Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 21 - 31. januar 2003 Nr. 21 - 31. januar 2003 9 Tey ungu vilja hava dansin aftur til Havnar Dansurin í Badmint- onhøllini er nú steðg- aður. Fyrireikararnir fingu boð um, at dansurin skuldi enda klokkan tvey, og úr- slitið av hesum gjørd- ist, at mett varð, at grundarlag var ikki fyri at hava dans í Badmintonhøllini. Nú eru tey ungu farin at mótmæla. Undir- skriftir verða savn- aðar saman og ein av døgunum verða tær handaðar borgar- stjóranum, Jan Christiansen DANSUR Ingrid Bjarnastein Fyri stuttum helt dansurin í Badmintonhøllini uppat. Hetta var einfylgja av, at fyrireikararnir høvdu fing- ið boð um, at dansurin skuldi enda klokkan tvey ístaðin fyri um hálvgum fýra tíðina sum vanligt. Fyrireikararnir mettu, at grundarlag var tí ikki fyri at halda fram við dansinum, tí ov fá fólk komu. Nú er dansurin strikaður, og tey ungu undir 18 í Havn hava onki dansistað, har tey kunnu fara um vikuskiftini. Og nú eru tey farin at mótmæla. Rói Bjarnason Poulsen og Tummas Hans Rubeksen eru farnir at savna undir- skriftir saman, sum teir ætla at handa borgarstjór- anum, Jan Christiansen. Teir eru ávíkavist 16 og 17 ára gamlir, og teir halda, at tað er ov vánaligt, at onki stað er til tey ungu at fara um vikuskiftini. Higartil hava teir fingið um 500 undirskriftir frá næmingum í framhaldsdeildum í Havn, men teimum vantar enn at fara til fleiri skúlar. – Vit hava ongastaðni at fara leygarkvøld. Vit ganga og mala í býnum. Kanska vit sita hjá onkrum vin- manni fyrst, og so fara vit út í býin at mala – eisini tá tað regnar. So ganga vit har til klokkan er 4-5 og so fara vit heim, siga teir báðir, Rói og Tummas Hans. Fanga áhugan – Kanska vit fara at fanga áhugan hjá býráðnum tá vit fara at handa borgarstjóran- um undirskriftirnar. Vit vóna, at vit fara at fáa eini 1000 undirskriftir, siga teir báðir. Rói og Tummas Hans halda, at tað er keðiligt, at teir noyðast at fara út á bygd til dans, tí tað kostar teimum so nógv eyka. – Badmintonhøllin liggur væl fyri. Fólk hava vant seg við, at dansur er har. Tey siga, at tað er so nógvur kriminalitetur har uppi, men hann verður ikki steðgaður við at lata staðið aftur. So flytir hann seg bara víðari oman í býin, halda teir báðir ungu mót- mælararnir. Teir eru ikki rættliga lidnir við at savna undirskriftir saman enn. Teimum vantar framvegis ein part av Venjingarskúl- anum og Eysturskúlanum, so enn er ikki greitt nær undirskriftirnar verða handaðar borgarstjóranum. Í sambandi við, at CISV – Altjóða barnalegur, hevur verið virkið í Føroyum í 25 ár, verður um vikuskiftið skipað fyri ymsum tiltøkum á torginum í SMS FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein CISV er ein altjóða felags- skapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing manna millum. CISV stendur fyri Childrens Int- ernational Summer Villages. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga. Tað var Doris Allen úr Cincinatti í USA, sum eftir seinna heimsbardaga helt, at okkurt mátti gerast fyri at skapa meira virðing fyri hvør øðrum. Hon helt, at børn og ung vóru vegurin til eina verð uttan kríggj og annan ágang á mannaætt- ina. Í 1951 byrjaði hon at skipa fyri barnalegum fyri 11 ára gomlum børnum úr ymsum londum, við ymisk- um húðaliti og mentan. Børnini uplivdu nakað nýtt, lærdu um aðrar mentanir og knýttu nýggj vinarbond. Legurnar fingu góða undir- tøku og verða í dag hildnar um allan heimin á hvørjum sumri. Í Føroyum verður CISV kallað fyri Altjóða barna- legur. Tey fyrstu fýra børn- ini vóru í Noregi í 1978, og síðani tá hava umleið 500 føroysk børn verið og lut- tikið á legum, bæði her heima og úti í verðini. Og hesi 25 árini hava føroy- ingar eisini verið vertir fyri fleiri legum. Um vikuskiftið verður skipað fyri tiltøkum á torg- inum í SMS í sambandi við at Altjóða barnalegur hava verið virknar í Føroyum í 25 ár. Byrjað varð í gjár, hósdag, við framsýning av CISV myndum. Har eru myndir av teimum føroysk- um bólkunum, sum hava luttikið á CISV legunum ígjøgnum tíðirnar. Henda framsýning verður eisini í dag, fríggjadag, og í morg- in leygardag. Ungdómsnevndin hjá CISV hevur skipað fyri eini teknikapping. Evnið er friður og kappingin er býtt upp í tríggjar aldursbólkar. Leygardagin klokkan 12 fer CISV kórið at syngja kendar CISV sangir, og ein av stigtakarunum til Al- tjóða barnalegur í Føroy- um, Pauli Nielsen, fer at siga nøkur orð, og virðis- lønir verða eisini latnir fyri teknikappingina. Teir báðir Rói Bjarnason Poulsen og Tummas Hans Rubeksen, eru farnir at savna undirskriftir inn fyri at mótmæla, at onki dansistað er til ung í Havn. Higartil eru 500 undirskriftir komnar inn, og vóna teir at fáa eini 1000 Mynd: Jens Kr. Vang CISV fyllir 25 FILMSÝNING Ingrid Bjarnastein Mánadagin 3. februar verður besti filmurin í Norðanlondum beint nú sýndur í Norðurlandahús- inum. Filmurin eitur »Maðurin við ongari for- tíð«, og fekk fyrstu films- virðisløn Norðurlanda- ráðsins í oktober. Haraft- urat er hann í uppskoti til at fáa Oscar virðisløn sum besti útlendski filmur. Filmurin er finskur, og Aki Kaurismäki hevur stjórnað. Filmurin hevur ein blues kendan farra úr stórbýarundirverðini, har tilveran, hóast avlagað og bronglað, eisini hevur glottar. Og reiðiliga tað. Í filminum verður aftur og aftur staðfest, at stjørnur glampa bert í myrkri. Filmurin setur tey heimleysu á breddan. Hó- ast øll eru á tromini og bústaður er einki annað enn ein gomul bingja, so roynir hvør einstakur at halda lívinum uppi. So- leiðis er eisini við nýggja filminum, har Kauris- mäki á rættan hátt hevur ein reyðan tráð av snið- fundingum, svørtum skemti. Ein navnaleysur maður kemur við tokinum til Helsingfors. Hann verður álopin, sligin og sparkað- ur og missir minni. Mað- urin hevur gloymt sína fortíð og er vorðin ein ikki-persónur, sum hvørki kann gerast limur í ALS, vitja bankan ella fáa al- mannaveiting. Umstøður- nar noyða mannin uttan minni at klára seg sjálvan. Í hesi tiltongd varnast hann nýggjar partar av lívinum. Hann fær sær ein lítlan urtagarð og finnur stóra kærleikan í køkinum hjá Frelsunarherinum. Í oktober, tá Norður- landaráðið rundaði tey fimmti, setti tað eisini á stovn norðurlendsku filmsvirðislønina, og var tað hesin filmur, ið fekk hana. Ein heiður, sum all- ir filmsummælarar tóku undir við. Filmurin, sum nevnist »Maðurin við ongari for- tíð« verður sýndur í Norð- urlandahúsinum 3. febru- ar klokkan 19.30. Filmur- in er 97 minuttir og hevur enskan undirtekst. Besti norðurlendski filmurin: Maðurin við ongari fortíð – Nú skal fólkaskúlin í fokus. Tað sigur forkvinnan í mentun- arnevnd Klaksvíkar býráðs, Jórun Høgnesen. Hon fílist á, at tað hevur tikið alt ov langa tíð at fáa skúlarnar upp eftir raðfestingarlistanum, men nú sær út til, at tað fer at henda nakað á økinum FÓLKASKÚLI Solby A. Eliasen Klaksvík: Fólkaskúlarnir í Klaksvík hava staðið í stað í fleiri ár. Skúlin á Ziska- trøð hevur sæð út sum eitt byggipláss í fleiri ár, meðan arbeitt hevur verið við at sett hann í stand. Hin skúl- in, skúlin við Ósánna hevur verið ov lítil í fleiri ár. Og tosið um útbygging er við at verða gamalt eftirhond- ini. Men forkvinnan í Mentunarnevndini sigur, at nú fer okkurt at henda. – Vit hava umleið 2,3 milliónir til fyrsta byggistig av útbyggingini av Ósá- skúlanum, sum umfatar nýtt fýrrúm og arbeiðsrúm til skúlatænaran og fýra nýggjar skúlastovur, greiðir Jórun Høgnesen frá. Og arbeiðið upp á skúlan á Ziskatrøð fer í gongd aftur í summar eftir, at steðgur hevur verið í eitt ár ella gott tað. Tað hevur verið sera tungt at fáa tær neyðugu játtaninar til skúlarnar, men forkvinnan í mentunar- nevndini sigur, at nú sær út til, at meiirluti er fyri, at nú skal nakað henda. Orsøkin til, at tað hevur verið so tungt er, at íløgukarmurin er so tepur, og nógvar hart tiltrongdar íløgur eru í kommununi. Fólkaskúlarnir Skúlin við Ósánna lýkur ikki krøvini, sum fólka- skúlalógin setur. Til dømis er ongin serstova á skúlan- um og heldur ongin køkur. Sum er fara næmingarnir niðan í hin skúlan, tá tey hava køk og smíð, meðan tey hava hinar lærugrein- arnar í hondverk og list inni teirra vanligu skúlastovu. Ein bólkur varð settur til at lýsa tørvin í skúlanum við Ósánna, og har varð staðfest, at tørvur er á ein- um 12 nýggjum skúlastov- um íroknað serstovunum og køkinum. Jórun Høgnesen sigur, at avgerð skal takast um, hvussu farast skal í gongd við Ósáskúlan. – Vit hava tosað um at seta eina arkitektakapping út í kortið, men enn er onki endaliga avgjørt, sigur hon. Hon torir heldur ikki at siga nakað um, nær nýggi part- urin av skúlanum verður klárur at taka í nýtslu, tí røddir hava eisin verið frammi um, at tað møgu- liga hevði verið skilagott at bíða eitt ár við at fara í gongd, tí so er tað meira av pengum at arbeiða við. – Men tað sum eg vil er, at alt fyrireikingararbeiðið skal verða gjørt í ár í øllum førum, sigur Jórun, sum tó ikki dylir fyri, at ynskiligt hevði verið, um skúlin hevði tær fýra nýggju skúlastovurnar til komandi skúlaár. Arbeiðið við at í stand- gera skúlan á Ziskatrøð gongur ikki so skjótt, fyri tað fyrsta tí, at meginpart- urin av innanduraarbeiðin- um má gerast, meðan børn- ini hava frí. So fyri tað mesta hevur summarfrítíðin verið sett av til arbeiðið. Men í summarfrítíðini í fjør varð onki gjørt við skúlan, tí ongin arbeiðsmegi var til taks. Hetta varð mett at vera ein stórur brølari frá kommununi og umsiting- ini, men í ár er so tryggjað, at tá skúlin fer í summarfrí, tá byrjar arbeiðið bæði inn- an og uttan. Hetta varð samtykt á býráðsfundi týskvøldið. Serskúlin Jórun sigur at við at útbyggja fólkaskúlarnar, so er trupulleikin við serskúl- anum framvegis ikki loyst- ur. Tann skúlin er í dag til børn við serligum tørvi, sum á ongan hátt kunnu vera í einum vanligum skúlaflokki. Sum er eigur kommunan at byggja ein møguligan nýggjan serskúla. Og tað sigur Jórun, at hon gongur inn fyri, men hon leggur dent á, at tørvurin má nøkt- ast og ikki bert nú, men eis- ini fram í tíðina. Og tí hel- dur hon, at tað er umráð- andi at hugt verður fram- eftir, um ein nýggjur ser- skúli skal byggjast. Men forkvinnan í men- tunarnevndini heldur, at eitt betri hugskot hevði verið at bygt ein sernámsdepil við øllum, sum skal til, í Klaks- vík. Hon vísir á, at mið- námsskúlar liggja úti á økj- unum, og tað er við til at halda ungdómin í teirra heimstaði í eitt longri tíðar- skeið. – Hesir skúlar verða fíggjaðir av landinum, so hví ikki lata landið verða við til at fíggja skúlar til smábørn, sum hava enn størri tørv á at vera í ella so stutt frá, í tann mun tað ber til, teirra heimliga um- hvørvi, spyr hon við atliti til tann ætlaða undirsjóvar- tunnilin um Leirvíksfjørð. – Við einum tílíkum ser- námsdepli, hevði borið til at bygt eina vitan upp, sum hevði komið øllum fólka- skúlanum tilgóðar. Og eis- ini íblástur til lærararnar, sum dagliga eru um hesi børnini. Og eg fari at taka upp samráðingar við lands- ins myndugleikar um hetta málið. Men fer tað ikki at lata seg gera, so mugu vit finna út av eini loysn sjálvi, men so verður tað ikki so umfatandi, sigur Jórun Høgnesen, sum heldur, at tað er av stórum týdningi, at foreldrini til hesi børnini fáa møguleika til at verða við í fyrireikingararbeiðin- um til ein tílíkan skúla. – Kommunan kennir ikki tørvin hjá hesum børnun- um, men við at fáa foreldr- ini upp á tal, so áttu vit at kunna fingið eina góða lýs- ing av tørvinum saman við lýsingini hjá sosialu deild, sum arbeiðir við tí nú. Børn við serligum tørvi hava krav upp á eitt virðiligt til- boð sigur Jórun. Serskúlin í dag heldur til í bygninginum, sum van- liga verður kallaður gamli skúli. Tað er í sama bygn- ingi, sum Klaksvíkar Tón- listaskúli heldur til. Men Jórun sigur, at um eini hóskandi høli verða til taks til Tónlistaskúlan, so hevði møguleikin fyri at bygt allan gamla skúla um til ein serskúla verið til staðar – ella umvent. – Men tað er onki avgjørt enn, men arbeitt verður við øllum hesum málunum, og eg vóni, at vit um nøkur ár kunnu síggja eitt fólka- skúlaumhvørvi, sum øll kunnu fáa gleði av, sigur Jórun og vísir at enda á, at fólkaskúlin er tann einasti stovnurin í lívinum hjá fólki har tey skulu verða, uttan at tey kunna velja, í níggju ár. Fólkaskúlin í Klaksvík raðfestast hægri Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevndini í Klaksvíkar Býráð avmyndað frammanfyri gamla skúla, sum hýsir Klaksvíkar Tónlistaskúla og Serskúlanum C M Y K 9 8