Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 19 - 29. januar 2003 Nr. 19 - 29. januar 2003 11 Birita á Løgmansbø Bláhamar, sum er 24 ár, er sloppin ígjøg- num nálareygað hjá TV3, og hon verður ímillum teir 36 lut- takararnar, sum í februar fara undir upptøkurnar til sætta umfarið av vælum- tóktu reality sendi- røðini, Robinson Ekspeditionen REALITYSHOW Ingrid Bjarnastein – Eg taki tað púra róligt. Eg vil ikki hugsa ov langt fram beint nú, so eg taki tað bara sum tað kemur, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar, sum júst var komin heim við flogfarinum, tá Sosial- urin fekk orðið á hana. Birita skal í komandi mán- aða niður aftur til Dan- markar, har hon skal luttaka í Robinson Ekspeditionen, sum TV3 framleiðir. Til teirra, ið ikki vita, hvat Robinson er, so er tað ein sokallað »reality-sendi- røð«, sum snýr seg um at yvirliva á eini oydnari oyggj. Birita sigur, at tað var av tilvild, at hon sendi eina umsókn til TV3. Hon hevur eisini fylgt væl við í hinum fimm umførunum. – Eg kom fram á lýsing- ina hjá TV3 á alnetinum, og so fylti eg bara eina um- sókn út fyri at royna, og hugsaði ikki meira um tað. So er tað bara komið longur og longur, og vorðið meira og meira spennandi, greiðir Birita frá, sum var á veg heim at fyrireika føðingar- dagarnar hjá báðum børn- unum, sum hava fylt, meðan hon var í Danmark. Familjan stuðlar 36 aðrir luttakarar eru kom- nir uppum høgu gáttina hjá sjónvarpsfelagnum. Upp- tøkurnar byrja tann 17. februar, men hesaferð verða nakrar broytingar í mun til fyrru ferðirnar Robinson hevur verið sent. Helvtin av sendingunum og kappingunum verða í Danmark, og verða tiknar upp har frá 17. februar og átta vikur fram. Síðani skulu luttakararnir út á eina oyggj, hvørja vita teir ikki enn. Hetta verður frá mei til juli. Birita er gift við Regin Bláhamar, og saman eiga tey tvey børn, sum eru tvey og fimm ára gomul. Birita viðurkennir, at tað fer at vera hart at vera vekk, og ikki minst, tí hon hevur júst yvirtikið ferðamannaskriv- stovuna, Tora Tourist, og harafturat lesur hon sálar- frøði á Københavns Uni- versitet. – Eg skal flúgva niður einaferð um vikuna, men eg taki tað púra róligt. Fa- miljan sigur kanska bein- leiðis ikki so nógv, men tey stuðla mær allan vegin. Upptøkuroyndin fyri at sleppa við til Robinson snúði seg nógv um sam- røður og spurningar. Birita sigur, at tað vóru als ongar fysiskar royndir, men tær væntar hon fara at koma seinni. – Eg havi svarað spurn- ingum av øllum møgu- ligum slagi, og verið til eitt ótal av samrøðum. Still Robinson kappingarnar hava verið harðar, og bæði kropsliga og sálarliga trýs- tið á teimum luttakandi er bara vaksið ár eftir ár. Men hetta sær Birita ljóst upp á hóast alt. Robinson hevur eisini hýst fleiri kjafta- breiðum dønum, sum rópa upp og alt og onki. Fígg- indaskapur, hatur og sam- ansvørjingar eru gerandis- kostur hjá luttakarunum. – Eg haldi, at tú skalt bara duga at tackla tað. Og tað havi eg eisini gjørt eitt sindur av nú meðan eg havi verið í Danmark. Danir tosa alla tíðina, og eg haldi, at tað er best at koma við síni meining, tá teir tiga eina løtu, sigur Birita. Birita er fleiri ferðir spurd, um hon er smæðin, tí hon tosar ikki so nógv, men hon sigur bara, at hon hugsar seg um áðrenn hon tosar – kanska tað danir gera ov lítið av. – Eg ivist ikki í, at eg fari at síggjast aftur ímillum hinar luttakararnar, og nú burdu øll farið at fingið sær TV3 aftur, sigur Birita flennandi. Eg taki tað púra róliga Birita á Løgmansbø Bláhamar er her avmyndað á flogvøllinum saman við fimm ára gomlu dóttrini, Tóru. Hon var sloppin við at taka ímóti mammu síni, meðan beiggin, Valdemar, sum er tvey, var í vøggustovu Mynd: Edvard Joensen Her er Birita saman við einum øðrum av teimum 36, sum er sloppin at luttaka í sætta umfarinum av Robinson Ekspeditionen hjá TV3 Í Kunoyar skúla ganga tríggir næm- ingar hetta skúlaárið. Tveir dreingir, Arni og Henningur ganga í 1. flokki, og Eliana gongur í 6. flokki SKÚLI Ingrid Bjarnastein Kunoy: Veðrið er illfýsið norðuri í Kunoy, men inni í skúlanum í Kunoy er ljóst og fjálgt. Skúlin sær hugna- ligur út uttanifrá. Hann er frá 1886, og inni í gongini hanga fleiri tekningar uppi, sum børnini hava teknað. Inni í skúlastovuni sita trý børn. Tey eita Arni, Henningur og Eliana. Arni og Henningur ganga í 1. flokki, og Eliana gongur í 6. flokki. Tá Sosialurin kom á gátt høvdu tey rokning, har tey fingust við skøp. Lærarin, Heidi Vágsá, stendur frammi við lærara- borðið og tey eru øll bæði blíð og týð og taka væl ímóti okkum. Vilja ikki heim Hugnaligt er inni í skúla- stovuni. Veggirnir eru prýddir við kortum, fløgg- um, tekningum, bókstavum og øðrum. Frammi við vindeyga er eitt køliskáp, ketil og annað gott, og mitt í stovuni stendur eitt borð, har næmingarnar plaga at sita í fríkorterinum, tá veðr- ið er ringt, og tekna ella lesa. Børnini eru eitt sindur smæðin í fyrstuni, men tá ein lítil løta er farin, koma tey við mappum, skrivi- heftum og øðrum, sum tey draga fram má borðið fyri at vísa, hvat tey hava gjørt. – Arni og Henningur eru í skúla fýra tímar um dagin, meðan Eliana hevur fimm ella seks tímar. Tey trívast væl, sjálvt um tey bara eru trý, sigur Heidi Vágsá, lær- ari. Heidi er læraraútbúgvin. Hon hevur arbeitt fimm ár í Danmark og tá hon kom aftur til Føroya arbeiddi hon tvey ár á Viðareiði áðrenn hon kom til Kun- oyar. – Arna og Henningi dámar so væl í skúlanum, at teir tíma ikki heim, tá teir eiga. Teir halda, at Eliana er so heppin, tí hon sleppur at vera longur í skúla, fortelur Heidi við einum smíli, og teir flennan samtykkjandi. Næsta ár verður ongin nýggjur næmingur í skúl- anum, so tá verða tey fram- vegis trý. Men um tvey ár koma tveir nýggir næming- ar, og um fráflyting ikki verður frá bygdini, so verð- ur onki hol við næmingum í øllum førum eini 15 ár. – Tey hava ongar trupul- leikar við at vera so fá, men kanska tað sosiala vantar eitt sindur í hesum um- hvørvinum. Men tey ganga til ymsar frítíðaraktivitetir aftaná skúlatíð, so sosialu mettuna fáa tey tá. Seturskúli Seinni í ár fara tey trý í Kunoyar skúla á seturskúla. Enn er ikki avgjørt, hvagar leiðin liggur, men tað verður tá veðrið gerst eitt sindur betri. Jólahaldið í fjør var hild- ið saman við teimum í Haraldsundi. Sjónleikur var framførdur, og Arni, Henn- ingur og Eliana vandu í bygdarhúsinum eina heila viku áðrenn jólahaldið skuldi verða. Næsta vika verður rokni- vika hjá teimum trimum. Heidi hevur fingið ymiskt tilfar til vega, sum ger tað eitt sindur stuttligari at rokna, og hesa vikuna halda tey seg so at siga bara til rokningina. – Aftaná skúlatíð plaga vit viðhvørt at vera uppi á plenuni og spæla. Har er bara mold, og menninir plaga at spæla fótbólt har uppi. Eisini plaga vit at vera í plantaguni, uppi á tí stóra steininum, har Angela og Hannibal vóru, tá tey vóru í Kunoy við Fres, sigur Arni. Heidi sigur, at børnini vóru eitt sindur skuffað, tí Angela hevði sagt í Fres, at tað vóru ongi børn í Kunoy. Nú er matarfríkortið komið, og børnini hava so at siga blaðað allar síður upp og niður og víst okkum Mombon og allar norð- oyggjar. Vit takka fyri okkum og fara út aftur í regnið og vindin, meðan børnini seta seg við borðið at eta mat- pakkan. Eitt er bert at stað- festa, og tað er, at skúlaum- hvørvið í Kunoy er lítið, men uttan iva hugnaligt og fjálgt. Hugnaligt skúlaumhvørvi í Kunoy Tá Sosialurin kemur framvið í skúlanum í Kunoy hava teir tríggir næmingarnir, ið har eru, rokning Eliana er elsti næmingurin í skúlanum. Hon og lærarin, Heidi Vágsá, finna bara væl útav tí heila Tey trý, Eliana, Arni (t.h) og Henningur, sita øll í somu og einastu skúlastovuni í Kunoyar skúla. Eliana gongur í 6. flokki, og Arni og Henningur ganga í 1. flokki líð og týð. Tey taka allar mappurnar og skriviheftini fram fyri at vísa, hvat tey hava gjørt í skúlanum í ár C M Y K 11 10