Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 19 - 29. januar 2003 Nr. 19 - 29. januar 2003 25 tikin inn á virkið. - Vit síggja onga roslu í kørunum, og fiskurin fer púra óskalaður á marknað- in, sigur Johan. Tá fiskurin er blóðgaður, liggur hann enn ein hálvan tíma, til hann verður hag- reiddur. Síðani fer hann í skilji- maskinuna, sum er tann størsta í landinum og hevur 28 portur. Tað mest spennandi á virkinum man vera robott- urin, sum kann lesa 8 ym- iskar strikukotur av, og síðani setir kassarnar á rætta plattin. - Tað er ringt at siga neyvt, hvussu nógvar mans robotturin sparir í arbeiðs- megi: Men siga vit, at hann ger arbeiði fyri 4 menn, so gera vit ikki av, siga tey á virkinum. Framúr arbeiðs- umstøður Arbeiðsumstøðurnar á virkinum eru serstakliga góðar. Virkið er ikki bara innrættað, so mest kann fáast burturúr framleiðsl- uni, men sanniliga eisini, so arbeiðsfólkini skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt. Í erva er stór og hugnalig kantina. Har sótu starvs- fólkini og fingu sær ein bita, tá Sosialurin kom á gátt. Kvinnurnar vildu ikki lata seg avmynda til blaðið, men tað høvdu mennirnir einki ímóti. Í løtuni starvast 70 fólk á virkinum í tveimum vakt- um. Á gamla virkinum ar- beiddu tey eisini í tveimum vaktum, tá mest var at gera. Hóast byrjunartrupul- leikar, so hava vit góðar vónir, sigur Heini Greger- sen, annar av sjórunum á P/f Kryvjing, at enda við Sosialin. Lesið eisini áhugaverda grein í blaðnum í morgin umframkomna virkið hjá p/f Kryvjing. Hetta sigur Johan Mørkøre, virkisleið- ari á P/f Kryvjing í Klaksvík. Orsøkin til betraðu góðskuna, er nýggja og framkomna útgerðin, sum ger tað møguligt at lata fiskin liva, líka til hann verður slaktaður ALIVINNA Orð: Rúna Sivertsen Myndir: Jens K. Vang Virkið hjá P/f Kryvjing í Klaksvík hevur nú koyrt í tveir mánaðir. Virkið er útgjørt við framkomnum útbúnaði frá formula.fo og NomaTekh. - Enn eru vit ikki komnir upp á tær nøgdirnar, vit miðja eftir at fáa ígjøgnum. Men eftir sum vit duga at rokna út, so fer tað at lata seg gera, tá alt er komið í fasta legu, sigur Johan Mørkøre, virkisleiðari. Heini Gregersen, stjóri, segði við Sosialin, tá virkið royndarkoyrdi í novembur, at hann roknaði við, at tað fór at taka sína tíð, áðrenn framleiðsluorkan kom uppá tey 10 tonsini um tíman, sum virkið er bygt til. Sosialurin var og vitjaði á virkinum fyri at taka nakrar myndir av arbeiðsgongdini. Óskalaður fiskur Eitt, sum er vert at bíta merki í við nýggja virkin- um, er, at nú kemur fiskurin livandi upp úr brunnbátin- um og verður goymdur livandi í kørum. Sostatt gongur fiskurin livandi í kørunum, til hann verður tikin inn á virkið til kryvjingar. Hetta er fyrsta royndin av sínum slag í Føroyum. Fiskurin verður ikki doyvdur sum vanligt hevur verið, men verður køldur niður í umleið ein hálvan tíma. Tá neyðurt var at doyva fiskin, lá hann og bardist stúvaður saman í kørum. Tað gjørdi, at fiskurin skal- aðist, og roslan fór av. Men nú sleppur hann at vera í sínum rætta "ele- menti", líka til hann verður – Vit fáa nógv vakrari fisk nú Arbeiðsumstøðurnar á virkinum hjá P/f Kryvjing í Klaksvík eru framúr góðar. Orsaka av framkomna útbúðnaðinum, er dygdin á framleiddu vøruni fyrsta floks Fiskurin verður ikki doyvdur sum fyrr, men køldur í kørum, har sjógvurin er um 0 - 1 stig. Fiskurin gerst róligur, tá hann verður køldur niður. Fyrimunurin er, at nú liggur hann ikki stúvaður í kørum og berjist. Fiskurin er vakrari og roslan púra óskalað C M Y K 25 24