Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 29. januar 2003 23 8 Sosialurin Nr. 19 - 29. januar 2003 Ja, so haldi eg, at vit hava sæð alt, sum vit hava brúk fyri! Hetta var millum annað tað, sum eg hugsaði við mær sjálvari, tá eg sum helst túsundavís av øðrum føroyingum sat og hugdi at Degi og Viku, lagnudagin hjá Jørgeni Niclasen. Tað, sum eg her hugsi um, er sjálvandi, at maðurin sat undir so hørðum trýsti í tinginum, og megnaði ikki at fjala sínar kenslur. Og hvat ger myndamaðurin hjá sjónvarpinum? Hann letur myndatólið suma inn á henda landsstýrismannin, sum hesa løtuna, letur okk- um øll vita, at hann heldur ikki er meira enn eitt menniskja. Heldur ikki kann tað hava verið stutt- ligt hjá honum at vera um- ringaður av myndamonn- unum hjá føroysku bløðun- um, sum gingu rundan um hann sum flugur um sukur og royndu at finna tann rættan vinkulin og vita, um teir ikki fingu júst tann vinkulin, har tárini renna. Sjálvandi virkaði tað eisini undarligt, at ein maður sum hann, sum sat í Føroya Landsstýri við størsta máls- økinum undir sær, setti seg at gráta framman fyri øll- um Føroya fólki. Hann átti at kunnað uppført seg meira professionelt og ikki latið seg ávirkað so nógv fyri opnum skermi. Ongin ivi um, at Jørgen vann samkenslu frá flestu hyggjarunum, men kortini tóktiskt ikki at vera nakar ivi um, at fólk hildu, at hann skuldi leggja frá sær. Um hann gjørdi nakað skeivt ella ikki, skal eg ikki gera meg klóka upp á ella ikki, men tað er heldur ikki tað, sum eg finnist at. Eg haldi bara, at tað var ov nógv av tí góða at síggja ein mann snøgt sagt verða uppsagdan ella verða biðin um at siga upp fyri opnum skermi. Eg meini so við, at fyrst varð øll viðgerðin sum hon var send beinleiðis í sjón- varpi og útvarpi. Síðani skuldu vit hoyra ein saman- drátt í tíðindasendingini á nátturða og alt umaftur í SvF, tá Dagur og Vika kom. Tá Dagur og Vika var liðug, so setti eg meg framman fyri telduna eina løtu, hugsaði um at fara at tjatta. Men so opnaði eg líka internetið fyrst, og tá mundi eg bannað við, tí har á Portalinum, sum for- eldur míni hava til byrjunar- síðu, lá ikki minni enn eitt myndatema við Jørgeni Niclasen. Gott nokk er tað stuttligt at síggja myndir frá ymisk- um, men ikki frá einum tingfundi, sum fekk sjálvan Høgna Hoydal at blikna eina løtu, tí tað var so pínuligt. Og høvdu myndir- nar so verið frá fundinum, men nei, har vóru megin- parturin av Jørgeni. Hvat fáa vit burturúr at síggja tílíkt? Øll seta vit okkum at stara okkum blind at eini keðiligari, men veruligari hending í fjøl- miðlunum og aftaná tosa øll bara um, hvussu ræðu- ligt og ljótt tað var at gera so ímóti honum. Og eg eri ein av teimum. Eg haldi simpulten, at tílíkt átti ikki at verðið sent bein- leiðis. Vit høvdu ikki havt tað verri, um vit noyddust at bíða inntil viðgerðin var av, og so fingu at vita í stuttum, hvat hevði gingið fyri seg. T að er altíð lætt at vera bak- klókur, tað veit eg, men har haldi eg, at summi kundi havt hugsað seg bet- ur um. Marianna Fjølmi›lar fara eisini ov langt Ung or›: James Bond fyri allar pengarnar Filmsummæli Olsen, Theodor Olsen Tað finnast tvey sløg av filmum. Teir uttan biljagstranir, og teir sum vísa biljagstranir. Nýggi Bondfilm- urin hoyrir til teir seinnu. Tann loyniligi agenturin, sum allur heimurn hevur kent í nógv ár, er nú aftur aktuellur, og »Die Anoth- er Day« er tann tjúgundi í røðini. Og lat meg siga tað beinanvegin: Hann er undirhald fyri allar peng- arnar. Pengarnar, sum hann hevur kostað bæði filmsframleiðara og teimum ongu sponsorunum, hvørs merkivørur síggjast aftur í ovur- nýtsluni hjá James Bond, ið kortini ongantíð noyðist at spara nakra- tstaðni. James Bond klárar nevniliga at fylgja við tíðini. Hesaferð eru tað norðurkoreanarar, sum eru »The Bad Guys«, og Bond ætlar at forða nøkrum misteinkiligum vápnahandilsmonnum í teirra ógerningum. Men hann verður verður lumpaður og noyðist at sita í einum ótespiligum norðurkore- anskum fongsli í 14 mánaðir – og tað kann undir ongum umstøðum samanberast við klivarnar í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tá hann verður leyslatin líkist hann meira einum listamanni úr Kirkju- bø enn einum gentlemanni úr bretsku fregnartænastuni. Heim- afturkomin til London verður hann uppsagdur av bossinum hjá sær, M, og síðani byrjar dystum hjá einum einsamøllum manni at finna tann, sum snýtti hann. James Bond er tó ikki einsamallari enn so, at hann altíð hevur eina vakra kvinnu ella tvær við sína lið. Hesaferð er tað serliga Jinx (Halle Berry), sum Bondkennarar vilja vera við skal sipa til Ursula And- ress í »Dr. No« frá 1962. Men sum sagt dugir Bond at dag- føra seg. Eisini tá talan er um javnstøðu, so fræg sum hon nú kann blíva hjá James Bond. Jinx er ikki nakað tilvildarligt ferðasteyp, men ein beinharður agentur eins og Bond sjálvur, og ofta er tað hon, sum bjargar honum. Tað er eisini hon sum er omaná í teimum filmsbrotunum, sum eru loyvd í Evropa, men sum amerikanski sen- sururin ikki loyvir sínum lands- monnum (og – kvinnum) at síggja. Kuba, Korea og Ísland Saman berjast tey ímóti tí øra brotsmanninum, Graves, sum er vorðin ríkur av at selja ólógligar gimsteinar. Pengarnar brúkar hann til at gera eitt rúmdarvápn, sum sjálvt Bush hevði avtikið deyða- revsingina og skrivað undir Kyoto- sáttmálan fyri at fingið fatur á. Vápnið megnar nevniliga at savna alla sólorku í eina strálu, sum kann brenna hvat tað skal vera á jørðini, og tað er uppkallað eftir Ikaros úr griksku gudalæruni. Tað var hann sum vildi flúgva upp til sólina, men brendi veingirnar og datt í havið, og so kann man gita, hvat fer at henda. Hvussu leikur fer, skal tó ikki av- dúkast her, tí Bond fær úr at gera á ferðum sínum til Korea, Kuba, Onglands og ikki minst Íslands, har Graves hevur bygt eina veld- uga ísborg – og hon skal upplivast í biografinum. James Bond-fjepp- arar fáa nevniliga tað, teir ynskja: effektir, action, vakurleika og ikki minst eitt stuttligt og vælskrivað handrit. Tann ongantíð ráðaleysi Bond dugir líka væl at svara fyri seg, sum at handfara kvinnur og skammbyrsur. Og at leypa umborð á ein flúgvara, beint áðrenn hann fer upp frá ella at stýra einum tanksi á eini minufløtu fellur hon- um heldur ikki so tungt. Bond er snøgt sagt óførur, og Pierce Bros- nan spælir leiklutin til fulnar. Bond fylgir sum sagt við tíðini. Umframt at James Bond hevur eitt sponsorerað ur um skøvningin og viðhvørt kanska minnir eitt sindur meira um Schwarzenegger enn Sherlock Holmes, so er nógv av filminum gjørt við teldu. Hesaferð oyðileggur tað ikki filmin, at hann er á markinum til at líkjast einum spæli í Play Station, heldur enn at fortelja eina søgu um tað, sum er næstan menniskjasliga møguligt, men her skulu filsskapararnir ansa sær. Ella gleða seg til teldurnar verða betri. James Bond er tó hin sami, hóast tíðirnar og kvinnurnar skifta. Tón- leikurin hjá Madonnu riggar væl til alla ta tøkniligu útgerðina hjá heimsins kulasta agenti, hvørs livur eftir 40 ár og 20 filmir enn noyðist at góðtaka nógvar Martini, sum eru »shaken, not stirred«. James Bond er ikki uppilagstur enn og sær ætlar sær nokk at leggja seg at doyggja eina aðru ferð. Alt broytist, men James Bond er hin sami, og tað mugu vit eisini hava í huga, tá vit sessast í teimum før- oysku biografunum og hyggja at, meðan Pierce Brosnan á teimum nýstroknu løkunum eymligt og tví- týðugt teskar til Halle Berry »You’re good even when you’re bad«, og tann danski undirtekst- urin so romantiskt umsetur tað til »den er god med dig«. fakta um James Bond - Die Another Day leikarar: Pierce Brosnan, Halle Berry o.o. leikstjóri: Lee Tamahori longd: 2 tímar og 13 min. sta›: havnar bio, um tú ert 12 ár ella eldri Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy Varaleiðari Søkt verður eftir varaleiðara, ið hevur hug og hegni til at átaka sær nýggjar avbjóðingar í skipanini. Heimarøktin er ein stovnur í støðugari broyting, og tí krevst, at umsøkjarin er fúsur at átaka sær at ganga nýggjar leiðir innan eldraøkið. Varaleiðarin skal saman við økisleiðaranum kunna átaka sær at: • Leiða og fordeila arbeiðið við atliti til tørvin hjá brúkaranum og fíggjarkarmin hjá Heimarøktini • Tilrættaleggja og luttaka í fakligu- og starvsfólka- menningini • Menna og samskipa Heimarøktina • Viðvirka til støðugt økt samstarv millum starvs- fólkabólkarnar, eldrasambýlini og heimarøktina í økinum • Skipa fyri visitatión, revisitatión og eftirliti við tænastuni við atliti til tænastustøðið, góðskuna og fíggjarligu støðuna í økinum • Hava ábyrgdina av tilrættaleggjanini hjá lesandi og næmingum Førleikakrøv: Søkt verður eftir fólki sum: • Hevur hug og hegni at leita og fyrisita • Hevur heilsu- ella sosialfakliga útbúgving • Evnar at samstarva bæði við brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur royndir og kunnleika innan primeru heilsu- tænastuna • Sær møguleikar ístaðin fyri forðingar,og er broyt- ingarhugað Royndir í fyrisiting og leiðslu er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til teldu er ynskiligur. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Klein, øksisleiðara á tlf. 333249. Setanar- og lønartreytir Arbeiðsstaðurin er skrivstovan á Oyrarbakka. Starvið verður at seta frá 01. mars 2003 ella eftir nærri avtalu. Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Skrivlig umsókn saman við upplýsingum um út- búgving, fakligar royndir o.a. verður at senda til Heimarøktin & Serforsorgin Postboks 3037 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreist: 13.02.03 Umsóknin skal merkjast: »Varaleiðari« TOLL OG SKATT pdf Dr. Jacobsensgøta 18 FO 100 Tórshavn Telefon 31 66 10 • Fax 31 66 10 Skógvarnir til tín, ið bert vil tær sjálvum tað besta Dr. Jacobsensgøta 18 FO 100 Tórshavn Telefon 31 66 10 • Fax 31 66 10 Dr. Jacobsensgøta 18 FO 100 Tórshavn Telefon 31 66 10 • Fax 31 66 10 Náttklæðir frá Siri Internet veitst tú ikki tað? C M Y K 23 22