leygardagur 15. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
Bókaklubbatíðindi í litum og
nýggjum sniði
Bókadeild Føroya Lærarafelags metir, at við nýggju øldini var so frálíkur møguleiki at gleða limirnar og geva Bóka-
klubbatíðindum nýtt snið og litir
DAGFINN OLSEN
Niels Jákup Thomsen frá
Bókadeildini sigur í odda-
grein í litføgru útgávuni av
Bókaklubbatíðindum,
at
høvið tyktist so sjálvsagt at
broyta snið, nú vit eru kom-
in í nýggja øld.
Endamálið er at veita lim-
um betri tænastu. Nú sæst í
litum, hvussu bøkurnar
síggja út og nýggja sniðið
gevur eisini tvífalt pláss at
kunna um nýggjar bøkur og
um bøkur, ið hava verið
frammi, men sum eiga at
verða tiknar fram aftur.
Hesin
táttur
verður
nevndur Bókahillin.
William setur dám á
Bókadeildin sigur, at bóka-
várið 2000 verður merkt av,
at kendasti rithøvundur Før-
oya, William Heinesen,
hevði fylt 100 ár 15. januar.
DAGFINN OLSEN
Forlagið Sprotin hevur fing-
ið innivist í Bókaklubbatíð-
indum at siga frá nýggjum
spennandi tiltaki.. Sprotin er
virkið forlag og ætlanir eru
nú um at stovna bókaklubba
Sprotin fyri vaksin
fyri vaksin.
Sprotin lýsir við 10 bók-
um, sum er á veg og nakrir
av høvundunum eru Sande-
mose, Hoel, Lagerlöf og
Tolstoj. Týðingar, sum
Hans Thomsen, Finnbogi
Ísakson og onnur hava
Sprotin stovnar bókaklubba fyri vaksin. M.a. týðingar,
sum lisnar eru í útvarpinum, verða útgivnar
gjørt, og sum lisnar eru í
útvarpinum, verða útgivnar.
Ein kann melda seg til á
Bókamiðsøluni á Hoyvíks-
vegnum, um ein hevur
áhuga í at gerast limur.
Bókaklubbatíðindi koma
nú í litum og nýggjum
sniði
Einki at skriva heim um
Forkvinnan í Føroya Lærarafelag væntar, at mánadagin
byrja realitetsamráðingarnar við Fíggjarmálastýrið. Tað
er spurningurin um arbeiðstíð, sum sambært fyribilssemj-
uni skal avgreiðast nú
DAGFINN OLSEN
- Í grundini er einki at skriva
heim um, sum tikið verður
til, sigur forkvinnan í Før-
oya Lærarafelag, Elsa Bir-
gitta Petersen, tá hon verður
spurd um gongdina í sam-
ráðingunum við lønardeild-
ina í Fíggjarmálastýrinum.
- Sambært fyribilssemj-
uni frá í fjør, so skal punkt
5, ið snýr seg um arbeiðstíð,
avgreiðast áðrenn 15. janu-
ar, sigur Elsa Birgitta Peter-
sen.
Veruligar samráðingar
Til samráðingarnar í fjør
komu partarnir bert fram til
eina fyribilssemju. Partarnir
skuldu hittast aftur í vár.
Partarnir hava havt fyrstu
fundirnar og hava lagt fram
síni sjónarmið.
Fundur er avtalaður at
verða aftur mánamorgunin
og væntar Elsa Birgitta Pet-
ersen, at farið verður undir
veruligar
samráðingar
mánadagin.
Føroya Lærarafelag hev-
ur lagt stóran dent á, at skal
arbeiðast
eftir
nýggju
fólkaskúlalógini, so skal tíð
vera til neyðuga umsiting
og ráðlegging. Hetta er mett
at kosta einar 18 milliónir
krónur.
- Arbeiðstíð og ymsu upp-
gávurnar skulu avgreiðast í
seinasta lagi 15. januar,
sambært fyribils semjuni.
Annars er ikki stórvegis at
viðmerkja, sigur forkvinnan
í Føroya Lærarafelag, sum
skal til samráðingarborðið
mánamorgunin
klokkan
10:00.
Enn er vónleyst at siga, hvussu útlitini eru fyri semju millum Fíggjarmálastýrið og
Lærarafelagið (tilvildarlig mynd)
Bókadeild Føroya Lær-
arafelags hevur givið út bók
í hesum sambandi, Veingj-
aða Myrkrið, ið Edward
Fuglø hevur myndprýtt so
hegnisliga, at eisini Gylden-
dal í Danmark og Mál og
Menning í Íslandi geva bók-
ina út.
Enn einaferð er ætlanin at skerja Eysturoy og Nor--
Streymoy við sjúkrabilinum, hetta kemur at raka
gomul, veik og sjúk. Og eisini tá so mangan brúk er
fyri skjótari hjálp, tá vanlukkan rakar.
Í øðrum londum hugsast um, at hava snarhjálp so
nær borgarunum sum gjørligt, tí at ofta telur hvør
minuttur, bæði fyri lív og førleika, men her hugsast
um pengar.
Ætlanin er, at privatisera tænastuna fyri at spara
pening, hetta førur við sær, at sjúkrabilurin verður
longri frá borgarunum, t.v.s. verri tænasta.
Nei, eysturoyingar og norðstreymoyingar, latið
okkum standa saman við okkara sjálvsagda rætti, um
trygd fyri okkum, gomul sum ung, nátt og dag.
Vit undirritaðu, sum starvast í tænastuni, heita á
tygum, um at gera tygara til, at hetta ikki verður framt.
Portørar áv-
ara móti
privatisering
Torpederaðu stýr-
isskipanarlógina
Sjónligast komu veikleik-
arnir í nýggju stýrisskipan-
ini til sjóndar tá Heini O.
Heinesen, Sámal Petur í
Grund, Jákup Sverri Kass
og Finnur Helmsdal aftaná
at hava rørt eitt sindur í pott-
inum í sambandi við skila-
leysu uppsøgnina av lands-
verkfrøðinginum
kortini
sluppu løgmanni undan at
taka tær avleiðingar sum
skuldu takast nevniliga at
koyra landsstýrismannin
Finnboga Arge. Harvið var
tað grundstøði sum stýris-
skipanar lógin var ætlað at
hvíla á máað burtur.
Tí
landsstýrismaðurin
segði ósatt fyri almenning-
inum og løgtinginum og tá
hann innanfyri tveir dagar
megnaði at geva tríggjar
ymsar frágreiðingar um or-
søkina til at hann segði
landsverkfrøðingin úr starvi
so tvær av hesum eyðsæð
ikki samsvarandi veruleik-
anum.
Tað var helst í lagi at
royna eina nýggja skipan
við sokallaðari ministara-
ábyrgd aftaná at lógin sum
bygdi á kollektiva ábyrgd
hjá landsstýrinum var roynd
í 50 ár. Men skal hendan
skipan geva tað sum ætlað
er mugu avleiðingar av mis-
tøkum og misgerðum frá tí
sum hevur ministaraábyrgd-
ina takast. Og tann, ið skal
føra hetta út í lívið er eingin
annar enn løgmaður og
hetta hevur síðan vundið
uppá seg. Til hevur borið
hjá landsstýrismanninum í
almannamálum at vera eina
søguna fyri og aðra eftir
fram sum ikki er í samsvari
við veruleikan uttan at løg-
maður letur hetta fáa avleið-
ingar, og onnur dømi eru.
Tá lógin um nýggja stýr-
isskipan var til fyrstu við-
gerð ávaraði undirritaði
ímóti at skunda broytingar
ígjøgnum, men taka neyð-
ugu tíðina til at styrkja løg-
tingsumsitingina á løgfrøði-
ligu síðini soleiðis at løg-
tingið kundi geva landsstýr-
inum eitt mótspæl og fara
fram stigvíst heldur enn at
skunda
broytingarnar
ígjøgnum. Hetta fekk ikki
undirtøku. Ístaðin var farið
undir eina umskipan av um-
sitingini í Tinganesi eftir
donskum leisti har aðalstýr-
ini vóru uppbygd og tú oysti
fólk inn í hesa umsiting í
mongum føri uttan atliti til
førleikan hjá hesum fólkum
at umsita forsvarliga.
Vinnumálastýrið kanska hitt
fremsta dømi um eitt hús
sum er vorðið fylt upp við
inkompetansu men kortini
við slíkari politiskari makt,
at til bar at lemja tann mest
framkomna vitanarstovn og
ein hin frægast virkandi ar-
beiðsstovn - Landsverk-
frøðingsstovnin.
Verður ikki framyvir
tryggja at løgtingið fær ar-
beitt
demokratiskt,
og
landsstýrismenn mugu taka
avleiðingar av misgerðum
sínum, so sær ikki ov gott
út fyri demokratiið.
Nú vita vit at ein sam-
gonga altíð hevur gingið og
framhaldandi vil ganga
rættiliga langt fyri at halda
samgonguna á lívi til tess
at fremja samgongusetning-
in, men tað er ógvuliga lætt
og lættari enn fyrr, at fara
av kósini tí í telvinginum
millum løgting og lands-
stýrið, gerst løgtingið hin
veikari.
Tann gamla stýrisskipan-
arlógin var viðvíkjandi
maktbýti avbalanserað og
tað við vilja av fedrum lóg-
arinnar, tí løgting og lands-
stýri á ein hátt kundu halda
hvørt annað í skáki, tí løg-
maður kundi ikki útskriva
løgtingsval, kundi ikki av-
seta tingið, einans biðja
tingið um at upploysa seg
sjálvt og tingið hinvegin
kundi ikki avseta løgmann
tá hann einaferð var valdur.
Henda skipanin varð
slept, tí nú skuldi ministarin
einsamallur
standa
við
ábyrgdini og taka avleiðing-
ar av sínum mistøkum og
tað hevði verið í lagi um
skipanin virkaði so men vit
síggja nú at skipanin virkar
ikki, harafturat síggja vit í
verki hvussu eitt ódemo-
kratiskt rák ger meira og
meira vart við seg hjá
summum landsstýris og
løgtingsmonnum og fremst-
ur teirra er sjálvur forsprák-
arin fyri fullveldi, sum
loysn hevur fullveldi á øll-
um spurningum her í verð-
ini.
Merkti mær at hann helt
at fullveldi mundi fara at
hjálpa uppá demokratiið og
fáa hesi tingini aftur á beint.
Tað er ikki eiti á gandakraft
sum er í hesum fullveldi,
sum umframt at fáa demo-
kratiið at virka, eisini skal
fáa hugflogið at skapa nýggj
kor, arbeiði, nýggjar vinnur
og so framvegis og eitt gev-
andi altjóða samarbeiði,
sum skal loysa flestu av
okkara trupulleikum.
Løgið at hesin maðurin
ikki sjálvur sær, hvussu
langt úti tað er, at leggja
fullveldinum hesar egin-
leikar til. Undir arbeiðinum
við broytingini av stýris-
skipanini var ikki loysingin
havd í huga, men tað teir
kalla fullveldi er at loys-
ingin skal proklamerast.
Nýggja stýrisskipanin var
ætlað at vera eitt stig á leið-
ini til eina nýggja sjálvstýr-
isskipan. Ístaðin eru komin
í eina støðu, sum á ódemo-
kratiskan hátt skal trýstast
inn á okkum.
Tað er møguligt, at fólk
skjótt venja seg við, at hetta
er í lagi, gloyma tær ógvus-
ligu almennu peningaupp-
hæddir menn hava loyvt sær
at nýta, snøkt sakt í reinari
flokspolitiskari propagandu
fyri fullveldi.
Kortini kann ein vóna, at
ein gongd fæst í lag, sum
hevur møguleika fyri eina
fult demokratiska telving og
samarbeiði millum løgting
og landsstýri, men livst so
spyrst. Nú tykjast so menn
at vera farnir at røra eitt
sindur í pottinum aftur og
gera vart við sína misnøgd
yvir tað skendsilsgerð, sum
landsstýrismaðurin í vinnu-
málum framdi, tá hann jarð-
legði ein týðandi stovn, bert
orsaka av einum »kompe-
tansu stríði« ímillum eitt lít-
ið fullført stýri í Tinganesi
og ein ógvuliga vælbornan
stovn undir landsstýrinum.
Fyrilestur
á Fiskirann-
sóknar-
stovuni
Svein Jentoft, professari
í sosiologi við Lærda Há-
skúlan í Tromsø, heldur
fyrilestur, ið hann kallar:
Fiskivinnuumsiting sæð
úr samfelagsvísindaligum
sjónarhorni.
Svein Jentoft hevur síð-
an 1987 verið professari í
sosiologi við Lærda Há-
skúlan í Tromsø. Hann
hevur staðið á odda fyri
fleiri altjóða granskingar-
verkætlanum um fiski-
vinnuumsiting og menn-
ing av fiskivinnnusamfel-
øgum. Hann vitjar í Før-
oyum í sambandi við fund
í stýrisbólkinum fyri
Granskingardepilin
í
Klaksvík.
Fiskivinnuumsiting
snýr seg einamest um við
samfelagsstovnum
at
stýra atburðin hjá menn-
iskjum. Yvirhøvur er tað
tað, ið samfelagsvísindini
takast við. Hóast hetta,
so er tað lívfrøðin, sum
fram um alt verður hildin
at vera einasti fakkunn-
leiki, ið krevst. Í fyrilestr-
inum verða grundir givnar
fyri, at samfelagsvísindini
eiga at verða betur um-
boðað í fiskivinnuumsit-
ingini.
Sí eisini heimasíðuna
www.sleipnir.fo/setur/
tiltoek
Atli P. Dam, fyrrverandi løgmaður