hósdagur 30. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 20 - 30. januar 2003
Nr. 20 - 30. januar 2003
5
Bæði stjórin og stýrið í SEV fáa kanska sekkin
Hurlivasin um
gegnistrupulleikan
hjá stjóranum í SEV í
sambandi við Vága-
tunnilin hevur nú
eisini breitt seg til
stýrið fyri SEV, og nú
skal umboðsnevndin
taka støðu til fram-
tíðina hjá bæði stjóra
og stýri
GEGNISTRUPULLEIKAR
Áki Bertholdsen
– Sera álvarsligt.
So stutt lýsir Hans Tau-
sen Olsen gongdina í SEV
hendan seinasta mánaðin.
Hans Tausen Olsen er
formaður í umboðsnevnd-
ini hjá SEV, sum er hægsti
myndugleiki hjá elfelagn-
um.
Og tað, sum hann sipar til
er tvístøðan, sum Klæmint
Weihe er í við tað, at hann
bæði er stjóri í SEV og for-
maður í nevndini fyri Vága-
tunnilin.
Hendan tvístøðan gjørdi,
at Klæmint Weihe var
ógegnigur, tá ið SEV við-
gjørdi mál, um høvdu við
Vágatunnilin at gera.
– Tað ber ikki, at Klæm-
int Weihe kann sita øðru-
megin borðið sum formað-
ur fyri Vágatunnilin og
søkja SEV um eitthvørt og
at síðani setir seg hinu-
megin borðið sum SEV
stjóri
at
viðgera
um-
sóknina.
Hendan tvístøðan førdi
til, at málið varð tikið upp í
stýrinum fyri SEV og tað
endaði við, at Klæmint
Weihe miðskeiðis í novem-
ber fekk eina átalu, um-
framt at hann skuldi taka
seg úr nevndini fyri Norð-
oyatunnilin.
Samstundis skuldi hann
ikki taka lut í málsvið-
gerðum í SEV, sum høvdu
við Vágatunnilin at gera.
Hesar málsviðgerðir skuldi
deildarleiðarin á innlegg-
ingardeildini, hava.
Harafturat skuldi stýrið
endurskoða
innanhýsis
mannagongdirnar í SEV.
– Klæmint at Weihe helt,
at Vágatunnilin og Norð-
oyatunnilin hingu so neyvt
saman, at hann spurdi um
hann kundi bíða við at taka
seg úr Norðoyatunlinum til
Vágatunnilin varð tikin í
nýtslu, og hesum játtaði
stýrið honum.
Hans Tausen Olsen sigur,
at hetta var ein munnlig
avtala.
Men hann sigur, at hóast
SEV-stjórin fekk átalu, og
hóast hann ikki skuldi vera
við í málsviðgerðini hjá
SEV í sambandi við Vága-
tunnilin, er onki broytt.
– Vágatunnilin varð tikin
í nýtslu 10. desember, og
Klæmint Weihe er ikki
farin úr Norðoyatunlinum
enn!
– Og Klæmint Weihe tek-
ur enn lut í málsviðgerðum
í SEV, sum hava við Vága-
tunnilin at gera. Men tað,
sum er ógvuliga álvarsamt,
er, at stýrið góðtekur tað,
hóast sama stýrið gav hon-
um átalu í november.
Sjónvarpið tók málið
upp, og Hans Tausen Olsen
er eitt sindur argur um, at
Klæmint Weihe bæði í
Útvarpinum á nýggjárinum
og í bløðunum nú um dag-
arnar hevur gjørt tað til, at
tað er eitt persónligt álop á
seg frá umboðsnevndarfor-
manninum.
– Fyri so vítt er tað per-
sónligt, tí tað slepst ikki
undan. Tað er ikki stjóra-
starvið í SEV, sum er
ógegnigt, Tað er Klæmint
Weihe, sum situr í stjóra-
starvinum, sum er ógegnig-
ur, tí hann er eisini formað-
ur fyri Vágatunlinum. Men
tað er ikki persónurin
Klæmint Weihe, sum er
áhugaverdur.
Tað, sum Hans Tausen
sipar til, er, at 17. januar í
ár hevur SEV-stýrið eitt
mál viðvíkjandi Vágatunl-
inum til viðgerðar.
Á tí fundinum er eisini
Klæmint Weihe sum um-
boð fyri SEV, men hann
tekur lut í orðaskiftinum
um Vágatunnilin, hóast
hann er ógegnigur.
Hetta hevur fingið tann
eina stýrislimin, Dia Poul-
sen av Nesi í Vági at klaga
stýrið fyri Umboðsnevndini
við kravi um, at avgerðin í
stýrinum verður ógildað.
Umframt at klaga um
ógegnið hjá stjóranum sig-
ur Dia Poulsen, at málið var
ikki á skránni til hendan
stýrisfundin, og uppskotið
var heldur ikki sent stýris-
limunum undan fundinum.
Hann sigur eisini, at stýrið
hevur heldur ikki havt høvi
til at viðgera eina frágreið-
ing og eitt tilmæli frá deild-
arleiðaranum á innlegging-
ardeildini, hóast hetta júst
hevði við umrødda mál at
gera.
Á stýrisfundinum gjørdi
Dia Poulsen vart við, at
hann kundi ikki taka undir
við uppskotinum, tí tað átti
at kannast nærri, kanska
við løgfrøðiligari hjálp.
– Eg meti hetta mál so
álvarsligt at umboðsnevnd-
in eigur at taka upp hesa
kæru og ógilda avgerðina,
sigur Dia Poulsen.
Umboðsnevndin
kallað saman
Hans Tausen Olsen sigur, at
hann nú hevur kallað um-
boðsnevndina saman, og
hon fer at viðgera málið 17.
februar.
Sjálvur metir hann málið
sera álvarsligt bæði fyri
stjóran og fyri stýrið, í nú er
tað ikki nóg mikið við tí, at
stjórin heldur fram við sín-
um ógegniga virksemi,
men nú er tað enntá við
vælsignilsi frá stýrinum,
hóast stýrið hevur samtykt,
at hann er ógegnigur.
– Men tað tykist ikki,
sum um at stjórin vil góð-
taka, at hann er ógegnigur,
tí hann hevur verið við í at
viðgera mál í SEV, sum
hevur við Vágatunnilin at
gera, eisini eftir at hann
formliga hevur fingið frá-
boðan um, at hann er
ógegnigur.
Eitt nú hevur hann, eftir
at hann fekk átalu, tikið
deildarleiðaran á innlegg-
ingardeildini av ræði í sam-
bandi við el-innleggingar í
Vágatunnilin.
Samstundis hevur stýris-
formaðurin hildið frágreið-
ingina og tilmælið frá
deildarleiðaranum um hetta
sama mál loyniligt fyri hin-
um stýrislimunum á fund-
inum 17. januar, eins og
Dia Poulsen ger vart við.
Hvat niðurstøðan hjá
umboðsnevndini verður, er
ilt at spáa um, men Hans
Tausen Olsen útihýsir ikki,
at tað kann enda við, at
bæði stjóri og stýrið fáa
sekkin frá umboðsnevnd-
ini, so álvarsligt heldur
hann at málið er.
– Ein avleiðing kann
vera, at umboðsnevndin
samtykkir eitt misálit á
stýrið, og so má tað leggja
frá sær.
Hans Tausen Olsen sigur,
at umboðsnevndin kann
ikki lata tað fara aftur við
borðinum at stýrið tilætlað
heldur eitt tilmæli frá ein-
um deildarleiðara loyniligt,
serliga tá ið stýrið sjálvt
hevur samtykt, at sami
deildarleiðari at vera máls-
viðgerari í samband við
Vágatunnilin. Tað kann
geva mistanka um ósakliga
viðgerð í stýrinum, og
sostatt
hevur
umboðs-
nevndin skyldu at taka
málið upp, sigur Hans Tau-
sen Olsen.
– Hetta er so álvarsligt, at
tað kann enda við, at
Umboðsnevnin samtykkir
eitt misálit á SEV-stýrið, og
so má tað leggja frá sær.
Hann útihýsir heldur ikki, at
sjálvur stjórin kann rúka
Stjórin á SEV, Klæ-
mint Weihe, hevur
onga viðmerking til,
at umboðsráðið er
kallað saman
SEV-MÁLIÐ
SEV stjórin hevur onga
viðmerking til, at umboðs-
ráðið er kallað saman at
viðgera støðu hansara sum
formaður í P/F Norðoya-
tunlinum. Hann sigur við
Sosialin, at hann metir tað
rætt einki at siga um málið,
til tað er avgreitt á umboðs-
nevndarfundinum,
sum
verður.
Eisini var ætlan okkara at
fáa eina viðmerking frá for-
manninum fyri SEV stýrin-
um, Poul Arna Jacobsen, til
tað, Hans Tausen Olsen,
umboðsnevdarformaður,
sigur, um at stýrisformað-
urin hevur hildið eina frá-
greiðing loyniliga. Men
stýrisformaðurin var ikki at
hitta fyri evstamark fyrra-
partin í gjár.
ej
Stjórin hevur onga
viðmerking
Eldrasambýlið á Eiði,
Korndalsbýlið, verður
víðkað við fýra bú-
plássum umframt
rúmi til ítriv og
annað
KOMMUNUTÍðINDI
Edvard Joensen
Eiði:
Økt verður um bú-
plássini í eldrasambýllinum
Korndalsbýlinum á Eiði.
Fýra búrúm verða inn-
rættað í kjllaranum um-
framt rúm til ítriv og við-
gerð.
Tordur Niclasen, borgar-
stjóri á Eiði, sigur, at
peningur er settur av til ar-
beiðið, og at byrjað verður í
heyst. Samlaði kostanður
verður væntandi um eina
millión krónur, og gjørt er
av at gera arbeiðið yvir tvey
fíggarár, soleiðis at helvtin
verður goldin í ár, og restin
næsta ár.
Eiðis Kommuna, sum
eigur Korndalsbýlið, hevur
søkt Almannamálaráðið um
stuðul til útbyggingina.
Stuðulin, søkjast kann um,
er kr. 50.000- fyri hvørt
plássið. Enn hevur komm-
unan ikki fingið svar upp á
umsóknina, sigur borgar-
stjórin á Eiði.
Tordur Niclasen sigur, at
tað, sum talan er um at
gera, er at innrætta kjall-ar-
an í Korndalsbýlinum so-
leiðis, at fýra búpláss koma
aftur at teimum tíggju, sum
frammanundan eru í húsin-
um. Eisini verður innrættað
rúm til ergoterapi, ítriv og
tílíkt, sum búfólkini kunnu
brúka dagin til.
Borgarstjórin sigur, at í
mun til verandi rúm verða
hesi seinnu innrættað tað
øðrvísi, at wc og bað eru til
hvørt rúmið sær.
– Vit hava lært av upp-
runaligu byggingini, at tað
áttu vit eisini at havt gjørt
tá, sigur hann.
Korndalsbýlið er fyrst og
fremst ætlað eiðisfólki,
sigur Tordur Niclasen. Men
tað hava fólk aðrastðani frá
eisini búð har. Til dømis
fólk úr grannakommunun-
um, eins og fólk úr bygdum
norðantil á Streymoynni,
vísir hann á. Og tað hevur
riggað væl.
Fólkini gjalda sjálv ein
part av kostnaðinum fyri at
búgva í Korndalsbýlinum,
meðan tær kommunur, sum
tey, ið ikki eru av Eiði, eru
úr, hava goldið kommunu-
partin. Og alt hevur gingið
upp á stás, sigur Tordur
Niclasen.
Hann væntar ikki, at
nakað av rúmunum fer at
standa tómt. Til tess er
eftirspurningurin ov stórur,
og parturin av eldri fólki í
mun til samlaða fólkatalið
veksur bara, vísir hann á.
Korndalsbýlið
hevur
onkuntíð verð nevnt sum
eitt dømi um, at tað ber til
at byggja bíliga í slíkum
førum, og so verður sam-
anborið við eitt nú ellis- og
røktarheimini. Men tað er
ikki heilt rætt at gera tað,
sigur Tordur Niclasen. Tí
hesi húsini hava í grundini
hvørt sína uppgávu. Ellis-
og røktaheimini hava bú-
fólk, sum ikki altíð eru
sjálvhjálpin, meðan tey á
eldrasambýlunum eru tað,
og tí ikki hava somu um-
støður fyri neyðini, sum tey
á røktarheimunum hava,
vísir hann á.
Byggja eldrasambýlið út
Eldrasambýlið Korndalsbýlið
á Eiði, mitt í myndini,
verður útbygt við 40
prosentum av verandi
búrúmum
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4