Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 30. januar 2003 23 Todi Jónsson er smáskaddur, og er tí ivasamur til venjingardystin leygardagin ímóti Malmø ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Oddaliðið í Superliguni, FCK, hevur fyrireikað seg nú í góðan mánað til vár- hálvuna. Leygardagin skal høvuðsstaðarliðið spæla venjingardyst ímóti Malmø. FCK má verða Martin Albrechtsen og Thomas Røll fyriuttan, tí báðir eru á veningarlegu við liga- landsliðnum. Føroyski framherjin, Todi Jónsson, er ivasamur til venjingar- dystin ímóti Malmø, tí hann hevur trupulleikar við øklinum. Annars eru allir mans tøkir, fyriuttan Christan Lønstrup og sviin Thomas Antonelius, sum báðar dragast við skaða. Annars lata teir sera væl at nýggja ungverska mál- verjanum í FCK, Balacz Raboczki, sum hevur stað- ið seg væl fyrstu vikuna í FCK. Væntandi fær ung- verjin møguleikan saman við Ole Tobiassen ímóti Malmø leygardagin. Tað er eisini greitt, at norska felagið Bryne verður annað av mótstøðuliðunum hjá føroyska landsliðnum á venjingarleguni í Spania VENJINGARLEGA Páll Holm Johannesen HB-málverjarnir Poul N. Joensen og Bárður Johann- esen eru báðir úttiknir til venjingarnar hjá landsliðn- um í vikuskiftinum. Jógvan Martin Olsen, hjálparvenj- ari, sigur, at úttøkan av teimum báðum er gjørd við tí fyri eyga at hyggja nærri at, hvussu teir standa seg í mun til hinar málverjarnar á landsliðnum. Útisetar ikki við Hvørki Christian Høgni Jacobsen ella Jákup Mikk- elsen verða við í Spania. Báðir eru bundnir av feløgum teirra, ið eisini fara venjingarlegu um sama mundið. Christian Høgni fer við Vejle til Kina, með- an Jákup Mikkelsen skal á venjingarlegu við Molde Tað er óvist við Jón Róa Jacobsen, tí tað tykist sann- líkt, at hann fer at gera sáttmála við Brøndby. Danska meistaraliðið fer á venjingarlegu í Turkalandi, og helst verður Jon Rói við á ferðini. Hann verður tí ikki tøkur hjá landsliðs- venjaranum í Spania Bruttohópurin telur í løt- uni 27 mans, og av teimum skulu sjey sáldast frá til venjingarleguna í Spania. Hvørjir teir tjúgu verða, fast endaliga at vita eftir úttøkuvenjingina um viku- skiftið. Jákup á Borg er einasti leikari, sum dregur við skaða í løtuni, og enn er óvist um hann fer við til Spania. Jákup hevur trupul- leikar við lúskuni, og í løt- uni røkist onki fyri at støð- an gert betri, og tí má landsliðið helst verða hann fyriuttan í Spania. Ingi verður við Føroyski Arsenal-leikarin, Ingi Højsted, verður við vissu ein av leikarunum, sum verður við í Spania. Jógvan Martin Olsen sigur, at ætlanin er at hava tveir ungar leikarar við, og Ingi Højsted verður annar. Hóast Ingi er bundin av uppgávum í Arsenal, so hevur enska meistaraliðið játta Inga at fara við før- oyska landsliðnum til Spa- nia. Hvør hin leikarin verð- ur, er ikki greitt enn. Møta norska Bryne Annað av mótstøðuliðnum hjá landsliðnum í Spania verður norska felagið Bryne. Hetta váttar Jógvan Martin Olsen, og leggur afturat, at enn er óvist, hvat hitt mótstøðuliðið verður. Helst verður talan um okkurt spanskt felag, men enn ongin avtala komin í lag. COCA COLA CUP KAPPINGIN Páll Holm Johannsen Seinasta vikuskiftið gjør- dist greitt, at annað av lið- unum í steypafinaluni hjá kvinnum í ár verður VB. Hvørjum liðið tær møta í finaluni fæst at vita í kvøld, tá VÍF og Stjørnan spæla seinnu hálvfinaluna í Vest- manna. Fyrra hálvfinala endaði við einum teprum 18-17 sigri til Stjørnuna, so lagt er upp til spennandi dyst í Vestmanna í kvøld. Dysturin millum VÍF og Stjørnuna byrjar klokkan 19.00, og Eyðun Samuel- sen og Hannis Wardum úr Kyndli døma dystin. Sjálvur hevði framherjin hugsað sær eitt felag, ið ikki liggur ov langt frá heimbygdini Kvívík FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Tvey 1.deildarfeløg hava sýnt Súna Fríða Johannesen áhuga, eftir at hann varð loystur úr sáttmála sínum við GÍ. – Eg havi fingið tveir fyrispurningar frá tveimum feløgum í 1. deild, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr, sigur Súni Fríði í viðmerking til Sosi- alin. Súni Fríði leggur dent á, at hann ætlar sær at finna eitt felag, ið ikki liggur ov langt frá heimbygdini Kví- vík. – Tíðin til fótbólt er ikki so góð sum áður, og tí hevði verið best, um eg slapp frá at ferðast ov nógv til venjing. Eg skal eisini byggja hús í vár, og tí havi eg ikki tíð at venja meir enn 3-4 ferðir um vikuna, og tað verða fortreytirnar hjá tí felagnum, eg fari at leika við í ár, greiðir Súni Fríði frá. Súni Fríði breyt beinið í november mánað, og venur í løtuni sjálvur. Uppvenj- ingin gongur væl, og sjálv- ur væntar hann heilt skjótt at kunna venja við bólti. HB-málverjar úttiknir HB-málverjin, Bárður Johannesen , skal saman við Poul N. Joensen luttaka í venjingunum hjá landsliðinum um vikuskiftið. Mynd: Savnsmynd Tvey 1.deildarfeløg ætla sær Súna Fríða Framherjin Súni Fríði Johannesen ætlar sær at finna eitt felag, ið ikki liggur ov langt frá heiminum í Kvívík. Mynd: Savnsmynd FCK brynjar seg út til várhálvuna Mótstøðuliðið hjá VB finnast í kvøld 23 Nr. 20 • hósdagur • 30. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fram er aftur við í stríðnum um gullmerkini FLOGBÓLTUR Páll Holm Johannesen Oddaliðið í meistaradeild- ini hjá monnum ÍF, mátti sunnudagin leggja rygg til fyrsta ósigur í ár í lands- kappingini. Fuglfirðingar vóru á vitjan í Hoyvíkshøll- ini, har mótstøðuliðið var Fram. Dysturin endaði við einum 3-1 sigri til heima- liðið, sun harvið steðgaði sigursgongdini hjá ÍF. Hjá Fram má sigurin kennast kærkomin, tí fel- agið hevur staðið fyri skot- um seinastu tíðina. Eftir at hava fingið úrskurðin, at teir nýttu ólógligan leikara í dystinum imóti Mjølnir, var neyðugt hjá havnarliðn- um at vinna dystin sunnu- dagin, um teir framvegis skuldu vera við í kapp- ingini um gullmerkini. Fyri fuglfirðingar var talan um fyrsta ósigur í ár, men framvegis liggja teir leysir av hinum liðunum, Komandi vikuskiftið skulu teir til klaksvíkar at leika ímóti Mjølnir, og tapa teir dystin, so kemur rættiligur spenningur í aftur meistara- deildina hjá monnum. Lagt er upp til eitt brak bæði í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum, tá Mjølnir fær vitjan av ÍF hetta vikuskiftið Mynd: Savnsmynd FLOGBÓLTUR Páll Holm Johannesen TB vann greiðan 3-0 sigur á Drátti leygardagin. Eftir ósigurin seinasta vikuskift- ið ímóti Mjølnir, var tað av stórum týdningi at TB vann dystin, um vónirnar um gullmerkini skulu varðveit- ast. Tað var ongin ivi um úrslitið sunnudagin, og TB vann fult uppiborið. Við sigrinum sunnudagin liggja føroyameistararnir fýra stig eftir oddaliðið Mjølnir, so møguleikin hjá tvørakvinnum at endur- vinna meistaraheitið er framvegis til staðar. Fram-ÍF 3-1 So tapti ÍF Dráttur-TB 0-3 Føroyameistararnir vunnu á Giljanesi FLOGBÓLTUR Páll Holm Johannesen Í meistaradeildini hjá monnum gongur av skriðuni hjá havnarfel- agnum, Fleyr. Síðsta vikuskifti fingu teir vitj- an av Mjølnir, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað Fleyr at vinna dystin. Dysturin endaði við ein- um 3-1 sigri til Mjølnir. Byrjaðu væl Botnliðið úr Havn legði væl út, og vann fyrsta settið 25-19. Klaksvík- ingar svaraðu aftur og vunnu næsta settið 25- 12, og tá fór luftin úr heimaliðnum. Mjølnir vann eisini tvey tey næstu settini, og hevur við sigrinum sunnudag- in stytt um frástøðuna til oddaliðið ÍF. Komandi vikuskiftið bresta júst Mjølnir og Fleyr saman í Klaksvík, og við einum sigri kunnu klaksvíking- ar vinna seg enn meir inn á ÍF. Fleyr-Mjølnir 1-3 Fleyr framvegis onki stig FLOGBÓLTUR Páll Holm Johannesen Eins og hjá monnum vann Mjølnir eisini kvinnudystin ímóti Fleyr sunnudagin. Her var sama søgan sum hjá monnunum, Fleyr vann fyrsta settið, men so kom Mjølnir fyri seg, og vann trý tey næstu settini. Hóast klaksvíks- kvinnur vóru nakað skerdar til dystin, so var ongin ivi um úrslitið, og vunnu tær ein greiðan 3- 1 sigur. Við sigrinum hevur liggur Mjølnir í hølinum á ÍF. Komandi viku- skiftið fær Mjølnir vitj- an av ÍF, og úrslitið av tí dystinum kann væl koma at hava stóran týdning fyri hvar gull- krónurnar í meistara- deildini hjá kvinnum fara í ár. Fleyr-Mjølnir 1-3 Mjølnir vann eisini kvinnudystin Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 40 15 25 16 2 Mjølnir 14 11 - 3 37 14 23 15 3 TB 14 10 - 4 35 15 20 12 4 Dráttur 14 5 - 9 20 35 -15 5 5 Fleyr 14 3 - 11 13 35 -22 5 6 KÍF 14 1 - 13 8 39 -31 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 11 10 - 1 31 5 26 12 2 Mjølnir 11 7 - 4 23 16 7 9 3 Fram 11 6 - 5 22 17 5 8 4 SÍ 11 5 - 6 17 20 -3 7 5 Fleyr 12 0 - 12 1 36 -35 0 C M Y K 22