Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 Leygardagur 15. januar 2000 Toleransa er boð- skapurin Fýra síður um William Heinesen og tiltøk á 100 ára degnum Úrmælingurin úr Usbekistan Nicolaos Kapnas hevur strokið violinstreingjum, síðani hann var 9 ára gamal. Hann hevur fingið undirvísing í Usbekistan, Grikkalandi og Belgia, og nú er hann musikklærari í Føroyum. síða 18 og 19 Veljið tykkara egnu loysnir Tim Severin: síða 16 og 17 Viðmerking: Eitt sera løgið, men tó á- hugavert orðaskifti hevur tikið seg upp, meira ella minni sum ein fylgja av ein- ari bersøgnari blaðsamrøðu, sum Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður hevði við Sosialin. Torbjørn førdi m.a. fram í blaðnum, at hann umhugsar støðuna, um hann vil aftur í tingið, tí hann hevur kent seg sum atkvøð- uneyt hjá landsstýrinum, sum hann upplivir meira sum eitt diktatur heldur enn ein liður í fólkaræðisligu skipanini við tríbýtta valdi- num. Fyrst má eg siga, at neyv- an hevur ein løgtingsmaður nakrantíð áður verið so ber- søgin um egnu politisku ó- megd sum samgongumað- ur, sum Torbjørn er, men samstundis er samrøðan eis- ini ein ótrúliga hørð atfinn- ing mótvegis landsstýrinum fyri eina diktatoriska fram- ferð mótvegis egnu sam- gongumonnum. Harnæst hevur Torbjørn við síni samrøðu givið okk- ara politisku skipan nøkur hættislig høgg, og vandi er fyri, at borgarar fara at missa álitið á løgtingið. Og tað er í sær sjálvum vanda- mikið, tí hvat er alternativ- ið? So í so máta, vóru orðini kanska betur ósøgd og áttu heldur at verið tikin upp í einari viðgerð í samgong- uni, sum eisini Torbjørn er partur av. Tað hevði eisini verið gagnligt at havt eitt orða- skifti millum flokkarnar á tingi, um hvørjar siðvenjur skulu brúkast í samband við nýggju stýrisskipanarlóg- ina. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður hevur síðan gjørt nakrar viðmerkingar til Tor- bjørn, har hann m.a. sigur, at tingið er ov veikt mót- vegis landsstýrinum, og at tingið ikki brúkar teir møg- uleikar, sum liggja í stýris- skipanarlógini. Síðan nevnir hann eisini , at nú flokkarnir fáa floksskrivara, so verður alt betur. Floksskrivarin fer ikki at loysa slíkar trupul- leikar, tí trupulleikin er reint politiskur. Orsakað eg sigi tað, men eg haldi, at Høgni er farin púra skeivur av Torbirni. Um so er, at løgtingið er veikt, so er tað samgongan í tinginum, sum er veik. Og er hon veik, so er tað ein trupulleiki hjá samgonguni, sum einki hevur við tingar- beiðið annars at gera. Tá Torbjørn sigur, at hann ikki finnur seg í bert at vera at- kvøðuneyt, so liggur tað í hesum, at hann kennir seg at vera uttan fyri ta politisku prosessina. Hann er sum løgtingsmaður ikki inndrig- in í eina politiska viðgerð av einum máli, sum er undir fyrireiking. Hann hevur snøgt sagt ikki havt møgu- elikan at siga sína hugsan, fyrr enn atkvøðuknappurin skal aktiverast. So alt í alt ein kritikkur av arbeiðslag- num i samgonguni. Sjálv- andi skal man ikki vænta, at ein løgtingsmaður í sam- gongu verður ídnastur at leggja misálit fram, so hetta er ein møguleiki, sum er rættiliga fjarur fyri flestu samgongutingmenn. Eisini hevur løgmaður lagt eina ótrúliga toleranta linju fyri, hvat hann heldur, at ein landsstýrismaður kann loyva sær. Síðan hevur Høgni eisini nakrar hugleiðingar um, at fólk ikki hava álit á polit- isku skipanina, og at bert ein loysn er til tann trupul- leikan, og tað er sjálvsagt fullveldi. „Tá vit fáa full- veldið, so verður alt annað gott“. Eg meini tað__ Løgmaður hevur eisini havt sínar viðmerkingar, har hann m.a. geiðir frá, at øll uppskot verða send sam- gonguflokkunum í góðari tíð fyri framløgu til ummæl- is. Tað er í sær sjálvum skil- agott, men um flokkarnir ikki viðgera málini, so er tað púrast burturspilt orka. Men fyri tann skyld er tað ikki nakað í vegin við Før- oya Løgtingi og heldur ikki við andstøðuni. Taka vit dagsaktuelle málið viðvíkjandi pensjón- unum, so er tað eingin um- bering fyri tingmenn, at uppskotið, sum kom frá Helenu Dam á Neystabø ikki var nóg gott. Tingmenn ábyrgdast ikki nøkrum landsstýrismanni ei heldur Eitt sera løgið orðaskifti løgmanni, men standa bert til ábyrgd fyri sínum velj- arum og egnari samvitsku. So undanførslurnar hjá tjóð- veldismonnunum, um at teir kendu seg noyddar at at- kvøða, hon dugur snøgt sagt ikki. Tí tað er ikki ein skip- an, sum er veik, men tað eru nakrir løgtingsmenn, sum ikki liva upp til sína uppgávu sum parlamentar- ikkarar. So nú samgongan er farin alment út við teimum skitnu klæðunum, so er bert at vóna, at teir finna staðið, har trupulleikin veruliga liggur. Og tað er so avgjørt eingin grund til, og harafturat beinleiðis skaðiligt, at halda, at Føroya Løgting ikki er nóg sterkt. Føroya Løgting er sam- bært stýrisskipanina sterkt, men tó verða tað teir ein- støku tingmenninir, sum gera av, hvussu nógv styrki liggur í løgtinginum, og hvussu nógv styrki liggur hjá landsstýrinum. Og allir tingmenn úr andstøðu vilja sjálvandi hava eitt so sterkt løgting, sum gjørligt, með- an teir sum lata seg diktera av landsstýrinum, teir sita allir í samgongu. Míni ráð skulu tí verða, at tit ikki gera hetta til eitt mál, sum tað als ikki er, men heldur royna at loysa innanhýsistrupulleikarnir, sum tit sita við. Tit eiga or- søkina til trupulleikan, og tit eiga loysnirnar til trup- ulleikan. Og trupulleikan sita tit við í fanginunum. Jóannes Eidesgaard løgtingsmaður Ikki hissini remingar rund- an um Jóannes Eidesgaard fyri tíðina. Politiskir mót- støðumenn misskilja hann, viðhaldsmenn somuleiðis, blaðmenn og tíðindamenn eisini, flokkar og fjølmiðlar, alt og øll misskilja tey Jó- annes Eidesgaard. Á tingi skiltu vit ikki, hví hann stakk av, tá ið hann kundi havt bjargað pensjon- istunum 25 mió.kr. Heldur ikki skiltu vit, hví hann ikki vildi vera við til at bjarga Suðuroyar Sjúkr- ahúsi 1,8 mió.kr. Og innanfloks stendur enn verri til. Har skilir eing- in nakað sum helst. Ónøgdin, sum har hevur leikað á, kom fram fyri al- menningin um vikuskiftið, og givið er, at vátt hevur verið í reiðrinum longri tíð. Ósemjan er húsvill, og fær ikki verið innanfloks long- ur. Jóannes Eidesgaard fekk turt upp á frá fyrrverandi flokskrivara sínum, sum í nýtum orðum segði honum, at hvørki høvd ella hali var á politisku leiðslu floksins. Formaðurin hevur verið gyrdur í brókum síðani tá, og valdi fyri fyrst alment at takka fyri avbukingina, og lovaði bót og betring. Kortini nýtti hann høvið til at siga frá, at tað eina mest vóru útvarp og sjón- varp, har hann annars altíð hevur verið fast inventar, sum áttu ábyrgdina av, at Javnaðarflokkurin og for- maður hansara ikki fingu boðskapin frá sær. Afturat formanninum í Vága valfelag hava vit sæð fleiri aðrar floksmenn skriva, at heldur ikki teir skiltu serliga nógv av polit- ikki floksins. Vit sóu tað undan Skop- unarfundinum, har fleiri sóknaðust eftir einari greið- ari støðu, serliga á fullveld- isøkinum, men vit hava ikki sæð hana enn. Uttanfyri flokkin hava vit verið enn fleiri, ið ikki hava skilt mál og mið Javnaðar- floksins, og um dagarnar løgdust so eisini blaðmenn- inir á bæði Sosialinum og Dimmalætting afturat hes- um skarað, ið ikki fatar ein pinn av fullveldispolitikki Javnaðarfloksins. Kortini so sigur Jóannes Eidesgaard, at tað serliga er fullveldismálið, sum er far- ið avstað við tíðini hjá sær, og at tí hevur so mangt ann- að ligið á láni. Hetta setur hetta okkum enn fleiri spurningar, enn tað gevur svar, tí tað er jú júst á hesum økinum, ið Jó- annes Eidesgaard nýtir alla sína orku, at Javnaðarflokk- urin ikki serliga greiður. Seinast hann var í Fimm- aranum, segði hann seg vera mest einsamalla mann á Kristjansborg, og ongantíð segði hann seg hava verið inni á gólvinum hjá floks- feløgum sínum har niðri. Løgið kortini Vit spyrja okkum sjálvi, hví Jóannes Eidesgaard so hiv- aði Óla Stavad, sum hann ongantíð hevur verið inni á gólvinum hjá, líka til Skop- unar, at kyrra føroyskar javnaðarmenn, sum standa sum ryssur yvir deyðum fyl- um, slotandi og spyrjandi eftir politikki floksins. Ein annar maður, sum Jó- annes Eidesgaard heldur ikki hevði verið inni á gólv- inum hjá, Pól Nyrup Ras- mussen, segði almenningi- num á landsfundi danska Javnaðarfloksins, at var tað nakar, sum stóð honum undir lið í donskum poli- tikki, og vice versa, so var tað júst ein við navni nevnd- ur - Jóannes Eidesgaard. Eg meini tað Stríð og strev er óivað inn- anfyri allar flokkar á tingi, men nú hevur so Javnaðar- flokkurin valt at tveita Jó- annes Eidesgaard fyri úlv- arnar. Týðiligt er, at tá ið Javnaðarflokkurin skal vera konstruktivur, so fær hann trupulleikar, og tí er pan- ikkur komin í Jóannes Eid- esgaard. Tílíkur ótryggleiki, so- leiðis sum vit sígja hann, er alt annað enn serliga heppin upp undir løtuna, hvar vit føroyingar - saman við Javnaðarflokkinum - fara at leggja seinastu hond á full- veldisætlanina, áðrenn vit fara til Danmarkar at sam- ráðast um hana. Greitt er, at vánalig leiðsla skapar mótsetningar innanhýsis. Tað er serliga nakað, sum kann henda, tá tú situr í samgongu, meðan tað er meira ókent og tí enn álvarsamari, tá ið tað hendir í flokki, sum situr í and- støðu. Hvat klakt verður í váta reiðri Javnaðarfloksins vita vit lítið um í løtuni, men gott og gagnligt hevði tað verið við eini sjálvrannsak- an, soleiðis at vit vita, hvar vit hava hvønn annan. Tað er ikki heppið, at øll misskilja ein av floksfor- monnunum á tingi. Sam- gonga og andstøða, mót- støðumenn og viðhalds- menn, blaðmenn og tíðind- amenn, flokkar og fjølmiðl- ar, øll hava trupult við at skilja Jóannes Eidesgaard. Tað átti Javnaðarflokkur- in at gjørt nakað við. Hergeir Nielsen Skilir nakar Jóannes Eidesgaard? Dálkandi løgur Útvarp Føroya tosar dagliga um at melda Landssjúkr- ahúsið fyri at hava latið dálkandi løg út á sjógv, sam- stundis sum Útvarp Føroya í líka so langa tíð hevur latið dálkandi løg út í luftina. Johan í Kollafirði