Sosialurinarkiv
Sosialurin 1989-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 1989síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Javnaðartingmaðurin Henrik Old hevur á tingi skotið upp, at legtingið áleggur landsstýrinum at taka upp samráðingar við leiðsluna á flogvøll- inum í Vágum um at varðveita veðurtæn- astuna har. Henrik Old sigur, at seinastu 13 árini hevur veðurtænastan á flogvøllinum sent út veðurvánir fyri Før- oya ekið, og hevur hetta verið til stóra nyttu hjá teimum, sum skulu rekja sjógvin. skapar trygd á sjónum — og má ti ikki takast av, sigur Henrik Old, logtingsmaður, sum á tingi hevur skotið upp, at veðurtænastan á flogvøllinum í Vágum verður varðveitt. Hann vísir á, at fyri stuttum frættist, at hendan veður- tænasta skal leggjast niður frá 1. november í ár, og heldur hann hetta vera til stóran ampa, serliga hjá teim smærri fiskiførunum. Haraftrat er hetta eitt stórt afturstig fyri alla fiskivinnu og sigling við Føroyar. Løgungsmadurin heldur vita, at landsstyrid fyri lang ari tíð síðani hevur fingið boð um hetta, men tykist tað sum landsstýrið hevur góðkent at niður- leggja hesa tænastu. Hann heldur, at tað má vera ein almenn upgáva at rekja veðurtænastuna so seg væl sum yvirhevur gjørligt. -Hetta er eitt týðandi lið í trygdini á sjónum, eitt lið, sum ikki má takast úr tí samlaðu trygdartænastuni, sig-ur Henrik Old. Uppskotið hjá Hen- rikki Old kemur til fyrstu viðgerð á tingfundi i dag. tór.- 4 til útflutnings Veðurtænastan Landsstýrið skeyt herfyri upp at broyta stuðulsreglurnar í sambandi við fiskifor til útflutnings. Nú hevur lands- stýrið biðið um at fáa uppskotið aftur í nevnd. Tað skal broytast soleiðis, at stuðulsskipanin eisini skal fevna um plastbátar. Landsstýrið hevur mælt unginum ul at broyta lógina um stuðul til byggjan av fiskiførum á føroyskum skipasmidjum ul utflutnings. Men tå málið var tl aðru viðgerð á ttingfundi týsdagin bað landsstýris- maðurin í fiskivinnu- málum, Jógvan I. Olsen um at fáa málið aftur í nevnd. Orsøkin var kortini ikki hon, at landsstyris- madurin hevur slept broytingaruppskoti sin- um, men fyri at lógin eisini skal fevna um plastbátar. Lógin um endurgjald ul skipasmidjur hevur verið broytt nakrar ferðir síðani hon í 60- unum fór at virka. Tá varð innflutningsgjald lagt á allar verur. Gjaldið. sum skipasmiðjurnar skuldu gjalda fingu tær aftur goldið við at skjalprógva útreiðslurnar í samband við nýbygningar. Hendan skipan helt fram í nøkur ár, men var so torfør at umsita, bæði fyri skipasmidjurnar og umsitingina, at hon var broytt til at skipa- smiðjurnar fingu útgold- ið sama prosenttal sum innflutningsgjaldið var roknað roknað av met ingarvirdi skipsins, tå tað var liðugt I fjør var lógin aftur broytt úl tað upp- runaliga soleiðis at studningurin varð goldin eftir váttan frá gjald- stovuni, men nú hevur so landsstýrið aftur vilja broytt lógina. Eftir hesi seinastu broytingini fáa skipasmiðjurnar upp ul 15% endurgoldið. Eisini plastbátar Beinleiðis orsøkin til, at landsstýrið nú um- hugsar at lógin eisini skal fevna um plastbåtar er eitt skriv frå Menningarstovuni, sum vísir á tað skilagóða, at eisini plastbátar koma undir somu reglu. Í skrivinum frá Menn ingarstovuni verður eisini sagt, at betur var um lógin ikki verður av markað bert ul fiskifør tór. Nú er eisini ætlanin, at plastbátar skulu koma undir lógina um stud- ning, verða teir fluttir ut.