Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 Eyðun Andreassen Jólanátt sást verðurgarðurin í Havn so stórur, vakur og hugtakandi, sum eg ikki havi sætt áður. Og himmalin stjørnuklárur. Tvey kvøld frammanundan var eisini stjørnuklárt, og mánin klár- ari og størri, enn nakar nú- livandi hevur sætt. Tað eru 134 ár síðani, hann seinast var so nær jørðini, siga mánafrøðingar Prestur hevði kunnað tikið hesa sjón sum eina vakra poetiska mynd upp í seinastu jólaprædiku sína í túsundáraskeiðnum. Meira hevði hann valla gjørt burturúr, men um tað mundið, skeiðið byrjaði, hevði í hvussu so er meira verið gjørt burturúr av prædikustólinum. Miðald- armenniskjað greindi sær framtíðina úr øllum, ið til taks var. Óvanlig náttúru- fyribrigdi vóru best sum empiriskt grundarlag undir hesi “vísindagrein.” Í ár vóru enn fleiri tekin: barometrið fall í botn upp undir jól og helt sær har alla høgtíðina, men veðrið var tað sama góða. Ongin stormur, onki illveður. Í somu løtu klokkurnar skuldu ringja fyri nýggja túsundáraskeiðnum, og Leivur Hansen festa í fýrverkið, brast hann á við óvanliga grovum heglings- æli, sum fór av aftur líka brádliga, sum komið var inn um gáttina til nýggja skeiðið. Tveir dagar seinni rak ein sjálvdeyður stór- hvalur á land í Sørvági. Eg eri ikki spámaður og veit einki um framtíðina. Tað vita spámenninir held- ur ikki! Dugi ikki at lesa teknini. Men útlitini eru vánalig: Ófriður og kríggj taka seg upp í størri mun enn leingi, hungursneyð, ógvulig ódnarveður, nýggjar og gamlar umfarssjúkur, tilfeingistrot og dálking hótta sjálvt ríkmannalondini fyri vest- an og veldigar politiskar rembingar eru í koming. Tó vit kenna útlitini, vita vit einki um, hvat veruliga fer at henda. Vísindi og synd Tá ið Ádam og Eva ótu av trænum í miðjum aldin- garðinum, lærdu tey at skyna á góðum og illum. Hetta er ein tann mest gátuføra søgan í Bíbliuni, og nú vit eru farin um tvey kristin tíðarmót, 2000- árahaldinum fyri Jesu føðing og 1000-ára haldi- num fyri kristniboðan í Føroyum, er hóskandi í eini tíðargrein at byrja tann lagnudagin, tá Ádam og Eva ótu av trænum. Tá sagt kann verða um eitt fólk, at tað dugir at skyna á góðum og illum, er tað helst um eitt fólk, ið ikki ger ilt. Soleiðis er vanligt málbrúk á føroysk- um. Hvat er tá tann øgiliga syndin, ið fekk Gud at fella dóm yvir allar eftir- komarar Ádams og Evu? Var tað vitan í sjálvum sær, ið var so stór synd? Ella ólýdni móti Guðs boðum? Hetta er gátuført og verður tað ikki minni, tá Gud samstundis sigur soleiðis: “Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum!” Í Nýggja testa- menti áleggur Jesus menn- iskjunum at stremba eftir at gerast fullkomin eins og Gud. Tað kann tí hvørki vera kunnskapurin í sjálv- um sær, ið er tann stóra syndin, tí Gud er alvitandi. ella at Ádam vildi vera sum Gud, tí Gud gevur boð um at stremba eftir hesum. Træið í aldingarðinum verður eisini nevnt kunn- skaparins træ, og við kunnskapi og vitan kann øll menning mannaættar- innar lýsast. Vilja og evni at finna fram til nýggja vitan, og áræði og møgu- leikar at nýta hesa vitan. Kristindómurin gjørdist altumfatandi ideologi í Europa, og einasti andaligi karmur hjá europearunum, samstundis sum kirkjan gjørdist ein verðslig makt. Kirkjan arbeiddi á tveimu- m mótum. Á tí politiska stríðsmótinum stóð stríðið móti kongum og keisarum, á tí andaliga móti tankum og vitan, ið vika kundu maktstøði hennara. Tá túsundárið byrjaðið, ráddi ein hugmynd um, at onki samband var ímillum lutir og fyribrigdi. Alt stavaði beinleiðis frá Gudi. Soleiðis var hin miðaldarligi tankin, og tí var tað ókent at leita eftir orsøkum her á jørðini. Men Gud hevði ikki bara skapt alt, alt var eisini eitt vitni um skaparverk hans- ara. Ikki bara náttúran hoyrdi til skaparverkið, men eisini politikkur og samfelagsskipan. Gud hevði sett pávan sum Kristi eftirfylgjara, og tað var tí eitt standandi krav kirkjunar eisini at ráða í verðsligum lutum. Tað var ikki einans ó- kent at leita eftir øðrum orsøkum til nakað aðra- staðni enn í Guds skapar- verki, tað var synd at leita eftir slíkari vitan, hóast Bíbliunnar boð um at stremba eftir at gerast fullkomin eins og Gud og harvið eisini allvitandi sum hann. Tátíðar kristin- dómur legði størri dent á syndafallið í aldingarði- num enn á boðini at stremba eftir at verða sum Gud. Tað sigst tó, at munkar fingust við slíkar fáfongdar ambitiónir. Menniskjað var tað ýtarsta av Guds skapar- verki og tessvegna var jørðin, stað menniskjunar, alheimsins miðdepil. Meistarin Galilei Galileo varð dømdur av kirkjuni, tí hann vísti á sum ein veruleika, at jørðin snaraði um sólina og ikki stóð í stað. Visindamenn kundu sleppa at spæla sær við tankan, men ikki meira. Tá var hálvt túsundára- skeiðið runnið (Galileo livdi frá 1564 til 1642) og vísindamenn vóru um at fáa eyguni upp fyri, at “jarðiskar” orsøkir funnust til náttúrufyribrigdi. Við hesum innliti og møgu- leika kom ferð á nútímans gransking í fótasporum Galileis, ið ikki einans spældi sær við tankan um jørðina, ið snarar um sól- ina, men vildi prógvað hetta: Hann eksperiment- eraði í síni gransking sum tann fyrsti, og kundi so- statt vísa á veruleikar, har aðiri høvdu hildið seg til reina teori. Eg haldi hetta vera størstu hending í túsundár- askeiðnum, at sleppa und- an okinum frá syndafalli- num. Hervið byrjaði nú- tímans gransking, ið er grundarlagið undir hátøkn- iliga samfelagnum í dag. Menniskja ella maskina Í dagbløðum um allan heim spæla fólk sær við at nevna tað týdningarmikl- astu uppfinningina í farnu øld ella í farna túsundára- skeiði. Summi siga so, og summi siga so! Penisillin, mánarakettir, teldur og hvørt av sínum. Altíð “góðar” uppfinningar. Men hava tær havt størst týdning? Eg kundi nevnt nevnt kanónir og atom- bumbur. Hava tær ikki havt stóran týdning? Eina slíka ingeniørupp- fatan av tilveruni, har maskinurnar í sær sjálvum eru so týdningarmiklar, havi eg ilt at sáttast við. Ongin maskina hevur størri týdning enn andaliga støðið, hvussu menniskjað livir saman við maskinu- num. Í kjalarvørrinum á teim- um nógvu og stóru upp- finningunum hevur fylgt ein optimisma, um at menniskjað hevur fult vald og ræði í tilveruni. At alt kann stýrast og allir tekn- iskir møguleikar, ið upp- finningarnar hava skapt, eiga at útnyttast. Henda optimisman hevur skapt eina hugmynd av, at alt gerst altíð betri, at øll menning er framburður, at allar broytingar eru til tað betra. Í hugsunnarhátti vestur- heimsins hevur menniskj- að lyndi til at meta seg sjálvt sum alheimsumboð- andi. Menning, framburð- ur ella framstig í vestur- heiminum verða hildin at galda allan heimin. So er ikki, og hvat meira er, vesturheimurin er bert ein sera lítil partur at øllum heiminum, ið fyri tað fyrsta ikki hevur nomið somu menning og fram- gongd, men hartil hevur liðið undir hesi somu menning. Við vesturheims- ins optimismu og kapital- istiska atgerðarfýsni hevur fylgt ein kúging av øðrum og størri pørtum av heimi- num. Tað er so, at størri framgongdin og ríkidømið í vesturheiminum er, størri gerst neyðin og longur niðurundir koma aðrir partar av heiminum. Við optimismuni í vest- Træið í aldingarðinum Uppgávan fyri framman er at leska okk- um meira av trænum í aldingarðinum. Granska, ikki spáa. Evnini at duga á at skyna millum gott og ilt verða tey mest avgerðandi fyri mannaættina eisini kom- andi túsundáraskeið, hugleiðir Eyðun Andreasen kring túsundáraskiftið Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur urheiminum og tí fyrilits- leysa kapitalistiska atgerð- arfýsni hevur fylgt tað umhvørisóføri, menniskj- að hevur komið sær í. Gongdin hevur verið so- leiðis, at viðurkenningina av hesi negatión av tí stóra uppfinningartíðarskeið- num seinna helming av túsundáraskeiðnum má metast at hava minst líka stóran týdning í øllum 1000 ára skeiðnum, sum tær uppfinningar og vís- indaligu framstig, ið leiddu fram til bæði væl- ferðina og umhvørv- isneyðina. Kravið úr triðja heiminum Tað er sagt so ofta fyrr. Vælferðin er fyri tey fáu, sum búgva í vesturheimi- num, og treytað av neyðini í triðja heiminum. Hetta er suður-norður kreppan, ið sum eitt óløgi stendur til at bróta og “skola so mangt omanav.” Nýtímans samfeløg og búskapur í Afrika eru skapt av euro- pearum til egið gagn. Tað var vesturheimurin, ið bæði keypti og seldi træl- irnar í síni tíð, og eftir hesum handli vóru nógv av samfeløgunum til. Vest- urheimurin bæði seldi og keypti diamantarnar í Suðurafrika, og landið varð skipað eftir tí. Europ- eararnir fingu alt, afrikar- arnir einki. Tað er vestur- heimurin, ið selir oljuna í Nigeria, og tað er vestur- heimurin, ið keypir hana eisini. Hin vanligi nigeri- anarin fær einki. Tey snór- abeinu landamørkini eru strikað við europeiskum linjálum, og eru í sjálvum sær beinleiðis uppruni til mangt eitt kríggið í heims- partinum. Í heyst vóru samráð- ingar í Seattle um nýggja heimshandilsskipan. Tær slitnaðu við mikið rok, tí vesturheimurin vil ikki sleppa triðja heiminum upp í part.Vesturheimurin - EU og USA - vil reg- ulera heimshandilin til egnan fyrimun. Londini í triðja heiminum krevja fríari handilsskipanir, so tey sleppa upp í part at selkja egna góðskaða landbúnaðarframleiðslu- við. Vesturheimurin vil ikki, at tey hava nakra vørugóðsking yvirhøvur, men skal selja sínar land- búnaðarvørur sum ótil- virkaðar rávørur til góðsk- ing í ídnaðarlondunum at selja sær sjálvum og teim- um aftur. Vit vita , at hetta ber ikki til í longdini. Og um skamma stund, tíðliga í nýggja túsundáraskeiðnum stendur øll henda skipan fyri kollvelting. Hvussu ógvuslig hon verður, verð- ur tað vesturheimurin, ið kemur at avgera. Hvussu leingi ber til at hava kikaran fyri blinda eygað? Heilt víst er tað, at áðr- enn nýggja øldin er hálv- runnin, er kravið frá triðja heiminum um at fáa lut í ríkidøminum og vælferð- ini fyri vestan so sterkt, at ein javning stendur sum einasta loysn. Og hon verður ikki til fyrimuns fyri luksuslívið í vestur- heiminum. Høvuðsmálið fyri framman er, hvussu heimurin skal býta av- markað tilfeingi. Her er einki annað svar uttan meira vitan og gransking. Kríggið fer at harðna um bitarnar, og bara kunn- skapur, ikki vápn ella religión, kann finna loysn- ir. Afturgongd fyri stavn? Hugmyndin um ta ævigu framgongdina stendur til at falla. Eg síggi fyri mær afturgongd frá vælferðar- samfelagnum og ríkmann- alívinum í vesturheimi- num longu í hesi øldini. Fylgi eg hagtølunum fyri meðal livialdurin hjá monnum í hesum heims- partinum, livi eg til ár 2017, og tað kann sera væl henda, at eg komi at upp- liva nakað av hesum. Longu tá fyrsta øld av túsundáraskeiðnum er runnin, verður onki av tí, ið verður nevnd sum týdn- ingarmikið í spølunum hjá fjølmiðlunum hesar dagar- nar, tikið upp á tungu, tá øldin skal gerast upp. Tað sum vit í okkara yvirmóð hava skýrt heimsbardagar, fara verða nevndir í fót- notum í søguverkunum, kommunisman og kalda kríggið í seinnu helvt av hesi øldini og at múrurin fall, eru kuriøsar episodur, og kanska er fólkastýrið eisini ein langt síðani endað og sera stutt søgulig perioda, skúlabørn verða plágað við til próvtøku. Tað kann eisini verða, at áðrenn túsundáraskeiðið er hálvrunnið, tosar alheim- urin eitt einasta mál, sum ikki heilt víst verður enskt/amerikanskt. Fyri- gevið mær, at eg nú eri farin at spáa, ið eg sum nevnt ikki dugi, men tá hjartað er fult, mælir muð- ur. Meira sannlíkt er, at um hetta sama mundi, tá øll tosa eittans mál, er heldur eingin munur á huðaliti longur. Hevði tað verið so væl. Røddir úr grøvini Aftur til føðingardags- barnið. Søgan um alding- arðin er framvegis kristin- dómsins raison d´être, læran um arvasyndina. Í 1500 ár eydnaðist kirkjuni at steðga gransking og nýggjari vitan, men so rivnaðu garðarnir, og vit komu har til, vit nú eru stødd. Hundrað ár undan meistaranum Galilei fekk einsýnamaðurin Leonardo da Vinci sær at eta av tí forbodnu fruktini av træn- um og vegaði nýggjar og ókendar gøtur á kunnskap- arins øki. Hann teknaði tanks, tyrlur og kavbátar (við árum!) og annað mangt. Hann var so djarv- ur at kanna mannakroppin, skar lík sundur og gransk- aði vøddar. Men alt í duld- um. At granska skapanar- verk Guds (og kirkjunn- ar!) var ikki lukkuligt, og væl kundi hann fingið harðari revsing enn Galilei hundrað ár seinni. Kunnskapur og vitan var so vandamikil, at kirkjan enn ikki vildi prædika orðið á málum, tey trúgv- andi skiltu. Luther breyt harðræði kirkjunnar, og hóast evangelisk-lutherska kirkjan ikki er syndafrí á hesum øki, gjørdist lættari at fáa størri vitan til vega. Renesansan og upplýsing- artíðin eru týdningarmestu skeiðini í áratúsindunum. Tí er tað hugtyngjandi og ræðandi, at fávitskan og óvitinheitin á gáttini til eitt nýtt túsundáraskeið aftur tekur sær sess í kirkj- uni. Ikki á bríkunum, lurt- andi eftir presti, men á prædikastólinum lærandi tey í bríkunum. At ein heil røð av lærdum (?), funda- mentalistiskum prestum aftur fær ljóð fyri seg í kirkjuni. Hava tey seinastu 500 hundrað árini verið til fánýtis? Hvønn týdning kann tað hava fyri sálanna freslu, hvør prædikar klokka 12 og hvør prædikar klokkan 15? Kann tað hugsast at hava týdning “upp á hin eina dag,” nær prestur prædikaði? Neyvan, men hjá maktsjúkum prestum, hevur slíkt týdning. Tað er ein óbehagiligur tanki, at religiøs fund- amentalisma aftur er farin at dosera í kirkjuni ta upplýsingarfíggindaligu læru, at tað er synd at hugsa og fáa sær innlit og vitan. Snøgt sagt, eta av trænum í aldingarðinum. At orðið í sær sjálvum er tað avgerðandi, ikki hvat orðið merkir. Og ikki er sørt, at eitt ekkó av hesi antiupplýsingarlæru hevur ljóðað í vísindaliga kjaki- num um eitt nú arva- gransking. Skula vit aftur hartil, at vísindini verða dikterað ex cathetra úr kirkjuni? Uppgávan fyri framman er at leska okkum meira av trænum í aldingarði- num. Granska, ikki spáa. Evnini at duga á at skyna millum gott og ilt verða tey mest avgerðandi fyri mannaættina eisini kom- andi túsundáraskeið.