leygardagur 15. januar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 10 – 15. januar 2000
Eyðun Klakstein
Ein pakki við telduspælinum
FIFA 2000 liggur við vindeygað,
og eitt Nike-merki hevur lent á
bringuni á honum. Ikki akkurát
eyðkenni fyri ein violin-
úrmæling, sum er komin eystan
úr Usbekistan og til Havnar at
verða musikklærari.
Í stovuni stendur eitt pyntað
jólatræ og breggjar sær tveir
dagar fyri gamla trettanda. Úr
stovuni hevur tað útsýnið beint
oman á Realkredittstovnin, sum
hevur sett seg oman á gamla
Fossbankan.
Á telduskerminum snúgva
nótarnir sær, og omanfyri teld-
uni hongur ein stór svørt klokka,
sum helst man hava til uppgávu
at fáa grikska russan á føtur, tá
hann skal av húsum fyri at und-
irvísa ungum violinspælarum.
Nikolaos Kapnas ivast í, hvat
borð vit skulu seta okkum við,
men tá hann hevur flutt stólarnar
runt í stovuni, avger hann, at tað
man vera best at sita við borðið
mitt í stovuni. Á borðinum
stendur eitt blomutyssi, sum
hann fekk eftir nýggjárskonsert-
irnar í Norðurlandahúsinum
seinasta sunnudag, og tá hann
kemur við sínum koppi, sum
hann kallar stóran, er tað meira
at líkna við ein bolla fullan av
kaffi.
–SEg havi brúk fyri nógvum
kaffi fyrrapartar, sigur hann,
meðan hann setist, og finska
kona hansara, Hedwig, kemur
við nýgjørdum kaffi. Hon skilir
føroyskt og roynir eisini at orða
seg á føroyskum.
– Tað eri ikki eg sum spæli
FIFA 2000, men 11 ára gamal
sonur mín, sigur hann og av-
dúkar samstundis, at hann hevur
ein veikleika fyri telduspælinum
Star Trek, sum gongur fyri seg í
eini tíð, nógv violinstykki frá
okkara døgum.
Nikolaos Kapnas trein fram í
bestu senditíð í sjónvarpinum
sunnukvøldið. Hann hevði fing-
ið leiklutin at spæla eitt serliga
trupult violinstykki á nýggj-
árskonsertini, og tað kláraði
hann væl. Maðurin við tí myrka
hárinum og brillunum á nøsini
vísti, at hann er violinspælari í
einum serligum flokki – ein
úrmælingur úr russiska skúla-
num.
Fyrsta violinin
kostaði 9 rublar
Familjan hjá Kapnas, konan og
trý børn komu til Føroya fyri
aðru ferð stutt fyri ársenda í
1999, men frammanundan hevur
dugnaligi tónleikarin búð í trim-
um ymiskum londum, har hann
hevur lært seg at spæla, hevur
lært onnur at spæla, og hevur
spælt í orkestrum.
Søgan byrjar fyri 37 árum
síðani í usbekiska býnum Tash-
kent, har Nikolaos var borin í
heim. Mamma hansara er russ-
isk, meðan pápi hansara er
grikki, og tað er tí, at navnið hjá
honum hevur ein so vælkendan
grikskan klang.
Fyrsta violinin hjá Nikolaos
kostaði familjuni 9 rublar, og
hana fekk hann sum 9 ára gam-
al. Tað var eisini í 1971, at hann
fór undir at læra seg at spæla
uppá teir fýra streingirnar.
Hann gekk á skúla heima í
Tashkent, har hann millum ann-
að hevði ein armenskan gýðing
sum lærara. Saman við honum
spældu fyri tað mesta gentur, tí
so fáir dreingir gingu til undir-
vísing.
–SSoleiðis er tað allastaðni –
eisini í Føroyum – tað eru nógv
fleiri gentur enn dreingir sum
læra seg at spæla violin. Eg dugi
ikki at greiða frá, hví tað er so,
sigur Nikolaos, sum tó vísur á,
at tað eru nógv fleiri menn enn
kvinnur, sum gerast yrkistón-
leikarar sum vaksin.
–SKvinnurnar vísa ofta so
stóra umsorgan fyri familjuni, at
tær hava ikki stundir til tón-
leikin. Ella gifta tær seg við
tónleikarum, og so halda tær, at
tað er bara pláss fyri einum
listafólki í familjuni, men tað er
nakað tvætl. Kona mín spælir
sjónleik og eg violin, og tað ber
væl til, sigur hann.
Nikolaos situr og eygðleiðir
eina mynd av orkestrinum, hann
spældi í sum smádrongur. Hann
greiður frá, at fleiri av næming-
unum hava útlendska uppruna,
men hann dugir ikki at siga,
hvar í verðini tey eru í dag.
–SEg hevði samband við eina
av gentunum í langa tíð, eftir at
eg varð fluttur úr Tashkent, men
nú havi eg einki samband við
hana. Eg hevði sera fegin viljað
sloppið aftur til býin, men eg
ivist í, um eg hevði funnið nakr-
an av teimum aftur, sigur hann.
Høgravendi lærarin
tók væl ímóti
Nikolaos læs á musikkskúla í
Tashkent í seks ár, men áðrenn
hann fór undir seinasta árið,
avgjørdi familjan at flyta til
Grikkaland. Nikolaos er sjálvur
grikskur statsborgari. Pápi hans-
ara vildi sleppa heim til Grikk-
alands, eftir at omma Nikolaos
var deyð. Ætlanin var at flyta,
men hon doyði, áðrenn skjølini
vóru klár, og so gjørdi pápi
Nikolaos skjótt av, og tók kon-
una, Nikolaos og systur hansara
við sær.
Tey búsettu seg í Thesaloniki,
har 14 ára gamli Nikolaos helt
fram við at spæla. Eftir stuttari
tíð var hann sloppin á konserva-
tium í býnum, og tað heldur
hann komst av, at tey vóru hepp-
Nicolaos og violinin
VIOLINÚRMÆLINGUR. Síðani hann var sjey ára gamal, hevur
violinin verið trúgvur fylgisneyti. Úr sovjettiska lýðveldinum
Usbekistan, umvegis Grikkaland og Belgia, til Føroya. Nicolaos
Kapnas kann strúka violinstreingjunum sum fáur
– Føroysku børnini
hava eitt val. Tey
kunnu siga nei, um
tey ikki tíma at
spæla violin, men tá
tey siga ja, so eru tey
íðin, sigur Nikolaos
Kapnas, sum hevur
næmingar í Havn og
í Suðuroy. Mynd:
Jens Kristian Vang
Nr. 10 – 15. januar 2000
19
in at kenna fólk, sum kendu ein
violinlærara. Eftir at hesin
violinlærari hevði hoyrt Niko-
laos spæla, syrgdi hann fyri, at
hann fekk pláss á konserva-
torinum í býnum.
Nikolaos kallar hendan lær-
aran fyri besta læraran, hann
hevur havt. Violinlærarin var
høgrumegin miðjuna politiskt,
men hann tók sær væl av hálva
grikkanum úr sovjettiska lýð-
veldinum, og Nikolaos hevur
bara góð orð til yvirs fyri hesum
violinspælaranum.
– Sum tónleikari var hann
fram úr, og hann var heilt greitt
besti lærarin, eg havi havt. Hann
lærdi meg at spæla bæði violin
og bratsj, sigur Nikolaos.
Eftir at hava lisið í trý ár á
konservatiorinum, fekk hann
játta lestrarstuðul úr einum
grunni hjá Denise De Vries, og
tað gjørdi, at hann í 1982 flutti
til Antwerpen í Belgia at lesa
víðari. Konan, sum var gift við
kenda tónleikarum Alex De
Vries, var vanliga kalla Madame
De Vries, men Nikolaos sigur
seg kalla hana Mamma De
Vires, tí hon hevði so stóran
týdning fyri hann, eftir hann var
komin til Belgia at lesa og
spæla.
– Hon brúkti nógvar pengar
upp á okkum. Lestrarstuðulin
umfataði innivist, undirvísing
og mat, men hon kundi eisini
lata okkum fáa pengar, so vit
kundu fara út at hugna okkum,
greiður Nikolaos frá.
Fyrst læs hann á konserva-
torium í Antwerpen eitt ár, so
fór hann at lesa í Brússel, men
hann helt fram at búgva í Ant-
werpen, sum liggur 50 kilo-
metrar fráV belgiska høvuðs-
staðnum, sum hevur fingið sen-
tralan leiklut í ES.
Síðani tá hevur Nikolaos Kap-
nas verið búsitandi í Belgia.
Hann spældi við orkestrinum hjá
almenna belgiska útvarpinum og
sjónvarpinum, og tað hevði
nógvar uppgávur við sær –Sbæði
á heimavølli og kring um í Eur-
opa.
Nikolaos spældi bratsj, og tá
ivamál stingur seg upp um mun-
in millum violin og bratsj, tekur
hann eina bratsj fram, sum hann
sjálvur hevur gjørt, og sum hann
er sjónliga stoltur av. Hann tekur
eisini eina violin, hann hevur
lánt í Føroyum, úr taskuni, og so
greiðir hann frá um sentimetrar,
tilfar og streingir. Violin og
bratsj líkjast nógv, fyri deyðilig
fólk er bara støddin á muni, men
Nikolaos greiðir frá, at tað er
munur á at spæla á violin og
bratsj.
Setti kós út
í Atlantshavið
Sum árini gingu minkaði hug-
urin fyri at spæla í belgiska
orkestrinum. Enski leiðarin var
strævin at hava við at gera, og
tónleikararnir vóru álvarsamir
og professionellir.
–STá tú sært Alex Sólstein
spæl, so ivast tú ikki í, at hann
nýtir hvønn tóna, hann spælir,
men soleiðis var ikki í Belgia.
Tað sá næstan út, sum um tón-
leikararnir keddu seg stórliga, tá
teir spældu, og tað dámdi mær
als ikki, greiður Nikolaos Kap-
nas frá.
Í 1994 var álvari gjørdur av
ætlanini um at royna nakað heilt
annað. Finska kona hansara,
sum hann giftist við fyri meira
enn 11 árum síðani, fann eina
lýsing í einum finskum blaði.
Tað var frá musikkskúlanum í
Havn, sum søkti eftir einum
violinlærara.
Nikolaos fór í kortið fyri at
vita, um hann fann Føroyar, sum
hann als einki kendi til. Tá hann
sá, hvar oyggjarnar liggja, ivað-
ist hann eina lítla løtu. Men bara
eina lítla løtu.
Nikolaos fekk starvið, og
familjan stakk í sekkin og rýmdi
úr Belgia í eitt ár. Hetta árið
hevði Nikolaos farloyvi frá belg-
iska orkestrinum.
– Tað var eitt øðrvísi upp-
livilsi at koma til Føroya fyrstu
ferð. Vit sigldu við Norrønu, og
tað var ein stórfingin sjón at
síggja klettarnar koma upp úr
sjónum, sigur Nikolaos.
Hann starvaðist í Føroyum tað
árið, hann hevði farlovyið frá
orkestrinum í Belgia, men hann
fór við ringum smakki í munn-
inum aftur til Belgia. Tá hann
fór, lovaði hann at koma aftur
nøkur ár seinni. Og hann helt
orð.
Fyri hálvumøðrum ári síðani
kom hann aftur til Havnar at
vera lærari, og upprunaliga av-
talan var, at hann skuldi verða í
tvey ár. Nú er hálvt ár eftir, men
Nikolaos vónar, at hann kann
halda fram í Føroyum, tí hann
kennir ábyrgd fyri teimum næm-
ingunum, sum hann undirvísur.
– Føroysku børnini hava eitt
val. Tey kunnu siga nei, um tey
ikki tíma at spæla violin, men tá
tey siga ja, so eru tey íðin, held-
ur hann.
Nikolaos heldur, at í Føroyum
’’
»Eg sigldi til Føroya, fyrstu ferð eg kom
higar. Tað var ein stórfingin sjón at
síggja klettarnar koma upp úr sjónum.«
manglar ein avbjóðing fyri teir
tónleikara, sum veruliga gera
nógv við tað, og sum fara uttan-
lands at útbúgva seg. Teir hava
einki at koma aftur til, heldur
hann. Tí vónar hann, at hann
kann vera viðvirkandi til, at
føroyingar einaferð í framtíðini
fáa eitt fulltíðar orkestur, so
eisini teir tónleikararnir, sum eru
komnir langt uttanlands, hava
hug at koma heim aftur.
– Harafturat eru nógv góðir
ungir tónleikarar á veg í Før-
oyum, og tað hevði verið gev-
andi fyri bæði teir og føroyskt
tónleikalív, um føroyingar fingu
eitt professionelt orkestur, held-
ur Nikolaos.
Stóri bollin við kaffi og mjólk
stendur hálvtømdur á borðinum
eftir samrøðuna. Hann hevur
tosað so nógv, at hann hevur
gloymt at stoyta teir brúnligu
droparnar í munnin.
Hann hevur undirvísing
klokkan hálvgum tvey, men tá
hann letur hurðina aftur eftir
blaðmanninum og gestirnar, fer
hann innar í stovuna og setur
seg frammanfyri telduna, har
nótarnir fara syngjandi eftir
skerminum.
Og so er tað at stóra svarta
klokkan á vegginum skal minna
hann á undirvísingina aftaná
døgurða.
Mynd: Jens Kristian Vang