Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 21 - 31. januar 2003 Nr. 21 - 31. januar 2003 5 Hetta sigur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri hjá P/f Wenzel, um starvs- felaga sín, Asbjørn Stenberg. Asbjørn fer í dag úr starvi eftir at hava arbeitt hjá fyri- tøkuni í sløk 22 ár. Hann hevur sjálvur ynskt at gevast, nú hann er vorðin 67 ára gamalur NØVN Í VIKUNI Rúna Sivertsen Asbjørn Stenberg er sonur Onnu og Jan Stenberg. Anna er fødd Poulsen og giftist Jan Stenberg av Tvøroyri. Tey búsettu seg í Sandvík, har Asbjørn vaks upp. Asbjørn er giftur Mary Sutherland, sum er hálvur skoti. Tey eiga 2 døtur og 4 ommu-og abbabørn. - Barnaárini vóru góð, sigur Asbjørn. Sandvík er eitt paradís, og har var alt, ein smádrongur kundi hugsa sær, sigur hann. Sum 15 ára gamal fór Asbjørn til skips, og sigldi hann sum dekkari, til hann sum 19 ára gamalur fór niður til Svendborg á sjó- mansháskúla. Har gekk hann í 3 mánaðir í skúla saman við 13 øðrum føroy- ingum. Ùr Danmark fór hann yvir til Noregs at leita sær kjans við norskum hand- ilsskipi, men endaði um- borð á einum svenskum skipi. Har sigldi hann sum matrósur, til hann í 1959 fór á stýrimansskúla í Havn. Av brúnni á bilasølu Tá hann í 1961 hevði fingið stýrimansútbúgvingina, fór hann at sigla við skipum hjá DFDS, og tvey ár seinni fekk hann prógv sum skips- førari. Eftir at hava siglt í góð tríati ár, legði Asbjørn seg upp á land, sum tað verður rópt. Tá var hann 47 ára gamal og hevði fingið nóg mikið av sjólívinum. Um- støðurnar hjá teimum, sum sigldu úti tá, vóru heldur ikki sum nú. Túrarnir vóru langir, við hvørt upp í 9 mánaðir og enntá longur. Tann 9. juni 1981 byrjaði Asbjørn í starvi hjá Wenzel Petersen, har hann hevur havt ábyrgdina av at taka ímóti viðskiftafólki. Hetta arbeiði ber m.a. í sær at syrgja fyri, at viðskiftafólk, sum skulu hava bilin á verkstað, fáa eina tíð at koma við bilinum. Eisini hevur hann havt ábyrgdina av at skriva reklamatiónir til Ford í Danmark. Asbjørn sigur, at honum hevur dámt serstakliga væl arbeiðið. Bæði leiðsla og starvsfólk hava verið góð at starvast saman við, sigur hann. Livandi og ábyrgdarfullur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri hjá P/f Wenzel, ber Asbjørn alt tað besta, nú hann gevst. - Asbjørn er ein sera fittur og fryntligur maður, og hann er serstakliga ábyrgdarfullur. Hann er hugnaligur at vera í vert- skapi saman við; tað er altíð lív, har Asbjørn er, sigur hann. Hann sigur, at Asbjørn altíð møtir stundisliga, og at tað merkist, at hann hev- ur staðið á eini skipsbrúgv. Óla-Svenn lýsir Asbjørn sum ein ungdommiligan mann. Hóast aldurin, er hárið sum hjá einum ung- linga, og við hvørt verður hann biðin til modell hjá onkrum av hárfríðkanar- stovunum. - Vit vóna, at hann, hóast hann fer úr starvi hjá okk- um, ofta fer at koma á gátt á Akranesgøtu 5. Stjóri og starvsfólk hjá P/f Wenze bera Asbjørn øll góð ynskir og takka honum hjartaliga fyri góða og trúgva tænastu. Í dag millum kl. 14 og 16 verður móttøka hjá P/f Wenzel, til æru fyri As bjørn Stenberg. Tað merkist at Asbjørn hevur staðið á eini brúgv Í dag fer Asbjørn Stenberg úr starvi hjá P/f Wenzel, har hann hevur starvast síðani 9. juni 1981. Í hesum sambandi bjóðar fyritøkan til móttøku í dag millum kl. 14 og 16 Mynd: Jens Kristian Vang Soleiðis sigur sjeyt- iára gamli, Jákup Dahl Olsen, tekniskur stjóri hjá Leif Mohr, nú hann leggur frá sær. Í samband við, at hann fer frá, bjóðar fyritøkan til móttøku í dag millum kl. 16 og 18 NØVN Í VIKUNI Rúna Sivertsen Jákup Dahl Olsen er yngst- ur av 6 systkjum, sonur Honnu Dahl og Gunnar Dahl Olsen, bæði úr Vági. Hóast foreldur Jákups bæði eru suðuroyingar, so roknar hann seg sum vest- menning, tí har vaks hann upp - og vestmannadialekt- ina krógvar hann ikki. Kona Jákup er Randi Nolsøe av Tvøroyri; tey eiga 2 døtur og ein son. Ommu- og abbabørnini eru 10 í tali. Tá Jákup tosar um abbabørnini, hoyrist, hvussu góður hann er við tey. Farvæl eftir 33 ár Fyrr í vikuni sendi P/f Leif Mohr út tíðindaskriv, har teir boða frá, at Jákup nú leggur frá sær, eftir 33 ár í starvi. - Eg eri ógvuliga takk- samur fyri mítt arbeiðslív, og at eg kann hava verið í starvi so leingi. Eg havi alt at takka mínum starvsfe- løgum. Tað er við hjálp frá teimum, at tað hevur ging- ist so væl, sigur hann. Hann heldur, at strævn- asta tíðin var uppgangstíðin í áttatiárunum, tá arbeiðs- byrðan varð alt ov stór í mun til úrtøkuna. - Burtursæð frá uppsagn- um fyrst í nítiárunum, hava tað ikki verið teir stóru sjógvarnir. Vit hava havt einastandandi rakst fólk, sum hava verið støðug og trivist væl í fyritøkuni, sigur Jákup. Nú er best, at eg fari, meðan eg enn finni hurð- ina, sigur hann skemtandi. Tekniskur snillingur Jákup fær eitt avbera gott skoðsmál frá Leivur Mohr, stjóra, hjá Leif Mohr. Hann sigur, at Jákup er ein lívsglaður maður, sum altíð er positivur. Hann er ein persónur, sum fólk vilja hitta aftur. Trupulleikar tek- ur hann sum eina avbjóðing og er so hjartansfegin, tá teir eru loystir. - Jákup er einastandandi til tað tekniska og enn, hóast hann er 70 ára gamal, er tað hann, teir yngru sveinarnir vilja tosa við, tá okkurt er, sum skal loysast, sigur Leivur. Eisini er Jákup selskaps- maður burturav. Hann bæði syngur og spælir klaver. Leivur sigur, at hjá Jákupi hevur arbeiðs- og privatlívið verið ein eind. Við sínum positiva og glaða lyndi, hevur hann havt stóran týdning fyri trivnað- in í fyritøkuni. Eisini hevur hann havt stóran týdning fyri samskifti í fyritøkuni, bæði her heima og uttan- lands. Starvsfólkini hjá leif Mohr siga, at tey fara at sakna Jákup serstakliga nógv. Tey siga, at hann altíð er líka við øll, og at hann ikki ger mismun á nøkrum. Hann er ungur í sinni, og aldurin merkist ikki. - Jákup eigur at vera her, siga tey. Best at fara meðan eg enn finni hurðina Jákup Dahl-Olsen, stjóri hjá Pf. Leif Mohr, leggur frá sær 1. februar eftir 33 ár í starvi. Jákup byrjaði hjá Pf. Leif Mohr 1. februar 1970. Eftir at stovnarin av fyritøkuni, Leif Mohr, doyði í december 1978, varð Jákup settur tekniskur stjóri frá 1. januar 1979 Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4