hósdagur 30. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 20 - 30. januar 2003
Nr. 20 - 30. januar 2003
3
Í flogfarinum á veg heim til Føroyar
sunnukvøldið fekk eg at vita, at Hans
Jacob Debes professari var deyður á
Landssjúkrahúsunum sama morgun 62
ára gamal.
Hans Jacob Debes var føddur við
Gjógv 17. juli 1940. Hann var sonur
Olivar og Hansinu Debes. Bæði av rask-
astu fólkum. Hans Jacob Debes varð í
1966 giftur við Elsu Arge í Havn, og tey
fingu fýra børn.
Hans Jacob var elsti sonur í einum
stórum barnaflokki og tað var natúrligt at
hann tá hann fór úr skúlanum, fór til
skips. Hann var við sluppini Fagranes og
við íslendskum trolara árini 1955-57.
Hansara hugur stóð meira til bókina enn
til sjógvin og hann fór tí á premininer-
skúla í Havn. Tók preliminerprógv í
1959 og nýmálsligt studentsprógv í
1962. Hann fór síðan at lesa søgu og
enskt við Universitetið í Keypmanna-
havn og gjørdist cand. mag. við søgu
sum høvuðsgrein og enskum sum hjá-
grein 1970. Heimafturkomin fór hann
straks í starv sum adjunktur við Føroya
Studentaskúla og HF-skeið, har hann
var, til hann fekk starv á Fróðskaparsetri
Føroya í 1987. Meðan hann var á
studentaskúlanum undirvísti hann eisini
á Føroya Læraraskula og á Føroya
Handilsskúla. Fak hansara vóru søga,
enskt, samfelagsfrøði og fornaldarfrøði.
Hann varð sagdur at vera ein góður
lærari.
Í 1987 kom hann í starv á Føroya
Fróðskaparsetri fyrst sum lektari og fra
1. januar 1989 sum professari í almenn-
ari og føroyskari søgu.
Hans Jacob Debes hevur altíð verið ein
skrivandi maður við einum góðum
penni, sum á ein elegantan hátt dugdi at
tvinna saman spei, vit og kunnleika.
Hetta kom eisini til sjóndar í hansara
akademiska virksemi. Fyri bókina um
tjóðskaparrørsluna
"Nú
er
tann
stundin…" , ið kom út í 1983, fekk hann
doktaraheitið við Háskola Islands í 1986.
Trý bind eru útkomin um Føroya Søgu. Ì
1991 kom ævisøgan um Jóannes Paturs-
son og bókin um Trygging í Føroyum .
Í 1993 komu bøkurnar Politiska søga
Føroya 1914-1906 og Ein kvistur
spretti. Keldur til politisku søgu Føroya
1800-1906. Skúlasøgan Hin lærdi skúl-
in í Havn kom út í 2000. Her tekur hann
upp eitt heilt nýtt granskingarevni. Sama
ár kom eisini bókin hjá Henry Montagu
Villiers: Bretskur konsul í Føroyum sum
Hans Jacob Debes hevur umsett og gjørt
viðmerkingar til.
Seinasta bók fra hansara hond er
bókin, Færingernes land. Historien om
den færøske nutids oprindelse (2001),
sum teir báðir Steen Cold og Kristian
Hvidt hava staðið fyri. Henda bók hevur
yvirhøvur fingið góða umrøðu uttanfyri
Føroyar.
Harumframt hevur hann skrivað fleiri
greinir í vísindaligum tíðarritum um
søgulig evni av ymiskum slag. Hans
Jacob Debes skrivaði sum ein eingil,
hevði eitt so lætt flog og dugdi at brúka
málið væl og virðiliga, har gott føroyskt
mál og altjóða orð gingu upp í eina hægri
eind.
Fyrstu ferð eg kom í samband við
Hans Jacob Debes var, tá eg saman við
tveimum øðrum var til eina spurna-
kapping í Útvarpinum í 1961 ella 62
Hann arbeiði tá sum útvarpsmaður, sum
so ofta seinni í síni
studentatíð. Tá
var Hans Jacob
Debes har longu
sum ein annar pro-
fessari, hann man
tá hava gingið
seinasta árið á
studentaskúla. Um
tað var hann sum
hevði gjørt spurn-
ingarnar veit eg
ikki, men tað tókt-
ist okkum so. Tað
er ikki fyrr enn í
1980-unum, at eg
rættiliga eri komin
at kenna hann,,
serliga tá hann
kom í starv á setr-
inum. Eisini upp-
livdi eg tað, at eg
kom at fáa Hans
Jacob Debes sum
1. opponent, tá eg
vardi doktarrit-
gerð
mína
Fra
bonde til fisker
við Aarhus Uni-
versitet í 1987. Eg
var fegin um, at
landsmaður mín
greiddi setning sín
so fyrimyndarliga:
sera væl fyrireik-
aður, hevði tað vit
og spei í orða-
kynstri sínum, sum skuldi til fyri at gera
eina slíka løtu áhugaverda. Tað var ikki
bert eg, sum varð mettur, men øll uni-
versitetsfólk vita, at tað er á ein hátt,
eisini ein próvtøka í tí akademiska
lívinum at vera 1. opponentur fyri fyrstu
ferð. Hansara leiklutur var ikki minni
góður, tá hann longu sama heyst eisini
kom at verða opponentur hjá Petur
Martin Rasmussen við Lunds Universi-
tet í sambandi við at hann vardi ritgerð
sína um kirkjumáli ella Den færøske
sprogrejsning.
Tvey ár eftir at Hans Jacob Debes var
komin í starv á setrinum, fekk eg eisini
starv á sama stovni. Vit vóru, um eg so
má siga tað, doyptir í sama vatni og til-
nevndi til professarar við eitt hátíðarhald
í Norðurlandahúsinum sama dag. Tá var
Hans Jacob vararektari á setrinum. Fra
1995 var hann megindeildarleiðari, ella
dekanur. Hans Jacob Debes legði eitt
stórt og gott arbeiði í at fáa í lag hægri
undirvísing í søgu í Føroyum og hansara
arbeiði lá ikki eftir, hvørki undirvísing-
arliga ella granskingarliga. Eisini varð
hann próvdómari við eitt nú Aarhus Uni-
versitet og Ilisimatusarfik – Fróðskapar-
setrið í Grønlandi. Hann var eisini ein av
andmælingunum tá Jóannes Dalsgaard
vardi sína doktararitgerð í Norðurlanda-
húsinum fyri nøkrum árum síðani. Hans
Jacob Debes og eg komu at starvast sam-
an, til eg fór til Noregs í 1998.
Umframt tað akademiska hevur Hans
Jacob Debes fingið avrikað nógv annað
á lívskeiði sínum. Hann hevur verið
limur í nevndum og stýrum t.d. fyri Før-
oya Fólkaháskúla, Norðurlandahúsinum,
Húsalánsgrunninum, har hann eisini var
formaður. Hann var limur í Føroya
Skúlastjórn seinni, Landsskúlaráðnum.
Harumframt hevur hann eisini verið
tinglimur. Kom á ting, tá Erlendur
Patursson doyði í 1986 og hevði fast sæti
á tingi til 1988. Sum tingmaður kom
hann sjálvsagt at verða limur í fleiri
tingnevndum, m.a var hann formaður í
rættarnevndini. Tað varð eisini litið
honum upp í hendi at verða formaður í
teirri nevnd, sum kom við uppskoti til,
hvussu ólavsøkuskrúðgongan skuldi fara
fram.
Hans Jacob Debes var ein óvanliga
arbeiðssamur maður og ein óvanliga
gløgg og samansett menniskja. Hann
brúkti seg sjálvan fult og heilt og spardi
seg ikki á nakran hátt. Hann lat lívið
koma til sín og fór eisini sjálvur eftir
lívinum og tí sum tað ber við sær.
Ein av hansara góðu síðum var hansara
sansur fyri humor og teimum skemtiligu
síðunum í lívinum. Hann kundi, tá tað
lagi var á honum duga so ómetaliga væl
at siga frá søgum. Hann fekk tað skrúva
saman og borið fram á ein so skemti-
ligan hátt, at tú kundi ikki siga annað enn
at tað var meistarliga gjørt. Hann hevði
sjálvspei og dugdi væl at siga skemtilig-
ar søgur um seg sjálvan eisini. Tær løtur,
tá tað lá væl á hjá honum, og hann fekk
hug at siga frá, eru rík og góð minni hjá
okkum øllum, sum starvaðust saman við
honum. Nú er hann farin, men søgan og
søgurnar eru eftir.
Ærað verið minnið um søgufrøðingin
Hans Jacob Debes professara.
Jóan Pauli Joensen
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæri
pápi, beiggi, verfaðir og abbi
Hans Jacob Debes
andaðist á Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 26. januar, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 31. januar
kl. 13.00 úr Vesturkirkjuni
Fyri tey avvarðandi
Per, Elin, Súsanna og Ólavur
Hans Jacob Debes, professari, dr. phil. farin.
TÍÐINDASKRIV
Norðuratlantsbólkurin
á
fólkatingi hevur ta skipan,
at formansskapurin skiftir
millum limirnar. Fyrsta
árið hevur Lars-Emil Jo-
hansen verið formaður, og
á samkomu týsdagin var
formansskapurin formliga
latin Tórbirni Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen segði
í tí sambandi, at hann fer at
síggja til, at Norðuratlants-
bólkurin verður eins virkin
og sjónligur komandi árið,
sum hann hevur verið hetta
fyrsta árið.
Norðuratlantsbólkurin
verður annars í Føroyum í
mars í sambandi við eina
ráðstevnu, sum grundlógar-
nevndin skipar fyri.
Tá arbeiðsbólkurin sum
er settur at lýsa fólkarætt-
arligu støðu og rættindi
Føroya
og
Grønlands
verður liðugur við arbeiði
sítt seinni í ár, verður Norð-
uratlanstbólkurin aftur í
Føroyum, har hann fer at
leggja fram síni úrslit
stendur í tíðindaskrivi.
Tórbjørn nýggjur formaður
í Norðuratlantsbólkinum
Norðuratlantsbólkurin uttanfyri Christiansborg beint eftir at
Lars-Emil Johansen hevði latið Tórbirni Jacobsen formans-
sessin. Tann triði á myndini er Kuupik Kleist, sum verður
formaður næsta ár
Mynd Sjúrður Skaale
Á býráðsfundi í
Klaksvík týskvøldið
var eitt forvitnisligt
mál á skránni.
Tryggingarfelagið
Føroyar hevur søkt
Klaksvíkar býráð um
loyvi til at byggja og
yvirtaka norðaru
lonina av komandi
heilsumiðstøðini
BýRÁÐSFUNDUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tað bleiv nærum
einmælt samtykt á býráðs-
fundinum, at Tryggingar-
felagið kann yvirtaka og
byggja norðaru lonina av
komandi heilsumiðstøðini,
sum væntandi verður liðug
um
ársskiftið
2004/05.
Jógvan við Keldu, býráðs-
limur tók ikki undir við
uppskotinum. Hann skeyt í
staðin upp at bíða við hesi
ætlan og heldur koyra hana
út á Gerðabø, sum í sínari
tíð varð avlagdur til skriv-
stovubygningar
sambært
býarætlanini, sum ikki hev-
ur verið endurskoðað sein-
astu 25 árini.
Og tað var ein sera fegin
og vælnøgdur stjóri á
Tr yggingarfelagnum,
Gunnar í Liða, sum Sosial-
urin hitti á skrivstovuni hjá
borgarstjóranum,
Stein-
bjørn Jacobsen. Økisdeild-
arleiðarin, Kaj Dam, var
eisini
tilstaðar
hendan
morgunin, og saman fegn-
aðust allir tríggir um, at tað
skjótt verður ein nýggj
deild at síggja í býnum.
- Vit eru sera fegin um, at
hetta kundi lata seg gera, tí
verandi umstøður hjá okk-
ara deild er ikki longur
nøktandi, sigur Gunnar í
Liða. Hann greiðir frá, at
tað er plásstrot í verandi
hølum, og tí kann ikki
ganga ov long tíð, áðrenn
eini nýggj høli eru til taks
at flyta í. Og hann leggur
afturat, at hetta ger tað
møguligt hjá Tryggingar-
felagnum at hækka tænast-
una til borgarar í Norð-
oyggjum. Tryggingarfelag-
ið hevur fyrr verið í sam-
band við Klaksvíkar Býráð
um hetta málið, men tá
kom onki burturúr.
Í desembur í fjør var leið-
araskifti á økisdeildini í
Klaksvík, har Katrin Sól-
stein fór frá vegna aldur, og
Kaj Dam tók við. Tá
greiddi Kaj Dam millum
annað frá, at ymiskar ætl-
anir lógu á borðinum um,
hvussu
økisdeildirnar
kunnu gerast meiri sjónlig-
ar, og at ætlanir eru um at
flyta fleiri av tænastunum
út á økisdeildirnar.
- Vit eru farin undir eina
miðvísa
útbúgving
av
starvsfólkunum hjá okkum,
tí tað er ikki bara sum at
siga tað at kunna veita so
nógvar tænastur á einum
stað, sigur Gunnar í Liða og
vísir á, at fyri fýra árum
síðani var Tryggingarfelag-
ið, sum í dag er ein stovnur,
samansettur av fýra ymisk-
um stovnum: Sjóvartrygg-
ingin,
Brunatryggingin,
Vanlukkutryggingin
og
Tryggingarsambandinum.
Allir tríggir menninir á
skrivstovuni hjá borgar-
stjóranum henda morgunin
eru á einum máli um, at
henda loysnin verður til
fyrimunar hjá øllum pørt-
um.
– Tað er ongin ivi um, at
hetta verður meira spenn-
andi fyri starvsfólkini, nú
økisdeildirnar fara at virka
sum so nógv meira enn
bara ein postskrivstova, har
meginparturin av málunum
verða send til Havnar at
verða
avgreidd,
sigur
Gunnar í Liða, og leggur
afturat, at endamálið sjálv-
andi er, at óansæð hvar
skaðin hendir, so skal við-
skiftafólkið verða vís í, at
viðgerðin er tann sama.
– Um skaðin hendir í
Klaksvík, Runavík ella í
Havn, so fær viðskiftafólk-
ið somu tænastu, staðfestir
stjórin í Tryggingarfelagn-
um.
– Tað er ongin orsøk at
mál, sum kunnu verða av-
greidd í Klaksvík verða av-
greidd í Havn, skoytir Kaj
Dam uppí.
Enn eru allar samráðing-
arnar ikki endaliga av-
greiddar, men Steinbjørn
Jacobsen sigur, at tað eru
bert smávegis viðurskiftir
eftir at fáa upp á pláss.
– Vit eru sinnað at fara í
gongd sum skjótast, sigur
ein fegin Gunnar í Liða at
enda.
Nýggj tryggingardeild í Klaksvík
Kaj Dam, økisleiðari,
Steinbjørn Jacobsen,
borgarstjóri og Gunnar í
Liða, stjóri á
Tryggingarfelagnum Føroyar
her avmyndaðir við staðið,
har komandi heilsumiðstøðin
og deildin hjá
Tryggingarfelagnum verða
C
M
Y
K
3
2