hósdagur 30. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 30. januar 2003
15
Fyrr vóru japansku
bilarnir einans gjørd-
ir í Japan, men so-
leiðis er ikki longur.
Nú verða teir eisini
gjørdir aðrastaðni.
Nýggi Mazda2, av-
loysarin hjá Mazda
Demio, verður gjørd-
ur í Valencia í Spania
MAZDA 2 /
BARCELONA
Magnus Gunnarsson
Mazda2 er ein heilt nýggjur
bilur, sum verður gjørdur í
Valencia í Spania. Bilurin
verður gjørdur á somu
verksmiðju
sum
Ford
Fiesta, Fusion og Ka.
Mazda2 er gjørdur í sama
stýli sum Mazda6, viðvíkj-
andi designi og innrætting
við t.d. alu-look innan. Tal-
an er eum ein 5 persónabil
við 330 litra viðførisrúmi.
Viðførisrúmið er í somu
stødd sum t.d. á VW Golf.
Lessihæddin aftan er lág,
so lætt er at leggja størri
lutir inn í bilin. Um bak-
setrini og høgra forsetur
verða løgd fram, er pláss
fyri tveimum súkklum í
bilinum. Innan er eisini gott
pláss, og bilurin er góður at
koma inn í. Nakkapúturnar
aftan kunnu koyrast heilt
niður, so tær ikki taka
útsýnið, tá fólk sita har.
Bilurin fæst við 1,2 litur,
1,4 litur og 1,6 litur bensin-
motorum og 1,4 litur
commmon-rail dieselmo-
tori. Trygdin er eins og í
størri bilum við t.d. ABS
bremsuskipan
og
DSC
(Dynamic Stability Con-
trol), airbag framman, í
síðunum og gardinairbag.
Mazda2, ið einans verður
gjørdur sum hatchback við
5 hurðum, skal kappast við
bilar sum Toyota Yaris og
VW Polo. Mazda koma at
gera nógv við at markn-
aðarføra Mazda2. Bilarnir
koma á marknaðin í apríl,
men hjá Berg Motors rokna
tey við at fáa onkran fram-
sýningarbil til 1. mars.
Kia tvífaldað
søluna
Í Danmark hava Kia
tvífalda søluna við
1289 bilum í 2002
samanborið við 608 í
2001. Málið varð tó
ikki nátt, sigur stjórin
Jens
Bjerrisgaard.
Teir høvdu væntað at
selt 1800 bilar í 2002.
Kelda: Motor Magasinet
Hyundai
og HM
Hyundai
bilverk-
smiðjan í Suðurkorea
hevur skrivað sátt-
mála við FIFA um
HM fótbóltin í Týsk-
landi í 2006. Hyundai
vóru eisini flutnings-
sponsorar í HM í
Japan og Suðurkorea.
Kelda: Motor Magasinet
Mazda6
Síðan Mazda6 kom á
marknaðin í heyst,
hevur bilurin fingið
ikki færri enn 23
heiðurslønir í 2002.
Seinast bleiv hann
kosin "Årets Familie-
bil" av svenska bil-
blaðnum "Motorfør-
eren".
Kelda: Motor Magasinet
Mazda2 – fyrsti Mazda sum
verður gjørdur í Evropa
1500 fólk úr Evropa og
Skandinavia vóru til framsýning í
Barcelona seinasta sunnudag
Mynd: Magnus Gunnarsson
"Yvirraskilsi" hetta kvøldið. Ein reyður Mazda RX-8 við 240 hk
wankelmotori koyrdi inn á pallin. Bilurin hevur 4 hurðar men
ongan mittarstólpa
Mynd: Magnus Gunnarsson
Jákup Jacobesen, sølumaður
hjá Berg Motors, væntar sær
nógv av Mazda2
Mynd: Magnus Gunnarsson
15
Bilredaktiónin á
Sosialinum var boðin
við til Barcelona, tá
nýggi Mazda2 alment
bleiv sýndur fram fyri
evropeiskum Mazda
umboðum seinasta
sunnudag. Í føroyska
ferðalagnum vóru
stjórin, Jóhannes
Berg, og onnur sølu-
fólk hjá Berg Motors
MAZDA2 /
BARCELONA
Magnus Gunnarsson
Tá nýggir bilar fyrstu ferð
verða alment sýndir fram,
er tað ofta við einari stór-
slignari
framsýning
og
undirhaldi av ymiskum
slagi. Soleiðis var eisini
hesaferð. Tiltakið byrjaði í
stóru ítróttarhøllini, "Palau
Sant Jordi", sum var bygd
til Olympisku leikirnar í
1992 í. Tá øll 1500 evrope-
isku
og
skandinavisku
Mazda
umboðini
vóru
komin uppá pláss á áskoð-
arapallinum í høllini, fingu
luttakararnir eina høvuð-
telefon í part, soleiðis at
meðan evropeisku Mazda
stjórarnir søgdu frá gongd-
ini og framgondini hjá
Mazda í Evropa, bleiv tað,
sum sagt varð, umsett til
ymisk mál. Alt sum gekk
fyri seg bleiv víst á stór-
skíggja. Millum teir sum
hildu talu, var stjórin á bil-
verksmiðjuni í Valencia,
har sum Mazda2 verða
framleiddir. Hann greiddi
frá, at Mazda2 verður
gjørdur á somu verksmiðju
sum Ford Fiesta, Fusion og
Ka. Hóast Ford eigur ein
triðing í Mazda, er hetta
fyrstu ferð, at ein Mazda
bilur verður gjørdur í
Evropa. Mazda2 verður
bygdur yvir sama plattform
sum Ford Fiesta. Men talan
er um ein Mazda bil, við
øllum tí sum teir eru kendir
fyri. Mazda í Japan settu
strong krøv til verksmiðj-
una í Valencia. Úrslitið er,
at bilarnir verða gjørdir í
gjøgnumførdum kvaliteti,
segði stjórin á verksmiðj-
uni.
Føroyar sjálvstøðga
umboðan
Tá bilarnir blivu avdúkaðir,
og alment sýndir fram,
sluppu øll Mazda umboðini
til bilarnar. Teir blivu kann-
ðir frá øllum síðum, innan
og uttan. Eisini vórðu
nógvar
myndir
tiknar.
Borðreitt var eisini til øll
1500 fólkini. Føroyska
ferðalagið settist við borð-
ið, har føroyska flaggið
stóð. Undir borðhaldinum
var nógv undirhald, har
tónleikabólkar og onnur
listarfólk
sýndu
fram.
Størsta "yvirraskilsi" hetta
kvøldið var tá
ein
reyður
Mazda
RX-8
koyrdi inn á
pallin. Eftir eini lítlari løtu
hvarv bilurin í allari fólka-
mongdini, men tað lukk-
aðist okkum tó at fáa onkr-
ar myndir í kassan. RX-8 er
ein sportvognur við 240 hk
wankelmotori. Bilurin hev-
ur 4 hurðar og ongan stólpa
millum hurðarnar, so tað er
eins lætt at seta seg inn á
baksetrið sum á forsetrið.
Annars var Barcelona eitt
upplivilsi. Ein vakur og
rúmligur býur við breiðum
og beinum gøtum. Listar-
verkini og byggilistin hjá
kenda
arkitektinum
og
listarmanninum
Antoni
Gaudi (1852-1926), seta
sín heilt serliga dám á býin.
Høvuðsverk hansara er
kirkjan "Sagrada Familia",
ið hevur staðið í gerð síðan
1882.
Nr. 20 • hósdagur • 30. januar 2003 • 77. árg.
Til Mazda avdúking
í Barcelona
Sølufólk og stjóri hjá Berg Motors til hátíðarhald í Barcelona í sambandi við at Mazda2 bleiv sýndur fram. Frá vinstru: Axel Ljóheim, Karin C.Hammer, Jákup
Jacobsen og Jóhannes Berg
Mynd: Magnus Gunnarsson
Mazda
forsetin í
Evropa,
Stephen
Odell, heilsar
her uppá
Jóhannes
Berg, stjóra
hjá Berg
Motors.
Føroyar hava
sjálvstøðuga
Mazda
umboðan.
Mynd: Magnus
Gunnarsson
Áhugin var stórur
fyri Mazda2, ið
verður gjørdur í
Valencia í Spanien
Mynd: Magnus
Gunnarsson
C
M
Y
K
14