Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 20 - 30. januar 2003 Nr. 20 - 30. januar 2003 11 Fyri Jóhan Carl Dam er tað avgerandi, at nógvar fíggjarligar betringar standa fyri framman. Alt ov nógv liggur á láni í Havnar Arbeiðsmannafelag, og tí hevur hann valt at royna at gerast formaður FORMANSVAL Heri á Rógvi - Felagið hevur verið alt ov afturlatið, og tað liggur alt ov nógv arbeiði á láni. Hesi eru fyrstu orðini, ið Jóhan Carl Dam hevur at siga um orsøkina til, at hann hevur valt at stilla upp. Sjálvur annar stillar hann upp til formansvalið í Havnar Arbeiðsmannafel- ag. Hann hevur sitið í nevndini seinastu tvey árini, men nú heldur hann, at tíðin er komin at fara í hægsta sess í felagnum. Jóhan Carl hevur verið limur í Havnar Arbeiðs- mannafelag í nógv ár. Sein- astu nógvu árini hevur hann koyrt lastbil fyri Tórshavn- ar Kommunu. Hann hevur í fleiri ár verið álitisumboð hjá starvsfólkunum hjá landsins størstu kommunu. Fleiri kenna hann óivað eisini frá ítróttinum, har hann hevur verið aktivur í HB - kanska serliga sum dómari í nógv ár. Talan er um eitt lønt starv, at vera formaður í Havnar Arbeiðsmannafel- ag. Vanligt hevur kortini ikki verið, at formaðurin sigur arbeiðið frá sær, ið hann hevur. Orsøkin er tann, at starvið sum for- maður er tíðaravmarkað. Nóvar ætlanir Jóhan Carl hevur sett sær fleiri mál, sum hann ætlar sær at virka fyri sum for- maður. Øll heldur hann vera neyðug. Talan um er bæði um internar broytingar og kanska serliga fíggjarligar broytingar. - Fyri tann tímalønta er hvør króna týdningarmikil, og vit mugu skapa betri kor fyri okkara limir, sigur Jóhan Carl Dam. Pengarnir, limirnir gjald- ast inn, skulu geva størri avkast. Hetta skal gerast við, at pengarnir skulu set- ast í virðisbrøv ella annað, ið kann geva rentu. Meira skal eisini fáast burtur úr eftirlønargrunn- inum. Satsurin á yvirtíðini skal broytast, soleiðis at tey 35% verða broytt til tey 50. Á trygdarøkinum tosar Jóhan Carl um eina bráð- feingistrygdarskipan og betri útbúgving til álitis- og trygdarumboð. Tað er fat- anin hjá Á Carl, at ein tílík trygdarskipan ikki nytist at gerast so dyr fyri felagið og limirnar. Internt vil Jóhan Carl hava felagið gjørt meira opið. - Felagið hevur verið alt ov afturlatið. Hetta hevur verið galdandi bæði fyri vanligar limir og nevndar- limir, sigur Jóhan Carl. Hann nevnir sum dømi, at hann ikki hevur kunnað arbeitt á skrivstovu felags- ins, men hevur gjørt alt fyrireikandiarbeiði í sambandi við felagið heima hjá sær sjálvum. Sambært Jóhan Carl skal felagið gerast meira opið, limirnir skulu fáa størri kunnleika, og úteftir skal felagið vera meira sjónligt. Somuleiðis hevur Jóhan Carl ta fráboðan, at limirnir í felagnum ikki hava verið behandlaðir eins. Mín uppfatan er, at limir- nir ikki verða behandlaðir eins. Munur verður gjørdur á eftirnøvnum og politisk- um liti, sigur Jóhan Carl. Somuleiðis er formans- valevni misnøgdur við, hvussu hann er vorðin be- handlaður í sínum egnum felag í samband við val- stríðið. Sum heild metir Jóhan Carl, at felagnum tørvar stóran bata. Latið pappír Valstríð hevur Jóhan Carl ført á tann hátt, at hann hevur verið runt um kring hjá teimum ymsu arbeiðs- plássunum og latið nøkur skriv liggja, har hann greið- ir frá, hvat hann stendur fyri. - Tað er týdningarmikið fyri meg, at hetta valið verður avgreitt erliga og reiðiliga, og vit fáa eini demokratiska prosess, sigur Jóhan Carl. Hann sigur seg ikki kunna siga, hvønn limirnir fara at peika á leygardagin. Hjá Jóhan Carl er valið eisini avgerandi átann hátt, at hann ætlar ikki at halda fram í nevndini, um hann ikki gerst formaður. Hann stendur fyri valið á aðal- fundinum, men hann metir ikki nakra orsøk vera at halda fram, tá stevið í nevndini hevur verið so mikið vánaligt, eftir hans- ara tykki. Jóhan Carl Dam: Felagið skal gerast meira opið Navn: Jóhan Carl Dam Aldur: 54 Starv: Koyrir lasbil hjá Tórshavnar kommunu Hjúnastøða: Giftur og eigur tvey børn Í Havnar Arbeiðsmannafelag: Verið limur síðani 16 ára aldur til nú. Virkin í nevndini í 2 ár. Fakta Byggja víðari á verandi grundarlag – Felagið hevur fingið eitt trygt og gott grundarlag frá und- anfarnum leiðslum, og hetta sama grund- arlag ætli eg mær at byggja víðari á, sigur Hans Joensen, ið roynir seg sum for- mansvalevni í Havnar Arbeiðsmannafelag FORMANSVAL Heri á Rógvi Hann hevur sjálvur annar valt at lata seg stilla upp til formansvalið í Havnar Ar- beiðsmannafelag. Sum trettan ára gamal flutti Hans til Havnar úr Skopun. Hann gjørdist longu sum fjúrtan ára gamal limur í Havnar Ar- beiðsmannafelag, tá hann fór í starv hjá Bacalao. Hann starvaðist har nøk- ur ár og fór at sigla úti og var burtur. Í 1978 fór hann aftur í fast starv hjá Bac- alao, og hann starvast í ár á 25. ári. Hann hevur øll árini fingist við at frysta slógv, sum verður selt sum minka- fóður og útflutt. – Tá núverandi formað- urin gjørdi av ikki at stilla uppaftur, so heitti fleiri á meg um at stilla upp, og eg haldi meg vera líka kom- petantan sum onkran ann- an, sigur Hans Joensen, tá spurt verður eftir orsøkini til, at hann valdi at lata seg stilla upp til formansvalið. Fundamentið Hans Joensen er glaður fyri felagið, hann nú ætlar at gerast formaður fyri. Hann er fegin um mátan, ið leiðslurnar seinastu árini hava rikið felagið. Verður tað Hans Joensen, ið gerst formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, verður bygt víðari á sama grund- arlag. – Eg meti, at eg eri førur fyri at føra felagið á sama tryggja grundarlagið, sigur Hans Joensen. Tá tosað verður um sama grundarlag í Havnar Ar- beiðsmannafelag, so er einki at taka feil av, at tosað verður við støðið, Karl Jo- hansen legði sum formaður í 25 ár. – Vit hava eitt gott funda- ment, sigur Hans sannfør- andi. Málini hjá Hans eru ein- føld og grein: At gera eitt gott umboð fyri felagið og limirnar. Arbeiðsleisturin fer at líkjast nógv tí, sum er, verður Hans Joensen for- maður í Havnar Arbeiðs- mannafelag. – Eg ætli mær at halda fram eftir verandi leisti, har farið verður hóvliga fram, sigur Hans Joensen. Verður Hans valdur, so er hetta fyri eitt tvey ára skeið. Skipanin virkar á tann hátt, formaðurin verður valdur á aðalfundi, og limirnir greiða atkvøðu. Fyrr kundi stillast upp á fundinum, men soleiðis er ikki longur, og nú skulu uppstillingar- nar latast inn skrivliga og áðrenn 1. januar. Aðalfund- urin verður vanliga hildin á leið síðst í januar ella fyrst í februar. Tað er tann greiða fatanin hjá Hans Joensen, at fel- agið, hann ynskir at gerast formaður fyri, hevur tað gott í løtuni. – Støðan hjá felagnum er ógvuliga góð, sigur Hans. Hann fegnast um áhugan fyri felagnum, sum hann heldur ikki minst skyldast, at felagið verður væl rikið, og limirnir kenna seg væl. – Áhugin útifrá er stórur. Fólk vita, at hetta er eitt gott felag. Einki verður krógvað, og tað er gott skil á, sigur Hans Joensen. Einki valagn Hóast hann velur at orða seg einfalt, so er tað ikki tí, at hann ikki hevur meining- ar um nógv viðurskifti, ið viðvíkja felagnum. – Eg havi mínar hugsanir, men tað er ikki alt, sum skal brúkast sum valagn, sigur Hans Joensen. Tá hann sigur hetta, so sipar hann til, at hann ikki vil fara út og lova í eystur og vestur, men heldur bei- nini á jørðini, so hann eisini kann halda tað, hann lovar. Aðalmálið hjá honum er at arbeiða fyri limirnar. Av somu orsøk sigur Hans seg hava gjørt sera lítið við at reka í sambandi við valið. – Eg tosi sjálvandi við fólk, men eg havi ikki rikið nakað serligt, sigur Hans Joensen. Hevur stuðul Sum er nýtir Hans nógva tíð til Havnar Arbeiðs- mannafelag sum nevndar- limur. Serliga er tað, tá løn- arsamráðingar eru á skránni, at tímar verða nýttir til felagið. – Hetta arbeiðið geri eg út av áhuga. Tað er eisini áhugin, sum fær meg til at stilla upp til formanssessin, sigur Hans Joensen. Greitt er, at Hans Joensen hevur stuðul frá einum parti av nevndini og úti í felagn- um. Hvussu stórur upp- bakningurin er um hansara persón, veit hann ikki fyrr enn leygardagin. Verður Hans Joensen, verðuur leiðin hin sama, sum hon hevur seinastu árini. Hann hevur ikki kannar sær bitan, men hann er til reiðar at taka við ov- astu leiðsluni í felagnum. – Eg havi ikki lagt til merkist, at fólk seta so stór krøv. Sjálvandi ynskja fólk sær betri rúm at liva fíggjarliga, og hetta vilja vit støðugt arbeiða fyri. Fólk hava nógv ynski og hugskot, men ikki alt ber til, og hetta verður so eisini ein uppgáva fyri meg sum møguligan formann at av- greiða, sigur Hans Joensen at enda. Leygardagin verður aðalfundur- in hjá Havnar Arbeiðsmanna- felag hildin, og tá er eisini for- mansval á skránni. Jan Midjord ynskir ikki at halda fram sum formaður, men tveir aðrir bjóða seg fram. Teir eru Hans Joen- sen og Jóhan Carl Dam. Báðir sita í nevndini. Sosialurin hevur hitt teir báðar á málið. Havnar Arbeiðsmanna- felag telist millum størstu fakfeløgini í Føroyum. Felagið var tað fyrsta, ið setti á stovn egnan eftir- lønargrunn fyrst í áttati- árunum. Formaður og ímynd fel- agsins í 25 ár var Karl Jo- hansen. Hóast Hans ella Jóhan Carl skal avloysa virkandi formann Jan Midjord, so er tað í veru- leikanum eftirmaður til Karl Johansen, ið verður funnin leygardagin. Tað eru limirnir í fel- agnum, sum við hvør sín- ari atkvøðu gera av, um formaðurin í eitt tvey ára skeið skal eita Jóhan Carl ella Hans. Formansstarvið í Havn- ar Arbeiðsmannafelag er lønt starv, men formaður- in hevur vanliga annað ar- beiði eisini. Karl Johansen andaðist í fjør. Hann kendi til sess- in sum formaður betri enn nakar annar. Hin 13. okto- ber 2001 endurgav Sosial- urin Karl Johansen fyri at siga: „Tað er ikki nemt at vera formaður. Beinan- vegin tá okkurt gongur galið, so er tað tú, sum hevur skyldina“ Navn: Hans Joensen Aldur: 51 Starv: Arbeiðir sum frystari á Bacalao. Hevur starvast har seinastu 25 árini Hjúnastøða: Giftur og eigur fýra døtur Í Havnar Arbeiðsmannafelag: Verið limur síðan hann var 14 ár. Í nevndini seinastu 6 árini Fakta C M Y K 11 10