Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 10 - 15. januar 2000 jakup Lesið alt um ítróttin um vikuskiftið í ÍtróttarSosialinum týsdagin www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Hóast flestu feløgini fyri langari tíð síðani eru farin at fyrireika seg til kom- andi kappingarár, so eru enn ymsir lutir, sum enn ikki eru komin í fasta legu. Eitt sum nógv verður tosað um, er hvar ymsu leikararnir munnu fara at leika komandi ár, tí seinn- u árini er tað vorðið al- samt meira vanligt, at leikarar skifta millum fel- øg, soleiðis at feløgini, sum kunnu bjóða leikar- unum bestu fortreytirnar, eisini er feløgini við sterkastu leikarahópinum. Fíggjarliga er tað tó ivaleyst eisini ein ov stór- ur biti, um feløgini alla tíðina skulu styrkja seg við leikarum uttan ífrá, í vónini um at vinna meist- araheitið, og hetta hava teir eisini ásanna í HB. Fyri at tryggja sær, at felagið í størri mun kann framleiða sínar egnu fyrstudeildarleikarar, gjørdi leiðslan í felagnum seinasta ár av, at skriva sáttmálar við nakrar av yngru leikarum felagsins. Sáttmála við unglingaleikara Fyri stuttum var so enn ein sáttmáli av hesum slag skrivaður, tá felagið tryggjaði sær, at ungling- aleikarin, Pætur Dahl, verður verandi í felag- JÁKUP MØRK Mikudagin var fyrrverandi eysturtýski læknin, Lothar Kipke, dømdur 15 mánaða treytaða fongsulsrevsing umframt eina bót áljóðandi 29.000 kr. Orsøkin til dómin var, at hann í fleiri ár hevði lagt til rættis og framt skipaða do- JÁKUP MØRK Danska dagblaðið, BT, visti fyrradagin at siga, at felagið hjá Toda Jónsson, FCK, nú hevur ætlanir um at keypa seg inn í Tivoli. FCK, ella Parken Sport & Entertainment sum felagið veruliga eitur, hevur í fyrsta umfari ætlanir um at keypa 43% av partapeninginum frá Carsberg, sum hevur frá- boðað, at teir ætla sær at selja sín part í hesum ár- inum. Harumframt er ætlanin, at felagið eisini skal keypa tey átta prosentini av partapen- inginum, sum Den Danske Bank eigur, soleiðis at talan í alt verður um 51% og har- við samlaða avgerarrættin í Tivoli. Ikki bara fótbóltur Frammanundan hevur FCK keypt danska tjóðarvøllin, Parken, og sum navnið sipar til, so er tað eisini annað enn fótbóltur, sum er á skránni í felagnum. Stjóri felagsins, Flemm- ing Østergaard, sigur eisini, fótbóltsdeildin ikki er týd- ningarmesta inntøkukelda felagsins. Eydnast tað ver- uliga at keypa Tivoli, gerst fótbólturin ein alsamt minni partur av felagnum, men hinvegin kann hetta eisini vera við til at tryggja, at raksturin sjálvur gevur yvir- skot, og at tað tískil ikki er neyðugt at selja bestu leik- ararnar, fyri at hava felagið koyrandi. Hóast Tivoli ikki hevur havt serliga góð roknskap- artøl at víst á seinastu árini, so er talan framhaldandi um munandi peningaupphædd- ir, sum skulu leggjast á borðið, um keypið skal ger- ast veruleiki. Serfrøðignar á økinum rokna við, at talan verður um einar 400 mió.kr., umframt at tað eis- ini er vanligt við einum eykagjaldi, tá keypari fær fullan avgerarætt í einum felag. Í kapping við Disneyland BT leggur tó dent á, at enn er einki avgjørt hesum við- víkjandi, og sjálvur hevur Flemming Østergaard sagt, at hann avjgjørt ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið. Framman undan hevur ljóðað, at bæði útlendskir og danskir keyparar hava víst áhuga, men danir vilja sjálvsagt helst, at Tivoli skal verða verandi á donskum hondum. Millum útlendsku keyp- ararnar, sum hava víst á- huga, eru bæði Disneyland og Michael Jackson, so tað kundi væl hent seg, at keypspeningurin verður væl hægri enn omanfyri nevnt. Um keypið kann viðføra, at leikararnir sleppa ókeypis inn í Tivoli, sigur søgan tó einki um. Ætla sær í Tivoli Todi Jónsson og liðfelagar hansara gerast ein alsamt minni partur av virkseminum hjá FCK, sum nú ætlar at víðka enn meira um virksemið Sterki maðruin í FCK, Flemming Østergaard, skelkaði øll, tá hann gjørdi av at keypa Parken. Nú sigst at hann hevur ætlanir um at keypa Tivoli num. Gunnar Mohr, formað- ur í HB, sigur við Sosi- alin, at talan er um ein sonevndan byrjunarsátt- mála, og merkir hetta eis- ini, at hetta als ikki er nakað, sum leikarin gerst ríkur av. Sáttmálin er tó soleiðis háttaður, at ein sonevnd glíðiskala er inn- bygd, og merki hetta, at um leikarin megnar at bít- a seg fastan á besta liði felagsins, verður samsýn- ingin betra samsvarandi avrikinum. Hóast hann enn ikki bitið seg fasta á besta lið- num hjá HB, so er eyð- sæð, at Pætur hevur góð fótbóltsevni. Umframt at hann alt seinasta ár var fastur fúsur á unglinga- liðnum, sum leikti seg í hálvfinaluna, so gjørdi hann eisini rættuliga um seg í aðru deild, umframt at hann onkran dystin var at síggja millum skiftis- leikararnar á besta lið- num. Farnir í gongd Leikararnir hjá HB eru annars farnir undir ven- jingina. Venjari felagsins, Ion Geolgau, kemur tó ikki til Føroya fyrr enn 25. januar, men til ta tíð er tað fyrrverandi mið- vallarin á fyrstu deild, Ingi Rasmussen, sum stendur á odda fyri ven- jingini. Pætur gjørt sáttmála Fyri stuttum gjørdi HB sáttmála við Pætur Dahl, sum er ein av tei- mum leikarum, sum felagið ætlar at satsa upp í framtíðini Ov linur dómur Stóð tað til dómaran, hevði fyrrverandi ítróttarlæknin fingið nógv harðari revsing, men lóggáva og siðvenja forðaðu hesum ping móti eysturtýskum svimjigentum. Á ákærubeinkinum sótu m.a. fimm konur, sum í sín- ari tíð vóru undir efturltiið av Kipke, og merkja tær nú avleiðingarnar av hesum. Árinini, sum tær tríggjar høvdu fingið vóru ymisk, m.a. hevði onkur teirra fing- ið vanskeplað børn, onkur hevði ov nógv hár á kropp- inum, ov djúpa rødd o.s.fr. Alt tekin, sum vanliga boða frá misnýtslu av anabolsk- um steroidum. Hóast verjin hjá Kipke royndi at føra fram, at Kip- ke nú í fleiri ár hevði verið við í tí eftirlitsarbeiði, sum nú verður gjørt, til tess at steðga dopingini, so læt dómarin ikki við seg koma. Einasta viðmerkingin hjá dómaranum var, at hann harmaðist um, at hann or- sakað av lóggávu og rætt- arligari siðvenju, ikki kundi fella ein harðari dóm. Gunnar Mohr, formaður í HB Savnsmynd SVEINUR TRÓNDARSON Nú jólini og nýggjárið eru farin væl og virðiliga aftur- um, byrjar flogbóltskapp- ingin aftur. Endaumfarið stendur nú fyri durum og stigini, sum liðini høvdu undan jólasteðginum, eru býtt í helvt. Hóast tað ber til at gita um hvør væntandi fer at gerast meistari, og her á blaðnum væntað vit, at støðan verður nett tann sam- a, tá árið endar, sum hon var undan jólum. Hvussu er og ikki, so eru nógvir dystir, sum skulu av- greiðast áðrenn ta tíð, og hetta vikuskiftið vera fimm dystir, tveir í kvinnudeildini og tríggir í mansdeildini. Mjølnir vælkoyrandi Seinasta vikuskiftið skipaði Mjølnir fyri steypakapping fyri tey vaksnu, og sum so ofta áður vunnu tær sjálvar meistaradeildina hjá kvinn- um. Finaludysturin var móti Drátti, og dysturin leygar- dagin verður ein endurtøka av tí. Havandi dystin seinasta sunnudag í hugað, so er illa hugsandi, at Dráttur fær gjørt stórvegis við meist- ararnar í fjør, tí tær hava verið væl koyrandi higartil í ár. Rutinan á liðnum hevur borið tær fram, tá á hevur staðið, og tað er lítið sann- líkt, at nakað av hinum lið- unum kann gera stórvegis við Mjølnir. Hjá Drátti hevur verið meira so sum so í ár. Liðið er gott, men til tíðir sær út til at trúgvin á egin evnir manglar, og tað er synd. Úr- slitini higartil í ár vísa eisini gongdina, tí tær munnu hav- a vunnið og tapt líka nógv. Hin dysturin stendur mill- um TB og Fleyr og hann sær spennandi út. Um Fleyr skal gera sær vónir um at skal Mjølnir í ár, so skal alt vinnast hiðani til liðugt er at spæla í ár, men tað er ein spurningur, um liðið er búgvið til tað. Til Mjølnir-kappingina snávaðu tær, og komu tí ikki í finaluna, og tí vilja tær uttan iva vísa, at tað var eitt mistak. TB er harafturímóti tor- JÁKUP MØRK Hetta tí bert ein dystur verð- ur leiktur í landskappingini hjá kvinnunum. Hjá monn- unum verður botnuppgerð í Havn, men eisini verður spennandi at síggja, um Kyndilsliðið endiliga hevur funnið stevið. Tvær ferðir VB Bert ein dystur verður leik- tur í landskappingini hjá bestu kvinnuliðunum hetta vikuskifti. Upprunaliga var ætlanin, at tríggir dystir skuldu verða leiktir, men orsakað av at kvinnudeildin nú bert telur seks lið, um- framt at hálvfinalurnar í steypakappingini skulu leikast, verður talan bert um dystin suðuri í Vági millum VB og Tjaldur. Lítið er at ivast í, at VB kvinnurnar eru greiðir fa- vorittar undan hesum dysti, hóast tær nú munnu hava mist vónirnar um at vinna sær heiðursmerki hetta kappingarárið. Áðrenn tær á heimavølli skulu møta botnproppinum, skulu suðuroyðargenturnar eitt legg til havnar, við tað at tær eru annar parturin, tá Neistin á heimavølli skal spæla fyrru hálvfinaluna. Neistaliðið hevur spælt væl seinastu dystirnar, og hóast VB liðið eisini hevur sýnt stak góðan hondbólt til tíðir, so loyvi eg mær at meta neistaliðið sum favorittar til dystin. Tó ikki meira enn so, at tað als ikki er talan um nakra sensatión, um tað skuldi verið soleiðis, at sig- urin fór suður um fjørðin. Í hinari hálvfinaluni tekur Kyndil móti Stjørnuni. Hes- in dysturin verður leiktur sunnudagin, og ivaleyst verður tað soleiðis, at kynd- ilsgenturnar skulu á vøllin, uttan at hava nakran venjara aftan fyri seg. Spurningurin er tó, hvussu hetta fer at ávirka kyndilsliðið. Tað er fyrr hent, at tá eitt lið reisur seg, tá tað sær svartast út, og hóast tær skuldu tapt, so er hetta eingin katastofa fyri liðið, tí talan er hóast alt um besta lið í landinum. Kyndilskvinnurnar hava sostatt alt at vinna og einki Hondbólturin um vikuskiftið Størsti spenninguin hetta vikuskiftið man snúgva seg um, hvussu hálvfinalurnar hjá kvinnunum fara at laga seg at tapa, tá tær sunnudagin fara á vøllin, og kann hetta merkja, at spælið verður meira frígjørt. Botnuppgerð í Havn Hjá monnunum vórðu hálv- finalurnar avgreiddar í mið- vikuni, og tískil verða ongar broytingar í kappingar- skránni hjá teimum. Leygardagin verður ein dystur uppi á Hálsi, tá botn- uppgerð verður millum H71 og Tjaldur. Seinasta viku- skifti datt H71 niður á aft- asta plássið, við tað at Tjaldur á heimavølli tapti móti kollfirðingum, og tí- skil er umráðandi hjá báð- um pørtum at fáa sær tvey stig leygaragin. Sunnudagin verða tveir dystir leiktir. Í Havn skal Kyndil royna seg móti før- oyameistarunum av Strond- um, og hóast høvuðsstaðar- felagið nú er um at verða siglt aftur úr í dystinum um FM-heitið, so vilja teir iva- leyst prógva, at teir eiga at verða taldir við, tá tosað verður um bestu hond- bóltslið í landinum. Miku- dagin vístu teir í øllum før- um, at tað ber til at vinna móti vestmenningum, og halda teir á fram við sama spæli, kunnu teir eisini geva strandingum alstórar trupul- Byrja nú upp á endaspælið Flogbóltur: Um vikuskiftið fara flogbóltsspælararnir undir endaspælið, men broytingarnar í oddinum vera neyvan tær stóru. Mjølnir hjá kvinnum og Fleyr hjá monnum verða uttan iva meistarar tá liðugt er førari at meta um. Tær liggj- a á øðrum plássi í løtuni, men av tí at tær m. a. ikki vóru við í Klaksvík seinasta vikuskiftið, ber illa til at meta um leikligu støðuna í løtuni. Vit kunnu tó stað- festa, at TB á heimavølli altíð eru sterkar. Stórdystur í fyrsta umfari Tann mest spennandi dyst- urin hetta vikuskiftið í mansdeildini er uttan iva tann millum Fram og Mjøl- nir, sum verður á Eystur- skúlanum sunnudagin. Hesi bæði liðini eru á øðrum plássi í deildini og skulu tey gera sær nakra hóming um at skala Fleyr, sum í løtuni tykist kunnu ganga á vatninum, so skal alt vinnast frameftir. Fram hevur havt gott tak á Mjølnir á heimavølli, men tað er spurningurin um Bor- ko Ilic kann gera munin. Hann er sera góður spælari, men tað er Rúni Weihe hjá Fram eisini, og hann tykist vera komin fyri seg aftur, eftir skaðan hann hevur drigist við. Í Gundadalshøllini spæla Fleyr a og SÍ. Um Fleyr a er ikki so nógv at siga, tí teir hava vunnið tað sum er at vinna í kappingarárinum - við húð og hár. Tað er heldur eingin ivi um, at tað er uppiborið, tí higartil eru tað teir, sum hava víst so nógv tað besta spælið í deildini. Sørvingar koma til Havn- ar við fleiri tapum í rygg- sekkinum. Tað er synd, tí eina løtu í fjør, gekk sera væl í hond hjá teimum. Teir vunnu fleiri dystir og lógu einu tíðina nummar tvey. Men sum vera mann, leik- ararnir eru ungir, og teir hava tíðina fyri sær. At teir fáa vent keðiligu gongdini ímóti Fleyr er kortini ikki sannlíkt, tí til tað er munurin alt ov stórur. Seinasti dysturin er mill- um ÍF og Fleyr b og skulu vit gita, so stendur ÍF, sum vinnari, tá dysturin er av. Illa ber kortini til at meta um styrkina á liðunum, tí hvørki teirra var við í steypakappingini seinasta vikuskiftið. Fleyr meldaði ongantíð til, tí fólkagrund- arlagið er lítið og ikki nóg gott til meistaradeildina, meðan ÍF enn einaferð meldaði til, fyri síðani at lata vera við at møta. leikar. Sunnudagin verður so- muleiðis grannauppgerð í Vestmanna, og hóast tað mangan verður tikið til, at í slíkum uppgerðum kann alt henda, so er lítið at ivast í, at vestmenningar fara av- stað við stigunum í hesum dysti. Stóri spurningurin hjá monnunum er, um tað endiliga skal eydnast Kyndli at basa einum av oddaliðnum Savnsmynd TB liggur í løtuni á øðrum plássi, men tað er lítið sannlíkt, at tær fáa gjørt nakað viðKlaksvíksgenturnar Savnsmynd