leygardagur 15. januar 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 10 – 15. januar 2000
Heima á foldum
Í vikuni hava 2 fólk frá Kgl. Bókasavninum
fingist við at seta upp stórfingna framsýning í
Norðurlandahúsinum, nú 100 ára dagur
William Heinesens verður hildin. Landsbóka-
savnið er eisini við og Gunnar Hoydal hevur
verið føroyska umboðið, ið hevur fyrireikað
sýningina Heima á foldum
Dagfinn Olsen
Myndir: Jens Kristian Vang
Tekningar: Z. Heinesen og W. Heinesen
Í dag, 15. januar 2000, verður
10 ára dagur William Heinesens
hildin. William andaðist í 1991.
Gunnar Hoydal hevur vegna
Føroya landsbókasavn fyrireikað
eina framsýning í Norður-
landahúsinum, har dentur verður
lagdur á lív og verk Williams.
Gunnar hevur samstarvað við 2
fólk frá Kgl. Bókasavninum í
Danmark. Framsýningin er fyrst
í Føroyum og skal síðani til
Danmarkar á nýggja Kgl.
Bókasavnið, Diamanten.
Heima á foldum er yrking hjá
Williami Heinesen og Gunnar
Hoydal sigur, at dentur verður
lagdur á at lýsa skaldskapin, tí
tað metti William Heinesen
sjálvur eisini var høvðusgreinin í
listavirkseminum.
Sýningin er skipað soleiðis, at
byrjað verður í gamla býar-
partinum í Havn, ið er upphav
høvundans.
Síðani verður farið víðari til
ætt og uppvøkstur. Í 1916 fer
William til Danmarkar á keyp-
mansskúla og kom hann har í
samband við danska høvundan
Otto Gelsted. William gevur
ungur út yrkingar. Fram til 1936
gevur hann út 5 yrkingasøvn,
Menn William Heinesen verð-
ur ikki lagdur til merkis aðra-
staðni, enn í Danmark. Hetta
hendir ikki fyrr enn skaldsøg-
urnar koma. Blæsende Gry kom
í 1934. Á føroyskum fekk hon
heitið Degningsvindar.William
verður týddur til fleiri mál.
Men gjøgnumbrotið hjá hon-
um er De fortabte spillemænd,
Glataðu Spælimenninir. Bókin
kom í 1950. Seinni roynir hann
seg sum stuttsøguhøvund.
Framsýningin vísir eisini
ummæli uttan úr heimi, brøv og
handrit.
Gunnar Hoydal sigur, at t.d. er
brævið til Svenska Akademiið at
síggja, har William avvísir, at
hann skal taka ímóti Nobel-
heiðurslønini.
Framsýningin hevur eisini
útvarps- og sjónvarpsupptøkur at
bjóða, so tey vitjandi sleppa at
hoyra mannin sjálvan koma við
metingum.
Eisini myndlist
Eisini myndlist eftir William
Heinesen er at síggja.
Myndlist Williams fevndir
bæði um tekningar, klipp og
málningar. Zacharias Heinesen
hevur hjálpt til við at seta
myndirnar upp.
Gunnar Hoydal metir, at hjá
Williami var hetta við mynd-
listini beint øvugt av, hvat tað er
hjá so ongum øðrum. Listin
gjørdist fríari og fríari og 75 ára
gamal fór hann undir at klippa
og gjørdist sannur meistari.
Eisini áhugin fyri lista-
manninum vaks og er kanska
størri nú, enn nakrantíð. Hetta
sæst t.d. eisini á, at seinni í ár
verður ein ráðstevna á Fróð-
skaparsetrinum um skaldskap
William Heinesens og Jørgen-
Frantz Jacobsens.
Gunnar sigur í hesum sam-
bandi, at møguliga verða brøv
Williams til vinmannin Jørgen-
Frantz givin út. Hetta er ómetal-
igt mentanarsøguligt dokument,
ið kann metast sum høvuðsverk
Williams. Sostatt er høvuðsverk
hansara enn ikki komið á prent.
Partur av samfelagskjakinum
William Heinesen hevur verið
lagdur undir at geva ranga mynd
av føroyingum, men Gunnar
minnir á, at hetta er ein skaldslig
mynd.
Framsýningin tekur eisini upp,
at William var partur av
samfelagskjakinum, t.d. við
blaðgreinum. Tá danir hava
lyndi at nevna hann »hygge-
onkel«, so er hetta ikki allur
sannleikin.
William var t.d. ímóti Nato í
Føroyum. Nú Svarta Bók er
komin vísir tað seg, at William
var á góðari leið á mongum
økjum.
William Heinesen stendur eftir
sum skaldið, ið ikki allir
føroyingar lósu. Tá Den Sorte
Gryde, Í sortanum, kom, vaktist
nakað av áhuga, men mangir
føroyingar meta, at hann fór ov
illa við føroyingum.
Men á ellisárum vann hann
viðurkenning her heima. Gunnar
Hoydal minnir á í innganginum
til prentaðu skránna fyri 100 ára
hátíðarhaldið, at á 90 ára degi
hansara varð skipað fyri
kyndlagongu niðan undir
Varða.
Framsýningin Heima á
foldum letur upp
leygardagin klokkan 16 og
Gunnar Hoydal hevur fyrireikað framsýningina Heima á Foldum. Zasharias Heinesen hevur tikið
sær av myndlistatilfarinum. M.a. eru tekningar William Heinesens, sum flest øll kenna úr
lesibókum nú komnar undan kavi aftur á Gamla Bókhandli, har lesibøkurnar á sinni verðu
prentaðar
har verður yrkingin Heima á
foldum lisin, kvøða borin fram
og tónleikur eftir William at
hoyra. Landsstýrismaðurin í
mentamálum, Signar á Brúnni,
heldur røðu.
Smáttan, har
William
skrivaði,
stendur
omanfyri
húsini Undir
Varða
Í 1962 gjørdi Zacharis
Heinesen hesa tekning
av skrivandi pápanum í
smáttuni
Nr. 10 – 15. januar 2000
23
Móðir Sjeystjørna á pall
Annika Hoydal sett løg til tekstir
hjá Williami
Nógv verður gjørt
burturúr degnum
Dagfinn Olsen
Nógv tiltøk eru á skránni, nú
100 ára dagurin hjá fjøltáttaða
listarmanninum William
Heinesen er 15. januar ár 2000.
Familjan hjá Williami heldur,
at sera nógv er gjørt burturúr.
Kona William, Lisa, livir enn.
Hon er í dag 93 ára gomul.
- Ellin merkir hana, men hon
er tó púra klár, sigur sonurin,
listarmaðurin Zacharias
Heinesen.
Hann sigur, at sjálvsagt fegn-
ast tey í familjuni um alt, ið
gjørt verður fyri at heiðra
William. Lisa Heinesen fær tó
ikki tikið lut. Men hon er sera
fegin um alt, ið fer fram. Hon er
sera upptikin av øllum, ið snýr
seg um William.
Zacharias Heinesen heldur, at
nakað av tí, ið t.d. verður víst
fram, hevur verið at sæð aður.
T.d. tá William fylti 85 og 90 ár.
Men okkurt er heldur forkunn-
ugt at síggja, við tað, at eisini
Kgl. Bókasavnið er við til at
fyrireika framsýningina Heima á
Foldum í Norðurlandahúsinum.
- Onkutíð hevur ein kanska
hug at halda, at tað verður gjørt
heldur nógv burturúr, men
sjálvsagt eru vit fegin um
áhugan, sigur Zacharias
Heinesen.
Dagfinn Olsen
Í samband við 100 ára dag Willi-
am Heinesens, gevur Annika Hoy-
dal út fløgu. Hon hevur sett løg til
tekstir hjá Williami.
Fløgan nevnist Stjerner mine
venner. Annika sigur í tíðinda-
skrivi, at William var á miðjum
havi, men á einum serstøkum stað,
Torshavn.
William er sum søgusigari
kendur um stóran part av heim-
inum, men hann hevur eisini givið
út 7 yrkingasøvn. Annika hevur
latið nakrar av yrkingunum í tón-
leikabúna, í samband við 100 ára
dagin.
Yrkingarnar eru úr ymsum tíð-
arskeiðum í lívi Williams og geva
eina heildarmynd av hansara
treytaleysu verju av tí menniskjas-
liga, tí góða, hugflognum og ein-
um sunnum látri.
John von Daler hevur lagt tón-
leikin tilrættis. Eitt samstarv um
landamørk, ið tekur støði í Tórs-
havn, eitt serstakt stað undir høgu
stjørnunum.
Vert er at leggja sær í geyma, at
Annika kendi William í upp-
vøkstrinum. Hon er dóttir annan
av Føroya stóru skøldum, Karstin
Hoydal, ið var vinmaður Willi-
ams. Gunnar Hoydal skrivar um
hetta í fløguhúsanum..
Annika minnir á, at William ikki
var rættiliga viðurkendur tá, men
pápi hennara og William prátaðu
ofta um ymisk viðurskifti. Ein
annar av vinmonnunum hjá Willi-
ami var Heðin Brú. Teir vóru
grannar og høvdi eisini kúgv sam-
an.
Annika kemur til Føroya at hava
konsert í samband við útgávuna,
Konsertin verður tann 30. januar
í Norðurlandahúsinum.
Dagfinn Olsen
Klokkan 20 í dag, 15. januar, fer
Gríma á pall við leikinum Móðir
Sjeystjørna. Egi Dam hevur skriv-
að leikin eftir bók William Hein-
esens av sama navni. Egi Dam
leikstjórnar eisini.
Hann byrjaði aðrastaðni í skald-
skapi Williams, men endaði við
at gera eina av sínum yndisbókum
til leik, hóast hann hevði mett
uppgávuna ov torføra. Tá hann fór
at leita sær bakgrundstilfar, endaði
hann
við
at
gera
Móðir
Sjeystjørnu til leik.
Talan er um ljóðmynd og Sta-
men Stantchev ger tónleikin, ið
er nýskrivaður og tónar eftir Willi-
am Heinesen.
Leikarar eru Súsanna Tórgarð,
Katarina Nolsøe, Birita Mohr, Ria
Tórgarð, Páll Danielsen og Hans
Tórgarð.
Laura Joensen er framleiðslus-
tjóri og forvitnisligt er, at abba-
dóttir William Heinesen, Elisa
Heinesen, hevur gjørt pallmynd-
ina. Hon er scenaografur.
Frumsýning er klokkan 20 í dag
á Gamla Meiaríi.
Frumsýning er klokkan 20 í dag á Gamla Meiaríi.
Annika kemur til Føroya at hava konsert í samband við útgávuna,
Konsertin verður tann 30. januar í Norðurlandahúsinum.
Klokkan 20 frumsýnir Gríma Móðir Sjeystjørnu
Elisa Heinesen er 93 ára
gomul, so ei undur í, at ellin
merkist, men hon fegnast um
tiltøkini, ið heiðra manninum á
100 ára degi hansara.
Zacharias Heinesen hevur
teknað mammu sína