Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 29. januar 2003 27 Vejle fer heilt til fjar- eystur á venjingar- legu, og tí er lítið sannlíkt, at Christian Høgni Jacobsen verð- ur við á venjingarlegu hjá fótbóltslands- liðnum í Spania. VENJINGARLEGA Páll Holm Johannsen Heimasíðan onside.dk skrivar, at felagið hjá Christiani Høgna Jacobsen, Vejle Boldklub, fer á venj- ingarlegu í Kina í døgunum 18.-28 februar. Venjingar- legan verður í stórbýnum Shanghai, og ætlanin er at spæla tveir dystir ímóti fyrstu deildar liðum úr bý- num. Neyvan við til Spania Av tí, at venjingarlegan hjá føroyska fótbóltslandsliðn- um í Spania verður um somu tíð sum venjingarleg- an hjá Vejle, er væntandi, at Christian Høgni velur ferð- ina til Kina frammum. Vanliga hevur landsliðs- venjarin verið noyddur at verið útisetanir fyriuttan til venjingardystirnar í byrjani av árinum. Útlendsku fel- øgini, ið hava vetrarsteðg, fyrireika seg til várhálvuna, og tí má føroyska landsliðið dúva á leikarar úr heimligu kappingini. Tað er tó ein sannroynd, at útisetarnir á landsliðnum eru fækkaðir í tali seinastu árini. Umframt Christian Høgna, so er tað bert Jákup Mikkelsen, sum spælir utt- anfyri Føroyar. Um hann verður við á venjingarleg- uni í Spania er enn óvist. Hóast skiftið til AB er eitt stig niður, so er Eyðun Samuelsen spentur um upp- gávuna á Argjum. LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannsen Kviki framherjin, Eyðun Samuelsen, fer í ár at spæla í AB. Hóast papírarbeiðið ikki rættiliga er avgreitt enn, so er greitt at Eyðun ikki verður í HB í ár. Eyðun Samuelsen var partur av meistaraliðnum hjá HB í fjør, so skiftið til AB er eitt stig niðureftir. Sjálvur sigur Eyðun seg vera spentan um uppgáv- una, og vónar AB fer at standa seg væl í ár. – At fara frá fyrstu deildar fót- bólti til at spæla í aðru deild er eitt vet niðureftir, men AB hevur eitt spennandi lið og góðar umstøður, og tí gleði eg meg til kappingar- árið í ár. Argjamenn flutti upp úr triðju deild í fjør, og felagið ætlar at nýta árið í ár at etablera seg í 2.deild, áðr- enn síðsta takið verður tikið mótvegis uppflyting í fremstu deildina. Umframt Eyðun Samuel- sen, so arbeiðir AB í løtuni við at fáa aðrar spælarar til felagið. Eyðun Samuelsen skiftir til AB Kviki framherjin, Eyðun Samauelsen, fer komandi ár at spæla í AB Mynd: Savnsmynd Christian Høgni Jacobsen og Vejle fara heilt til Fjareystur á venjingarlegu í komandi mánað. Christian Høgni til Kina LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannesen Leirvíkingurin, Kristian í Vági, fer í ár at umboða KÍ. Evnaríki framherjin hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við KÍ. Kristian í Vági hevur ikki gjørt so nógv við fótbóltin sein- astu árini, men hevur av- gjørt at royna seg í fremstu deildini í ár. Umframt fótbólt, so hevur Kristian fingist nógv við tónleik, har hann er limur í Eysturoyar bólkinum Flux. Kristian hevur nakrar U-18 landsdystir á baki, og síðst í níti árinum var hann ein av stuðulsleikar- unum á LÍF-liðnum, sum tvey ár á rað endaði á øðr- um plássi í 2.deild. Spennandi verður at fylgja við, hvussu nýggi KÍ-leikarin fer at standa seg í fremstu deildini í ár. KÍ gjørt sáttmála við Kristian í Vági 27 Nr. 19 • mikudagur • 29. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir søluna av framherjanum Peter Madsen til Wolfsburg, tykist møguleikin vera størri fyri, at Jón Rói Jacobsen fer at gera sáttmála við danska meistaraliðið LEIKARASKIFTI Páll Holm Johannesen Mánadagin kunngjørdi danska meistarliðið Brønd- by, at Wolfsburg úr Bundes- liguni hevur skrivað sátt- mála við framherjan Peter Madsen. Talan er fyrst um ein leigu sáttmála til í summar, har møguleiki so verður hjá týska felagnum at keypa danska framherjan frá Brøndby. Leikaraskiftið hjá Peter Madsen, skuldi havt við sær, at Jón Rói Jacobsen skuldi verið tættari at einum sáttmála við Brønd- by. Brøndby er í svárari fíggjarligari kreppu, men við søluni av Peter Madsen, hevur felagið meira av pen- ingi at ráða yvir. Avgjørt um eitt døgn Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, váttar fyri Sosi- alinum, at samband hevur verið millum partarnar, síð- an mánadagin. Hann vænt- ar at kunna geva endaligt svar innan 24 tímar um fót- bóltsframtíðina hjá Jón Róa Jacobsen. – Vit hava diskuterað nøkur smáting, og formað- urin í HB váttar, at HB og Brøndby eru ikki langt frá hvørjum øðrum. Spurdur um talan verður í fyrst at- løgu um ein leigusáttmála ella um eina sølu alt fyri eitt, vil Birgir Enghamar hvørki vátta ella avsanna. Heldur ikki vil formaður- in í HB svara, um talan verður um stóra peninga- liga upphædd, um leikara- skiftið hjá Jón Róa skuldi verðið veruleiki, og sigur í stuttari viðmerking, at slík- ir upplýsingar verða mill- um feløgini bæði. Óvist við Mads Jørgensen Ein annar av stjørnuleikar- unum á meistaraliðnum hjá Brøndby, Mads Jøgernsen, hevur eisini ætlanir um at royna eydnuna uttanfyri Danmark. Hann hevur boð- að Brøndby-leiðsluni frá, at hann ikki er sinnaður at leingja sáttmálin, sum rennur út í summar. Mads Jørgensen hevur verið settur í samband við italska felagið Perugia, men enn er onki ítøkiligt spurt burturúr. Av tí Mads Jørgensen verður leysur av sáttmála sínum við Brønd- by í summar, fær Brøndby ongar pengar fyri leikaran, og tað má kennast svárt, tá fíggjarstøðan í felagnum ikki er tann besta. Kyndil hevur longu tryggjað sær sess í steypafinaluni, meðan í hálvfinaluni millum STÍF og VÍF er onki avgjørt COCA COLA CUP- KAPPINGIN Páll Holm Johannesen Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld. Kyndil møtir triðju- deildar liðnum hjá KÍF í Hoyvíkshøllini, meðan StÍF fær vitjan av VÍF. Fyrri dysturin millum Kyndil og KÍF endaði við sannførandi 44-23 sigri til Kyndil, og tí skuldi dysturin verið ein avgreiðslu spurningur hjá Kyndli. Hinvegin er lagt upp til ein sannan gysara á Skála í kvøld. Fyrra hálvfinalan endaði við einum teprum 24-23 sigri til strandingar, og tí er onki avgjørt undan dystinum. Spennandi verð- ur um strandingar triðja árið á rað klára at tryggja sær finalusess, ella um vestmenningar fara at steðga teimum. Báðar hálvfinalurnar byrja kl. 20.00. Dómarar á Skála verða Sámal Hansen og Kristian Johansen úr Neistanum, meðan Kári Hansen og Trúgvi Morten- sen úr Tjaldrinum døma dystin millum KÍF og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Jón Rói tættari at einum Brøndby-sáttmála Um talan verður um ein Brøndby-sáttmála hjá Jón Róa Jacobsen, fáa vit svar um innan eitt døgn, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB Mynd: Savnsmynd Seinnu hálvfinalurnar í kvøld Lagt er upp til ein sannan gysara á Skála í kvøld, tá oddaliðini í landskappingini STÍF og VÍF bresta saman í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Mynd: Savnsmynd C M Y K 26 www.sosialurin.fo