Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 19 - 29. januar 2003 Nr. 19 - 29. januar 2003 13 Jógvan við Keldu løgtingsmaður Tað var ikki "Gulag og glemsel", sum fekk meg at taka til sum eg gjørdi í løgtinginum henda dagin, men heildin í drúgvføru ræðuleikunum og tíðarper- spektivið Í »Vikuskiftisblaðnum« í Sosialinum seinasta leygar- dag hevur blaðmaðurin Ingi Rasmussen bókina »Gulag og glemsel« hjá Bent Jensen á hondum og ger sær sínar tankar. Greinin byrjar soleiðis: »Nazisman var ein paran- tes«. »Mong kvukku við, tá ein løgtingsmaður herfyri fekk seg at siga soleiðis í einum hørðum orðadrátti í Løgtinginum. Kanska var kjakið, sum stóðst av útsøgnini, eitt fyrivarni um, hvat vit kunnu vænta okk- um, tá kanningin eystanfyri av Føroyum undir kalda krígnum sær dagsins ljós. Kanningini stendur danski søguprofessarin Bent Jen- sen fyri, og orsøkin til óhepnu lýsingina hjá løg- tingsmaninum av nazism- uni er seinasta bókin hjá professaranum, ið nevnist »Gulag og glemsel««. Í honratøkum við Javnaðar- og Tjóðveldisflokkin Lat meg gera vart við, at løgtingsmaðurin – sum var í hornatøkum við Javnaðar- og Tjóðveldisflokkin í ting- inum henda dagin – var eg, men bókin "Gulag og glemsel" hevur ikki fingið meg at taka til, sum eg gjørdi. – Leggjast kann afturat, at orðadrátturin var heldur ikki serliga harður. Teir ræðuleikar úr Sovjet og undir øðrum kommun- istiskum einaræði, sum ídag alt meiri verða prógv- aðir í bókum og tíðarritum eru bert staðfestingar av frágreiðingum, sum áður eru kunngjørd vesturheim- inum, og sum vintstri vong- urin ongantíð góðtók. Heldur mótmæltu bæði Javnaðar- og Tjóðveldis- flokkurin USA og øðrum vesturlendskt sinnaðum londum, sum hava verið okkum góð verja. »Intelektualisman« og fjølmiðlaheimurin var í stóran mun halgaður vinstravonginum, og ment- anin í danska kongarík- inum við m.ø. Otto Gelsted, Hans Kirk, Hans Scherfig, William Heinesen, og Christian Matras, helt held- ur ikki av fyri at viður- kenna sær kommunismuna. Áhugavert kundi verið at nevnt í hesum viðfangi, at sjálvt í Føroyum var so statt, at presturin Richard Wurmbrand, ið tænti - og hevur liði nógv- eystanfyri, hevði ilt við at fóta sær, tí honum varð sýtt atgongd at prædika í onkrum av før- oysku kirkjunum, so seint sum í 1970unum, tá hann vitjaði, tí hann var hildin at vera ov víðgongdur ímóti kommunismuni. Munur á 74 og 12 árum Tá eg á tingi segði at "Na- zisman var ein parantes", var hetta í tíðarperspektivi, og ikki tí, at eg vardi ræðu- leikarnar í nazisman hevði við sær. Eg havi víst á, at "kommunistiska eksperi- mentið" sum gjørdist ein sorgarleikur, vardi í minsta lagi frá 1917 til 1991, tá múrurin fall - í 74 ár - með- an nazisman hevði sína tíð frá 1933 til 1945, tá USA tók um endan, t.v.s. í 12 ár. – Eingin kann siga, at eg kom við eini "óhepnari" lýsing, ella tað var nakað, sum fall mær knapliga úr munninum, sum grein- skrivarin vil gera tað til. Sjálvandi sá formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Ejdesgaard, sær eitt høvið á tingi at koma við eini tilvildarligari viðmerking. Hann hevur jú fá onnur verkevni enn at koma við atfinningum. Í tíðarperspektivi kann sigast, at 12 ár inn í millum 74 ár er ein parantes. Eg fegnist um, at ein føroyskur blaðmaður nevniliga, Ingi Rasmussen, er kvokkin við, og kanska okkurt fjølmiðlafólk við honum, men bara at taka hetta burtur úr eini heild, eyðkennir ikki serliga góð- an fjølmiðlasið, og tænir honnum ikki til heiðurs. Tað tykist, sum um hann er vaknaður av bókini »Gulag og glemsel«. Onkur søgubrot Ígjøgnum seinastu mongu árini hevur ikki verið trot á røddum úr kommunism- unnar drúgvføru ræðuleik- um við sovjetiskum rættar- gongdum, loyniløgregluni KGB, sovjetiskum fongsl- um og fangalegum, GU- LAG týningarlegunum, fongsulsjúkrahúsum og sinnissjúkarhúsum og øðr- um tættum í atsóknum. Nú eru 30 ár síðani Sol- sjenitsyn gav út bókina um GULAG týningarlegurnar. Vit minnast eisini Sakha- rov-hoyringina í Danmark í 1975, við óhugnaligu frásagnunum, hesum sum vesturheimurin ongantíð tók í álvara. Fyri at taka tvey dømi. Les eitt nú stóra verkið »The black book of Comm- unism«, sum kom út í 1999 við sínum 800 síðum, sum grundgevur fyri teimum 25 milliónunum, sum lótu lívið undir kommunismuni í Sovjet og 65 milliónunum í Kina, hetta sum bert er ein partur. Her sæst eisini hvussu kommunisman er farin við egnum borgarum. Bókin »Reagan’s War«, sum kom út í november- mánaði í fjør vísir eisini sera áhugaverdu ætlanina hjá Kreml at yvirtaka filmsídnaðin í Hollywodd, fyri at fáa tak á heiminum, har Ronald Reagan longu í 1946 – hesin sum ofta varð illa viðfarin av vinstravong- inum í Evropu, meðan hann var forseti – stríddist sum sjónleikari ímóti kommun- istiskum felagsskapum har eftir krígslok. Hóast hetta, kundi hann fegnast um at vera ein av kvartettini, sum syrgdi fyri, at kommun- istiski múrurin fall góð 40 ár seinni - í 1991. Ferðin við »Dostojevskij« o.a. Vit minnast bæði Ungarn, Tjekkoslovakíið og hørðu viðferðina hjá Alexander Dubcek, tá hann í bókini, sum á donskum hevur heitið "Håbet dør sidst" vís- ir á, at hann uttan at hava nakað at siga, bara var fluttur til eitt fongsul í Moskva, meðan land hans- ara leið undir harðrendu viðferðini. Eisini áhugaverda bókin hjá danska blaðmanninum og høvundinum Leif Da- vidsen, har hann greiðir frá ferðini eftir Volgaánni við ferjuni "Dostojevskij" á heysti í 2000, har hann aftur vitjar støð, sum hann kom til, tá hann var danskur útvarpsmaður í Sovjet í 1980. Fyri at taka bert tvey av óteljandi dømum, sigur hann m.a. frá, tá kommun- istar sprongdu stóru og kendu "Frelsarkirkjuna" í Moskva í luftina, og settu standmynd av Lenin í staðin, og hvussu Jeltsin tók standmyndina niður aftur, og lat nýggja stásiliga Tað ljóðar áhugavert, at løgmaður ætlar sær í Tingið við einum uppskoti, ið miðjar eftir, at øll málsøki skulu kunnu yvirtakast av Føroya Landsstýri. Neyvan er nakar flokkur, ið hevur nakað ímóti hesum. Innihaldið av einum slíkum uppskoti er ikki ólíkt parti av Sjálvstýrislógini hjá Javn- aðarflokkinum, Nýskipanaruppskotinum hjá Sambands- flokkinum og uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, ið var luftað av Bjarna Djurholm í farna valskeiði. Uppskotið er kanska ikki so víðgongt, sum sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum, men eitt stig rætta vegin er tað í hvussu so er. Eitt slíkt uppskot er í roynd og veru ein víðkan av Heimastýrislógini, og tí eigur andstøðan sum skjótast at fáa ein dialog við Løgmann, til tess at fáa eina breiða semju um hetta mál. Vónandi kemur at standa einmælt samtykt, tá hetta uppskot kemur fyri Tingið. Tó má nógv sigast at vera broytt. Minnast vit rætt, nærum hálaði varaløgmaður, Høgni Hoydal, tilmælið hjá Bjarna Djurholm, sum snúði seg um hetta sama, sundur og saman ífjør, og orðini um landsstýrismannin vóru alt annað enn mjúk. Nú er vent í byttuni. Gamaní var tað leingi at skula biða í 5 ár eftir tí, ið meiri- lutin av Føroya fólki vil hava, men betri seint enn ongan- tíð. Tað var gott, at ljósið endiliga náddi fram í Tinganesi. Tað eigur heldur ikki at forða fyri samtykt av hesum upp- skoti, at samgongan við ógvusliga blokkniðurskurðinum hevur skotið seg sjálva í fótin við at avmarka ráðini til yvirtøkur tey næstu árini. Vit hava nú í fimm ár frá fullveldisveinginum fingið tútað oyrini full av, at tað ikki bar til víðka Heimastýrislógina ella gera eina nýggja meira víttfevnandi lóg innnanfyri ríkisfelagsskapin. Alt ella einki var rakstrarrópið. Fullveldi ella svart samband. Hvitabók tyktist enntá stuðla undir hesum undirbrotliga tosi. Hvat er uppskotið hjá Løgmanni um ikki ein víðkan av Heimastýrislógini? Danir vilja meta tað sum eina víðkan. Allir føroyskir flokkar við einum undantaki vilja meta tað sum eina víðkan. Hetta verður ein víðkan av Heimastýrislógini, og ein slík víðkan kemur ikki at ávirka okkara loysingar- møguleikar í framtíðini, tí líka so væl, sum vit kunnu loysa í dag eftir at hava góðtikið Heimastýrislógina í meiri enn hálva øld, líka so væl kunnu vit loysa um tíggju ár – um fólkið vil væl at merkja. Tá nú Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin sum tann ein- asti flokkurin vil kalla uppskotið fyri nakað annað enn eina víðkan av okkara skipan innan ríkisfelagsskapin, so eiga hinir flokkar á Tingi at vera tolerantir, og lata Tjóð- veldsiflokkin kalla uppskotið, tað hann vil. Navnið eigur ikki at skilja nakran. Tað má vera ringt at skula svølgja alt ella einki politikkin, og tí kunnu vit ikki annað enn vænta eitt sindur av trappusteinsretorikki frá Tjóðveldisflokk- inum í samband við uppskotið frá Løgmanni. Flokkurin kemur ivaleyst at atkvøða fyri víðkanini av okkara sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin eins og øll onnur, og so kunnu teir fylla floksblaðið tey næstu 30 árini við stórorðaðum hugleiðingum um hvussu forferdiligt tað er, at allir hinir flokkarnir, danska stjórnin og verðin annars hevur miskkilt, hvat tað var, flokkurin atkvøddi fyri. Nú verður kanska friður til at reka veruligan politikk aftur og nýta orkuna til at fokusera uppá trupulleikarnir, vit til dømis hava innan skúlaverkið og almanna- og heilsu- verkið. DAGSINS MEINING Sosialurin Breið semja fáast um uppskot løgmans VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ingi Rasmussen og Bent Jensen Framhald á síðu 13 kirkju byggja aftur. Annað dømi kann eisini nevnast, tá ikki færri enn 3000 fangar á veg við skipi til Gulag gjørdu uppreistur umborð, vórðu hirdir í lastina, sum varð fylt við vatni í minus 30 stigum, og hvussu hesin ísklumpurin við fyrstum fólki á ein ella annan hátt varð lossaður í land. Hetta eru bert tvey dømi av túsundum. Dømini eru mong tús- und. Spennandi bókin hjá foreldrunum hjá kenda og dugnaliga tíðindamannin- um Samuel Rachlin, Rac- hel og Israel Rachlin, »!6 år i Sibirien«, sum kom út í 1982, er eisini gott íkast, fyri at taka nakað »úr bóka- rúgvuni«. Bert annar parturin uppgjørdur Lat meg í hesum viðfangi siga, at munurin millum nazismuna og kommun- ismuna er, at uppgjørt varð við nazismuna, meðan kommunisman stendur enn sum ósvaraður spurningur, hóast meiri opið nú er at fáa til vega skjøl fyri pógvum um veruleikar. Nakað av hesum fáu av mongum túsund dømum eg omanfyri havi nevnt vísa, at í tíðar-perspektivi var "na- zisman ein parantes". Nazisman vardi í 12 ár, og allur heimurin vendi sær ímóti henni, sum rætt var, meðan kommunistiska eks- perimentið, sum vinstri- vongurin og stórur partur av vesturlendska blað- mannaheiminum vardi í 74 ár, miseydnaðist og koll- sigldi. Hóast tað, hava enn ikki øll vent henni baki. Lat meg til seinast siga, at tað var ikki "Gulag og glemsel" ella nakað, sum Bent Jensen hevur skrivað, sum fekk meg at taka til í løgtinginum, sum eg gjørdi, tí eg havi nevniliga ikki lisið bókina, men heildin í drúgvføru ræðuleikunum og tíðarperspektivið, sum skrivað hevur verið ígjøgnum 20. øldina, kanska serliga seinna helm- ingin. Og so heilt til seinast kann eg ikki siga annað enn at tað er við spenningi eg fari at lesa bókina "Gulag og glemsel". Eisini fari eg at hyggja skjølini hjá Bent Jensen ígjøgnum, tá hesi verða løgd fram. Tað kanska fær onnur ávís før- oysk fjølmiðlafólk enn Inga Ramussen at vakna og kvøkka við. Framhald av síðu 12 Mánadagin fekk Tórshavnar komm- una handað eitt nýtt mekaniskt reinsiverk, ið skal skilja tað ring- asta frá skittvatnin- um, ið rennur í Sersjantavíkina. Svenn Brimheim, sum hevur gjørt verkætl- anina, heldur, at hug- burðurin til um- hvørvið er broyttur UMHVØRVISVERND Theodor E. D. Olsen Fyri trimum árum síðani fekk Tórshavnar kommuna nýtt reinsiverk, sum varð sett upp í Heimaru Válgara- vík, og skittvatnið haðani rennur út uppi við Eyst- falssker, sum tey flestu munnu kenna frá sangin- um, um dreingin, sum dyrgdi har á staðnum. Nú hevur Havnin aftur fingið nýtt reinsiverk, sum er sett upp í Sersjantavíkini. Arbeiðstakari hevur verið P/f H. V. Lützen, og Sp/f M. E. Leo, hevur virkað sum ráðgevandi verkfrøðingur. Svenn Brimheim frá Sp/f M. E. Leo hevur gjørt pro- jektið til hetta nýggja me- kaniska reinsiverkið, sum skal taka tað ringasta burt- urkastið frá kloakkunum, ið eitt nú hoyra til Jonas Broncksgøtu og Djóna í Geil gøtu. Áður hevur nevniliga alt skittvatnið frá kloakkunum runnið bein- leiðis á sjógv, og heldur Svenn Brimheim hetta vera eitt tekin um, at hugburður- in hjá býrðasplitikarunum mótvegis umhvørvinum er broyttur seinastu árini. Fyrr hildu fólk nevniliga, at havið var óendaligt, og tí varð tað brúkt sum køstur. Seks metrar undir jørð Nú hevur so Tórshavnar kommuna fingið nýtt mekaniskt reinsiverk í Sersjantavíkini, ið liggur ímillum Skansan og bygningin, ið fyrr hýsti Fiskasøluni og nú rúmar virkseminum hjá Føroya Sparikassa. Reinsiverkið er staðsett undir jørð á friðaðum øki, og er tí alt sett aftur í upp- runaligan stand, og hetta hevur Yvirfriðingarnevndin góðkent. Reinsiverkið er bygt upp sum heild, og undir jørðini er verkið seks metrar djúpt – ella høgt. Tað veldst um, hvaðani vit skoða hetta nýggja bygningsverkið, sum ikki sæst serliga væl á jarðarflatuni. Verkið er bygt í trimum høvuðspørtum. Tann fyrsti við sandfangi og yvirrenn- ing við ristskipanum, tann næsti við størri forfelli- kamari, og tann triði við minni eftirfellikamari. Har- umframt er atkoma til tøm- ing, eftirlit og viðlíkahald, og tann samlaða rúmdin er okkurt um 125 tons. Til ber at ganga inni í sjálvum reinsiverkinum, og ætlanin er, at fólk, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, skulu hava røkt- ina um hendi. Eisini er ein eftirlitstunnil gjørdur frá verkinum oman í Sersjanta- víkina. Sum nevnt er eitt reinsi- verk longu framman undan, sum rennur oman ímóti Eystfalsskeri, og so løgið tað kann ljóða, sigur burturkastið frá fólki eitt sindur um, hvørji tey eru. Burturkastið frá teimum ymisku býarpørtunum er nevniliga ikki eins, og tað kann vera alt frá pappíri og undirbuksum, til plastik- posar og hítir, sum eitt slíkt reinsiverk forðar fyri rennur á sjógv. Harafturat kann slakt vera ringt hjá kloakkunum at hava við at gera, tí meðan til dømis feittið frá havhesti sum einki rennur gjøgnum rør- ini, kann feittið frá slakt- inum um heystið seta seg í rørini. Eisini dálkar útrenslið frá einum vaski nógv verri enn frá einum wc, av tí at tað jú er gjøgnum eitt vask, at fleiri av teimum størstu dálkingarkeldunum, sum t.d. feitt og kemisk evni, stava, greiðir Svenn Brim- heim frá. Ikki góð streym- viðurskifti Ein av orsøkunum til, at júst Sersjantavíkin er vald at hýsa einum slíkum reinsiverki er, at streym- viðurskiftini í víkini ikki eru av teimum bestu, og tá vestfallið er hálvrunnið er trupult at fáa nakað burtur haðani, og tí er so illa dálk- að, sum tað er í Sersjanta- víkini. Svenn Brimheim upp- lýsir fyri Sosialinum, at hetta verkið tó ikki loysir allar umhvørvistrupulleik- arnar í Havnini. Ein uppgáva, sum liggur eitt sindur longur frammi í tíðini, er at separera skitt- vatnskloakkir og regnvatns- kloakkir. Hesar síðst- nevndu áttu helst at verið kallaðar avfalskloakkir, men av tí at danska málið stundum kann elva til misskiljingar, hava fólk, sum arbeiða við slíkum, heldur valt at kalla avfallið fyri regnvatn í hesum sam- bandi. Ofta hevur komm- unan nevniliga lagt kloakk- ir framvið løkum, og hetta kann vera tvørligt at skilja frá hvørjum øðrum, men tað verður so arbeitt fram ímóti at gera. Í fyrtsu syftu kunnu vit frøast um, at Sersjantavíkin og økið kring Skansan nú verður betur reinsað enn higartil. Nýtt reinsiverk seks metrar undir jørð Umboð frá H. V. Lützen, Tórshavnar býráð og M. E. Leo ganga niðri í reinsiverkinum og skoða verkið Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 13 12