjómansskúlin og Maskin- meistaraskúlin eru teir, ið eru komnir longst við at seta skipaða dygdarmenn- ing í verk. Hesir skúlar hava krøv uttanífrá um at hava eina góðskuskipan, um før- oysku útbúgvingarnar skulu verða góðkendar internati- onalt. – Góðskustýring er langt síðani vorðin partur av ger- andisdegnum í vinnuni í grannalondunum, og hug- takið er eisini við at vinna fram í føroysku vinnuni, skrivar Vinnuhúsið. Før- oysku fiskavirkini hava ar- beitt við góðskustýring/inn- aneftirliti í fleiri ár, men sum heild er okkara vinna aftanfyri grannalondini á hesum øki. Nú oljuvinnan stendur fyri durum, er góðskustýring eitt treyta- leyst krav til komandi veit- arar. Tí fegnast vit um, at skúlaverkið gongur undan á hesum økinum. Og sjálvt um verkætlanin hevur ging- ið heldur spakuliga, trúgva vit, at hon kann gera mun, verður sagt frá Vinnuhúsi- num. Reglur fyri eini starvsvenj- ingarskipan fyri maskinat- støðingar eru nú lidnar. Út- búgvingarráðið fyri mask- inmeistaraútbúgvingar hev- ur arbeitt við málinum Reglurnar byggja á av- taluna millum Maskin- meistarafelagið og Reiðar- afelagið fyri fiskiskip, har partarnir hava bundið seg til at taka sær av 18 mánaða starvsvenjingini hjá mask- inatstøðingunum. Reglur- nar seta krøv til maskin- meistaran, praktikkantin og til reiðaríið/sjóvinnufyrisi- tingina. Fyri at tryggja, at atstøð- ingarnir fáa neyðuga frá- læru og venjing, er neyðugt, Starvsvenjing hjá maskinatstøðingunum at maskinmeistarin hevur minst 2 ára útbúgving. Tó kann ein maskinnistur hava frálæruna um hendi fyrstu 6 mánaðirnir av starvsvenj- ingartíðini. Krøv til praktikkantin er millum annað, at tann á- støðiligi parturin skal vera liðugur, tvs. tilsamans 2 ár. Kjakast varð um, um atstøð- ingurin skal mynstra sum ófulltikin við tað, at hetta er avtalað millum Reiðar- afelagið fyri fiskiskip og Maskinmeistarafelagið. Útbúgvingarráðið hevur tað fatan, at atstøðingurin kann mynstra sum 3. meistari, um hann bara gongur dagvakt. Skipasløg, sum kunnu taka atstøðingar, eru flaka- trolarar, rækjutrolarar, djúp- vatnstrolarar, farmaskip, ferðamannaskip og pelagisk skip (nótabátar). Ein nevnd við fakligum kunnleika skal góðkenna, um skipini lúka krøvini sum starvs- venjingarpláss. Nevndin skal somuleiðis góðkenna útbúgvingarhandbókina hjá tí einstaka næmingini. Nevndin, sum verður ein nevnd undir Útbúgvingar- ráðnum, arbeiðir víðari við málinum, og fer at hava ein temadag, har kunnað verður nærri um skipanina, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi. Magni Laksáfoss um føroyska búskapin Mikukvøldið komandi heldur Magni Laksáfoss fyrilestur á Fiskirann- sóknarstovuni, ið hann kallar: »Stutttíðarbúskap- armyndlar yvirhøvur og um EMFI. Hvat kann hann nýtast til og hvussu?« Hetta er fjórði fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók. Magni Laksáfoss er bú- skaparfrøðingur og starv- ast sum fulltrúi á Hag- stovu Føroya. Saman við einum øðrum lesandi gjørdi hann sum høvuðs- uppgávu á Københavns Universitet ein búskapar- myndil um føroyska bú- skapin (EMFI). Myndilin hevur verið nýttur í sambandi við Hvít- ubók, har nógvar útrokn- ingar vóru gjørdar í mynd- linum fyri at lýsa avleið- ingarnar av at minka um ríkisveitingina. Í fyrilestrinum verður fyrst ein gjøgnumgongd av, hvat ein búskapar- myndul er, og hvussu bú- skaparmyndlar verða nýtt- ir í arbeiðnum hjá búskap- arfrøðingum. Dømi verða tikin um, hvussu myndlar vórðu nýttir, tá Hvítabók varð skrivað. Síðan er ein gjøgnumgongd av, hvussu búskaparmyndlar verða bygdir. Fleiri sløg av bú- skaparmyndlum eru til, men her verður serliga tos- að um teir myndlarnar, sum vórðu nýttir í Hvítu- bók. Dømi verður tikið um, hvussu EMFI bleiv bygdur. At enda verður eitt meira filosofiskt tjak um, hvussu myndlar í øðrum londum hava broytt tað fakliga tjakið um búskapin, og um hvønn leiklut myndlar hava í øðrum londum í dag. Annars vísir Fróðskap- arsetur Føroya og Fróðs- kaparfelagið til heimasíð- una www.sleipnir.fo/setur/ tiltoek. ROGER WHITTAKER S A N S I R · T E L 3 5 5 3 5 5 Tel 333 700 • Fax 333 380 Flogferð: Vágar - Reykjavík - Vágar 4. februar - 7. februar Innivist á dupultkamari á "Ørkini". Døgurið, konsert og dansur á "Broadway". Kostnaður 2.875,- afturat kemur ferðaavgjald á 236,- Roger Whittaker MYND ROGER WHITTAKER LIVE 5. FEBRUAR ÁKI BERTHOLDSEN – Hetta vil eg ikki leggja navn til longur. Tí skal virk- semið leggjast betri til rættis hereftir. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í al- manna-og heilsumálum, sigur, at nú má tann tann afturvendandi sjokkvið- gerðin, sum starvsfólkið á teimum trimum føroysku sjúkrahúsinum fáa hvørt einasta ár, halda uppat. Hvørji einastu jól, síðani kreppan rakti, hevur starvs- fólkið á teimum trimum sjúkrahúsunum bíða við bivandi hjarta eftir, hvat fór nú at henda. Tí hvørt ár hev- ur verið hótt við meiri og minni sparingum, skerjing- um og hópuppsagnum - sum síðani aloftast eru tikn- ar aftur kortini, aftaná, at alt hevur verið á gosi í nakrar dagar, bæði starvsfólk, fak- feløg, leiðsla og politikarar. Og í ár hendi tað aftur. Kladdan til einar 20-27 uppsagnir á Landssjúkra- húsinum og einar 12-16 uppsagnir á Suðuroyar Sjúkrahúsi, var longu skriv- að, tá ið avvarðandi lands- stýrismaður einaferð enn mátti upp í leikin og fekk steðga tí ringasta óløginum, beint áðrenn tað breyt. Og úrslitið var var aftur hesuferð, at tær allarflestu uppsagnirnar eru tiknar aft- ur. – Tær sparingar, sum hó- ast alt verða gjørdar, eru í stóran mun sparingar, sum áttu at verið framdar kortini. Og summar av teimum kunnu avgreiðast við natúr- ligari frágongd. Arbeitt verður nú víðari við hesum spariætlanunum. Men tær vera sjálvandi ikki settar í verk fyrrenn allar tær røttu manngagongdirnar eru fylgdar. – Tað, at spara og at gera raksturin so bíligan sum gjørligt er eitt arbeiði, sum eigur at fara miðvíst fram hvønn einasta dag fyri at gera raksturin so bíligan sum gjørligt, tí endamálið má alla tíðina verða, at so nógv av peninginum sum gjørligt verður brúktur til tær tænastur, sum heilsu- verkið skal veita borgaru- num og ikki til meiri umsit- ing, enn tað er neyðugt at hava. Og hvørki á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Lands- sjúkrahúsinum verður talan um at skerja hvørki sjúkra- røktina, ella aðrar grund- leggjandi funktiónir, sigur Helena Dam á Neystabø. Tí sigur hon, at tað er ikki rætt, sum stóð í Sosialinum í gjár, at kreppan á Lands- sjúkrahúsinum er útsett og at spurningurin um fleiri sparingart skal takast upp- aftur, táið nýggi røktarfak- ligi stjórin tekur við 1. apríl. – Talan verður ikki um fleiri sparingar á røktarfak- liga økinum, ella í øðrum grundleggjandi funktiónum, tí vit hava útvegað pening til, at tey virkisøkini kunnu halda fram óbroytt. Hon sigur, at eitt nú hevði Landssjúkrahúsið eina um- leggingarkonto uppá næstan eina millión. – Eg kann ikki góðtaka, at peningur stendur á eini slíkari konto, samstundis sum fleiri fólk skulu sigast upp. Helena Dam á Neystabø sigur, at hon er heldur ikki samd við leiðsluni á Lands- sjúkrahúsinum í, at tann nýggi leiðslubygnaðurin á landssjúkrahúsinum fer at kosta 1,6 millión í ár, tí hann fer ikki at virka í alt ár. – Enn vita vit heldur ikki, hvørja støðu yvirlæknarnir taka til málið og røktarfak- ligi stjórin byrjar ikki í starvinum fyrrenn 1. apríl. Og at byggja eitt heilt hov av skrivarum rundanum tað nýggju leiðsluna, haldi eg er óneyðugt, tí tað eru skriv- arar á Landssjúkrahúsinum frammanundan. – Tilsamans er hetta nóg mikið til tær báðar smáu milliónirnar, sum skulu til fyri at sleppa undan spar- ingum á røktarfakliga øki- num í ár. Ikki fleiri skelkir Men nú leggur Helena Dam á Neystabø eisini dýran við, at hetta lívið má halda upp- at. – Sjálvandi kunnu vit aft- ur koma í eina brádliga kreppu, sum ger tað neyð- ugt at taka heilt serlig stig. Men yvirhøvur skal starvs- fólkið í heilsuverkinum ikki vænta sær fleiri sjokkvið- gerðir av hesum slagnum, sum tey nú hava fingið hvørt tað einasta ár tað mesta av nítiárunum. Tí hendan framferðarháttin vil eg ikki leggja navn til long- ur. Hon sigur, at tað nú verð- ur neyðugt at fara undir eina langtíðar ætlan fyri, hvussu virksemið á sjúkrahúsunum skal vera framyvir. – Tí havi eg longu nú á- lagt fyrisitingini á Landsjúkrahúsinum at fara undir fíggjarætlanina fyri 2001. Og fyrrenn ætlanin hevur fingið politiska viðgerð, ber ikki til at siga, hvussu ar- beiðið skal leggjast til rættis framyvir. – Men skulu umleggingar og broytingar gerast, so er tað neyðugt at hava góða tíð til at fremja tær, so at ikki alt skal henda so brádliga, sum tað hevur verið hesi árini. – Ein partur av hesum verður eisini at gera eina heildarætlan fyri heilsu- verkið m.a. at gera av, hvørjar viðgerðir, vit skulu hava í Føroyum og hvørjar vit ikki skulu hava. Sjálv- andi er sjúklingagrundar- lagið til nógvar viðgerðir ov lítið til at vit kunnu hava tær í Føroyum. At leggja stór øki av aftur landinum verð- ur ikki bíligari. Men tað fer hinvegin at gera tað minni áhugavert at arbeiða í før- oyska heilsuverkinum. Eitt er at spara og at gera raksturin bíligari. Men tey, sum arbeiða á Landssjúkr- ahúsinum siga, at yvirhøvur er raksturin ov nógv skerdur og at hann eigur at vera einar 20 milliónir hægri um árið, fyri at tað skal bera til at reka sjúkrahúsið í eini tryggari legu? – Ja, vit kunnu ivaleyst verða samd um at Lands- sjúkrahúsið hevur ov lítið av peningi. Tí er tað, at vit fara undir eina langtíðar tilrætt- islegging nú, tí so kunnu vit stinga út í kortið, hvat vit vilja, og taka væl grundaðar avgerðir, so at avleiðingar- nar verða væl gjøgnum- hugsaðar, ístaðin fyri at fara fram óðum verkum hvørji einastu jól. Men akkurát, hvussu nógv Landssjúkra- húsið skal hava afturat, havi eg onga meining um nú. Sjálvandi kann tað altíð ger- ast betri, men tað er eisini sin spurningur, hvat vit hava ráð til. Men eitt, sum nógv fólk ikki skilja, er, hví heilsu- verkið verður so nógv skert, samstundis sum fíggjarlóg- in hevur fleiri hundrað mill- iónir í yvirskoti? – Hatta er ein spurningur, sum tit eiga at seta fíggjar- málaráðharranum, tí vit hava eitt hart stríð í Lands- stýrinum um hvussu teir fíggjarligu karmarnir skulu vera. Eg havi roynt at greitt frá, at so stórar lønarhækk- ingar, sum vórðu gjørdar í fjør, fáa avleiðingar fyri eitt øki, sum er so lønartungt, sum heilsuøkið er. Sam- stundis havi eg boðað frá, at eg eri sinnað til at spara og laga til, so nógv sum til ber. Men eg vil eisini hava mínir samgoingufelagar at skilja, at talan má vera um at gera tað yvir eitt ávíst áramál, sigur Helena Dam á Neystabø. Fáa ikki fleiri sjokk- viðgerðir frá Helenu – Eg vil í hvussu so er ikki leggja navn til fleiri hendingar av hesum slagnum. So nú skal fram- tíðin hjá heilsu- verkinum leggjast til rættis í góðari tíð, sigur Helena Dam á Neystabø Hetta lívið má halda uppat nú, tí eg vil ikki leggja navn til fleiri sjokkviðgerðir avhesum slagnum, sigur Helena Dam á Neystabø. Heldur ikki á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða sparing- arnar so stórar, sum tað upprunaliga varð lagt upp til. Tað hevur verið sagt, at játtanin til Sjúkrahúsi í ár er 2 milliónir ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør. Hetta hevði merkt, at 12-16 fólk máttu sigast upp. Og sostatt hevði tað verið neyðugt at lagt heil- ar funktiónir niður og tað var mett so mikið álvars- ligt í Suðuroynni, at leiðslan vildi hava lands- stýrið at gera av, hvørjar funktiónir skuldu halda uppat. Men nú vísir tað seg, at støðan verður ikki so ring, sum upprunaliga mett. Fyrst vísti tað seg, at ein roknifeilur í sambandi við l ø n a r h æ k k i n ga r n a r gjørdi, at játtanin „bara“ verður 1,5 millión ov lítil til at varðveita sama støði í ár, sum í fjør, ístaðin fyri tvær milliónir, sum áður fráboðað. – Samstundis ætla vit geva sjúkerahúsinum loyvi til at flyta 600.000- 700.000 krónur frá sjálv- um rakstrinum til lønir. –Hetta gera vit fyri at sleppa undan at røra tær grundlegggjandi funkti- ónirnar. Men hetta merkir so eisini, at nakrar sparingar mugu setast í verk. Eitt nú er ætlanin at spara í am- bulantari fysioterapi, um- framt á maskinverkstaðn- um og í leiðbeiningini á sjúkrahúsinum. – Alt hetta merkir, at sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða avmarkaðar til fýra-fimm størv, ístaðin fyri tey 12- 16 størvini, sum tað upp- runaliga varð talan um, sigur Helena Dam á Neystabø. Og hon heldur, at tær sparingar, sum verða gjørdar, kunnu forsvarast. Fylgja tí upp Men landsstýrismaðurin leggur afturat, at hon fer ikki at sleppa Suðuroyar Sjúkrahúsi við hesum, men at hon fer at fylgja gongdini og at vita um tað ikki ber til at játta Suður- oyar Sjúkrahúsi meiri pening, sum frálíður, um talan eitt nú verður neyð- ugt at gera íløgur í onkur tól. Men beint í løtuni dug- ur hon ikki at síggja, hvaðani hesin peningur skal koma, skoytir hon uppí. Vit fingu ikki orðið á fyristøðumannin á Suður- oyar Sjúkrahúsi í gjár, tí hann var bundin allan dagin. Heldur ikki á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður neyð- ugt við so stórum sparingum, í ár, sum uppruna- ligað varð fryktað fyri. Men heilt undan uppsagn- um slepst tó ikki, sigur Helena Dam á Neystabø 4-5 Fólk sig- ast upp á Suðuroyar Sjúkrahúsi – Men tær grundleggjandi funkt- iónirnar verða ikki rørdar, sigur Helena Dam á Neystabø