leygardagur 15. januar 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 10 – 15. januar 2000
Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720.
Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein
Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.
Óla Jákup
Rólantsson,
útvarpsmaður
Svikin lyfti
Stórsta 2000-trupuleikan haldi eg vera, at ótal av fólki,
eg annars hevði fult álit á, ikki hava hildið síni nýárslyfti.
Vikurnar undan ársskiftinum trúttaðu serliga Útvarp og
Sjónvarp Føroya niður í fólk, at talan var um eitt aldar-
skifti og eitt ártúsundaskifti. Uppruni og orsøk til hetta
táputvassið er sjálvandi tann nógv umrøddi ár 2000
teldutrupulleikin, hetta at teldurnar hava torført við at
skilja - ella als ikki skilja, at 00 er 01 meira enn 99.
Hetta hevði við sær ótrúligar avleiðingar. T.d. boðaðu
trúarbólkar frá, at frá Nóa til Ábraham vóru 2000 ár, frá
Ábrahami til Jesus vóru 2000 ár, og nú vóru altso 2000
ár liðin afturat - sostatt var heimsins undirgangur alvísur
nú á ársskiftinum. Eitt feskt føroyskt dømi vóru hjúnini,
sum ikki vildu keypa nýggjan bil undan jólum, tí tey
vildu fyrst vita, hvat hendi. Eingin orsøk var at koyra í
nýggjum bili dómadag! Spurningurin er so, hvat tey
skuldu nýtt peningin til ístaðin, um nú ragnarrokið køvdi
av gamlaárskvøld.
Og hetta er ikki so løgið. Útvarpsteologurin Armgarð
Arge hevði á jólum sending, sum æt “Jesus 2000 ár”. Nú
er tað soleiðis, at tað altíð hevur verið eitt ivamál, nær
Jesus veruliga varð føddur, men sambært matematikara í
Útvarpi Føroya í nýggjársaftan, so var hann altso føddur
ár 1. Altso fylti hann 1998 ár jóladag. Men so skunda
onnur sær at siga, at hann var føddur ár 0, sum um hetta
skuldi rættvístgjørt, at hann veruliga fylti 2000 ár hesa-
ferð. Men varð hann føddur jóladag ár 0 – t.v.s. viku
undan okkara tíðarrokning, so fylti hann kortini einans
1999 ár hesaferð. Altso undir ongum umstøðum 2000 ár.
Orsøkin er sjálvsagt einføld. 2000 ár eru ikki liðin
fyrrenn tey eru liðin – t.v.s. næsta ársskiftið, tá vit fara
inn í ár 2001. Henda øldin byrjaði í 1901, og sostatt er
heldur ikki talan um nakað aldarskifti fyrrenn næsta
árskiftið, tá 100 ár eru liðin síðani seinasta aldarskiftið.
Kortini megnaði Hilmar Jan Hansen nýggjársaftan at
kunngera, at fyrsta barn í nýggju øldini og nýggja tús-
undárinum longu var føtt á New Zealandi. So tað var
altso ikki bara Jesuspápin, sum var fyri sína tíð! Og mín
góði vinur Kári Olsen segði mínsann týsmorgunin, at
hetta millienniumbarnið var sjúkt - ikki so løgið, tá tað
er føtt eitt heilt ár ov tíðliga!
Men hóast teldutrupuleikar og hóttanir um heimsins
undirgang, so hendi einki akkurát tann dagin. Men síðani
hava mong skilafólk svikið síni enntá almennu nýárslyfti.
T.d. bedýraði Elis Poulsen millum jól og nýggjár, at hann
varð ikki aftur at hoyra fyrrenn í næstu øld. Hann er
longu afturkomin eitt ár ov tíðliga. Dagur og Vika kom
sambært Sigrún Brend ikki aftur fyrrenn í næsta ártúsundi
– men tey, ið trúðu, at vit sluppu undan neyð og elendig-
heit á skuggjanum í eitt ár, gjørdust vónbrotin, samstundis
sum mentamálaráðharrin aftur má at hugsa um eykajáttan
til Sjónvarp Føroya.
Gekkurin – henda evindaliga plágan við alt ov smáum
vinningum – skuldi sambært vertinum ikki koma aftur
fyrrenn í næstu øld. Og trætan á Toll & Skatt skuldi
sambært Starvsmannafelagnum ikki loysast fyrrenn í
næstu øld, so at pantifútarnir ikki sluppu til arbeiðis næsta
árið, og tey, ið skylda eitt sindur av skatti, útvarps- ella
sjónvarpsgjald, óttaleys kundu spenna bringuna úr sær í
eitt ár afturat! Men hesi vóru eisini svikalyfti. Tíverri.
Eg var í Skálavík á nýggjárinum. Skálavíkar Komm-
una og Ungmannafelagið Keldan bjóðaðu hvørjum mans-
barni til døgverða. Hetta er vanligt har á leið og pláss er
fyri øllum í Kelduni. Nógv varð gjørt burturúr – maturin
kom úr Havn, so fólk sluppu undan at nýta tíðina uppá
matgerð. Men stóri trupulleikin var, at borgarstjórin í
innbjóðingini lovaði, at veitslan skuldi haldast inn í næstu
øld, og eftir midnátt skuldi dansast líka inn í næstu øld.
Hendan millenniumveitsla vardi tíbetur ikki eitt samfult
ár! Og undantikið trettindahaldið har suðuri hevur verið
friður í bygdini. Og borgarstjórin er fyrigivin.
Tim Severin:
Lurtið eftir øðrum men
veljið tykkara egnu loysnir
- Grindadráp er ein partur av føroysku mentanini. Men verður tað ov lætt og
krevst lítil orka at fáa grindina til høldar, so er vandi fyri, at virðingin fyri
hesum aldargamla siði fer fyri bakka, sigur kendi ævintýrarin og rithøvundin
Tim Severin
Jan Müller
Hann hevur skrivað hópin
av bókum og hevur ferð-
ast um allan heimin við
filmum og frásagnum
sínum frá mentanum, sum
antin eru gloymdar ella
enn bara ana. Mentanir
koma og fara - fleiri
hvørva, tí pláss er ikki
fyri teimum í nútímans
brúkarasamfelagnum.
Talan er um írska ævin-
týraran, slóðbrótaran og
mentanarmannin Tim
Severin, í hvørs hjartað
føroyingar og her ikki
minst listamaðurin Trónd-
ur Patursson hava átt eitt
stórt pláss hesi seinastu
25 árini.
Fyrr í hesum mánað-
inum vitjaði lítillætni og
fyrikomandi írin Tim
Severin í Føroyum og helt
fyrilestur fyri einum
fullum Norðurlandahúsi.
Við lið hansara var sum
ikki einaferð Tróndur
Patursson, listarmaðurin
úr Kirkjubø, sum í skjótt
fjórðings øld hevur fylgt
Tim Severin á avbjóðandi
og vandamiklu men sam-
tíðis sera spennandi ferð-
um hansara á mongum av
heimsins høvum. Seinast í
eysturindonesia saman við
stórhvalaveiðumonnum.
Frálíkur forteljari
Á ein lættan og sera fang-
andi hátt greiddi Tim Se-
verin teirri stóru mann-
fjøldini í Norðurlandahús-
inum frá hesi seinastu ferð
síni og Trónda saman við
innføddum hvalamonnum
á havleiðunum út fyri
Indonesia. Fyrilesturin og
filmsfyrivísanin bygdu á
nýggjastu bókina »Moby
Dick, the white whale«. Á
ein hjartaligan og hug-
takandi hátt greiddi Tim
frá søgum og hendingum í
Kyrrahavinum - í kjalar-
vørri hvíta hvalsins.
Eingin ivi var um, at írin
hesa løtuna rúnarbant før-
oyingar við sínum livandi
Tim Severin og Tróndur Patursson í Norðurlandahúsinum
frágreiðingum og mynd-
um. Apellurin, sum Tim
Severin m.a. hevði til
føroyingar, tá hann greiddi
frá og vísti film í Norður-
landahúsinum, var at verja
um traditiónir og siðir í
teirra náttúrliga líki.
Í filminum frá Kyrra-
havinum sóu vit teir inn-
føddu rista kross yvir
hvalin. Teir virdu hvalin
eins og føroyingar hava
gjørt tað gjøgnum øldir.
Men, sum ein av áhoyr-
arunum segði eftir sýn-
ingina: - tað kann so vera
ein vandi í hesi materia-
listisku verð, at vit eru við
at gloyma virðingina fyri
Guds skapanarverki, so-
leiðis sum vit hóreiggja
okkum? Her sipaði hann
til, hvussu vit fara um
livandi tilfeingið sum
heild, har fiskastovnar
verða ov hart troyttir.
Søguna, sum Tim Seve-
rin segði frá í Norður-
landahúsinum um Hvíta
hvalin og um veiðufólkini
har eysturi, kunnu lesarar
fáa alt at vita um við at
ogna sær bókina, ið júst er
útkomin. Hon fæst í bóka-
búðunum.
Hevði ikki viljað verið
Trónda fyriuttan
Hann hevur skrivað einar
14 bøkur og fleiri av teim-
um - einar seks í tali, hev-
ur hann skapt og gjørt
saman við Trónda Paturs-
syni.
-Eg vóni, at vit báðir
kunnu samstarva eins væl
í nýggju øldini sum í tí
undanfarnu. Tað veldst so
um, hvørjar stundir hann
hevur, og sjálvsagt eisini
um, hvørji evni og øki eg
fari at velja at gera nakað
burtur úr.
Tim Severin metir sam-
starvið við Trónda at hava
verið unikt og framúr gott.
- Fyri meg persónliga
hevur hansara íkast verið
»a unik flavour to the
work« sum hann málber
seg á móðurmáli sínum.
Nr. 10 – 15. januar 2000
17
er. Hinvegin eiga vit at vísa
teimum, sum framvegis halda
lív í gomlum siðum og hand-
verki, hvussu týdningarmikil og
serstøk tey eru. T.d. ein hand-
verkari, sum arbeiðir við træi ol.
ella ein siglingsmaður, sum
dugir sera væl at brúka bát. Eg
vil sjálvandi greiða øðrum frá
øllum hesum, men fyrst og
fremst vil eg hava hesi fólkini,
sum framvegis halda lív í siðum
og traditiónum og handverki at
skilja, hvussu týdningarmikil tey
eru.
Grind og føroyingar
Hvat hevur hesin Tim Severin tá
at siga okkum føroyingum, sum
umframt at eiga eitt nýtímans
samfelag, eisini halda lív í
gomlum siðum so sum at drepa
grind!
- Eg royni ongantíð at siga
fólki, hvat tey skulu og ikki. Tað
eg skrivi eru mínar egnu upp-
livingar og áskoðanir.
Føroyar eru eru eitt sera for-
kunnugt samfelag, og sum
byggja á stór virði hjá tí ein-
staka menniskjanum. Tit hava
eitt sera væl útbúgvið fólk, sum
eisini hevur megnað at halda
fast við røturnar. Tit hava varð-
veitt og ment tykkara mál, tit
halda lív í gomlum siðum so
sum grindadrápi osfr.
Tim Severin ynskir ikki at
koma við viðmerkingum til
grindadrápið í dag, tí hann
heldur føroyingar eru teir, sum
vita mest um grind og grinda-
dráp. - Útlendingar skulu ikki
siga føroyingum nakað, tí tá er
tað ein hjálandastøða. Tú kanst
ikki koma sum fremmandur og
Tim Severin her saman við Trónda og bróðurinum Páll í heiminum hjá Trónda í Kirkjubø. Við borðið er eisini Johan Mortensen, sum altíð hevur verið tilreiðar at
geva eina hjálpandi hond, tá okkurt tiltakið hevur verið fyriskipað
siga, at tí fólk í mínum landi lata
seg í hesi og hasi klæðini, eiga
føroyingar eisini at gera tað
sama. Tað er at sammeta við
neokolonialismu.
Eg haldi føroyska grinda-
drápið hevur stórt virði fyri
føroyingar. Men fyri at halda
fram at hava virði, so má
grindadrápið eisini verða virt av
føroyingum og umheiminum.
Tað er rætt, at grindin er partur
av føðini og føroyska matinum,
men hon er ikki lívsneyðug.
Mín varhugi er, at einasti máti
at kunna varðveita gomlu sið-
irnir og virðingina fyri teimum í
sambandi við eitt nú grindadráp
er, at føroyingar eru varnir og
ikki gera tað ov lætt at drepa
grind. Tvs. at fólkið, sum er við
til grindadráp, má gera nakað
fyri at fáa grindina til høldar.
Eins og stingararnir á indones-
isku træbátunum gjørdu tað. Eg
sigi ikki, at tit skulu fara aftur til
at brúka aldargamlar siðir, men
skal tú varðveita traditiónir, so
mást tú eisini onkursvegna
leggja onkra orku í tað. Verður
tað ov lætt at drepa grind, so fer
eisini virðingin fyri hesum siði
fyri skeyti. Soleiðis hevur tað
altíð verið við veiðufólki.
Herfyri segði Tróndur Paturs-
son við Sosialin, at hann fegin
sá, at føroyingar bert brúktu
árabátar til grindadráp.
Lurta men vel tínar egnu
loysnir
Vit spurdu Tim Severin, hvussu
føroyingar eiga at fyrihalda seg
til Greenpeace og aðrar um-
hvørvisfelagsskapir, sum koma
henda vegin fyri at steðga
Tim Severin viðgongur, at
hann hevði kunnað klárað seg
við fotomyndum til bøkur sínar,
men hann hevur altíð ynskt at
arbeiða saman við einum listar-
manni, sum kann gera tekningar
á staðnum. At hann eisini hevur
fingið ein vin og ein hegnigan
arbeiðsfelaga á mongu av
strævnu og torføru ferðum sín-
um er ein ikki minni týðandi
fongur.
- Eg vil fegin hava Trónd við
mær aftur til komandi ferðir,
men spurningurin er, um hann
hevur stundir til tess. Um hann
sleppur frá sínum mongu upp-
gávum. Eg havi skilt, hann er
vorðin sera kendur og nógv
umbiðin, so eg veit ikki, um
Tróndur fær tikið sær tíð til at
koma við á fleiri ferðir. Vónandi
fer tað at ganga.
Uppá fyrispurning hvussu og
hvar verður sett út í kortið í
nýggju øldini, nú hann ikki ætlar
sær at gevast enn, sigur Tim
Severin, at tað er ilt at meta um.
- Eg hevði ongantíð biðið Trónd
koma við mær, um eg ikki føldi,
at hetta kundi geva honum nak-
að at brúka og útvikla seg við
sum listamaður. Mítt innasta
ynski er, at Tróndur sjálvur fær
íblástur á teimum ferðum, har
vit eru saman. At hesar ferðir
kunnu vera við til at menna
hann sum listamann.
Tim Severin sigur, at um
Tróndur er tøkur og metir tað
kunna menna hansara listarligu
evni, so gongur leiðin helst til
Karibiska havið næstu ferð.
Og har sita teir so, eftir væl-
eydnaða frásøgn í Norðurlanda-
húsinum, heima í sjáldsomu
húsunum í Kirkjubø, við borðið
úr rekaviði, har borðreitt er við
turrari grind og spiki og øðrum
góðum. Brosandi írin lyftir
glasið og skálar fyri Patursson-
familjuni, sum hann sigur hevur
verið so góð og blíð við seg
gjøgnum øll árini.
25 ár frammanundan kom Tim
Severin við bátinum Brendan til
Kirkjubøar. Tá hitti hann fyri
fyrstu ferð Trónda. Og tað var
skjótt, at tað varð áfast millum
teir báðar. Tað er so vorðið til
eitt lívslangt og inniligt vinarlag
millum tvey menniskju, millum
tveir listamenn á hvør sínum
øki, eitt vinarlag, sum fer at vara
langt inn í hesa nýggju øldina
eisini. Hetta eru teir samdir um.
Virðingin fyri øðrum
Vit nýttu høvi til at spyrja Tim
Severin, hvat hann vil við sínum
bókum og mongu ferðunum!
- Høvuðsboðskapurin við
mínum arbeiði hevur verið at
vísa virðing fyri tí, sum farið er
og teimum fólkum, sum livdu
fyrr. Og her hugsi eg serliga um
fólkini, sum vóru handilsmenn
ella handverkarar, antin tey
vórðu sjómenn, timburmenn ella
fólk, sum arbeiddu við leðri ella
fólk sum ferðaðust. Tey høvdu
eina filosofi, eitt forvitni og tol
og ikki minst virðing fyri Guds
skapanarverki.
Tim Severin viðgongur, at tað
er sera torført at varðveita nakað
í allar ævir. - Onkuntíð er tað tí,
sum at fara ímóti streyminum.
Men áðrenn siðir og traditiónir
doyggja út kann man royna at
taka upp á band og royna at
skilja tað sum var og framvegis
grindadrápinum?
-Tell them to mind their own
business. Júst sum indianararnir
í statinum Washington gjørdu.
Tá teir í fjør fóru undir aftur at
veiða hval var Poul Watson har
og Greenpeace somuleiðis. Teir
vóru bidnir um at rýma, á ein
hampuligan og siðiligan hátt, og
teir rýmdu.
Tim Severin heldur, at tað er
umráðandi at lurta eftir tí, sum
onnur hava at siga men samtíðis
gera greitt, at loysnirnar tú velur
eru tínar egnu. Tað eru føroy-
ingar sum skulu avgera, hvat
skal henda.
Nú Tim Severin enn einaferð
takkar fyri seg í Kirkjubø og fer
út aftur í stóru verð vil hann
fegin bera eina tøkk til vin-
mannin Trónd Patursson.
- Øll samfeløg hava fólk, sum
skara framúr. Onkur sum ein
kendur politikari, onkur sum ein
góður handilsmaður. Eitt heppið
samfelag eigur eisini fólk, sum
listarliga skara framúr. Tað
kunnu vera yrkjarar, rithøvund-
ar, listamálarar osfr. Eg haldi, at
øll framkomin samfeløg virð-
ismeta týdningin av hesum. Í
Írlandi hava vit nógvar góðar
rithøvundar, yrkjarar og pol-
itiskar tonkjarar. Tað eru oftani
fólk, sum liva fyri seg sjálvi og
sum ikki missionera. Tvs. tey
brúka ikki síni evni til at trútta
niður í onnur, hvussu tey skulu
vera.
- Eg trúgvi, at tit í Føroyum
eiga mong góð fólk. Og eitt
teirra er fjølbroytti listarmaðurin
úr Kirkjubø. Fyri meg umboðar
Tróndur Patursson nakað av tí
allarbesta við føroyskari mentan.