mikudagur 29. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 19 - 29. januar 2003
Nr. 19 - 29. januar 2003
5
Húsarhaldsbreytin á
Argja skúla hevði
mánadagin vitjan av
Birgir Enni, kokki,
sum vísti teimum
ymiskar hættir at
hagreiða fisk, og so
gjørdu tey ein døg-
urðabita eisini
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Mánadagin hevði húsar-
haldsbreytin í Argja skúla
vitjan av Birgiri Enni og
Dánjali Norðberg, sum
vístu næmingunum, hvussu
flak verður skorið og
hvussu arbeitt verður, tá ein
skal turka grind ella fisk.
Eisini
gjørdu
tey
ein
døgurðabita.
Birgir Enni letur væl at.
Hann sigur, at hann hevur
verið á Argja skúla einaferð
áður, men tá var hann
einsamallur. Men hesuferð
hevði hann so Dánjal Norð-
berg við sær, sum greiddi
næmingunum frá um turk-
aða grind og turran fisk.
Birgir sigur, at Dánjali
dámdi avbera væl at greiða
næmingunum frá, og hann
lat væl at teimum, tí tey
lurtaðu so væl eftir.
– Tað eydnaðist sera væl,
haldi eg. Næmingarnir eru
ótrúliga fittir og áhugaðir í
at læra. Tey spurdu nógv og
lurtaðu væl eftir, sigur
hann.
Við sær høvdu Birgir og
Dánjal tvær baljur av hví-
tingi, sum teir lærdu næm-
ingarnar at skera flak av.
Tey fóru øll hugagóð í
gongd, og tá liðugt var
fingu tey hvør sín posa av
flaki, sum tey sjálvi høvdu
skorið, heim við. Tað vóru
tey sera glað fyri og eisini
errin. Við sær hevði Birgir
eisini laks, og døgurðin
henda dagin stóð upp á
laksakotilettir við grønmeti
og sós. Næmingarnir sták-
aðust sjálvir, og Birgir legði
teimum lag á.
Hetta er aðru ferð, at
Birgir Enni vitjar Húsar-
haldsbreytina á Argja skúla.
Fyrru ferð var hann var og
vísti teimum, hvussu ein
matgerð við skeljadjórum.
Tá borðreiddi kokkurin við
øðu fyri næmingunum, sum
sjálvandi tá eisini fingu
høvi at royna seg.
Húsarhaldsbreytin er ein
partur av tíggjunda skúlaár-
inum. Endamálið er, at
næmingar skulu fara út úr
skúlanum við einum holl-
um kunnleika til húsarhald
og matgerð av ymsum
slagi.
Fiskamatur á Argja skúla
Fyrru ferð Birgir Enni vitjaði
húsarhaldsbreytina, varð
borðreitt við øðu
Mánadagin stóð matskráin á Argja skúla upp á
laksakotilettir við grønmeti og sós. –
Næmingarnir lótu sera væl at og vóru óførir,
sigur Birgir Enni
Dánjal og Birgir høvdu tvær baljur av hvítingi við,
so næmingarnir sluppu at royna seg at skera fløk.
Og so fingu tey hvør sín posa av flaki heim við
Nýggir vindar blæsa í
viðurskiftunum mill-
um Føroyar og Dan-
mark. Burtur er kon-
frontatiónin, og nú
leggur løgmaður upp
til, at øll mál skulu
kunna yvirtakast.
Forsætisráðharrin
styðjar royndina at
fáa allar yvirtøkur í
eina lóg
POLITIKKUR
Ingi Rasmussen
»Hetta er ein roynd at fáa
sjálvstýrismálið í eina fasta
legu.«
Anfinn Kallsberg, løg-
maður hevur eina ætlan,
sum tykist ógvuliga ein-
føld. Í staðin fyri at fara í
Fólkatingið, hvørja ferð eitt
mál skal flytast úr Danmark
til Føroya, ætlar hann sær
eina ferð med alla at fáa eitt
standandi loyvi til at fremja
yvirtøkur.
Við øðrum orðum verða
øll tey málsøki, sum liggja
millum Føroya og Dan-
markar, gjørd til A-mál,
ella føroysk sermál, sam-
bært heimastýrislógini.
Tað merkir, at føroyingar
kunnu einsíðugt yvirtaka
eitt málsøki, tá tað er
búgvið. Afturfyri átakur
heimastýrið sær eisini at
gjalda fyri tað, sum heima-
stýrislógin ásetir.
– Hetta er ein máti at gera
tingini praktisk. Tað verður
ikki longur ein spurningur
um konfrontatiónir millum
Føroyar og Danmark, men
aleina ein spurningur um,
nær føroyingar hava fyri-
reikað seg nóg væl til, at
eitt málsøki kann yvirtak-
ast. Tá vit eru klár at yvir-
taka eitt mál, so verður tað
gjørt, um løgtingið sam-
tykkir tað, sigur Anfinn
Kallsberg løgmaður.
Talan er framvegis um
eitt uppskot, sum skal
góðtakast av donsku stjórn-
ini, men forsætisráðharrin
hevur longu givið til kenn-
ar, at tað ljóðar skilagott.
– Forsætisráðharrin hev-
ur sagt løgmanni, at hann
heldur tað vera skilagott, at
vit arbeiða við einari yvir-
tøkulóg í staðin fyri einari
rúgvu av lógum, sigur
Anfinn Kallsberg.
Sostatt er líkt til, at
nýggir og lýggjari vindar
blæsa millum Føroyar og
Danmark. Alt byrjaði við
føroyavitjanini hjá Anders
Fogh
Rasmussen,
sum
endaði við einari semju um,
at føroyingar kunnu yvir-
taka øll málsøki, um vit
bara gjalda fyri tey.
Undantikin eru sjálvandi
tey mál, ið knýta seg at
grundlógini, tað vil siga
uttanríkismál,
gjaldoyra,
verja og heimarættur. Tey
vera ikki yvirtikin, fyrr enn
Føroyar taka fullveldi við
einari fólkaatkvøðu, sigur
løgmaður.
Sostatt snýr politikkurin
seg um at tráðnýta møgu-
leikarnar í Heimastýris-
lógini. Hetta minnir ikki
sørt um uppskotið hjá Sam-
bandsflokkinum
um
nýskipan.
– Kanska, eg veit ikki. Eg
havi
ongantíð
rættiliga
fatað, hvat Sambandsflokk-
urin vil. Teir siga, at vit
skulu kunna yvirtaka alt,
men teir vilja onki yvirtaka.
Hetta er so ein roynd at
gera tingini meira praktisk,
og tað áttu øll at tikið undir
við, sigur Anfinn Kallsberg
løgmaður.
Yvirtøkur í fasta legu
Anders Fogh Rasmus-
sen er »fuldt ud ind-
stillet« at ganga
ynskjum landsstýris-
ins á møti við at gera
eina yvirtøkulóg
undir einum, sum
savnar øll málsøkini
uttan fyri heima-
stýrislógina
YVIRTØKUR
Ingi Rasmussen
Alt
byrjaði
á
einum
morgunfundi Bø. Tá hittust
løgmaður og forsætisráð-
harrin, tí ríkisfundur var í
Føroyum. Aftur við einum
morgunmati samdust An-
finn Kallsberg og Anders
Fogh Rasmussen um, at
lógargrundarlagið
fyri
yvirtøkum í framtíðini átti
at savnast í eini og somu
lóg, og at føroyingar skuldu
fyrireika eitt uppskot.
Soleiðis slapst undan, at
eitt mál skuldu í Fólkating-
ið av venda, hvørja ferð eitt
mál, sum ikki stóð í heima-
stýrislógini, skuldi yvir-
takast.
Sosialurin hevur fingið
innlit í málið, og í einum
notati, sum er skrivað 27.
september 2002 og sent
donsku
stjórnini
sæst,
hvussu løgmaður hevur
hugsað sær yvirtøkur í
framtíðini.
Grundprinsippið er, at
heimastýrisskipanin verður
víðkað til at fevna um øll
viðkomandi málsøki við
undantaki av uttanríkismál-
um, verju av Føroyum og
heimarættin. Hesi verða
framvegis at síggja sum
felags mál, ið Danmark
umsitur.
Í brævinum verða orð
sett á, hvørji málsøki kunnu
yvirtakast við eini og somu
lóg, sum verður løgd fyri
Fólkatingið. Tey eru m.a.
útlendingaøkið, dómstólar-
nir, revsilógarøkið, per-
sóns-, familju- og arva-
rættarliga økið.
Við lógini verður sostatt
gjørt av, at øll øki kunnu
yvirtakast, tá tað er ney-
uðgt. Tey mál, sum eru á B-
listanum í heimastýrislóg-
ini og enn ikki eru yvirtik-
in, tað vil siga løgreglan og
fólkakirkjan, halda kortini
fram sum higartil. Tær
yvirtøkurnar verða fyri-
reikaðar í løtuni. Løgreglan
liggur nakað frammi í
tíðini, meðan fólkakirkjan
er undir landi.
Sjálv yvirtøkulógin er í
fimm greinum. Hon kallast
»lov om overtagelse av
sagsområder fra danske
myndigheder til færøske
myndigheder«.
Anders Fogh Rasmussen
svarar løgmanni 16. okto-
ber 2002, og hann tekur
væl ímóti notatinum.
»Som jeg nævnte på
mødet, er jeg fuldt ud ind-
stillet på at igangsætte et
arbejde med at undersøge
om og hvorledes, det vil
være muligt at imødekom-
me landsstyrets ønsker med
hensyn til en sådan lovgiv-
ning, med udgangspunkt i
landsstyrets
redegørelse
herfor,« skrivar forsætis-
ráðharrin til løgmann.
Tað merkir helst, at tað
ikki verður so torført at
yvirtaka málsøki í framtíð-
ini, sum tað kanska hevur
verið. Alt verður savnað í
eini og somu lóg, og um
bara føroyingar vilja gjalda,
so sleppa teir eisini at
valda.
Lýggjari vindar blæsa
millum forsætisráðharran og
løgmann. Teir tykjast samdir
um at savna allar yvirtøkur í
eina lóg
Mynd: Jens K. Vang
Fogh fagnar yvirtøkuleisti
Arbeiðið at fyreika
yvirtøkuna av løg-
reglu og rættarskip-
an verður liðugt
áðrenn summarferi-
una, og tá verður
upp til politisku
myndugleikarnar í
Føroyum og Dan-
mark at gera av,
hvussu farið verður
víðari, sigur Rúni
Joensen, aðalstjóri í
løgmálaráðnum.
YVIRTØKUR
Ingi Rasmussen
Arbeiðið at fyrireika yv-
irtøkuna av løgregluna og
rættarskipanina gongur
væl.
Tað sigur Rúni Joen-
sen, aðalstjóri í løgmála-
ráðnum.
Uppundir vikuskiftið
var embætisfundur mill-
um føroyska og danska
løgmálaráðið, og tá varð
avtalað, at næsti fundurin
verður 19. februar.
Tá verður skapið gjørt
til eina endaliga frágreið-
ing, sum verður latin
landsstýrinum og donsku
stjórnini til støðutakan.
Eftir hetta kunnu vit
vænta politiskar samráð-
ingar, sum gera av, hvussu
víðari verður farið fram.
Embætismannanevnd-
irnar arbeiða eftir eini ar-
beiðsætlan, sum Høgni
Hoydal landsstýrismaður
og Frank Jensen, fyrrver-
andi løgmálaráðharri, av-
talaðu. Sagt var í avtal-
uni, at »der skal udar-
bejdes et oplæg til efter-
følgende politisk beslutn-
ing om Færøernes over-
tagelse af politi og rets-
væsen samt hertil knytt-
ede sagsområder.«
Øll skipanin, sum hon
er í dag, verður lýst út í
æsir. Føroysku embætis-
fólkini skulu eisini lýsa,
hvørjar umsitingarligar
og løgligar broytingar
skulu fremjast, tá málsøk-
ini koma á føroyskar
hendur, og á hvørjum økj-
um neyðugt verður at
samstarva við Danmark
eftir eina yvirtøku.
– Tað, sum vit nú fáast
við, er rættiliga prinsipi-
elt. Tað er nú, at karmar-
nir verða lagdir fyri eina
yvirtøku. Tá landsstýrið
og stjórnin eru komin
ásamt um, hvussu farast
skal víðari, koma embæt-
isfólkini aftur upp í leik-
in. Tá fara tey meiri ítøki-
liga til verka og gera
nýggja lóggávu fyri eina
føroyska
løgreglu
og
rættarskipan, sigur Rúni
Joensen.
Í samgonguskjalinum
er ikki ásett, at løgregla
og rættarskipan skal yvir-
takast í hesum valskeiðn-
um, men sagt verður bara,
at arbeiðast skal víðari
við
fyrireikingunum.
Hinvegin
kunnu
vit
vænta, at eitt nú familju-
og persónsrættur verða
yvirtikin áðrenn langt
umlíður.
Løgregluyvir-
tøka gongur
eftir ætlan
C
M
Y
K
5
4