fríggjadagur 31. januar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 21 - 31. januar 2003
Nr. 21 - 31. januar 2003
7
Ætlaða djúphavnin í
Vági má nú projekt-
erast av nýggjum,
men ætlanin er at fara
undir sjálvt arbeiðið í
seinasta lagi á jóan-
søku
HAVNAGERÐ
Áki Bertholdsen
Vágur: Arbeiðið at gera
eina djúphavn í Vági, má
nú projekterast av nýggj-
um.
Tað er avleiðingin av, at
Løgtingið í síðstu løtu sam-
tykti at sleppa ætlanini at
gera eina samferðsluhavn í
Vági í sambandi við djúp-
havnina.
Men arbeiðið at projekt-
era havnina av nýggjum
verður nú fyrireikað.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, sigur, at
Landsbyggifelagið er farið
í holt við at fyrireika ar-
beiðið av nýggjum, har tal-
an verður um eina djúp-
havn burturav.
Hann sigur, at eftir ætlan
fær kommunan eitt uppskot
og metingar miðskeiðis í
februar. Hann væntar tí, at
nýggja havnin kann pro-
jekterast í vár og hann sig-
ur, at í seinasta lagi á jóan-
søku skuldi verið klárt at
farið undir sjálvt arbeiðið.
Men hesuferð verður tal-
an um eina heilt aðra havn
enn hugsað var um, tá ið
djúphavnin eisini var upp á
tal.
– Tá var talan um eina
djúp- og samferðsluhavn
fyri yvir 30 milliónir. Nú
verður talan um eina djúp-
havn burturav fyri einar 16-
20 milliónir.
Kortini fer kommunan at
gera ein ferjuskráa í havn-
ini, so at tað ber til hjá skip-
um við portri at leggja at,
men talan verður ikku um
nakra samferðsluhavn.
Djúphavnin verður 10
metrar djúp og talan verður
um góðar 80 metrar av at-
løgubryggju eftir teirri
longu síðuni og góðar 60
metrar av atløgubryggju út
og inn.
Løgtingið hevur samtykt
at veita helvtina av byggi-
kostnaðinum í studningi, tó
í mesta lagi 18 milliónir til
eina samferðsluhavn og
djúphavn.
Men Landsstýrið er sinn-
að at betala helvtina av tí,
sum hetta minna projektið
kostar, tað verða einar 8-10
milliónir í landsins part.
Í ár hevur Løgtingið sam-
tykt at stuðla við fimm
milliónum og tær verða
brúktar í ár.
Grótið til havnalagið
verður tikið úr Lopransdali,
har grótið, sum er sprongt
úr Sumbiarbergholinum, er
goymt.
Byrjað í seinasta lagi á jóansøku
Arbeiðið at gera djúphavn i
Vági má nú fyrireikast av
nýggjum, men tað verður
arbeitt við tí og tað kann
bjóðast í mars ella apríl
Uttanflokkalistin er
nú komin uppí sam-
gonguna, men aftur-
fyri føldi annar javn-
aðarmaðurin í bý-
ráðnum seg tvingað-
an til at fara í and-
støðu
BÝRÁÐSPOLITIKKUR
Áki Bertholdsen
Vágur: Samgongan í Vágs
Býráð er broytt.
Tað hendi á býráðsfundi
mikukvøldið, har tað gjørd-
ust greitt, at samgongan í
Vágs Býráð varð víðkað, so
at hon nú umfatar allar
flokkar.
Men samstundis er tað
mangt sum bendir á, at hon
eisini skrædnaði tí tann eini
býráðslimurin hjá javnaðar-
flokkinum vildi ikki góð-
taka broytingarnar.
Fýra flokkar eru umboð-
aðir í Vágs Býráð: Tjóðveld-
isflokkurin við fýra býráðs-
limum, javnaðarflokkurin
við tveimum, sambands-
flokkurin við einum og
uttanflokkalistin við tveim-
um.
Higartil hava allir flokkar
verið í samgongu uttan teir
báðir uttanflokkalimirnir.
Men nú eru Sølvi Andrea-
sen og Poul Johannus Joen-
sen á uttanflokkalistanum
eisini komnir upp í sam-
gonguna og sostatt var ætl-
anin, at alt býráðið skuldi
vera í samgongu og at ong-
in andstøða skuldi vera.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri, segði, at samstarvið í
býráðnum hevði verið so
gott, eisini við teir báðar
uttanflokkalimirnar,
at
hann sá onga orsøk vera til
at ikki teir eisini skuldu
koma upp í samgonguna.
Tað hendir eftir at Vágs
Býráð nú eisini hevur skip-
að eina sosiala nevnd, at
uttanflokkalistin
kemur
upp í samgonguna.
Samstundis fær uttan-
flokkalistin formannin í
Sosialau nevnd.
Harumframt varð neyð-
ugt at skipa hinar stóru
nevndirnar hjábýráðnum av
nýggjum.
Og tað merkti at tann eini
býráðslimurin hjá javnaðar-
flokkinum, Eyðfinn Mørk,
misti teir báðar mest týð-
andi nevndarsessirnar, hann
hevði. Tað vóru nevnd-
arsessirnar í teknisku nevnd
og í havnanevndini.
Sostatt er Eyðfinn Mørk
nú bara limur í Kirkju-
garðsnevndini og í ferðslu-
nevndini, men harumframt
er hann eisini varaborgar-
stjóri.
Tað var hann so vónbrot-
in av, at hann vildi ikki
skriva undir tað nýggju
semjuna, uttan so, at hann í
minsta lagi varðveitti lima-
skapin í havnanevndini.
Slapp hann ikki tað, føldi
hann seg tvingaðan at fara í
andstøðu, segði hann.
Býráðið atkvøddi síðani
um, hvør skuldi vera limur
í havnanevndini, og har
fekk Eyðfinn Mørk bara
eina atkvøðu og varð sostatt
ikki valdur.
Eftir at nevndirnar hjá
býráðnum eru skipaðar av
nýggjum, hevur Poul Jo-
hannus Joensen úr uttan-
flokkalistanum tikið sætið í
bæði havnanevndini og
teknisku nevnd fyri Eyðfinn
Mørk og Sølvi Andreasen,
eisini úr uttanflokkalist-
anum, er blivin formaður í
nýskipaðu sosialu nevnd.
Eyðfinn Mørk verður
undir øllum umstøðum ver-
andi varaborgarstjóri og
limur í ferðslunevndini og
kirkjugarðsnevndini.
Tær stóru nevndinar í
Vágs Býráð eru nú soleiðis
mannaðar:
Fíggjarnevnd:
Jógvan Krosslá, formaður
Páll Augustinussen
Ásgerð Stenberg
Tekniska nevnd
Dánjal Bjarkhamar, for-
maður
Mortan Mortensen
Poul Johhannus Joensen
Havnanevndin
Páll Augustinussen, formað-
ur
Mortan Mortensen
Poul Johannus Joensen
Mentanarnevndin
Ásgerð Stenberg, formaður
Thurid Kjærbo
Mortan Mortensen
Sosiala nevnd
Sølvi Andreassen, formað-
ur
Thurid Kjærbo
Ásgerð Stenberg
Brunanevndin
Jógvan Krosslá, formaður
Páll Augustinussen
Ásgerð Stenberg
Samgongan í Vágs býráð bæði víðkað og skrædnað
Vágur:
Vágs
býráð
hevur nú valt nýggja
vatn-
og
hegnsýnis-
nevnd. Á býráðsfundin-
um mikukvøldið, varð
upplýst, at teir tríggir
nevndarlimirnir í Vatn-
og hegnsýnisnevndini,
Bjarti Ludvig, Magnus
Jacobsen og Poul Arni
Thomsen, høvdu sagt
seg frá.
Í nýggju vatn- og
hegnsýnisnevndina
vórðu valdir John Peter-
sen, Herman Christi-
ansenog Juul Sundberg
Nýgg-
ir
skoð-
arar
Teir báðir býráðslimirnir hjá
uttanflokkalistanum eru nú
eisini við í býráðssamgong-
uni í Vági. F.v. eru tað Poul
Johannus Joensen, sum tók
sæti í tveimum frá Eyðfinn
Mørk og Sølvi Andreasen,
sum er forðmaður í nýstovn-
aðu sosialu nevnd hjá bý-
ráðnum
Kvinnur eru illa vard-
ar í rættarskipanini,
sum ofta tekur størri
atlit til rættartrygd-
ina hjá tí ákærda enn
harðskapsoffrinum.
Tað heldur Elin Rein-
ert Planck, leiðari á
Kvinnuhúsinum.
Dómurin í hamara-
málinum virkar alt ov
linur og vísir, hvussu
veikar kvinnur standa
í harðskapsmálum,
sigur hon
KVINNUMÁL
Ingi Rasmussen
Rætturin tekur ofta størri
altit til harðskapsmannin
enn til offrið.
Tað er niðurstøðan hjá
Kvinnuhúsinum eftir enn
ein dóm í Føroya rætti, har
ein kvinna hevur staðið
fram og hevur meldað sín
mann fyri grovan harðskap.
Týsdagin fekk maðurin
dóm í níggju mánaðir.
– Eg haldi, sum fólk flest,
at hetta er øgiliga lítið fyri
so grovan harðskap. Haraft-
urat undrar tað meg stórliga,
at tað ikki verður tikið við í
dómin, at hann hevur við-
gingið á løgreglustøðini, at
hann ætlaði at drepa hana.
Hann sleppur undan, tí rætt-
urin helt tað ikki vera
prógvað, og tað ljóðar heilt
órímiligt fyri okkum, sigur
Elin Reinert Planck, leiðari
á Kvinnuhúsinum.
Ongin drápsroynd
Maðurin slerdi kvinnuna
fýra ferðir í høvdið við ein-
um hamara. Eina ferð í
tinningina, tvær ferðir aftan
fyri og eina ferð mitt á
høvdið. Fyrstu ferðina helt
hann kvinnuni, sum hann
livdi saman við, fasta niður
ímóti gólvinum og slerdi
beint ímóti pannuni. Men
hon fekk tíbetur armin fyri.
Slagið var so hart, at arm-
urin brotnaði.
Hetta eru fakta í málinum
um ein 48 ára gamlan
mann, sum fór so illa við
49 ára gomlu kvinnuni,
hann livdi saman við, at
hon sambært læknunum
mundi doyð av løstunum.
Lukkutíð slapp kvinnan
til rýmingar. Tá maðurin
var avhoyrdur á politistøð-
ini viðgekk hann, at hann
ætlaði at drepa hana. Men í
grundlógaravhoyringini
broytti hann støðu og við-
gekk bara, at hann hevði
verið harðligur.
Drápsroynd? Nei, helt
dómarin. Tí maðurin skal
hava hugsað ígjøgnum, at
hann ætlaði at drepa kvinn-
una og skal hava kent
møguligu fylgjurnar av
sínari handling.
Tann ákærdi vardur
Elin Reinert Planck heldur,
at níggju mánaðir fyri at
hava sligið ein hamara fleiri
ferðir í høvdið á eini
kvinnu, er væl ótrúliga
sloppið. Serliga um saman-
borið verður við onnur lóg-
arbrot. Hevði hann stolið
pengar í Føroya Banka, var
revsingin ein heilt onnur.
– Tað er ongin proportión
millum ymsar revsingar, og
harðskapur, har kvinnur tí-
verri oftast eru offur, verð-
ur mettur alt ov lágt, sigur
Elin Reinert Planck.
Hon heldur yvirhøvur, at
kvinnur standa veikar í
rættinum og vísir í somu
vending til neyðtøkumálið í
Keypmannahavn, har ein
føroysk kvinna tapti eitt
rættarmál
ímóti
fimm
monnum, har ein maður
síðan varð dømdur í einum
øðrum máli um hópneyð-
tøku.
– Tey kvinnumálini, sum
hava verið, vísa, hvussu
torført tað er at føra prógv í
rættinum. Tað virkar ógvu-
liga løgið, tá man sær mál-
ini uttanífrá, at dómurin
ikki verður hareftir, sigur
hon.
Rættarskipanin átti at
verið skrúvað øðrvísi sam-
an, so tað vóru offrini, sum
vóru vard.
– Tað er tann ákærdi, sum
er best vardur, vísir tað seg.
Hansara rættindi í rættar-
skipanini telja meira enn
offrini fyri harðskapi. Tann
ákærda skal føra prógv
fram, sum eru nærum
ógjørlig at koma við. Tí
undrar tað meg stórliga í
hesum føri, at maðurin ikki
fær dóm fyri drápsroynd, tá
hann viðgongur tað í av-
hoyring. Tað er undrunar-
vert, at tað ikki kann brúk-
ast sum prógv, sigur Elin
Reinert Planck.
Kjak neyðugt
Tíðin er komin, at føroying-
ar taka eitt kjak um hesi
viðurskiftini, heldur leiðarin
í Kvinnuhúsinum. Tað kann
ikki vera rætt, at kvinnur
aftra seg við at melda
grovan harðskap, tí tær ikki
verða tiknar fyri fult.
– Um vit skulu hava
okkara egna lógarverk, sum
sagt verður, so haldi eg
avgjørt, at vit eiga at taka
eitt kjak um hetta evni. Vit
mugu hava eitt lógarverk,
sum verjir øll, bæði tann
ákærda, men sanniliga eis-
ini tann, sum ákærir. Sum
nú er, eru kvinnurnar illa
vardar í rættarskipanini,
sigur Elin Reinert Planck.
Kvinnur undrast á harðskapsdóm
HARÐSKAPUR
Ingi Rasmussen
– Nú fara vit fyrsta at lesa
dómin nágreiniliga, og
síðan taka vit støðu til,
um vit kæra hann fyri
Eystara landsrætt.
Tað sigur ákærin Linda
Hesselberg tveir dagar
eftir harðskapsdómin í
Føroya rætti, sum fær
nógva umrøðu millum
fólk.
Ákæruvaldið vildi hava
mannin
dømdan
fyri
drápsroynd.
Tað
varð
gjørt, tí tað varð staðfest í
rættinum, at hann við vilja
sleyg kvinnuna fýra ferðir
í høvdið við hamaranum.
Slapp hon ikki undan,
hevði hon óivað doyð.
Harafturat kemur, at mað-
urin á politistøðini við-
gekk, at hann ætlaði at
drepa kvinnuna.
– Hendan kombinatión-
in gjørdi, at vit vildu hava
hann dømdan fyri dráps-
roynd, sum kann geva
nógv harðari dóm. Men
dómarin helt tað ikki vera
prógvað, at maðurin við
vilja ætlaði at drepa, og tí
bleiv dómurin nógv linari,
sigur Linda Hesselberg.
Hon vil kortini ikki siga,
um hon er vónsvikin. Tað
er siðvenja at geva millum
átta og tíggju mánaðir fyri
harðskap, og hesin dómur-
in lá mitt ímillum.
Tá dómurin fall, gjørdi
ákærin nógv burturúr, at
maðurin ikki mátti setast
leysur,
áðrenn
hann
skuldi sita dómin.
– Eg helt tað hava stóran
týdning, at hann ikki slapp
leysur, so hann møguliga
kundi hevna seg inn á
kvinnuna. Hann sá hana
ikki vitna, men hann
hoyrdi hana. Og tá eg ikki
kundi fáa hægri revsing,
so bleiv tað avgerandi fyri
meg, at tað gekk ein tíð,
har hann kundi sissast,
áðrenn hann kom nær-
hendis hana aftur, sigur
Linda Hesselberg.
Helst gongur ein vika,
áðrenn ákæruvaldið hevur
tikið
støðu
til,
um
dómurin skal kærast til
Eystara landsrætt.
Ákærin umhugsar
at kæra dómin
Fýra hamarasløg í høvdið
góvu níggju mánaðir. Tað er
lítið, sigur Kvinnuhúsið, sum
heldur kvinnur vera illa
vardar í rættarskipanini
Modelmynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6