fríggjadagur 31. januar 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 21 - 31. januar 2003
Nr. 21 - 31. januar 2003
11
Línubáturin, Sig-
mundur, landaði í
gjár 150.000 pund á 8
setum. – Skipini hava
fingið heilt uppí
25.000 pund á setuna,
sigur Høgni Hansen á
Fiskamarknaði
Føroya
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Seinastu tíðina hava línu-
bátar, sum hava roynt á
Føroya Banka, fingið nógv-
an og góðan fisk. Vánaliga
veðrið hevur tarnað fiski-
skapinum, men væl er
komið burtur úr kortini.
Prísurin fyri fiskin av
Bankanum hevur verið
góður, serliga fyri toskin,
sum er bæði stórur og góð-
ur. Hýsan er eisini góð,
men er heldur smærri í vet-
ur enn seinasta vetur. Prís-
urin á hýsuni hevur verið
meira skiftandi, tó sum
heild hampiligur í sein-
astuni.
Stórar setur
Á Fiskamarknaði Føroya,
sigur Høgni Hansen, at
línubátar hava fingið heilt
uppí 25.000 pund á setuna
á Føroya Banka.
Hósdagin landaði Fiska-
marknaðurin
á
Toftum
tríggjar línubátar, harav
tann eini hevur roynt á
Bankanum; tað er Sig-
mundur,
sum
hevði
150.000 pund á 8 setum.
Jógvan Norði hevur roynt
eystanfyri og hevði 60.000
pund, meðan Váðasteinur,
sum hevur roynt vestanfyri,
hevði 100.000 pund.
Fyrr í vikuni hava línu-
skipini, Pison, Venus og
Hoyvíkingur, sum eisini
hava verið á Bankanum,
selt um Fiskamarknaðin.
Góður prísur
Høgni Hansen sigur, at eini
60% av toskinum, sum
línuskipini hava fingið á
Føroya Banka, er toskur 1,
og her hevur prísurin ligið
uppí 31-32 kr. fyri kg.
Toskur 2 hevur ligið um 29-
30 kr. fyri kg.
– Hinvegin hevur prísurin
á hýsuni, sum kanska hevur
verið tann størri parturin av
veiðini, verið meira skift-
andi, vísir hann á.
Hetta er góð fiskitíð á
Bankanum og sum skilst,
hava nøkur línuskip gjørt
einar 2-3 túrar har úti í
vetur.
Kønir siga, at toskurin á
Føroya Banka, sum er ein
stovnur fyri seg, gýtir held-
ur seinni enn toskurin á
landgrunninum annars.
Eingin útróður
Á Fiskamarknaði Føroya
hevur ikki so nógv verið at
gjørt í seinastuni, tí líkind-
ini til útróður hava verið so
vánalig.
– Lítil og eingin útróðrar-
fiskur er komin uppá land í
seinastuni, og tí er heldur
ikki so nógv rokan her
beint nú, sigur Høgni.
Í fyrru helvt av januar var
hópur av útróðrarfiski á
gólvinum hjá Fiskamarkn-
aði Føroya, bæði á Toftum
og í Klaksvík.
Høgni Hansen sigur, at
fiskurin, sum skipini fáa úti
á, er nógv betri fyri enn
fiskurin, sum útróðrarbát-
arnir fáa nærri landi.
– Fiskurin, sum kemur av
Føroya Banka, er góður,
leggur hann aftrat.
Línubátar rokast á Føroya Banka
Toskurin av Føroya Banka
hevur havt góðan prís á
Fiskamarknaði Føroya í
vetur.
Nú so nógvur upsi
kemur uppá land,
verður eisini nógvur
upsi saltaður á
virkinum á Sandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á báðum fiskavirkjunum
hjá Sandoy Seafood í Sand-
oynni hava tey havt úr at
gera, bæði í síðstu viku og
hesa vikuna, sum nú er at
enda. Annars hevur nógv
fiskaarbeiði verið á báðum
virkjunum, síðan gongd
kom á aftur eftir, at verk-
fallið í fiskiskipaflotanum
var av.
Tríggir trolarar
Í síðstu viku landaðu tríggir
trolarar á Sandi, Eystur-
búgvin, Skansatangi og
Research, og hesa vikuna
hava aftur tríggir trolarar
lagt veiðina upp á Sandi.
Týsdagin landaði Eystur-
búgvin 160.000 pund, og í
gjár landaðu Nornagestur
og Kolumbus eini 200.000
pund. Meginparturin av
veiðini hjá øllum trimum
skipunum var upsi.
Aftrat ráfiskinum, sum
komin er um bryggjukant-
in, hevur Sandoy Seafood
eisini keypt nakað av fiski á
Fiskamarknaðinum, bæði í
síðstu viku og í vikuni sum
fer.
Eingin yvirtíð
Á Sandoy Seafood, sigur
Jóan Petur Vest, at hóast
stóru
ráfiskanøgdirnar,
megna arbeiðsfólkini á
Sandi og í Skopun at ar-
beiða fiskin undan – uttan,
at neyðugt er at arbeiða
yvir.
Á Sandi verður tann stóri
fiskurin flaktur og saltaður,
meðan tann smærri fiskurin
verður skorin til flak og
frystur í Skopun.
– Nú so nógvur upsi
kemur uppá land, verður
eisini nógvur upsi saltaður.
Sum skilst á Jóan Peturi,
salta tey á Sandi eisini nak-
að av brosmu og longu, tá
ið hesi fiskasløgini eru
uppi í veiðini hjá skipun-
um.
Útróður hevur eingin
verið í seinastuni, tí tað
hevur viðrað so illa.
Tríggir trolarar hava landað á Sandi
Bæði á Sandi og í Skopun hava tey úr at gera. Ikki færri enn seks trolarar hava landað á Sandi seinastu tvær vikurnar.
UTTAN ÚR HEIMI
Aftur til arbeiðis
Spreinging í USA
A.P. Møller funnið olju
Heimsins ríkasti
tannáringur
Tá Athina Roussel miku-
dagin fylti 18 ár, gjørdist
hon heimsins ríkasti tann-
áringur. Hendan dagin
arvaði hon ikki minni enn
góðar 21 mia. krónur.
Athina Roussel er abba-
dóttir tann kenda grikska
stórreiðaran
Aristoteles
Onassis. Móður hennara,
Christina Onassis, beindi
fyri sær í 1988, tá Athina
var trý ára gomul. Faðir
Athine, frans-maðurin Thi-
erry Roussel, hevur fleiri
ferðir roynt at fáa ræðið á tí
ovurstóra arvinum, men
hóast hann tvær reisur
hevur verið í rættinum við
kravinum, hevur hann ikki
fingið viðhald.
Tískil arvaði Athina 21
milliardir krónur miku-
dagin umframt oynna
Skorpios í grikska havin-
um. Og meiri er eftir. Tá
hon um trý ár fyllir 21,
arvar hon minst 15 milli-
ardir krónur afturat, og tá
fær hon eisini ræðið á
teimum ymsu grunnun-
um, sum abbin stovnaði.
Líkt er til verkfalshugurin
í Venesuela er farin at
linka. Í hvussu er hava
fleiri handlar latið upp-
aftur teir seinastu dagar-
nar, og á øðrum arbeiðs-
plássum eru fólk so smátt
farin aftur til arbeiðis.
Ein orsøk til hetta er, at
myndugleikarnir
við
Hugo Chavez, forseta á
odda hava gjørt av at
koyra fólk úr arbeiði, vilja
tey ikki koma aftur til
arbeiðis.
Mikudagin
fingu 5.111 fólk hjá al-
menna oljufelagnum at
vita, at tey skuldu ikki
koma aftur til arbeiðis
har. Tað gjørdi, at onnur
starvsfólk hjá felagnum
fóru at kenna seg ótrygg,
og fleiri teirra valdu at
fara aftur til arbeiðis, siga
tíðindini úr høvuðsstaðn-
um Caracas.
Oljuframleiðslan í Ven-
esuela hevur ligið at kalla
still, síðani verkfallið byrj-
aði fyri tveimum mánað-
um síðani, men nú er
framleiðslan so smátt farin
aftur í gongd. Leiðslan í
fakfelagnum, sum hevur
skipað fyri verkfallinum,
sigur, at hon fer at halda
fram við tiltøkum sínum,
men nógv bendir nú á, at
tað er til fánýtis. Chavez
hevur gjørt greitt, at hann
slakar ikki ein tumma fyri
fakfeløgunum, sum hava
kravt hann frá ella nýval.
Myndugleikarnir í amer-
ikanska statinum North
Carolina hildu í gjár, at
átta fólk høvdu latið lív í
einari sterkari spreinging
á einari kemiskari verk-
smiðju í býnum Kinston.
Tíðindini um vanlukk-
una vóru rættiliga ógreið,
men hildið varð, at tey
átta arbeiddu á verksmiðj-
uni. Løgreglan visti ikki,
hví vanlukkan var hend,
men sagt varð, at spreing-
ingin var so sterk, at ein
stórur partur av takinum á
verksmiðjuni varð blástur
omanav. Eldur kom í fleiri
trø nærhendis verksmiðj-
uni, og roykurin var nógv-
ur.
Sambært løgregluni í
Kinston vóru umleið 255
fólk til arbeiðis á verk-
smiðjuni, tá vanlukkan
hendi.
Danska felagið A.P. Møll-
er og tess samstarvsfelag-
ar
hava
funnið
eina
nýggja olju- og gasskeldu
í Algeria. Leiðin er tætt
við eitt økið, haðani nógv
olja longu kemur.
Amerikanska
felagið
Andarco, sum er operat-
ørur á leiðini, dugir ikki
rættiliga at siga, hvussu
stór tann nýggja oljukeld-
an er, men sagt verður, at
eftir
fyribilsmetingum
kann leiðin geva einar
4.000 tunnur av olju um
dagin umframt munandi
nøgdir av gassi.
Almenna
algeriska
oljufelagið Sonotrach sig-
ur 51 prosent í loyvinum,
sum A.P. Møller er partur
av. Danski parturin er
12,25 prosent. Hini feløg-
ini, sum eru uppi í sam-
takinum, eru tað italska
ENI/Lasmo og tað amer-
ikanska Andarco Petrole-
um Corporation.
Átta evropeiskir
stjórnarleiðarar hava
skrivað bræv, har teir
styðja amerikanska
forsetan og ætlan
hansara at leypa á
Irak. Samstundis vísir
ein kanning, at nógv
teir flestu evropearar-
nir eru ímóti álopi
uttan so, at ST
samtykkir tað.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Tað var spanski forsætis-
ráðharrin, Jose Maria Az-
nar, sum tók stig til stuðuls-
brævið, sum stóð á prenti í
bretska blaðnum The Times
og fleiri øðrum evrope-
iskum bløðum í gjár.
Umframt spanska forsæt-
isráðharran hava forsætis-
ráðharrin í Italia, Silvio
Berlusconi,
forsætisráð-
harrin í Danmark, Anders
Fogh Rasmussen, forsætis-
ráðharrin í Portugal, Jose
Manuel Barroso, foræstis-
ráðharrin í Ungarn, Peter
Medgyessy,
forsætisráð-
harrin í Pólandi, Leszek
Miller og forsetin í Kekkia,
Vaclav Havel, skrivað undir
brævið.
Harafturímóti vóru ongar
undirskriftir hjá teimum
báðum
atfinninarsomu
leiðarunum í Fraklandi og
Týsklandi á brævinum.
Gerhard
Schrøder
og
Jacques Chirac hava gjørt
Bush greitt, at teir taka ikki
undir við Irak-politikki
hansara og hóttanini um
kríggj.
Teir
átta
leiðararnir
skriva, at hópoyðingar-
vápnini hjá Saddam Husse-
in eru ein hóttan ímóti
heimsfriðinum, og at tað er
neyðugt at standa saman
um kravið um, at Irak skal
beina fyri hesum vápnun-
um. Teir leggja afturat, at
samhaldsfesti og saman-
hald og ein avgjørd støðu-
takan er tað, sum best kann
tryggja, at málið verður
loyst á ein friðarligan hátt.
Teir átta vísa eisini á, at
ES tekur undir við teirri
seinastu ST-samtyktini um
Irak, og teir leggja afturat,
verður
samtyktin
ikki
fylgd, er vandi fyri, at
trygdarráðið hjá ST missir
sítt trúvirði, og tað kann
koma heimsfriðinum illa
við, siga teir. Teir siga seg tí
ikki ivast í, at trygdarráðið
fer at fylgja sínari ábyrgd.
Fólkið ímóti
Samstundis sum teir átta
evropeisku
leiðararnir
kunngjørdu stuðulin til
Bush, almannakunngjørdi
ES-nevndin eina meininga-
kanning, sum vísti, at 82
prosent fólkinum í Evropa
eru ímóti amerikansku ætl-
anini at leypa á Irak uttan
so, at ST samtykkir tað.
Kanningin avdúkar eis-
ini, at heili 72 prosent av
veljarunum í Evropa halda,
at stríðið millum USA og
Irak í veruleikanum snýr
seg um iraksku oljuna, sum
amerikanarar vilja hava
ræðið á. 41 prosent av
teimum spurdu siga, at am-
erikanski uttanríkispolit-
ikkurin er rættur, meðan 54
prosent halda hann vera
skeivan.
15.080 fólk í 28 londum
tóku lut í kanningini, sum
varð gjørd í døgunum frá
21. til 27. januar.
Evropeiskir leiðarar stuðla Bush
Norðurkoreanska
stjórnin krevur nú, at
USA skal taka síni
kjarnorkuvápn úr
Suðurkorea.
NORÐURKOREA-USA
Árni Joensen:
Norðurkorea ger nú greitt,
at landið ætlar sær ikki at
tosa við suðurkoreanar ella
japanar um kreppuna við
kjarnorkuverkætlanini,
men at landið einans vil
tosa við USA um málið. Tí
noyddist ein suðurkore-
anskur
sendimaður
so
nakkalangur heimaftur, tá
hann í vikuni kom til Py-
ongyang at royna at finna
eina loysn á kreppuni. Við
sær fekk hann eitt bræv frá
norðurkoreansku stjórnini -
ikki til stjórnina í Seoul,
men til amerikansku stjórn-
ina.
Samstundis er Norður-
korea farið at seta USA
nýggj krøv. Í gjár boðaði
stjórnin frá, at hon vil hava
USA at taka øll síni kjarn-
orkuvápn úr Suðurkorea.
Norðurkoreanska stjórnin
sigur, at amerikanarar hava
gjørt Suðurkorea til eina av
teimum
størstu
vápna-
goymslunum í Fjareystri,
og at har eru meiri enn
1.000 amerikanskar kjarn-
orkuløðingar.
Samstundis eru fleiri
tekin um, at viðurskiftini
millum Norðurkorea og
grannalondini versna. Í
hesum føri er ikki bert talan
um Suðurkorea, men eisini
um Kina og Japan. Serliga í
Japan hevur kreppan við
Norðurkorea vakt ans, og
tað hevur ikki bøtt um støð-
una, at japansku myndug-
leikarnir siga seg hava av-
dúkað eitt norðurkoreanskt
njósnarakervi.
Norðurkoreanar eru eis-
ini misnøgdir við, at Kina
hevur latið fólk, sum eru
flýdd
úr
Norðurkorea,
sleppa til Japan, har tey
síðani hava fingið friðskjól.
Nýggj krøv úr Norðurkorea
So tættir standa hermenninir
á markinum millum Norður-
og Suðurkorea. Her eygleiðir
ein norðurkoreanskur her-
maður ein suðurkoreanskan
hermann hinumegin markið.
C
M
Y
K
11
10