Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 19 - 29. januar 2003 Nr. 19 - 29. januar 2003 3 Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at okkara kæri pápi, beiggi, verfaðir og abbi Hans Jacob Debes andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 26. januar, 62 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 31. januar kl. 13.00 úr Vesturkirkjuni Fyri tey avvarðandi Per, Elin, Súsanna og Ólavur Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á ymiskan hátt á 85 ára føðing- ardegnum tann 22. desember. Ein serlig tøkk til sangkórið í Siloa, eisini ynski eg ætt og vinum eitt av Harranum siga 2003. Lina Jacobsen, við Gjógvará Fuglafjørður Føroya Kolvetni fær 80 mill. kr. í Bretlandi Bretska oljufelagið Dana Petroleum og íløgurgrunnurin 3i í Bretlandi hava gjørt av at seta 80 mill. kr. í Føroya Kolvetni. Pen- ingurin skal nýtast til komandi boring og arbeiðið annars eitt nú uttan fyri føroyska økið OLJA OG FÍGGING Jan Müller Tað hevur eydnast oljufel- agnum Føroya Kolvetni at útvega 80 mill. kr til sína fyrstu boring á føroyska landgrunninum. Sambart internetútgávuna av The Telegraph hava enska olju- felagið Dana Petroleum og ein tann størsti íløgugrunn- urin í Bretlandi, 3i (venture capitalists) sett 7 mill. pund í lisenspartin hjá Føroya Kolvetni. Hesin hevur verið 7% av loyvinum hjá Agip men við møguleika fyri at fara uppá 22%. Hetta merkir sostatt, at ætlanin hjá Føroya Kolvetni at brúka optiónina tað hevur havt í Agiplisensinum, er vorðin til veruleika. Graham Stewart, nevnd- arformaður í Føroya Kol- vetni og nú eisini stjóri í ný- stovnaðum holdingfelag "Faroe Petroleum" í Bret- landi sigur við The Tele- graph, at føroyska undirg- rundin kann goyma fleiri milliardir tunnur av olju. Víst verður á, at Føroya Kolvetni hevur lut í so- kallaðu gullblokkunum, sum liggja bara 20 kilo- metrar frá Foinaven og Schiehallion oljukeldunum, sum standa fyri 10% av bretsku oljuframleiðsluni. Føroyar kunnu gerast eitt lítið Kuwait í Norðuratlants- havi er Graham Stewart endurgivin fyri at siga. Telegraph sigur annars, at Føroya Kolvetni ætlar at fara á London Stock Ex- change, partabrævamarkn- aðin tíðliga í summar. Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni í Føroyum sigur, at tað er felagið, sum er skrásett í Føroyum , sum fær pengarnar, tí tað eigur lisensin. Felagið í Bretlandi er meira at meta sum eitt móðurfelag. Niels Søren- sen sigur, at skal tú brúka so nógvar pengar til eina boring sum hesa, so er man noyddur at fara av landin- um eftir pengunum. Tað vísir seg ikki at verða nokk av risikovillingum kapitali í Føroyum at fara undir eina so stóra og váðiliga íløgu. Peningurin, sum nú verður settur í felagið er so bæði til rakstur og til aðrar uppgávur hjá felagnum. Her verður m.a.. hugsað um 9 ára loyvið, sum Føroya Kolvetni eisini hevur saman við Agip. Niels Sørensen, stjóri sigur, at peningurin eisini er ætlaður at brúka til íløgur uttan fyri Føroyar. Tveir fegnir oljumenn. Graham Stewart, nevndarformaður í Føroya Kolvetni og stjóri í ný- stovnaða Faroe Petroleum í Bretlandi her saman við Niels Sørensen, stjóra í Føroya Kolvetni. Tað hevur nú loksins eydnast teimum at fáa útlendskar íleggjarar til eitt nú fyrstu boringina hjá felagnum í føroyskum øki. Mynd Jan Müller TÍÐINDASKRIV Nú leygarkvøldið tann 1.febr. kl. 23:00-04:00 verður stórt tiltak í Royn- høllini í Hvalba. Tað er nevniliga DJ-SHOW og FREESTYLERS-kapping- in, sum í eini tíð hevur ver- ið í Havn og inni í Eystur- oynni seinni helvt av 2002. Nú er so túrurin komin til Suðuroy ella rættari Hval- ba, har tiltakið verður, og sum nevnt í Roynhøllini. Tiltakið byrjar kl. 23.00 og endar kl.4:00. Eitt at- gongumerki kostar kr. 100,-. Sjálv "Freestylers-kapping- in" byrjar kl. 02:00 og held- ur áfram til kl. 03:30. Til tey sum ikki vita hvat "Freestyl- ers" er, kann í stuttum sigast at hvør sum hevur hug, kann fara upp á pallin at framføra eitt hvørt annað ein hevur hug til, t.v.s. syngja "Kara- oke" ella dansa, rappa v.m. DJ-Show í Hvalba Stutt fyri middagsleitið mánadagin, fekk Barsskor maskinsteðg á Pollinum á veg til Klaksvíkar SAMFERÐSLA Solby A. Eliasen Klaksvík: Tað gongur onki serligt hjá tveimum av teimum trimum strand- ferðsluskipunum, sum sigla millum Klaksvík og ávíka- vist Leirvík og Syðradal á Kalsoynni. Dúgvan er í hesum døgum á beding, tí hon fekk skaða á gronina, tá hon rendi á í Leirvík herfyri, og mánadagin steðgaði Barsskor upp á pollinum. Barsskor var fullur av fólki, sum skuldi til jarðar- ferð í Klaksvík. Menninir umborð bóru skjótt at og róptu á Ternuna, sum røkir siglingina fyri Dúgvuna, og bóðu um hjálp. Og stutt fyri middag kom Ternan sleip- andi við Barsskor, sum nú nærkast teimum áttati, inn eftir vánni. Seinni um dagin sigldi Barsskor aftur sum vanligt. Barsskor fekk maskinsteðg Í gomlum døgum hevði Barsskor lítla bát sleipandi aftan á sær. Hann varð nýttur, tá ikki kundi leggjast at. Mánadagin sá tað eina løtu út, sum Barsskor var lítli bátur hjá Ternuni Í rættinum mánadagin bleiv Føroya Bjór dømt at rinda eina bót upp á 10.000 krónur fyri brot á lógina um at lýsa við sterkum løgum. Hinvegin varð Club 20 í Havn fríkent RÆTTARMÁL Solby A. Eliasen Føroya Bjór varð dømt, tí tað var mett at vera brot á lógina at tey lýstu við matuppskriftum á baksíðuni á Dimmalætt- ing har øl var nýtt. Eisini vóru myndir av teimum sterku ølunum. Hetta metti dómarin var brot á lógina og dømdi tískil Føroya Bjór at rinda 10.000 krónur í bót. Club 20 varð hinvegin fríkent, tí dómarin metti ikki, at tað vóru haldgóð prógv fyri, at tey høvdu brotið lógina, tá tey lýstu við at Jólabryggj fór fyri hálvan prís. Orsøkin var, at ikki kundi staðfestast, um talan var um tað sterka ella tað veika jólaølið. Og sostatt kom ivin Club 20 tilgóðar, og felagið varð fríkent. Føroya Bjór fekk bót Fimm mans vóru týsmorgunin dømdir fyri hópneyðtøku av einari 15 ára gamlari gentu í rættinum í Silkeborg. Ein teirra var herfyri fríkendur fyri at hava neyðtikið eina føroyska kvinnu NEYÐTØKA Ingi Rasmussen Tað sær út sum tilvild ræð- ur, nær dómur fellur og ikki, tá talan er um neyð- tøku. Tað er eitt av sjónarmið- unum, nú tey neyðtøkumál eru ovast á breddanum í Danmark. Í gjár fann rætturin í Silkeborg fimm mans sekar í at hava neyðtikið eina bert fimtan ára gamla gentu. Ein teirra var eisini ákærd- ur í hópneyðtøkuni av ein- ari 25 ára gamlari føroysk- ari kvinnu í Keypmanna- havn; tá varð hann fríkend- ur. Hesaferð fingu menninir úr fýra mánaðum upp í hálvtannað ára fongsul. Málini eru annars lík í mongum. Fleiri menn, sum í felag eru kynsliga saman við einari kvinnu, pá- standa, at kvinnan vildi sjálv, hóast kvinnan hevur meldað tilburðin. Munurin er, at tann 15 ára gamla danska gentan ikki meldaði fyrr enn fýra mánaðir aftaná, tí hon ikki tordi. Tann føroyska meld- aði beinanvegin, tá hon var sloppin leys. Sostatt vóru sjónlig prógv í málinum við føroysku kvinnuni, eitt nú DNA-royndir, meðan ongi prógv vóru í málinum við tí ungu donsku gentuni. Sostatt vóru tað bara vitnis- førslur, sum feldi menninar í Silkeborg. Málið í rættinum í Silke- borg rætti vitnaði annars um fimm ungar mans við einum avskeplaðum sex- morali. Unga gentan varð langt út á náttina tvingað til samlegu og annan kynslig- an ágang, sum pornológ- gávan helst noktar okkum at lýsa í blaðnum. Umframt tann eina, sum var fríkendur at hava neyð- tikið føroysku kvinnuna, var ein annar maður, sum vitnaði í tí málinum, uppí- blandaður hesaferð. Hann fekk harðasta dómin, tí hann eisini tvingaði gent- una til anal-sex. Tann 23- ára gamli maðurin, ið var fríkendur í føroyska málin- um, bleiv hesaferð dømdur fyri at halda ungu gentuni, meðan hinir neyðtóku hana. Hann hevur sum tann einasti kært dómin. Føroyska kvinnan hevur kært dómin inn fyri Eystara landsrætt, og tá fer tað óivað at vera ført fram, at hesin maðurin áður hevur gjørt seg kynsliga inn á konufólk. Fimm ungir mans sekir í neyðtøku C M Y K 3 2