Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 20 - 30. januar 2003 Nr. 20 - 30. januar 2003 7 Í løtuni eru eingir prestar settir í Vági og Hvalvík, men hesi størv verða væntandi sett einaferð í vár. Fleiri danir hava víst áhuga fyri at koma hendanvegin TRÚARLÍV Theodor E. D. Olsen Liðið av prestum í Føroy- um er ikki fullmannað í løt- uni. Í Hvalvík hevur eingin prestur verið eina tíð, og herfyri segði vágsprestur seg eisini úr starvi. Hans Jacob Joensen, bispur, sigur, at starvið í Vági ikki er lýst leyst enn, av tí at so stutt tíð er liðin, síðani prestur fór haðani. Hinvegin er freistin at søkja starvið í Hvalvík sett til 3. februar, og umleið hálvan februar væntar bisp- ur at fáa innkomnu um- sóknirnar frá danska kirkjumálaráðnum. Mannagongdin er nevni- liga tann, at um ein situr í einum prestaembæti frammanundan, skal verða søkt gjøgnum próstin hjá einum sjálvum, ið síðani sendir umsóknina til bisp. Hann letur so Kirkjumála- ráðnum umsóknina. Hin- vegin er ikki neyðugt at søkja gjøgnum próst, um ein ikki situr í embæti. Eftir at bispur hevur fing- ið umsóknirnar frá kirkju- málaráðnum, skal hann kunna kirkjuráðið um um- sóknirnar, sum komnar eru inn, og kann kirkjuráðið síðani biðja umsøkjararnar koma til eina samrøðu ella royndarprædiku. Hóast báðir prestarnir í Vági og í Hvalvík vóru danir, so sær ikki út til, at danir ongan hug hava at koma hendan vegin at røkja prestagerningin í føroysku kirkjuliðunum. Hans Jacob Joensen upplýsir, at fleiri danir vísa áhuga at koma hendanvegin. Enn ber sjál- vandi ikki til at siga talið á umsóknum, men um føroy- ingar søkja, hava teir helst ein fyrimun málsliga, hel- dur bispur. Prestastørv verða sett frá fyrsta degi í einum mánaða, og roknar bispur við, at næsti hvalvíksprestur verð- ur settur í starv 1. apríl, um tað gongur skótt, at viðgera umsóknirnar, men møgu- liga verður bíðað til 1. mai. Vónríkir vágbingar Hóast vágbingar eftir øllum at døma koma at bíða eitt sindur longur eftir, at prest- ur verður settur í fast starv í bygdini, so ivast Johannis Østerø, formaður í kirkju- ráðnum í Vági, ikki í, at nýggjur prestur skjótt verð- ur settur í Suðuroyar Sunn- ara Prestagjaldi. Í Suðuroynni hava tey tó loyst trupulleikan av, at tað í løtuni bert eru tveir prest- ar í oynni. Jónsvein Bech, prestur á Tvøroyri, tekur sær av norðaru helvt av oynni, meðan Ólavur Rasmussen, sum annars er vanliga er prestur í Hvalba skal taka sær av bygdunum í sunnaru helvt, sum eru Vágur, Hov, Porkeri, Leiti, Akrar og Sumba. - Aldantíð at prestur er, so ber altíð til at seta seg í samband við hann, sigur Johannis Østerø, sum kort- ini viðgongur, at prestur sjálvandi hevur meira at gera, tá ikki hann og starvs- felagarnir fækkast í tali. Men Ólavur Rasmussen skal í øllum førum taka sær av konfirmatiónini til várs, og tá vænta vágbingar og onnur í sunnara helvt av Suðuroynni at vita nærri, um hvør skal búgva í prestagarðinum í Vági framyvir. Seinast vóru tvær um- sóknir til prestastarvið í Vági. Hóast Henrik Old ikki metir, at fiskivinnumál eru løgmanni heilt fremmand, so eigur hann kortini at skunda sær at seta nýggjan landsstýris- mann. Men áðrenn má løgmaður syrgja fyri, at næsti fiski- málaráðharri ikki endar í somu støðu sum Jørgen Niclasen POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen Hóast 16 dagar eru farnir, síðani Jørgen Niclasen valdi at siga seg úr starvi sum landsstýrismaður, áðr- enn Løgtingið atkvøddi fyri einum misáliti á hann, er enn eingin nýggjur fiski- málaráðharri settur. Hóast dúgliga hevur ver- ið gitt, hvør næsti maður ella kvinna kemur í at sita sessinum, so vil eingin siga nakað um, hvørji eru í upp- skoti at umsita fiskivinnu- mál í Tinganesi. Onkur av fólkafloks- monnunum í tingbólkinum hevur tó dittað sær at sagt, at tað helst verður onkur av tingmonnum floksins, men navn er ikki sett á tann næsta ráðharran enn. Løgmaður kennir til fiskivinnumál Henrik Old úr Javnaðar- flokkinum, ið er formaður í Vinnunevnd Løgtingsins, sigur í samrøðu við Sosial- in, at hóast tað ikki akkurát ber til at siga, hvussu nógv- ir dagar skulu ganga, til nýggjur landsstýrismaður við fiskivinnumálum verð- ur settur, so er vit nú komin her til, at ein støða má tak- ast. Henrik Old leggur tó kortini afturat, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, er í tí hepnu støðu, at hann áður hevur umsitið fiskivinnu- mál í Landsstýrinum, og at tað tí ikki er honum heilt fremmant. Harafturat hevur hann umsitið onnur mál í Tinganesi. Tí kennir Anfinn Kallsberg væl til ráðharra- arbeiði, og sum so umsitur hann ikki so nógv mál. Men hóast tað, er talan um okkara høvuðsvinnu, sigur formaðurin í Vinnunevnd- ini. Henrik Old heldur tó, at sæð frá einum politiskum vinkli, so hevur løgmaður kanska drálað so leingi, av tí at umrokeringar eru á veg í Landsstýrinum, og at hann tí ikki vil seta nakran, sum hann noyðist at koyra frá stutta tíð eftir. Eitt skifti loysir ikki trupulleikan Henrik Old sigur, at løg- maður eigur at umhugsa og kanna umsitingina í Fiski- málaráðnum, áðrenn nýggj- ur fiskimálaráðharri verður settur, og tað væntar hann eisini, at løgmaður ger. Tað, at ein landsstýrismaður er farin frá, loysir nevniliga ikki trupulleikan, og tí eig- ur Anfinn Kallsberg at kanna, um tað er landsstýr- ismanninum ella umsiting- ini, tað er galið við, tí um so er, at tað er galið við umsitingini, so verður tann næsti landsstýrismaðurin »på Herrens mark«, sum formaðurin í Vinnunevnd- ini tekur til. Løgmaður hevur evstu ábyrgdina av hasum, og tí eigur hann eisini at kanna, hví tann fyrri landsstýris- maðurin fór, sigur Henrik Old. Hann væntar, at Anfinn Kallsberg man fara at seta nýggjan fiskimálaráðharra í næstu viku, og at Fólka- flokkurin fer at fundast áðr- enn vikuskiftið er byrjað. Hetta vilja umboð úr Fólka- flokkinum kortini ikki vátta fyri Sosialinum. Men hóast Jørgen Nicla- sen varð noyddur at siga seg úr landsstýrissessinum 14. januar, og vit í dag skriva 30. januar, so metir Henrik Old ikki, at limirnir í Vinnunevndini hava heim- ild til at gera nakað við, at nýggjur fiskimálaráðharri ikki er settur enn, men hann leggur enn einaferð dent á, løgmaður eigur at syrgja fyri, at næsti maður í sess- inum ikki endar í somu støðu sum undanfarni landsstýrismaður við fiski- vinnumálum. Danir áhugaðir í føroyskum prestastørvum Løgmaður má kanna Fiskimálaráðið Kirkjan hon er eitt gamalt hús, men hon stendur enn, hóast føroyingum tørvar prestar. Størvini í Vági og Hvalvík verða væntandi sett til várs Formaðurin í Vinnunevndini., Henrik Old, heldur, at løgmaður eigur at syrgja fyri, at næsti maður í sessinum ikki endar í somu støðu sum undanfarni landsstýrismaður við fiskivinnumálum Javnaðarflokkurin tekur undir við yvir- tøkuleistinum hjá løgmanni. Formaður floksins fegnast um, at møguleikarnir í heimastýrislógini loksin verða gagn- nýttir. Nú eigur orka at leypa av til veru- ligan politikk í Før- oyum, heldur Jóannes Eidesgaard. POLITIKKUR Ingi Rasmussen Yvirtøkuleisturin hjá løg- manni skuldi ruddað slóð fyri, at vit fáa eina semju í Føroym um sjálvstýrismál- ið, og tann semjan er ótrúliga týdningarmikil. Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Sostatt bendir alt á, at ein semja um sjálvstýrispolitikkin er í ljósmála eftir naggatódn og ósemju í áravís. Formaður Javnaðarfloks- ins heldur í øllum førum, at nýggi yvirtøkuleisturin hjá løgmanni ber boð um, at øll andstøðan kann taka undir við tí politikki á sjálvstýris- leið, sum samgongan setir út í kortið. – Javnaðarflokkurin gleðist yvir, at tað endiliga er gingið upp fyri løgmann og samgonguna, at tað eru fleiri møguleikar at fremja føroyskt sjálvstýri enn tann, sum hevur verið leisturin hjá samgonguni higartil, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini heldur, at Sam- bandsflokkurin átti at kunnað tikið undir við yvirskipaða leistinum. Savnar málsøki Uppskotið hjá løgmanni snýr seg í stuttum um at savna øll tey málsøki, sum liggja uttan fyri heimastýr- islógina í eina yvirtøkulóg. Hon skal samtykkjast í Fólkatinginum og løgting- inum. Endamálið hjá løgmanni er at fáa greiðar karmar um allar yvirtøkur í framtíðini, so at sjálvstýrispolitikkurin verður fluttur til Føroya og fingin í eina fasta legu. Í roynd og veru er upp- skotið ongin kollvelting av heimastýrislógini. Hon verður standandi og skal tráðnýtast til at yvirtaka øll málsøki í henni. Uttan fyri heimastýris- lógina liggja millum annað útlendingaøkið, revsirætt- arliga økið og persóns-, familju og arvarættarliga øki. Tey skulu yvirtakast við eini og somu yvirtøku- lóg. Tað merkir tó sam- stundis, at eitt nú løgreglan framvegis verður felags mál, sum sambært heima- stýrislógini má yvirtakast við samráðingum. – Um hetta er ein nú- tímansgerð ella víðkan av heimastýrislógini, haldi eg ikki, at vit skulu brúka so nógva orku uppá. Hóast okkara sjálvstýrislóg varð meira víðgongd, so var hon bara meint sum eitt útspæl til samráðingar, og tí vil Javnaðarflokkurin eisini taka undir við leistinum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum hevði millum annað við sær, at øll mál skuldu kunna yvirtak- ast einsíðugt av løgtingin- um. Tað inniheldur upp- skotið hjá løgmanni ikki, tí heimastýrislógin verður standandi. Harafturat varð mælt til, at broytingarnar skuldu staðfestast í altjóða samfelagnum. Hetta var ein snávingarsteinur, sum nú slepst undan. Til heiður og æru Jóannes Eidesgaard heldur, at nýggi leisturin er ein viðurkenning av, at heima- stýrislógin er amboðið, sum skal brúkast at vinna Føroyum fult sjálvstýri. – Við teimum tillaging- um, sum nú eru gjørdar, verður prógvað, at heima- stýrislógin røkkur líka at loysingini. Heimastýrislóg- in hevur ongantíð verið nøkur forðing fyri føroysk- um sjálvstýrispolitikki, men trupulleikin hevur heldur verið at funnið fram til nakrar semjur, sum bera á mál. Nú er tað vorðið ein spurningur hjá okkum at gagnnýta teir møguleikar, sum okkum verða givnir, og tað kunnu vit saktanst taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard. Frígevur orku Samanumtikið heldur for- maður Javnaðarfloksins, at ein semja í Føroyum um sjálvstýrismálið eigur at frígeva orku at føra politikk í Føroyum. – Tað hevur størst týdn- ing av øllum, at vit finna ein leist, sum ger, at vit kunnu semjast, so vit kunnu brúka orkuna til at føra politikk heima hjá okkum. Og tað haldi eg meg síggja í hesum upprit- inum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvstýrissemja í eygsjón Andstøðan kann helst taka undir við yvirtøkuleistinum hjá løgmanni, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins Grundprinsipp í yvirtøkuleisti • Heimastýrisskipanin verður víðkað til eisini at umfata øll viðkomandi málsøki. Undan- tikin eru uttanríkismál, verjumál og heima- rættur. • Føroysku myndugleikarnir yvirtaka sam- stundis útreiðslurnar fyri málsøkini. • Yvirtøkurnar av dómstólum og revsirætt- arliga økinum verða sett í gongd eftir sam- ráðing millum løgmann og forsætisráðharr- an, tí hesi eru tekniskt fjølbroytt og eiga at vera samskipað við yvirtøkuna av løgregl- uni. • Danski hægstirætturin verður framvegis hægsti dómstólur í felags málum. • Yvirtøkuleisturin umfatar ikki málini á lista A og B í heimastýrislógini, ið halda fram sum nú. Kelda: Upprit frá løgmansskrivstovuni frá 27.09.2002 Fakta Hamara- sløg í høvd- ið eru ikki drápsroynd Ein 48 ára gamal maður fekk fongsul í 9 mánaðir fyri at hava bukað eina kvinnu sera illa. Men dómarin helt ikki, at hamarasløg í høvdið prógvaðu drápsroynd HARÐSKAPUR Ingi Rasmussen 30. desember 2002 kom ein illa bukað 49 ára gomul kvinna á Lands- sjúkrahúsið. Læknarnir søgdu, at hon var heppin at vera á lívi og mæltu henni til at melda tilburðin. Kvinnan var bankað við einum hamara, og ein skanning vísti, at hon hevði bløðingar í heil- anum. Fýra ferðir varð kvinnan sligin í høvdið við hamaranum, eitt nú beint við tinningina, hon breyt armin, tá hon vardi fyri seg, og løstaði eisini bein og kropp. Mánadagin feldi Før- oya rættur dóm yvir 48 ára gamla harðskaps- mannin, sum kvinnan tá livdi saman við. Rætturin vildi ikki geva ákæruvaldinum viðhald í, at talan var um dráps- roynd, og tí fekk maðurin einans fongsul í níggju mánaðir. Ákæruvaldið, sum varð umboðað í rættinum av Lindu Hess- elberg, kravdi mannin dømdan í trý ár og níggju mánaðir, tí hon helt sløgini vitna um eina til- vitaða drápsroynd. Dóm- arin helt ikki, at tað var prógvað, at maðurin ætlaði at drepa. Annars kom fram í rætt- inum, at maðurin hevði viðgingið á løgreglu- støðini, at hann ætlaði at taka lívið av kvinnuni. Tá hann kom í grundlógar- avhoyring, broytti hann tó frágreiðing. Nú við- gekk hann, at hann hevði framt harðskap, men ætl- anin var ikki at drepa. Tey bæði hava livað leingi saman í tokuni av rúsdrekka, rúsevnum og nógvum harðskapi. Ákæruvaldið umhugsar nú at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Maðurin var hinvegin nøgdur við dómin, og tók í hondina á sínum dómara, áðrenn hann fór úr rættinum. C M Y K 7 6