leygardagur 15. januar 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 10 - 15. januar 2000
Telefon: 311820 Fax: 314720 E-mail: post@sosialurin.fo
24
Nr. 10 – 15. januar 2000
post@sosialurin.fo
Subject: Teldubræv
Date: Fri. 14. januar 2000
To: post@sosialurin.fo
From: kirstin.didriksen@svenska.gu.se
Reply to: kirstin.didriksen@svenska.gu.se
Einki vanligt árskifti
Selja nýru
til
sømdarløn
Fleiri enn 500 fólk í iranska
býnum Mashhad siga, at tey
eru til reiðar at selja síni
nýru fyri at fáa pengar til
sømdarløn, sum skal latast
Vtí persóni, sum ger enda á
Salman Rushdie.
Bretski
rithøvundurin
hevur havt ein islamiskan
deyðadóm hangandi yvir
høvdið, síðani hann útgav
bókina »Satanisku ørindini«
í 1989. Tað var táverandi
leiðarin í Iran, ayatollah
Khomeini, sum útskrivaði
eina sonevnda fatwa.
Bólkurin, sum stendur
aftanfyri nýggjasta tiltakið,
ætlar at taka internetið í
brúk fyri at finna fólk kring
allan heimin, sum vilja selja
onkran part av sær sjálvum
til frama fyri sømdarlønina.
Lord Lloyd Webber, sum
fyrra plagdi at rópa seg
Andrew Lloyd Webber,
hevur brúkt okkurt um 85
milliónir pund (tað er um-
leið ein milliard í okkara
pengum) upp á leikhús í
London.
Lloyd Webber vann
nógvar pengar, tá hann
skrivaði
sangleikirnar
»Cats« og »Starlight Ex-
press«, og seinni skrivaði
hann fleiri kend verk,
millum annað Jesus Christ
Superstar.
Lloyd Webber sigur, at
hann ætlar at halda penga-
monnum
burtur
frá
leikhúsunum í London.
Hann hevur stíðst við
amerikumenn
um
at
keypa leikhúsini í Lon-
don, og tað hevur hann
gjørt fyri at varðveita tra-
ditiónirnar í býnum, sigur
hann.
Tað verður mett, at Lloyd Webber er góður fyir einar 350 milliónir pund.
22. september, 100 dagar
fyri áraskiftið, byrjaði
niðurteljingin til túsund-
áraskiftið. Kommunan
hevði keypt 12 gamlar
ljóskastarar frá herinum,
ið hvør lýsti 6000 watt.
Ljósstrálurnar myndaðu
eitt tímaglas í kvøldar-
myrkrunum
og
vóru
tendraðar hvørt kvøld
fram til midnátt. Ljós-
spælið sást um allan býn
og var sera vakurt á at
síggja.
Á hvørjum nýggjárs-
aftan
klokkan
fimm
seinnapart hevur Gøte-
borgsPosten, ella GP sum
vit siga her, eitt stórt
nýggjárshald í havnini
við fýrverki. Til hetta árs-
skiftið var serliga nógv
gjørt burtur úr, og mun-
andi fleiri enn vanligt
høvdu leitað sær inn til
býin at síggja fýrverkið.
Kommunan hevði sett
sær tað mál, at eingin skuldi
nýtast at sita einsamøll ella
einsamallur hetta ársskiftið,
og øll skuldu hava høvi at
síggja
partar
av
nýggjárshaldinum,
uttan
mun til hvar tey búðu, og
uttan mun til teirra heilsu.
Alt kvøldið var nýggj-
árshald við fýrverki hildið
runt í teimum ymisku
býarpartunum, og haldið
endaði á Gøtaplássinum við
ymiskum undirhaldi.
10 minuttir í 12 til 10
minuttir yvir 12 bleiv so tað
gamla árið, øldin, túsund-
árið skotið út, og tað nýggja
árið, øldin og nýggja tús-
undárið skotið inn við pomp
og pragt. Yvir 100.000 fólk
vóru komin sær inn á Ave-
nyina, ið endar uppi á Gøta-
plássinum. Tað var sum á
tjúkkastu ólavsøku. Fólk
vóru flest øll veitsluklødd
við sjampanjuglasi í hond.
Hýrurin var einastandandi
og milt sagt vibrerandi.
Gleði og ovfarakáti kendi
einki mark hesa løtu. Tá
klokkan sló 12 kom nærum
andakt yvir fólk. Tað gjørd-
ist púra friður eitt stutt bil,
síðan brúsaði gleðin fram
aftur, enn sterkari enn áður,
fólk hálsfevndust, skálaðu
í sjampanju og ynsktu hvør
øðrum gott nýggjár.
Hetta var einki vanligt
ársskifti, men eitt túsund-
áraskifti, har bæði vit menn-
iskjur og jørðin løgdu
Fiskaaldurin aftur um okk-
um og bóðu Vatnberaaldr-
inum vælkomnum. Í jarð-
arinnar horskopi er hvørt
tekn ráðandi í 2000 ár.
Fiskaaldurin var millum
annað merktur av tí kenslu-
liga, skapandi, milda og
blíða, men eisini av líðing
og egoistiskum kenslum.
Vatnberin er millum annað
merktur av teldufrøði og há-
teknologi, globalum sam-
starvi, ansni fyri umhvørv-
inum og humanum viður-
skiftum, har sjálvútvikling,
meditation og trivnaður
stendur í hásæti. Ávirkanin
frá vatnberinum byrjaði av
álvara
at
merkjast
í
1960´unum.
Nógvir spádómar hava
verið um 90´ini og serliga
1999. Kendasti spámaðurin
man vera Nostradamus frá
1500 - talinum, sum millum
annað tosar um ein 3.
Heimsbardaga og um ein
yvirgangskropp av einum
konga í 1999. Bæði Nostra-
damus og onnur við honum
tosa um vatnflóðir, jarð-
skjálvta, ódnir, veðurlags-
broytingar, ólukkur, hervi-
ligar umfarssjúkur og kríggj
sum eyðkenni fyri 90´ini og
tíðina um túsundáraskiftið.
Hyggja
við
aftur
at
90´unum, so vóru 90´ini
júst merkt av hesum eyðk-
ennum, og 1999 mundi
helst vera svárasta árið.
Danin Asger Lorentsen
man vera ein av teimum, ið
serliga hevur sett seg inn í
tær ymisku framtíðar for-
søgnurnar. Hann hevur
millum annað skrivað eina
bókarøð upp á 4 bind, ið
nevnist »Menneskehedens
gyldne fremtid«. Í teirri
fyrstu bókini »Jorden skal
lyse« (Borgens Forlag,
1996) greiður hann frá tí
útviklingi, sum planetin
jørðin, og vit sum eru á
jørðini, eru inni í andaliga
sæð.
Ein sera áhugaverd bók,
ið gevur okkum eina fatan
av, hví tað hendir sum hend-
ir. Hann sær jørðina sum
eina livandi veru, ið hevur
fingið nokk av allari dálk-
ing,
kemiskari
sum
kensluligari. Jørðin hevur
fingið nokk av okkara
egoismu,
líkasælu,
havusjúku, maktgirnd,
matrialiteti, øvundsjúku,
óumhugsni o.s.fr., o.s.fr.
Hetta vísur hon okkum
við at reinsa seg fyri
negativitet, og tað ger
hon
m.a.
gjøgnum
regnið,
jarðsjálvta,
ólukkur og líðing. Hon
ynskir, at vit skulu vakna
og reinsa okkum sjálvi og
hjálpa henni at umskapa
allan tann negativitet og
dálking sum hevur verið
gjøgnum tíðirnar. Jú
skjótari vit klára at hjálpa
okkum sjálvi og jørðini,
jú lættari gera vit tað fyri
okkum øll.
Kirstin Didriksen,
Gøteborg
Skal heilsuverkið í Grøn-
landi halda støðið, verður
neyðugt at miðsavna tað og
at gera meira brúk av tele-
útgerð.
Hetta
sigur
Henning
Egi Dam
leikstjórna
í Klaksvík
Tá Egi Dam er leysur av sínum arbeiði við leikinum Móðir
Sjeystjørna fer hann til Klaksvíkar, har næsta uppgávan
hjá honum bíðar.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í næstum undir at venja
ein franskan skemtileik, og hendan leikin skal Egi seta
upp.
Leikurin verður í løtuni umsettur, og enn hevur hann
ikki fingið føroyskt heitið. Á donskum verður hann róptur
Forårskuller.
Seks leikarar eru við í leikinum, sum væntandi verður
frumsýndur eina ferð í mars mánaði.
–SSkemtileikir vísa seg at rigga væl í Klaksvík, og tað er
ein orsøk til, at vit fara at spæla hendan leik, sigur Adelborg
Linklett.
Lloyd Webber keypir leikhús
Grønlendskt læknatrot
Sloth Pedersen, sum er
lækni í Nuuk.
–STað er ógjørligt at
skaffa læknar og sjúkra-
systrar til øll tey 17 heilsu-
økini, sigur hann.
– Tí mugu vit brúka ný-
mótans tøkni, tá vit skulu
viðgera fólk á teimum smáu
plássunum kring hetta risa-
stóra land.
Sjey býir eru longu knýtt-
ir í eina skipan við televið-
gerð, har samband er bæði
við sjúkrahúsið í Nuuk og
sjúkrahús í Danmark.
26. desember fingu Ingun
Eidesgaard og Hermann
Mortensen í Esbjerg, eina
dóttir. Hon var 54 cm. long
og vigaði 3820 gr.
30. desember fingu Rannvá
Biskupstø og Ian Leyni,
Keypmannahavn, eina dótt-
ir. Hon var 52 cm. long og
vigaði 3400 gr.
5. januar fingu Dagmar og
Heri Højsted, Tvøroyri, eina
dóttur. Hon var 49 cm. long
og vigaði 3000 gr.
7. januar fingu Lis og Jóhan
Sørensen, Skála, ein son.
Hann var 51 cm. langur og
vigaði 3300 gr.
7. januar fingu Elin Hentze
í Stórustovu og René Dahl
Olesen, Tórshavn, eina dótt-
ir. Hon var 55 cm. long og
vigaði 3700 gr.
8. januar fingu Sólgerð og
Signar á Reynatrøð, Hoy-
vík, ein son. Hann var 51
cm. langur og vigaði 3300
gr.
FØÐINGAR
KIRKJUR &
SAMKOMUR
ANDLÁT
6. januar:
Hans Jacobsen, Fuglafjørður, 69 ár
Steintór Durhus, Vestmanna, 96 ár
7. januar:
Alice Gaard, Klaksvík, 61 ár
Hans Hendrik Strøm, Trongisvágur, 73 ár
Anna Sigrid Ísheim, Tórshavn, fødd Rasmussen av
Kirkju, 87 ár
8. januar:
Theodor Egholm, Streymnes, 86 ár
Anna Elisabeth Norðbø, Sandur, 91 ár
Laila Elfrida Nielsen, ættað úr Frederiksberg, 55 ár
9. januar:
Eliesar Olsen, Skála, 65 ár
Karolina Durhuus, úr Trøðum á Sandi, 87 ár
Sjúrður Nolsø, Nólsoy, 69 ár
Símun Andras Andreasen, Strendur, 42 ár
10. januar:
Hermann Jacobsen, ættaður úr Víkarbyrgi, búsitandi í
Havn, 72 ár
11. januar:
Ella Hansen, Runavík, 80 ár
Joen Jacob Kjartan Johansen, Sørvágur, 69 ár
12. januar:
Hansina Debes, Tórshavn, 86 ár
Gudstænastur 2. sunnudag eftir trettanda
Havnar kirkja: kl. 11.00, Sonja Klein
Sørvágur: kl. 12.00, altarg., David Johannesen
Fríðrikskirkjan: kl. 11.00, altarg., Jónsvein Bech
Haldórsvík: kl. 12.00, Martin R. Jacobsen
Klaksvíkar Sjúkrahús: kl. 10.00,
Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Meinhard Bjartalíð
Vesturkirkjan: kl. 11.00, Heri Joensen
Argir: kl. 11.00, Bergur D. Joensen
Funningur: kl. 12.00, messa,
Gjógv: kl. 17.00, messa, Emil Olsen
Leirvík: kl. 12.00, altarg., Peter O. K. Olofson
Kvívík: kl. 12.00, Marjun Bæk
Vestmanna: kl. 12.00, altarg., Uni Næs
Christianskirkjan: kl. 11.00, altarg., Niels Pauli Dani-
elsen
Haraldssund: kl. 12.00, altarg., Hans Eiler Hammer
Húsavík: kl. 12.00, altarg., Jákup R. Hansen
Hov: kl. 12.00, altarg., Elsa Funding
Tvøroyri: Petur Martin Rasmussen
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 18.00 evangeliskt
møti og kl. 21.00 útimøti. Mánadag kl. 20.00 bønarmøti.
Tórshavnar Hvítusunnusamkomu
Sunnudag morgunmøti kl. 11. Kl. 12.15. Sunnudagsskúl.
Kl. 18 Evangeliskt møti.
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13.00 Sunnudagsskúli og sunnukvøldið
kl. 19.00 Møti.
Filadelfia, Landavegur 22
Eingi vikuskiftismøti vegna samkomulegu í Nesvík. Mána-
dagin kl. 06.00 morgunbøn og kl. 20.00 samkomubønar-
møti.
Meinigheitshúsið í Havn
Hvørt kvøld kl. 20 í hesi vikuni er bønarmøti í samband
við alheims bønarvikuna. Á møtinum sunnudagin kl. 18
talar Sverri Steinhólm. Missiónsvikan verður í døgunum
23.-30. januar. Øll eru vælkomin.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14.00 í Hoyvíkar skúla er sunnudagsskúli,
kl. 17.30 er bøn og kl. 18.00 møti har Annika við Skipá
talar. Verið øll hjartaliga vælkomin. Vit eru við í tiltakinum
frá »Minus til Pluss«.
Frelsunarherurin Tórshavn
Sunnudagin kl. 11.00 Halgunarmøti, kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn og kl. 18.00 Møti.
Rhema á Hálsi
Sunnudagin kl. 17.00 møti og sunnudagsskúli. Leigh og
Jan Hjaltalin luttaka við talu, sangi og vitnisburði. Øll eru
vælkomin.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin 17. jan kl. 15.00 í KFUK. Eldrasamkoman v/
Carl Weihe, evni: Nøkur orð um eina trúbótarhetju.
Týsdagin 18. kl. 16.00-17.00 í KFUK: Várgleði fyri børn.
Hvalvíkar Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnudagsskúli kl. 18.00 Møti v/
Torbjørn Láadal o.a. Ungdómsmøti kl. 20.00. Missións-
vikan byrjar mikudagin 19.1. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Leirvík
Missiónsvikan heldur fram við møti í kvøld kl. 20, Regin
Høgnesen talar. Magni Christiansen, Niels Juel, Jákup,
Gullak og Jónhilda syngja. Sunnudagin verður familjumøti
kl. 15.00 v/ Annelisu Berthelsen og barnakór av Strondum
syngur. Kl. 19.00 verður møti v/ Niels Jacob Neilsen, trú-
boðara og húsakórið syngur.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Opið hús, sunnudagin kl. 17 Møti
við Rasmus Frederiksberg og Osbjørn Joensen. Barna-
møti kl. 17.
Saron, Viðareiði
Møtirøðin heldur fram í kvøld kl. 20.00 og sunnudagin kl.
18.00, Osvald Kjærbo talar.
Missiónshúsið, Vestmanna
Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 við Ingolf Jo-
hannesen úr Sandavági og menn úr Sandavági syngja.
Sunnudagin kl. 12.00 guðstænasta við Una Næs, presti,
kl. 14.30 sunnudagsskúli, kl. 18.00 møti við talu og sangi
úr Vík og Tjørnuvík.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Sunnudagin verður sunnudagsskúli kl. 14. Sunnukvøldið
kl. 18 verður møti við John og Tove Hammer. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Skúlahøllin í Trongisvági
Møti undir heitinum »Eitt í Kristusi« verða fríggjadagin,
leygardagin og sunnudagin, allar dagarnar kl. 20.00. Lut-
tøka við ymiskum talarum og sangarum.
Samkoman, Sion Vági
Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00, kl. 11.30: Sunnudags-
skúli. Evangeliskt møti kl. 18.00.
Telefonandaktin svarar á 373777.
Betel, Vágur
Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11.00, Sunnudagsskúli kl.
13.30 og Evangel. fundur kl. 18.00.
Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.00.
Ónsdagin: Uppbygg. fundur kl. 20.00.
Føroysku gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV,
eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00.
(Kirkjan er skamt frá Nørrebros Runddel). Presturin er
at hitta á tlf. 38796146.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist
hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap,
ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólka-
kirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera
Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf.
35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024.
Føroyska nærvarpið í Esbjerg
Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM
93,5 MHZ hvønn leygardag kl. 11.00 og verður endursend
kl. 16.00.
Nærvarpið LUMI radio í Aalborg
Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á
FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður,
og FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10.00.
10. januar fingu Gunnleyg
og Jan Jacobsen, Oyrar-
bakki, ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði 3850
gr.
11. januar fingu Eivi Jac-
obsen og Kári Finnsson,
Saltangará, ein son. Hann
var 52 cm. langur og vigaði
3400 gr.
11. januar fingu Hanna og
Tróndur við Á, Tórshavn,
ein son. Hann var 48 cm.
langur og vigaði 2600 gr.
11. januar fingu Anna Mør-
køre og Søren Bertholdsen,
Klaksvík, ein son. Hann var
55 cm. langur og vigaði
4050 gr.
12. januar fingu Anna Sofía
og Elmar R. Fjallheim,
Tórshavn, ein son. Hann var
53 cm. langur og vigaði
3900 gr.
13. januar fingu Jenny Ask-
ham og Stephan Sønder-
skov, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 53 cm. long og vig-
aði 3510 gr.
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033.
Eysturoy:
Leygardagin 15. jan.: Hálvdan Simonsen, tlf. 448016
Sunnudagin 16. jan.: Pól Johs. í Horni, tlf. 444038
Norðoyggjar:
Sigvald Kristiansen, tlf. 455045
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður):
Tlf. 371560
Suðuroy (suður):
Tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi-
dagar kl. 13–14. Tlf. 314544.
Læknavaktir
Brúdleyp
Í gjár giftust á Eiði, Dorit Jacobsen og Olaf Th.
Kruse.
Leygardagin 29. januar kl. 14.00 giftast í Ebenezer
Sunfríð Helgadóttir í Gong og Benjamin Gaasedal,
bæði úr Tórshavn.
Vælkomst verður í B36 húsinum kl. 19.00. Vina-
liga sigið frá á tlf. 316195, 320344 ella 210220 áðr-
enn 22. januar.
Prógv
Jóhan H.S. Mouritsen, Hoyvík, hevur lokið yrkis-
útbúgving sum maskinsmiður. Læruplásss: P/F
Tórshavnar Skipasmiðja.
Heini Hildebrandsson Midjord, Tórshavn, hevur
lokið yrkisútbúgving sum maskinsmiður. Læru-
pláss: P/F Tórshavnar Skipasmiðja.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 28. januar kunnu hjúnini Diana og
Alfred Klein, Fuglafirði, halda gullbrúdleyp. Veitsl-
an verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík leygar-
kvøldið 29. januar kl. 19.00.
Tey, ið ynskja at gleða gullbrúðarparið við at
koma, kunnu siga frá á tlf. 444092 og 444260 áðrenn
22. januar.