Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

William Heinesen hevur til fyri fáum árum síðani verið lítið lisin í Føroyum, og í føroyska skúl- anum hevur hann verið mestsum útihýstur. Grundirnar eru fleiri: høvundurin var vinstrahallur, gjørdi gjøldur við sektunum, fólk hildu seg kenna fyrimyndir, og so skrivaði hann á donskum. Hetta seinasta hevur ivaleyst verið størsti ampin, og gjøgnum árini varð tað mangan tikið til av øðrum høvundum, hvussu stórur vinningur tað hevði verið fyri føroyskan skaldskap, um Willi- am hevði skrivað á føroyskum. Men William Heinesen hevði ikki verið William Heinesen, um hann skrivaði á føroyskum. Ein stórur partur av spenninginum í málinum stavar nettupp frá, at William er føroyingur, sum skrivar um Føroyar á donskum. Hetta skapar ein málburð, sum er fullkomiliga egin fyri høv- undin og sum hvørvur sum døgg fyri sól í føroyskari týðing. Tað er tí bæði synd og skomm, at skúlin bert vil takast við skald- skapin hjá Føroya fremsta høvundi í umsetingum, sum minni enn so altíð standa mát. Nobelkandidatur Tá ið Pól F. í 1960 frætti, at William Heinesen av mongum var mettur at vera verdur Nobel- virðislønina, fór hann í bløðini at gera vart við, at William Heinesen í hvussu er ikki kundi fáa hesa virðisløn sum føroyskur høvundur, tí tað var hann ikki. Í nøkur ár hoyrdist graml um William og virðislønina, uttan at nakað hendi, men 10. oktober 1977 skrivaði Svenska Dag- bladet, at William Heinesen var eitt av fýra høvuðsevnum at fáa heimsins størstu bókmentavirð- isløn. Men nú skrivaði William bræv til Artur Lundkvist, sum var limur í Svenska Akadem- inum, at hann vildi strikast sum føroyskt evni, tí hann skrivaði á donskum. Skuldi ein føroyingur fáa hesa virðisløn, mátti tað vera ein sum skrivaði á føroyskum. Hetta bræv kann tykjast okk- um ikki sørt løgið, men tað vísir, hvussu kroystan William Hein- esen viðhvørt kendi seg, og í hesum føri er tað uttan iva ein avleiðing av, at heimlig menta- fólk gingu á hann, at tað mátti ikki henda, at ein føroyingur sum skrivaði á donskum, fekk Nobelvirðislønina. Seinni, eina- ferð í 1980’unum, skrivaði William til Svenska Akademiið, at hann tók afturtøkuna aftur, og nú fekk hann sonevndu »Lítlu Nobelvirðislønina«. Um hesa verður vanliga sagt, at fært tú hana, so fært tú ikki hina. Í svari til metingina hjá Pól F. segði William Heinesen frá sínum luti í tilveruni: »eg eri føddur og uppvaksin í Føroyum, men havi danskt til móðurmál, og tá ið eg skrivi á føroyskum, kenni eg tað, sum royni eg at telgja við einum óhvøssum knívi: tað verður ongantíð annað enn eitt fátæksligt blaðmál uttan skaldsligt lív og flog. Málsliga eri eg so statt ikki »rót — ella ramanføroyskur,« ja, neyvan føroyskur yvirhøvur«. Men føroyskt mál og føroysk siðmenning hevur tó kortini — eins og lívið í Føroyum yvir- høvur — havt og hevur alsamt — stóran týdning fyri meg, og av lyndi kenni eg meg sum Før- oying. Støða mín er so statt ein undantaksstøða — málsliga, men neyvan mentunarliga.” Málningar sum endurgjald William Heinesen legði fyri við »Arktiske Elegier og andre Digte« frá 1921 og tí á baki komu trý søvn: »Høbjergning ved Havet« 1924, »Sange mod Vaardybet« 1927 og »Stjernerne vaagner« 1930. Fyrsta savnið var nær skylt við symbolismuna frá 1890’unum, meðan tað sein- asta sigur frá einari kosmiskari natúrkenslu, um somu tíð sum tilverunar kor verða sannkend. Jørgen-Frantz Jacobsen ber í brøvum fleiri ferðir upp á mál, at William átti at skrivað skald- søgur, men hóast hann putlaði við prosa, so svaraði William vanliga, at hann føldi seg sum lyrikara og ikki sum prosaist. Hinvegin hevði hann hug at gerast høvundur burturav, og tað bar illa til við tunnum yrkinga- søvnum. Fyrst í tretivunum verður Nis Petersen av familjuni sendur til Føroya til turkingar, og sum William Heinesen einaferð segði, so gjørdu hann, Mikines og Nis Petersen eina tíð teirra ítasta at turrleggja Føroyar. Nis Petersen hevði vunnið fitt av peningi upp á tað drúgvu skald- søguna »Sandalmagernes Gade« 1931, og nú fekk føroyski høv- undurin hugskotið, at hann skuldi skrivað eina líka stóra bók og forvinnan líka nógvan pening! Men gakk, »Blæsende Gry« fekk ikki viðrák, og høv- undurin mátt lata danska for- lagnum málningar at bøta um hallið. »Blæsende Gry« kom út í 1934 og er roynd at gera eina realistiska lýsing av føroyska samfelagnum ávegis frá land- búnað til fiskivinnu og handil. Tað er fitt av siðsøguligum til- fari í skaldsøguni, og hon sigur annars frá, hvat ið nýmótans fyribrigdir frá ferðagrammo- fonum til sektir kunnu gera um seg. Samanbrestirnir millum gamalt og nýtt eru ivaleyst tað mest spennandi í skaldsøguni og tað, sum vísir fram á leið í rit- verki høvundans. Í 1961 kom ein viðgjørd (og nógv stytt) útgáva av »Blæsende Gry«, har mong av teimum villastu inn- skotunum vóru skorin burtur, har tað er minkað um tann átrúnaðarliga partin og samsvar- andi vaksið um tann samfelags- liga. Skaldsøgurnar Í 1936 kemur yrkingasavnið »Den dunkle Sol«, sum bæði stilistiskt og tematiskt er øðrvísi enn undanfarnu søvnini, og í 1938 skaldsøgan »Noatun«. Hon er tann mest jarðbundna av skaldsøgunum hjá Williami Heinesen, við minni av mytu og meira av realismu enn hinar bøkurnar. Baksýnið og partur av íblástrinum eru niðursetubygd- irnar frá 19.øld og traðalógirnar. »Noatun« ger mest burtur úr at lýsa viðurskiftini millum niður- setufólkini, meðan tey stríðast fyri at skapa livilig kor á tí nýggja búplássinum. Bókin er ein fagnan av arbeiðnum, av stríðnum sum fyritreyt fyri einari heiðurligari tilveru. Tað eru ikki orðini, tað ræður um, men gerðirnar. Í ellivu ár frættist einki frá høvundinum, men so ger hann afturfyri ein ordiligan vørr. Í 1949 kemur »Den sorte Gryde« og í 1950 »De fortabte Spille- mænd« — báðar meistaraverk. Tær eru skrivaðar hvør um aðra, og útgávuraðfylgjan er heldur tilvildarlig. »Den sorte Gryde« er ein kaleidoskopisk kollektiv skaldsøga, ið sigur frá tí sivila partinum av einum kríggi. Í tí yðjandi og tysjandi Grðtuni ferðast tann milda Liva og sam- bindir í erva og í neðra. Hon arbeiðir hjá tí gávumilda reiðar- anum og spekulantinum Opper- man, sum er ein dupultmenn- iskja, ið at síggja til er góðvarin og sjarmerandi, men sum í síni kynismu er lívsfarligur á øllum økjum. Satiran, harmurin, vreið- in, samkenslan eru fullkomiliga greið, men ongantíð klisje-kend, og tær poetisku natúrlýsingarnar saman við upp í leypum av humori gera eina visionera heild. »De fortabte Spillemænd« er líkasum ein romantisk symfoni býtt sundur í fýra satsir og fer fram í Havnini undan fyrra ver- aldarbardaga. Spælimenninir Moritz, Sirius, Lítli-Kornelius og Mortensen magistari og teirra fátæku vinir úti á Skinnhólm- inum — t.e. Tinganes — um- boða tað menniskjansliga. Hesir reinlyntu berjast ímóti teimum døkku kreftum, sum ikki vilja lata teir vera í friði. Vinarlag, erotikkur, bardagi, drykkjugildir og natúrpoesi eru dagligur kostur, og hóast karmurin er realistiskur, so spælir høvund- urin sær dúgliga við tí fantast- iska. TOLERANSA ER BOÐSKAPURIN Skaldskapurin hjá Williami Heinesen kann metast sum avrikið hjá einum stríðandi humanisti, har poesiin kortini aldrin var við sviðusoð. JÓGVAN ISAKSEN William og konan Elisa avmyndað í 1985, tá William fekk Sonningvirðislønina Minnisvarði avdúkaður William Heinesen 100 ár - hátíðarhald - skrá Fríggjadag 14. januar klokkan 20. Kvøldseta í Kommunuskúlahøllini. Upplestur, tónleikur bókaframløga. Havnarkórið syngur, børn úr Kommunuskúlanum kvøða brot úr Sjúrðarkvæðnum. Teitur Lassen og Edvard N. Debess framføra nýskrivaðan tónleik til tekst hjá William Heinesen. Føroya Skúlabókagrunnur gevur út Stjørnuskaldið undir Varða, Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út Veingjaða myrkri og Fannir gevur út William ummælir fagrar listir. Leygardag 15. januar klokkan 14. Elisa Heinesen, yngra, avdúkar minnisvarða eftir Hans Paula Olsen sunnanfyri Viðarlundina. Helgi Fassadal, Heðin M. Klein og Leivur Hansen halda røður. Havnar Hornorkestur framførir síðani Norsku Løvu eftir William Heinesen í Listaskálanum. Klokkan 16 letur framsýningin Heima á foldum upp í Norður- landahúsinum. Kristina Hansen, sjónleikari, lesur yrkingina Heima á foldum. Erland Kolding Nielsen, stjóri á Kgl. Bókasavninum, ber fram kvøðu. Nikolaos Kapnas spælir bratchvariatiónir hjá William Heinesen yvir gamalt føroyskt sálmalag. Klokkan 20 verður leikurin Móðir Sjeystjørna frumsýndur á Gamla Meiaríi. Egi Dam hevur sett saman og stjórnar. Sunnudagin 30. januar klokkan 16 verður konsert í Norðurlanda- húsinum við Anniku Hoydal, ið hevur sett løg til yrkingar hjá William Heinesen og sum á 100 ára degnum gevur út fløguna Stjerner mine venner. Lívsins morgun »Moder Syvstjerne« 1952 er ein long prosalyrisk frásøgn, eins og nógv av tí William Heinesen seinni legði úr hondum. Hon er um lívsins ævinliga morgun, og er ein mynd av gátuløddari føð- ing, og hvussu heimurin frá fyrstu byrjan verður til í hug- anum á tí nýggja undrinum. Afturfyri roynir tann døkka missiónin við Bíbliuni í hond at kvala lívið. Frá miðjum fimti árunum og fram koma seks stuttsøgusøvn og bara tvær skaldsøgur. Høv- undurin segði, at hann hevði so nógv í kvittanum, at skaldsøgan sum slag gjørdist ov langrøkjut, og tí fór hann í høvuðsheitum at skriva stuttsøgur, sum hann í sínum føri metti sum saman- drignar skaldsøgur. Søgurnar kunnu í høvuðsheitum flokkast í tríggjar bólkar: realistiskar søg- ur, endurminningarsøgur og mytur. Titlarnir eru: »Det for- tryllede Lys« 1957, »Gamaliels Besættelse« 1960, »Kur mod onde Ånder« 1967, »Don Juan fra Tranhuset« 1970, »Her skal danses« 1980 og »Laterna Magica« 1985. Høvundurin leitar eftir einum tilhaldsstað, sum um somu tíð er uttan fyri alt og mitt í øllum. Hetta stað er Havnin. Í 1961 kom yrkingasavnið »Hymne og Harmsang«, sum tókst við aktuellar spurningar sum modernitet og atomøld, og í 1972 kom seinasta savnið, »Panorama med Regnbue«, ið legði eftir kapitali, krígsgreði og hykl, men eisini við yrkingum, sum eru runnar av somu rót sum natúrlyrikkurin frá ungum árum. Brævaskaldsøgan »Det gode Håb« frá 1964 fer fram í 17.øld og sigur frá harðligari kúgan, fátækradømi, herviligum sjúk- um, men somuleiðis frá hugdirvi og mótstøðu. Psykologiskt veitir bókin innlit í lastir og óndskap, hvussu tað ótýdliga er uttan mark. Tað gátuføra í manna- lyndinum, trupulleikin at skilja ikki bara egnar grundir, men eisini tær hjá øðrum, er eitt høvuðstema í bókini. Toleransa er ein boðskapurin. Tann seinasta skaldsøgan, »Tårnet ved Verdens Ende. En poetisk mosaik-roman om den yngste ungdom« 1976 er, sum tittulin ber boð um, ein øðrvísi bók. Hon leggur seg nær upp at »Moder Syvstjerne« og mong- Dagfinn Olsen Í dag, 15. januar, verður minnis- varði avdúkaður sunnanfyri Viðarlundina í Havn. Hetta verður klokkan 14. Hans Pauli Olsen hevur gjørt minnisvarðan, ið er til minnins um William Heinesen. Abba- dóttir William, Elisa Heinesen, avdúkar minnisvarðan. Listafelag Føroya við Helga Fossadal á odda hevur latið minnisvarðan gera og Helgi fer eisini at bera fram røðu.Tað fara Heðin M. Klein, skald, og Leiv- ur Hansen býráðsformaður í Havn, eisini. William var millum stovnarar og stuðlar í Listafelagnum, ið m.a. eigur lut í, at vit fingu Listaskálan. William Heinesen fekst eisini við tónleik, umframt skaldskap og myndlist, og eftir avdúking- ina, verður farið í Listaskálan, har Havnar Hornorkestur framførir Norsku Løvu eftir William Heinesen. Ove Olsen stjórnar. Mangar av myndum hansara hanga eisini í Listaskálanum. Hans Pauli Olsen hevur gjørt minnisvarðan, ið er til minnins um William Heinesen. Abbadóttir William, Elisa Heinesen, avdúkar minnisvarðan. um av stuttsøgunum. Tey ein- støku brotini mynda eina full- búnað barndóms- og vakstrar- mytu, sum greidliga hevur støð- ið í egnum uppvøkstri og egnari familju. Deyðin er ein drívkraftin Samhugur við teimum kúgaðu og eyðrændu er ein aðaltráður í skaldskapinum, og tú kanst siga, at kosmoligiin hjá Williami Heinesen er sett saman av sam- felagskritikki og mytiskari lívs- fatan. Tann vanliga tvístøðan millum realismu og mytu er í skaldskapinum vorðin til bæði- og. Realisma og myta sam- starva, og markið teirramillum er flótandi. Lív og deyði verða í øllum skaldaverkinum sett upp ímóti hvørjum øðrum og eru ein av- gjørd drívkraft í frásøgnini. Deyðin er ikki ein noktan av lívinum — vit tosa ikki um ein- staklingin — men tvørturímóti ein partur av lívinum sum heild, treytin fyri at lívið verður endur- nýggjað og yngt. Deyðin er umfataður av lívinum og avger saman við føðingini ta ævigu rørsluna. Abbadóttir William, Elisa Heinsen, avdúkar minnisvarðan Mynd Jens Kristian Vang Hans Pauli Olsen hevur gjørt minnisvarða Williami Heinesen til minnis Mynd T.E.D. Olsen