leygardagur 15. januar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
Vísandi til tíðindir í fjøl-
miðlunum í gjár og í dag
um ætlaðar broytingar og
harav uppsagnir á Lands-
sjúkrahúsinum, fer felagið
at gera vart við, at vit als
ikki kunnu góðtaka hesa
framferð, sum beinleiðis er
í stríð við § 2 í sáttmála
okkara við Fíggjarmála-
stýrið, við tað at hvørki
álitisfólk ella starvsfólk
hava fingið boð og innlit í
hetta í góðari tíð og heldur
ikki
hava
verið
við
ráðleggingini og tilrætta-
leggingini av arbeiðinum.
Tað bæði undrar og ikki
minni órógvar okkum, at al-
mennar stovnsleiðslur fram-
vegis halda áfram at ganga
uttan um sáttmálaásetingar
og soleiðis skapa óneyðugt
stríð á arbeiðsplássum.
Biðið verður um, at ongi
stig verða tikin til nakra
broyting ella uppsøgn og at
tað arbeiði, sum er farið í
gongd verður steðgað, og
ikki byrjar fyrrenn áseting-
arnar í § 2 í sáttmálanum eru
uppfyltar.
Vinarliga f.v.
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður
Góðtaka ikki
framferðina
Landsstýrið ørkyml-
ar leiðslurnar
Kristian Magnussen heldur ikki, at tað ber til hjá leiðslum á almennum
stovnum at stýra, tá landsstýrið fyrst gevur ov lága játtan, men síðani traðkar
til og útsetir trupulleikan
JOHN JOHANNESSEN
– Mannagongdin hjá lands-
stýrinum viðvíkjandi sjúk-
rahúsmálinum kann als ikki
góðtakast.
Kristian Magnussen held-
ur tað vera heilt burturvið,
at landsstýrið virðir leiðsl-
urnar á almennum stovnum
so lítið, at tá leiðararnir taka
avleiðingarnar av lágu játt-
anunum og velja tungu
byrðuna at seta navn á upp-
sagnir, kemur landsstýrið
brádliga og útsetir trupul-
leikan, tí hann er vorðin ein
politiskur trupulleiki.
Ov lágar játtanir
– Størsti trupulleikin í mál-
inum um Landssjúkrahúsið
er, sum vit øll vita, at tað
fær alt ov lítla játtan. Hetta
er í veruleikanum nakað, ið
er galdandi fyri allar teir
tænastustovnar, vit skatt-
gjaldarar hava krav uppá.
Kristian Magnussen vísir
á, at vit gjalda høgan skatt
fyri at hava eitt gott skúla-
verk, gott heilsuverk og gott
almannaverk. Men mynd-
ugleikarnir ynskja sambært
Kristiani Magnussen ikki at
játta nóg nógv av skattapen-
inginum til hesar tænastur,
og tí er skilið sum tað er.
– Hetta er alt annað enn
rætt, tá vit hava eitt stórt
yvirskot á fíggjarlógini.
Hava vit ikki í dag ráð til at
dagføra sjúkrahúsini og
veita eina betri sjúkrarøkt,
fáa vit tað aldri, sigur javn-
aðartingmaðurin og vísir á,
at trupulleikin við ov lítlari
játtan innnan sjúkrahús-
verkið ikki bert er galdandi
fyri Landssjúkrahúsið, men
eisini fyri Suðuroyar Sjúk-
rahús.
Virða ikki leiðslurnar
Kristian Magnussen heldur
tað vera mannminkandi, at
seta leiðslurnar á sjúkrahús-
unum í ta støðu, at tær á
hvørjum ári skulu seta nøvn
á uppsagnir, sum kanska
ikki verða framdar hóast alt.
– Leiðslurnar royna alt
tær kunnu at fáa tað at bera
til at reka sjúkrahúsini innan
fíggjarkarmarnar, men tá
tær síggja, at tað ikki ber
til, mugu tær seta seg við
uppsagnarlistanum.
– Tað stendur uttan iva
nógv á deildarleiðarunum,
ið noyðast at seta seg niður
og seta nøvn á eitt ávíst tal
av uppsagnum. Men uppaft-
ur verri er tað, tá myndug-
leikarnir brádliga síggja
politiska
trupulleikan,
blanda seg uppí og útseta
uppsagnirnar. Slík manna-
gongd kann ikki góðtakast.
Tað ber ikki til bara at
skumpa
trupulleikarnar
fram, sigur Kristian Magn-
ussen.
Kristian Magnussen heldur mynduleikarnar vanvirða leiðslurnar á almennum stovnum
Mynd: Álvur Haraldsen
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL AUT.
Skrás.:13-07-95
Km.: 76.000
Prísur: 158.600,-
Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 GL
Skrás.: 01-11-89
Km.: 154.000
Prísur: 49.600,-
FORD FIESTA
1,8 DIESEL
Skrás.: 30-01-96
Km.: 47.000
Prísur: 79.600,-
Garanti*
HONDA CIVIC
1,5 H/B
Skrás.: 01-08-98
Km.: 26.000
Prísur: 119.600,-
Garanti*
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 16-12-97
Km.: 19.000
Prísur: 79.600,-
Garanti*
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
TOYOTA CAMRY
2,2 XL
Skrás.: 21-12-91
Km.: 80.000
Prísur: 98.600,-
TOYOTA COROLLA
1,3 L/B TERRA
Skrás.: 27-02-98
Km.: 30.000
Prísur: 120.600,-
TOYOTA COROLLA
1,3 SEDAN
Skrás.: 12-02-96
Km.: 16.000
Prísur: 97.600,-
Garanti*
TOYOTA CARINA
E 1,6 AUT. GEAR
Skrás.: 24-06-92
Km.: 72.000
Prísur: 89.600,-
Garanti*
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
SERTILBOÐ
KIA CLARUS 1,8 SEDAN
Skrás.: 16.04.98
Km.: 13.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr.
verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrstu skrás. dato
Sosialurin - 311820
Sýnaður
15-10-98
Sýnaður
14-10-98
Sýnaður
01-12.99
-í besta
standi !!
– Vit gera
mismun
– Vit fáa ikki fatur á almennum stovn-
um, tá teir ikki fylgja okkara boðum,
og tað ger arbeiðið mikið óhugaligt,
sigur Eli Davidsen, stjóri á Arbeiðs-
eftirlitinum. Lógin stovnurin arbeiðir
eftir ger mun á privatum og almenn-
um fyritøkum
SVEINUR TRÓNDARSON
– Vit fáa tíverri ikki gjørt
tað øðrvísið, tí arbeiðara-
verndarlógin er gjørd so-
leiðis, at munur er á tá
talan er um eina almenna
fyritøku og tá talan er um
eina almenna fyritøku.
Orðini eigur Eli Dav-
idsen, stjóri á Arbeiðseft-
irlitinum, og evni vit tosa
um er arbeiðarverndar-
lógin.
Støðan er nevniliga
tann, at Arbeiðseftirlitið
hevur skyldu til, at kann-
að, um arbeiðsviðurskift-
ini eru, sum tey skulu
vera. Hetta gera teir á so
at siga øllum arbeiðs-
plássum, og tað hendir
seg meiri enn so, at teir
hava okkurt at finnast at.
Í slíkum førum fær
arbeiðsgevarin eitt skot-
brá, at rætta »brekið«,
men fer hann út um freist-
ina verður málið sent fút-
anum.
Og tað er her munurin
millum tær privatu og tær
almennu »fyritøkurnar«
kemur í.
Tí er talan um ein alm-
ennan stovn, ber nevni-
liga ikki til at plasera á-
byrgd.
Hetta er nevniliga nið-
urstøðan av nøkrum mál-
um, sum Arbeiðseftirlitið
hevur sent fútanum.
Í svarið sínum til Ar-
beiðseftirlitið sigur fútin,
at lógin um arbeiðara-
vernd ikki heimilar at
áleggja tí almenna revsi-
ábyrgd, og tí sendur hann
eftirlitinum málini aftur.
Óarbeiðsligt
Eli Davidsen, stjóri á arb-
eiðseftirlitinum sigur við
Sosialin, at tað er sera
óhugaligt at arbeiða undir
slíkum umstøðum.
– Fyri so vítt kann tað
gera tað sama, um vit
velja at »fara eftir« einum
almennum arbeiðsgevara,
tí velur hann at lata vera
við at gera eftir okkara
boðum, so hendir einki
meir, sigur Eli Davidsen.
Hann vísir á, at tað er
beint øvugt, tá talan er um
ein privatan arbeiðsgev-
ara, tí hann kann fáa bøt-
ur, samsvarandi lógini um
arbeiðaravernd, men tað
kann tann almenni arb-
eiðsgevarin ikki.
– Trupulleikin er, at tað
stendur einki í lógini um
arbeiðaravernd hvør alm-
enni arbeiðsgevarin er og
tí ber ikki til at siga, hvør
tað er, sum hevur ábyrgd-
ina, sigur Eli Davidsen.
Hann vísir eisini á, at
var nýggja lógin um ar-
beiðsumvørvi sett í gildi,
so vóru hesi viðurskiftini
fingin upp á pláss.
– Tað lógaruppskotið er
visst borið í tingið tríggj-
ar ferðir, men tað er eisini
borið útaftur tríggjar ferð-
ir, uttan at nakað er hent,
sigur Eli.
Óheppin støða
Sum tað skilst, so er støð-
an hjá arbeiðseftirlitinum
ikki serliga heppin. Mun-
ur verður gjørdur á al-
mennum og privatum ar-
beiðsgevarum, og tað er í
grundini ótolandi.
Og hetta er heldur ikki
nakað sjáldsamt fyri-
brigdið, tí í fjør hevði eft-
irlitið fimm mál, sum
stovnurin fekk sendandi
aftur frá fútanum við tí
stemplinum, at hann ikki
kundi ábyrgda ein al-
mennan stovn.
– Tí gerst hugurin at
fara at kanna almennar
stovarn alsamt minni, sig-
ur Eli Davidsen og vísir
á, at tað ikki kann vera
endamálið, at ein almenn-
ur stovnur kann snúgva
sær undan krøvum, sum
privat virkir skulu liva
eftir.
Av
Fútaskrivstovuni
váttar Jens Severinsen,
virkandi fúti, støðuna.
– Tað er rætt, at vit
einki fáa gjørt. Í Danmark
var mann varugur við
støðuna og broytti soleið-
is, at tað nú ber til at plas-
era ábyrgd hjá antin stati
ella
kommunu,
men
henda broyting er ikki
gjørd í Føroyum. Soleiðis
sæð fáa vit heldur ikki
gjørt nakað fyrr enn pol-
itikkararnir broyta lógina,
og um teir vilja gera tað
vita vit ikki, sigur Sev-
erinsen.
DÁNJAL HØJGAARD
Almennir stovnar eru meira
ella minni friðaðir móti lóg-
ini, tá tað kemur skarpsker-
ingar.
Lógin um arbeiðara-
vernd, sum Arbeiðseftirlitið
er sett at umsita, er eitt ítøki-
ligt dømi.
Arbeiðseftirlitið noyðist
við jøvnum millumbili, at
melda almennar stovnar til
politiið, tí at teir ikki halda
lógina um arbeiðaravernd.
Men Arbeiðseftirlitið fær
málini aftur í høvdið, við
teirri grundgeving, at fútin
einki fær gjørt, tí at tað ikki
ber til at staðfesta juridisku
ábyrgdina.
Fleiri lógir
Men lógin um arbeiðara-
Almennir stovnar
sleppa undan lógini
Fútin stendur hjálparleysur yvirfyri almennum stovnum, sum bróta lógina. Orsøkin
er, at tað er mestsum vónleyst at staðfesta juridisku ábyrgdina fyri lógarbrotinum
vernd er einki eindømi.
Tað tykist at vera ein gen-
erellur trupulleiki, at fútin í
mongum førum ikki fær
nortið við almennu stovn-
arnar, tá tað kemur til stykk-
is.
– Tað er ein ørgrynna av
lógum, har tað sama ger seg
galdandi, sigur Jens Sever-
insen, virkandi fúti.
Hóast hann ikki kennir
nakað fordømi frá øðrum
stovnum, so heldur Jens
Severinsen at trupulleikin
hjá Arbeiðseftirlitinum sakt-
ans eisini kann koma uppá
tal hjá øðrum eftirlits-
stovnum - t.d. Brunaumsjón
Landsins og Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
– Hetta vil gera seg gald-
andi fyri allar lógir, sum
áleggja stovnum nakrar
skyldur, sum teir eiga at
halda á jøvnum føti við
privat arbeiðspláss. Men tí-
betur hava ikki verið so
nógv mál, burtursæð frá
teimum, sum snúgva seg
um lógina um arbeiðara-
verndar, sigur Severinsen.
Staðfesting vantar
Sambært virkandi fúta er
trupulleikin í tveimum.
Fyri tað fyrsta eru ongar
ásetingar í føroysku revsi-
lógini, sum greitt tilskila
hvørjum fútin skal fara eftir,
um ein almennur stovnur
brýtur lógina.
Danska revsilógin varð
broytt fyri nøkrum árum
síðani, og í henni er jurid-
iska ábyrgdin greitt staðfest.
Men hendan broyting er
ongantíð komin í gildi í Før-
oyum.
Harumframt vænta tær
einstøku lógirnar í mongum
førum eina greiða áseting
um hvør ið stendur juridiskt
til svars á almennu stovn-
unum.
– Hetta manglar í báðum
førum í Føroyum, sigur
virkandi fútin.
– Í Danmark hevur mann
tikið avleiðingarnar av, at
tað ikki hevur borið til at
revsa kommunur og stats-
stovnar, sigur hann.
Í brævi 14. august 1997 til
Arbeiðseftirlitið vísir fútin
á trupulleikan við jurid-
isku ábyrgdini á almenn-
um stovnum. Hetta hevur
hann gjørt fleiri ferðir
Lógin er í mongum
førum ónýtilig, tí hon
staðfestir ikki juridisku
ábyrgdina á almennum
stovnum ...
Mynd: Jens Kristian Vang