hósdagur 30. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 20 - 30. januar 2003
Nr. 20 - 30. januar 2003
13
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður og
borgarstjóri í Skopun
Hoyrdi eitt kvøldið ein
sjónvarpsmann gera eina
samrøðu umborð á einum
stórum línubáti. Eg fekk ta
uppfatan av samrøðuni, at
tað vóru teir smáu útróðrar-
bátarnir, sum vóru tann
størsta
hóttanin
ímóti
grunnunum. Her eri eg ikki
samdur, tí hesin partur av
flotanum verður so nógv
forðaður
av
veðri
og
streymi og øðrum avmark-
ingum, sum aðrir ikki hava
so eg endurtaki tað, sum eg
ofta áður havi sagt, útróð-
rarflotin undur 10 tons
eigur at fiska frítt, so hetta
ikki hendur oftari at smá-
bátar liggja tí teir hava
fiskibann, meðan allur hin
flotin fiskar sum um einki
var hent.
Eitt annað sjónarmið
hoyrdi eg í Útvarpi Føroya.
Har segði stjórin á Hag-
stovuni, Hermann Oskars-
son at hann helt ikki, at tað
var nakað forgjørt at vit
sendu fisk óviðgjørdan av
landinum. Hesin maður
veit væl saktans, hvat hann
tosar um, men álíkavæl eri
eg ikki samdur við honum.
Ein annar skilamaður,
Meinhard Jacobsen, stjóri á
Føroya Fiskavirking, stuðl-
aði honum væl og helt, at
vit kundu ikki ella nýttust
ikki at hava so nógvan ka-
pacitet, at vit kláraðu topp-
arnar. Hesin maður veit
eisini væl, hvat hann tosar
um.
Í mínari verð skuldi tað
verði málið at arbeitt allan
fisk, sum kemur upp á land,
men sjálvsagt kunnu und-
antøk verða. Í veruleikan-
um hava vit tað flottasta
virki í landinum, sum
stendur stilt nevniliga virki
í Vági og sum skilst kemur
hetta virkið at liggja stilt í 7
mánaðir. Hvat skuldi verið
meiri natúrligt enn tað, at
fiskurin bleiv arbeiddur á
hesum virki hesa tíðina, so
kundu arbeiðsfólkini ar-
beitt á virkinum sum onki
var hent, heldur enn at
verða uppsøgd.
Til síðst, nei lati okkum
arbeiða so nógv her á landi
av tí ríkidømi, sum verður
ført til lands.
Og hitt er: latið okkum
politikarar taka okkum
saman og lata bátar undir
10 tons fiska frítt.
Valið í Ísrael gjørdist ikki óvæntað ein sigur
fyri Likud og Sharon. Hetta merkir sjálvsagt, at
Sharon heldur fram sum stjórnarleiðari. Sum
kunnugt hevur Sharon hildið eina sera harð-
renda kós mótvegis palestinensiska fólkinum.
Politikkur Sharons í Miðeystri hevur elvt til
miklan ófrið og vaksandi terrorismu, og hesin
politikkur er ein forðing fyri varandi friði í
økinum. Hetta stendst m.a. av, at Sharon bert
sær eina hernaðarliga loysn á einum trupul-
leika, sum er politiskur. Hann hevur tí rent seg
í somu trupulleikar sum aðrir, ið hava gjørt
sama mistak. Hetta merkir, at terrorin og ófrið-
urin bert økjast, meðan teir partar av pale-
stinensiska fólkinum, ið ynskja eina politiska
loysn, vikna.
Altjóða eygleiðarar, ið hava gjørt viðmerkingar
til valúrslitið, eru samdir um, at hetta merkir, at
Ísrael fer at reka ein upp aftur meira høgra-
vendan politikk enn higartil. Hetta fer at hava
sum fylgju, at landið gerst uppaftur meira
isolerað, soleiðis, at hetta plágaða land at enda
bert hevur ein vin í heiminum – USA. Úrslitið
er, at útlitini fyri varandi friði bert versna. Hetta
er mikið spell, tí ófriðurin í Miðeystri kann
skjótt breiða seg. Serstakliga óheppið er hetta,
um Bretland og USA loypa á Iraq, tí hetta fer at
draga Ísrael inn í kríggið. Harðrendi politikkur
Sharons er stuttskygdur. Hóast heisn politikkur
kann geva Ísrael sigur í fyrra umfari, fer hesin
politikkur sum frá líður at koma Ísreal í størsta
vanda.
Arbeiðaraflokkurin tapti. Veljararar hansara
sótu við hús og lótu høgravonginum valið.
Hetta er ein vanlukka fyri Ísrael, og nú er
spurningurin, um flokkurin letur seg tøla upp í
stjórnina hjá Sharon. Hetta er áður hent,
nevniliga eftir síðsta val, og hetta kostaði flokk-
inum dýrt. Hinvegin er Arbeiðaraflokkurin ein-
asti flokkur, ið veruliga vil frið, og Peres er ein
av teimum fáu, sum Arafat kann gera avtalur
við, og tað kundi tala fyri stjórnarsamstarvi.
Arbeiðaraflokkurin hevur eisini ein moralskan
trupulleika, og tað er, at mangt bendir á, at
Sharon, ið hevur politisku og løgfrøðiligu
ábyrgdina av hópdrápunum í Sabra og Shatila,
møguliga verður ákærdur fyir krígsbrotsverk
við ein dómstól í Belgia. Onnur sakarmál í
øðrum londum fara at fylgja eftir og at enda fer
eisini altjóða dómstólurin í Haag at kanna
ákærurnar móti Sharon. Tá vil Arbeiðara-
flokkurin standa við moralskari og politiskari
medábrygd av øllum tí, sum Sharon hevur havst
at gjøgnum eitt langt lív.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Á vandakós
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jacob Vestergaard
formaður
Formaðurin í Føroya Lær-
arafelag hevur í seinastuni
fleiri ferir gjørt vart við
sína hugsan um Menta-
málaráðið og um kommun-
urnar, og teirra manglandi
førleika, tá tað snýr seg um
skúlaviðurskiftir.
Formaðurin í Føroya
Lærarafelag hevur sett seg
á
Mentamálaráðið
og
Fólkaskúlan, og har má
onki hugsast uttan hansara
loyvi. Formaðurin í Føroya
Lærarafelag skal fylgja við
og avgerða hvørjir tankar
skulu hugsast í Mentamála-
ráðnum.
Tað má sigast at vera ein
ótrúliga fornaldarligur hug-
burður, sum formaðurin í
Føroya Lærarafelag hevur,
tá hann sigur, at umsitingin
í Mentamálaráðnum ikki
má arbeiða við øðrum enn
tí sum landstýrismaðurin
biður um, og landstýris-
maðurin skal sjálvandi ikki
biðja um annað enn tað
sum formaðurin í Føroya
Lærarafelag vil hava.
Eftir áskoðanini hjá for-
manninum í Føroya Lær-
arafelag eru kommunurnar
sum heild óegnaðar at hava
skúlan undir hond, tí at
kommunurnar í Føroya
Kommunufelag ikki glað-
beintar góvu seg undir ein
sáttmála, um at taka lut í
lønunum hjá lærarunum.
Føroya Kommunufelag
tók støðu í viðurskiftunum
sum tey eru, tað vil siga, at
Mentamálaráðið er arbeiðs-
gevari og tí er tað teir sum
gera sáttmálar við lærarar-
nar um øll teirra tænastu-
viðurskifti, eisini røkt av
serstovum. Tað at Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lær-
arafelag gera ein sáttmála
sum er so óprofessionellur,
at hann tekur kommunur-
nar inn í viðurskiftini er
óvikomandi fyri kommun-
urnar, men tað sigur nógv
um hvussu óbúgvið Føroya
Lærarafelag er sum sam-
ráðingarpartur.
Formaðurin átti at takka
Føroya Kommunufelag fyri
hjálpina, nú savnsrøktin
verður tikin við í arbeiðs-
tíðina hjá lærarunum.
Viðareiðis kommuna er
tikin fram sum eitt ræðandi
dømi
um
hvussu
illa
kommunurnar
fara
við
skúlanum.
Viðareiðis
kommuna hevur spent seg
út á skúlaøkinum og hevur
bygt ein skúla, sum ikki
stendur aftan fyri nakran.
Tað at kommunan heldur
seg til grundregluna um, at
tað er Mentamálaráðið,
sum er arbeiðsgevari hjá
lærarunum, og tí aftraði seg
við at gjalda fyri savnsrøkt-
ina, er avgjørt at taka hattin
av fyri.
Í gomlum døgum æt
Fólkaskúlin
Kommunu-
skúlin og kommunurnar
høvdu ábyrgd av honum.
Í álitinum um uppgávu-
og ábyrgdarbýrið millum
land og kommunur er
Fólkaskúlin nevndur sum
eitt øki við ógreiðum á-
byrgdarbýti. Tá soleiðis er,
kann talan vera um, at
leggja hann annaðhvørt til
kommunurnar ella til land-
ið. Tí er hetta eitt evnið,
sum skal viðgerðast og ikki
setast á tabulistan hjá for-
manninum í Føroya Lær-
arafelag.
Viðmerkingar til formannin
í Føroya Lærarafelag
Tvey sjónarmið sum eg illa kann einast við
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 1. febr.
kl.
14.30 verður Fólkafundur
fyri friði á Vaglinum í
Havn. Fyrireikararnir eru
Javnaðarflokkurin, Tjóð-
veldisflokkurin, Sosialist-
iskt Ungmannafelag og
Unga Tjóðveldið. Í tíðinda-
skeivi heita teir á allar før-
oyingar um at taka lut á
fólkafundi fyri friði. Har er
ætlanin á friðarligan og
virðiligan hátt at mótmæla
ætlanunum
um
hernaðarligt álop á Irak,
sum kann gera ein ræðandi
krígsvanda til blóðugan
veruleika. Fyrireikararnir
siga í tíðindaskrivi:
• Vit vísa ikki minsta sam-
hug við harðrenda eina-
ræðisstýrið hjá Saddam
Hussein
• Men vit halda, at frælsi
og fólkaræði í Irak bert
kann vinnast við friðar-
ligum, politiskum am-
boðum - ikki við vápnum
• Eitt álop kann bert íbirta
eitt kríggj, har avleiðing-
arnar verða tær ræðu-
ligastu fyri tey, sum
frammanundan
eru
harðast rakt: Fólkið í Irak
• Eitt kríggj móti Irak kann
fáa óbøtiligar avleiðingar
fyri ta viðbreknu støðuna
í øllum Miðeystri, og
økir um vandan fyri yvir-
gangsatsóknum í øllum
heiminum
• Tí mótmæla vit, at tikið
verður til vápnaðan bar-
daga og kríggj móti Irak
• Ístaðin styðja vit allar
royndir at fáa heimsins
friðarelskandi tjóðir at
ganga saman í ST og
aðrastaðni um at nýta síni
nógvu og sterku politisku
amboð at finna friðarlig-
ar loysnir
• Vit styðja øll tiltøk, sum
á ein friðarligan hátt
kunnu byggja brýr mill-
um tjóðir og vinna framá
í stríðnum móti kúgandi
einaræði og yvirgangi
• Tí mótmæla vit eisini øll-
um ætlanum, sum á
nakran hátt kunnu draga
føroyingar og Føroyar
upp í fyrireikingar til
hernaðarligt álop á Irak
og kríggj
Røðarar:
Marjun Bæk, prestur
Jóanes Nielsen, rithøvund-
ur
Manijeh Elsa Modi, lesandi
Rói Patursson, háskúla-
stjóri
Tónleikabólkur spælir und-
ir fundinum og skipar fe-
lagssangin
Heldur byggja brýr
enn blaka bumbur
TÍÐINDASKRIV
Hósdagin 6. februar kl.
19:30 verður stovnandi
aðalfundur av føroyskum
áhugafelag fyri ST. Fundrin
verður hildin í hølunum hjá
Føroya Ellisakførum yviri
við Strond 22.
Á skránni er stutt umrøða
av hugsjónini aftan fyri ST;
stutt kunning um ætlanina
við føroyska ST felagnum,
síðani stovnan av tí før-
oyska ST felagnum, inn-
liming, val av skrivara,
kassameistara og formanni;
og ymiskt annað.
ST felagið verður í fyrstu
aløgu ein sjálvstøðugur fe-
lagsskapur, ið miðvíst fer at
arbeiða fyri øktari vitan um
ST í Føroyum, bæði um
hugsjónina aftan fyri ST og
teim mongu verkætlanun-
um hjá ST á ymiskum økj-
um. Sum frá líður er ætlan-
in at royna at fáa felags-
skapin við í altjóða kervið
av ST-stuðulsfeløgum, tað
sokallaða UNA sambandið.
Tilmelding/upplýsingar:
teldupost:
a-j@post.olivant.fo ella
tlf.: 225139 (Justin
Philbrow). Sí annars
www.unafo.webpuffin.com
Øll eru vælkomin á fundin
6. februar.
Tað kom ikki so óvart á, nú lívstráður
tín slitnaði.
Vit undraðust mangan , at tú hóraði
undan, tí heilsuveikur vart tú frá ungum
av, hevði ring lungu og mátti liva tað
mesta av tíni tíð við heilivági.
Hóast hetta, gavst tú ikki á hondum,
tú vart lívsglaður og takksamur fyri
lívið, vart gávuríkur og royndi at hanga
í, líka til ellisár.
Tær dámdi væl at smíða, fríðka uttan
um húsini, at fáast við plantur og hevði
stóran áhuga fyri tí, sum var rundan um
teg - fylgdi sera gjølla við í tí, sum fór
fram í samfelagi okkara og hevði eina
greiða støðu, bæði á tí politiska og
átrúnaðarliga økinum. Áhugin fyri
sangi var sera stórur, og rødd tín
smæddist ikki burtur. Eisini fekst tú við
at skriva andaligar sangir.
Tú dugdi væl at siga frá, og
abbabørnini, sum tú vart so góður við,
munnu hava havt manga góða løtuna, tá
ið abbi segði teimum søgur.
Deknatænastuna í Funnings kirkju røkti tú í 40 ár - tá vóru eyguni farin at bila,
so tað bar ikki so væl til longur.
At koma til Guðs orð lá ógvuliga frammarlaga hjá tær, og á møtum hevði tú
altíð ein góðan vitnisburð at leggja fram, onkuntíð ein sang, sum tú sjálvur hevði
yrkt.
Hesin síðsti sangurin, ið tú skrivaði, ber boð um lívstímaglasið, ið brátt er
runnið niður.
Hóast heilsuveikur so stóran part av lívinum, náddi tú ein høgan aldur, og tað,
sum helt tær uppi, var tín grundfasta trúgv, og bønirnar til tann almáttuga Guð.
Av lyndi vart tú lítillátin og tókst einki sum eina sjálvfylgju, men legði alt í
Guðs hond, eisini nú, tá ið sjúkan av álvara, og so nívandi gjørdi um seg.
Í sanginum sigur tú:"Eg síggi , at sólin fer lækka, tað gongur ei nú, sum tað
gekk." Nú gekk tað ikki meir.
Teir síðstu dagarnir av lívi tínum vóru veðurgóðir við nógvari sól, og tú, sum
altíð var so glaður, tá sólin, við sínum lívgevandi strálum, sá inn gjøgnum
vindeygað, vildi hava gardinurnar fyri, tí nú orkaði tú hana ikki meir, men ynskti
og bað bert um at sleppa Heim.
19. august, í fagrasta sólskini, sovnaði tú stillisliga og varð fluttur yvir um fjørð
til ta ævigu sólina, sum bíðar okkum øllum.
Friður hvíli yvir minni tínum
Konan og børnini
Minningarorð um
Karl Højsted
f. 22 sept. 1913 – d. 19. aug. 2002
Minnini liva eftir hjá teimum, ið hava mist
Sólsetur
Lag: So skal tað nú álvara vera.
Her lívið nú ber móti enda,
og kreftirnar fjara so smátt,
í bøn eg vil til tín mær venda
lat skilnaðin ei vera brátt.
Gev stundir og tíð til at takka,
fyri alt sum eg herniðri fekk
eg síggi, at sólin fer lækka,
tað gongur ei nú, sum tað gekk.
Tú førdi meg trygt gjøgnum lívið
og skaða ei ilt kundi meg,
hjá tær eg nú alla tíð blívi
væl vardur á sannleikans veg.
Ja, tíðin er brátt niður runnin,
eg hetta nú viðkennast vil,
av Jesusi eri eg vunnin,
hans lív og hans deyð kravdi til.
Ei, gull ella silvur meg loysti,
men hansara dýrbara blóð
við hesum eg tykkum nú troysti,
kom gangið í hansara slóð.
Ja, Jesus er vinurin besti,
ein fylgjast kann við her á jørð,
tí havi eg vón og gott treysti,
tá flytast skal yvir um fjørð.
Marjun Bæk, prestur, Jóanes
Nielsen, rithøvundi og Rói
Patursson, háskúlastjóri eru
millum røðararnar á
Vaglinum leygardagin
Stovna ST-felag í Føroyum
C
M
Y
K
13
12