hósdagur 30. januar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 20 - 30. januar 2003
Nr. 20 - 30. januar 2003
9
Nýggja kryvjivirkið
hjá East Salmon og
Faroe Salmon í Klaks-
vík er í nógvar mátar
eitt sera áhugavert
virki. Í fyrsta lagi er
talan um framkomna
tøkni, sum stýrir
flestu skipanum á
virkinum, og í øðrum
lagi er talan um fyri-
myndarligt samstarv
millum eigararnar av
virkinum og tekniska
partin, sum er
formula.fo og
NomaTek við fleiri
undirleverandørum
TØKNI
Vilmund Jacobsen
Jákup Magnussen, sum
starvast
hjá
NomaTek,
sigur, at tað hevur verið
ógvuliga áhugavert og av-
bjóðandi hjá formula.fo og
NomaTek at samstarvað
við eigararnar av P/F
Kryvjing, tí hesir hava alla
tíðina havt sínar meiningar
um, hvussu tingini skulu
gerast.
- Síðan hevur tað verið
uppgávan hjá okkum, ið
hava samstarvað um ym-
isku skipaninar og menn-
ingina annars, at finna fram
til loysnirnar.
Føroysk loysn
Jákup sigur, at formula.fo
og NomaTek hava leverað
allan útbúnaðin til kryvji-
virkið – heilt frá bryggju-
kantinum, til vøran verður
avskipað. Alt undantikið
sjálvar bader-maskinurnar,
sum kryvja og reinsa fisk-
in; hesar eru týskar og eru
ikki við í leveransuni hjá
føroysku feløgunum.
- Ein nokso stórur partur
av útbúnaðinum er fram-
leiddur á verkstaðnum hjá
okkum, t.d. rustfríu kørini
til blóðging og køling og
lyftibondini.
Jákup vísir á, at nakrir út-
lendskir undirleverandørar
sjálvsagt eru til ein part av
útbúnaðinum, men alt er
umbiðið, lutvíst framleitt
og sett upp í neyvum sam-
starvi millum eigararnar av
P/F Kryvjing, formula.fo
og NomaTek.
- Parturin hjá formula.fo
hevur í fyrsta lagi verið
softwarurnar og ymisku
stýringsskipaninar,
um-
framt monteringar og in-
stalleringar av eitt nú
pakkirobottinum og pakki-
flokkaranum.
Hann sigur, at bæði
pakkirobotturin, sum er
jananskur, men programm-
eraður í Íslandi og pakki-
flokkarin, sum Marel í Ís-
landi hevur gjørt, eru við í
leveransuni hjá formula.fo
og NomaTek.
- Fyri at menna tøknina á
fiskivinnuøkinum og fáa
hesa at virka eftir ætlan,
hevur verið neyðugt við
ógvuliga tøttum samstarvi
millum
okkum
og
formula.fo, sigur Jákup.
Vit kunnu skoyta uppí, at
tveir aðrir pakkirobottar
eru í landinum; annar á
Suðurlaks, hin á Sørvágs-
laks, og her er tað burtur av
formula.fo sum hevur fing-
ið hesar í "sving".
Frambrot
Eitt, sum sermerkir virkið
hjá P/F Kryvjing, er báðir
móttøkutangarnir,
sum
standa uttan fyri virkið.
Hesir eru úr glasfipur,
framleiddir í Noregi, men
skrúvaðir saman í Føroy-
um.
- Eigararnir av virkinum
ynsktu, at brunnbátarnir,
sum flyta laksin til virkið,
skuldu sleppa av við laksin
– uttan at liggja við bryggj-
una og bíða eftir, at fiskurin
fyrst verður kruvdur so
hvørt. Hetta eru fyrsta mót-
tøkan, vit vita um, har fisk-
urin kemur livandi í land og
gongur livandi í kørunum,
til hann verður arbeiddur
inni á virkinum.
Jákup sigur, at hvørt kar-
ið tekur umleið 380 rúm-
metrar, og tað svarar til, at
bæði kørini taka umleið
100 tons av fiski.
- Tískil kann brunnbátur-
in nú pumpa laksin livandi í
land og fara avstað aftur
eftir næstu lastini. Áður lá
báturin og bíðaði, meðan
laksurin varð kruvdur.
Hann vísir á, at ein ilt-
skipan er sett upp til kørini,
soleiðis at laksurin saktans
kann pumpast upp ein
leygardag og ganga livandi
í kørunum til mánadag, tá
ið hann verður arbeiddur
inni á virkinum.
- Sjálvt um hetta er fyrsta
skipanin av sínum slagi,
sum vit vita um, vísir hon
seg at rigga ógvuliga væl –
og betur enn, vit í byrjanini
tordu at rokna við, sigur
Jákup.
Smittuvandin
Eitt annað endamál við
móttøkukørunum er eisini
at umgangast sjúkur, nú
óttin fyri eitt nú ILA er so
stórur millum alarar.
- Vatnið, sum kemur við
laksinum úr brunnbátinum,
verður filtrerað og stálað,
soleiðis at tað ikki er
smittuberandi, tá ið tað fer
útaftur. Neyðugt er tó at
taka regluligar vatnroyndir
fyri at tryggjar sær, at alt er
í lagi, sigur Jákup.
Hann sigur, at skipanin
við móttøkukørunum gevur
virkinum møguleikar at
bøta um raksturin, sam-
stundis sum smittuvandin
verður nógv minni.
- Eigararnir hava nevni-
liga lagt stóran dent á, at
eingin smitta kemur frá
nýggja kryvjivirkinum í
Klaksvík.
Jákup Magnussen sigur
at enda, at innkoyringar-
trupulleikarnir, sum altíð
eru, tá ið tú fæst við nýggja
og framkomna tøkni, eru
nógv minni nú enn í byrj-
anini.
- Vit eru spentir uppá,
hvussu alt fer at taka seg út,
tá ið tíðin gongur, leggur
hann aftrat.
Kryvjing – eitt framkomið laksavirki
Í tøttum samstarvi millum
eigararnar av P/F Kryvjing,
formula.fo og NomaTek er
nýggja kryvjivirkið í Klaksvík
eitt rættiliga framkomið
virkið.
Mynd: Rúna Sivertsen
Nýggja kryvjivirkið í Klaksvík. Hetta eru fyrstu móttøkutangarnir av sínum slagi, sum menn
vita um. Her gongur fiskurin livandi, til hann verður arbeiddur inni á virkinum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagstovnurin við
Gøtugjógv fyllir trý ár
leygardagin. Dagurin
verður hildin mána-
dagin komandi
BØRN
Vilmund Jacobsen
Gøtugjógv: Leygardagin,
1. februar, fyllir dagstovn-
urin við Gøtugjógv trý ár.
Dagurin
verður
hildin
mánadagin, 3. februar, við
lagkøku, kakao og einum
leiki, sum ein pedagog-
næmingur framførir. Hetta
er ein sonevndur skugga-
leikur, har skuggar av
Brúsabukkunum
verða
vístir á lørift.
Torgerð Hansen er leiðari
á dagstovninum við Gøtu-
gjógv.
Hon sigur, at hóast stovn-
urin er ungur í garði, plaga
tey at "markera" føðingar-
dagin
við onkrum etandi og
drekkandi, og hesaferð
verður so leikurin eisini á
skránni.
- Fyri at øll kunnu verða
við - bæði tey, sum eru
fyrrapart og tey, sum koma
seinnapart – verður lag-
køka og kakao at fáa um
12.30 tíðina mánadagin. Vit
hava eisini sent kunning-
arskriv til foreldrini, har tey
verða boðin til ein drekka-
munn. Foreldrini kunnu
koma, soleiðis sum tað
passar teimum hendan dag-
in. Teimum nýtist tískil ikki
at møta upp stundisliga kl.
12.30.
Torgerð sigur, at tey fara
at syngja einar tveir sangir
saman
við
børnunum,
áðrenn
leikurin
verður
sýndur.
76 pláss
Hon sigur, at dagstovnurin
við Gøtugjógv, sum bæði
hevur vøggustovu, barna-
garð og frítíðarskúla, hevur
pláss til 76 børn, og alt er
uppfylt.
Samlaða starvsfólkatalið
er 20, harav nøkur arbeiða
niðursetta tíð.
- Talið av ársverkum
liggur um 14, sigur Tor-
gerð.
Børnini í kommunala
dagstovninum við Gøtu-
gjógv eru úr 0 árum til og
við børn í 1. flokki, sum
ganga í frítíðarskúla.
- Her gongur væl, og vit
hava havt nóg mikið av
pedagogum. Pedagogarnir
eru sjey í tali; hini eru
hjálparfólk. Vit hava júst
lýst eftir einum pedagogi
aftrat, men hesaferð fingu
vit ongan, sigur Torgerð
Hansen.
Lagkøka, kakao og skuggaleikur
á dagstovninum við Gøtugjógv
UNGDÓMUR
Vilmund Jacobsen
Blaðskrivstovan hjá Sosi-
alinum í Saltangará hevur
havt sín fyrsta starvsnæm-
ing. Tað er 15 ára gamla,
Beinta Anthoniussen, sum
býr Undir Nesinum á Toft-
um. Hon er dóttir, Tóru og
Eyðun
Anthoniussen.
Beinta gongur í Tofta skúla.
Tey eru 18 næmingar í
flokkinum, 11 dreingir og
sjey gentur. Flokslærari er
Asbjørn Vang.
Á
Sosialinum
hevur
Beinta tikið sær av ymisk-
um. Hon hevur skrivað
greinir, sum hava verið at
sæð í blaðnum, og hon hevur
eisini roynt at sitið einsamøll
á skrivstovuni og tikið tele-
fonina, samstundis sum hon
hevur ført tekst inn á teldu.
Hetta er fyrstu ferð,
Beinta er í starvsvenjing.
Droymir um USA
Tá ið hon er liðug við 10.
flokk um hálvt annað ár,
hugsar hon um at gera eina
ferð saman við eini vin-
konu til USA. Um nakað
spyrst burtur úr hesi ferð-
ini, tá ið tann tíðin kemur,
er ov tíðliga at siga nakað
um enn.
- Hetta er mín dreymur,
sigur hon.
Men Beinta hugsar eisini
um tær hendingar, sum vit
hoyra um úr USA, har
skúlanæmingar eru skotnir.
- Hetta ræðir meg eitt
sindur, sigur hon.
Løgreglumaður
Spurd, hvat arbeiði, hon
kundi hugsað sær, tá ið hon
einaferð fer út á arbeiðs-
marknaðin, sigur hon:
- Eg kundi hugsað mær at
lært til løgreglumann.
Sosialurin ynskir Beintu
góða eydnu og takkar fyri
tíðina á skrivstovuni.
Droymir um eina ferð til USA
Beinta Anthoniussen hevur
seinastu tvær vikurnar verið
í starvsvenjing á
blaðskrivstovuni hjá
Sosialinum í Saltangará.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kommunali dagstovnurin við Gøtugjógv hevur trý ár á baki leygardagin. Stovnurin er býttur upp í vøggustovu, barnagarð og
frítíðarskúla. - Her gongur væl, sigur Torgerð Hansen, leiðari.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
9
8
Lýsið
við
brúktum
bilum