fríggjadagur 31. januar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 21 - 31. januar 2003
Nr. 21 - 31. januar 2003
3
Vitborin, skemtiligur og
vinsælur var Hans Jakku, sum
legði árarnar inn sunnudagin.
Vit, ið minnast hann frá
unglingaárunum til nú móti
endanum, halda, at tað kenst
fátæksligari, nú hann er farin
MINNINGARORÐ
Tórður Jóansson
Gorbals í Glasgow,
28. januar 2003,
Seinasta sunnudag ringdi systkynabarnið
Zakarias Wang at siga frá, at vin- og
skyldmaður okkara Hans Jacob Debes
doktari var deyður sama fyrrapart. Boð-
ini komu dátt við, hóast vitað var um
drúgvu sjúku og sjúkralegur hansara
seinastu árini. Altíð er sárt at frætta, tá ið
javnaldrar, tú hevur átt nógv saman við,
andast í rímiliga góðum árum.
Vit komu at kennast og gjørdust vin-
menn í seinnu helvt av fimtiárunum,
helst um heystið 1957, tá ið báður gingu
á VBV, har preliminer- og studentaskeið
vóru hildin. Eisini vóru vit í ferðalagi
við Zakariasi í Soylugørðum í Kaldbak
okkurt vikuskifti og onkra frítíð. Hans
Jakku hevði tá verið fyrst eitt ár við
sluppini Fagranesi og síðani tvey ár við
íslendskum trolara.
Men tað var ikki fyrr enn árið eftir, í
1958, at hann kom uppí felagsarbeiði,
sum vit báðir saman við øðrum stílaðu
fyri ella tóku lut í. Tá ið Tónleikafelagið
varð sett á stovn hetta árið og fór undir
útvarpssendingar sínar tvær ferðir um
mánaðin, var Hans Jakku nevndarlimur
og fastur frásøgumaður í sendingunum.
Seinni, um várið 1959, var hann ein
teirra, ið setti Kommunistiskt Ung-
mannafelag í Havn á stovn. Hinir vóru
Andrias Guttormur Djurhuus, Jóan Petur
Gregoriussen, undirritaði og einstøk
onnur fólk, ið ikki hildu við ella góðtóku
alt møsnið, ið sagt varð um annað enn
slíkt, sum birti uppundir og stuðlaði
afturhaldi, imperialismu, kríggi og
órættvísi. Hesi vóru eisini millum teirra,
ið skipaðu fyri gitnu mótmælisgonguni
pálmasunnudag 1959, tá ið frættist, at
herstøð skuldi byggjast á Sornfelli.
Tá vóru vit einans 16-18 ára gamlir
unglingar; men longu tá trinu skilliga
fram gløggskygni, rættvísiskensla og
framfýsni Hans Jákups, ikki um at tala
hansara eyðkenda skemtingarsama lyndi
og ein hugburður, ið kveikti í tey flestu,
sum kendu hann. Samhugi við teimum
kúgaðu burtur og heima, ein rættvorðin
alskur til land og fólk, sum tikið verður
til, eitt opið og leitandi sinni, og ómeta-
ligur áhugi fyri samfelagsligum og
politiskum, mentanarligum, málsligum
og søguligum viðurskiftum. Alt hetta –
og meira – var slíkt, ið eyðkendi hin
unga Hans Jakku longu tá. Eisini ein
brennandi hugur at fremja í verki tað, ið
hann helt vera rætt ella benda gongdini á
rættari og bæriligari kós.
Tíðarskeiðið, vit komu til mans, var
óivað eyðkent av einum ávísum bjart-
skygni. Búskaparskrædlið fyrst í fimti-
árunum var farið afturum, Tjóðveldis-
flokkurin var í stórum vøkstri, og vinstri-
rørslur kring heimin fingu fótin fyri seg.
Hans Jakku var helst einasti okkara
millum, ið hevði fyrstuhandar kunnleika
til tær kreppur og verkføll, ta øsing og
neyð, sum serliga rinu við arbeiðara- og
fiskimannastættirnar í Føroyum árini
frammanundan og elvdu til, at fólk í
túsundatali noyddust av landinum at
vinna sær breyð í munnin – serliga til
Íslands.
Tíðliga í sekstiárunum vóru føroysk
ungfólk í Keypmannahavn, sum hildu
tørv vera á viðgerð og orðaskifti í sam-
bandi við fleiri og aðrar spurningar enn
teir, ið framvegis valdaðu heima í Føroy-
um. Tey tóku við teimum rákum, sum
uppi vóru í tíðini, og sum sjáldan ella
ongantíð vórðu tikin uppá tungu – tíans-
heldur fest á blað – í føroyskum orða-
skifti. Frælsi og sosialisma, friður og
framburður hjá øllum, samhugi við
Triðja Heiminum, stríð ímóti atomvápn-
um og onnur mál vóru millum teirra, ið
tann bólkur av ungfólki, sum í 1962 setti
á
stovn
vinstrahalla
felagsskapin
Oyggjaframa og fór undir at geva út
mánaðarblaðið FRAMAN, fylktist um. Í
fyrstu ritstjórnini vóru Hans Jákup
Debes, Tummas Napoleon Djurhuus og
undirritaði, og longu í fyrstu greinum
sínum skaraði Hans Jakku framúr við
sínum djúpa "humori", greiðu hugsan,
skilvísi og lætta føroyska máli. Tí hann
var mikil málsnillingur; og helst hevur
samanrenningin av bygdarmáli hansara,
gjáarmáli, og tí "lærda" føroyska skrift-
málinum, sum hann handfór so fyri-
myndarliga, elvt til eyðkenda stíl
hansara.
Hans Jákup var eisini uppi í, tá ið
felagsskapurin skipaði fyri tiltøkum í
Føroyum um summarið. Har vóru fram-
sýningar ímóti atomvápnum, fundir og
kravgongur. Ja, helst fyrstu politisku
kravgongur í Føroyum, ið snúðu seg um
heimspolitikk og um mál, ið viðvíkja
allari mannaættini.
Tá ið lesturin á Keypmannahavnar
Lærda Háskúla var lokin, og Hans Jakku
hevði tikið cand.mag.-prógv í søgu og
enskum, fór hann fyrst á skeið á Oxford
University í Onglandi og síðani til Før-
oya, har hann í 1970 gjørdust lærari á
Føroya Studentaskúla, umframt at
undirvísa aðrastaðni. Sum so mong
onnur "Framafólk" fór hann upp í Tjóð-
veldisflokkin aftur, og har hevði hann
fleiri álitisstørv og umboðaði flokkin
bæði á løgtingi og í ymiskum nevndum.
Men ringt var – og er – hjá framburðs-
hugaðum, vinstrahallum fólki at fóta sær
í tí lítla, tronga føroyska samfelagnum.
Fólk, ið verða hildin at hugsa ella halda
øðrvísi enn tað, ið borgaraskapið hugsar
og heldur, kenna seg stundum annað-
hvørt útihýst, meinsøkt, happað ella
kanska mest hildin vera løgin, undarlig,
hálvbýtt. Hjá mongum var ringt at finna
eina javnvág, ið var nøgtandi. Summi
royndu kanska at tekkjast tí vanliga og
taka upp hugburðir, áskoðanir og lívslag
teirra borgaraligu. Onnur gjørdu beint
tað øvugta og settu seg upp ímóti øllum
tí góðtikna, bæriliga og sámuliga, sum
samfelagið ásetti. Tey flestu royndu helst
onkra millumleið, sum stundum eydn-
aðist, stundum ikki.
Hans Jákup røkti tað, hann metti vera
sínar borgaraligu skyldur, til lítar. Í
lærarayrki sínum nærlagdur, í politiskum
arbeiði álítandi. Eisini arbeiddi hann alla
tíðina álvarsliga við sínum faki, søgu-
vísind, har hann legði hóp av ritgerðum,
greinum og viðmerkingum úr hondum.
Og í 1982 kom so út høvuðsverk Hans
Jakku, NÚ ER TANN STUNDIN..., sum
síðani varð góðtikin sum doktararitgerð
á Háskóla Íslands, haðani hann varð
tilnevndir doktari, dr. phil. So gjørdist
hann professari í søgu á Fróðskaparsetri
Føroya, seinni leiðari á Søgu- og Sam-
felagsvísindadeildini, har hann hevði
skeið á universitetsstigi, granskaði og
hevði samskifti við hægri lærustovnar úti
í heimi. Fleiri greinir í Fróðskaparriti,
bøkurnar Føroya Søga og mangt annað
innan søgu- og samfelagsgransking kom
frá hansara hond í árunum aftaná. Men
áhugi Hans Jakku fyri føroyskum poli-
tikki tóktist at minka so við og við.
Minnist skemtiliga røðu, ið Hans Jákup
helt á sjúti ára føðingardegi Jóhannesar á
Skarði, har hann millum annað segði, at
fólk í Debesar-ættini hildu lítið um og
dugdu illa við hesum, tey kalla "senti-
mentalitet". Tað kann kanska vera so,
kanska ikki. Ið hvussu er mundi Hans
Jakku neyvan lata seg níva alt ov mikið
av slíkum. – Men heilsu og lyndi, um-
støðum og lívslag hava vit menniskju so
ómetaliga lítið tamarhald á, tá ið saman
um kemur. Hóast fleiri okkara ikki halda,
at Hans Jakku var so ovurhonds væl
viðfarin av summum, ið tóku avgerðir,
so kendist hetta ikki á honum, tá ið tú
komst á tal við hann. Vit talaðu, sum
vera man, stundum saman í telefon hesi
seinastu árini. Vanliga snaraði prátið sær
mestsum av sær sjálvum inn á tíðar-
skeiðið frá seinast í fimtiárunum til mið-
skeiðis í sekstiárunum, tá ið vit høvdu
mest saman og komu til mans. Tá ernað-
ist hann upp, mintist fleiri smálutir, sum
langt síðan vóru gloymdir, og dugdi altíð
at finna teir skemtiligastu tilburðirnar at
siga frá. Hetta vóru ofta drúgvar sam-
røður, har hann millum annað nam við
verkætlanir, hann hevði í umbúnað; mill-
um annað at savna tilfar um látínskúlan í
Havn, granska í tí og skriva ritgerð um
evnið.
Vit minnast Hans Jacob Debes í takk-
semi og drýpa høvur, nú hann er farin.
Hann gav okkum so nógv, og ogn er í tí,
sum liggur eftir hann. Flogvit var hann
og arbeiðssamur – og óivað millum allar-
bestu rithøvundar okkara. Bøkur hansara
og onnur avrik fara alvegis at standa sum
tryggir varðar í heldur fløkjaligu og
knortlutu søgu føroyinga.
Friður veri við minninum um Hans
Jakku!
Hans Jákup farin
C
M
Y
K
3
2