Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y 3 2 3 VARPIÐ 2 VARPIÐ Nógvir føroyingar munnu fara at sita framman fyri sjónvarps- skíggjanum í kvøld, tá tann 20 ára gamla Gu›run Sólja Jacob- sen av Tvøroyri, sum var› Ársins Songrødd í 2001, fer at lut- taka í sangkappingini »Stjørna í eitt kvøld«, sum Sjónvarp Føroya samsendir vi› DR1. Gu›run Sólja Jacobsen var ni›ri í Danmark seinasta heyst til upptøkuroyndir hjá danska sjónvarpinum, har hon var› vald út at ver›a millum tey, sum skulu dystast um eitt pláss í finaluni, sum ver›ur 28, mars. Sostatt kennir hon eitt sindur til fólkini og mannagongdina í kappingini, og tí var ta› ikki so fremmant fyri hana, tá hon seinasta sunnudag aftur setti kósina í ein landsynning ímóti Danmark, har venjingarnar til kappingina byrja›u t‡sdagin. Sjálv seg›i Gu›run Sólja Jacobsen vi› Varpi›, tá vit ringdu til hana mánadagin, at ta› enn ikki rættiliga var gingi› upp fyri henni, at hon skuldi luttaka í eini so stórari sangkapping. Men hon seg›i seg vera væl fyri og gjørdi ikki stórvegis hóvasták burtur úr luttøkuni, hóast hon sum vera man var spent. Syngur ein stillan kærleikssang Undan venjingini t‡sdagin skuldi hon í b‡in vi› fólki frá Dan- marks Radio, har tey skuldu keypa klæ›ir og ta›, sum hoyrir til eina upptra›kan í eini tílíkari sending. Sjálvandi rinda›i sjón- varpsstø›in kostna›in, og Gu›run Sólja Jacobsen letur væl at fólkunum, sum gera fólk til stjørnu í eitt kvøld. Hon kendi onkr- an av teimum framman undan, og verturin, Natasja Crone, er líka blí› og fitt aftan fyri upptøkutóli›, sum hon er framman fyri kamerai› í upptøkuhøli 3 í TV-b‡num hjá Danmarks Radio. Eftir at hava vant frá klokkan 15 til 19 t‡sdagin skuldu venjing- ar eisini vera hósdagin og fríggjadagin, tá a›alroyndirnar skuldu vera. Væntandi koma eini 120 áhoyrarar í sjálvt upptøkuhøli› umframt tey, i› gera sendingina, og so mugu vit ikki gloyma teir mongu hyggjararnar kring alt kongaríki›. Gu›run Sólja Jacobsen, sum í løtuni gongur í 3. g og spælir trombon í hornorkestrinum á Tvøroyri, fer fríggjakvøldi› at syngja sangin »Promise Me« hjá Beverly Craven. Sjálv sigur hon, at hetta er ein stillur kærleikssangur, sum enn ikki er so kendur í Føroyum. Men ta› ver›ur hann helst í kvøld, tá Gu›run Sólja Jacobsen sleppur at royna seg sum stjørnu í eitt kvøld. Stjørnuskoti› av Tvøroyri Í kvøld, fríggjakvøldi›, fer á Gu›run Sólja Jacobsen á pallin í tí stóru sangkappingini »Stjørna í eitt kvøld«