fríggjadagur 31. januar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 21 - 31. januar 2003
Nr. 21 - 31. januar 2003
13
Fiskirannsóknarstovan er farin undir eitt
átak til tess at kunna føroyska skúlaung-
dómin um virksemið hjá stovninum og um
tey mongu ymisku fiskasløgini í føroyskum
sjóøki.
Hetta er eitt sera sera áhugavert, spennandi
og viðkomandi tiltak. Vit liva av sjógvinum
og tí, sum havið gevur. Men samstundis
tykist tað mangan, sum um hetta evnið er
nakað av tí flestøll vita minst um. Vit ivast
ikki í, at skúlin roynir at læra børnini alt,
sum ein eigur at kunna krevja, at tey vita,
um lívið í havinum kring Føroyar. Men tað
verður ikki tað sama at sita í eini skúlastovu
og læra um fisk og sjógv og so at koma um-
borð í ein trolara og har síggja øll tey fiska-
sløg, sum eru at finna um okkara leiðir.
Hetta er eitt sera pedagogiskt tiltak og
børnini eru týðuliga hugtikin av tí tey upp-
liva. Tiltakið hjá Fiskirannsóknarstovuni er
ikki bert ein kunning um fisk og fiskasløg,
men hetta er eisini ein kunning um ta
gransking, ið fer fram á hesum øki, har
Magnus Heinason er eitt týðandi amboð.
Vit liva øll av fiski og fiskivinnu so ella so.
Tað er tí av størsta týdningi, at uppvaksandi
ættarliðið hevur samband við fiskivinnuna
og dyggan kunnleika til lívfrøðiliga støðið
undir okkara høvuðsvinnu. Tað hevur
somuleiðis stóran týdning, at tey ungu
verða væl og virðiliga kunnað um ta
gransking, sum hevur so stóran týdning fyri
eina burðardygga fiskivinnu. Tað ræður tí
um at geva teimum ungu holla vitan og ein
sunnan hugburð, so tey seinni í lívinum
kenna ábyrgd fyri umhvørvi á sjógvi og
landi og virðing fyri øllum tí lívi, ið her
nørist. Fiskirannskóknarstovan hevur tí
uppiborið stóra tøkk fyri tiltakið og tað er at
vóna, at ferðandi framsýniningin framvegis
fær góða undirtøku millum børn og lærarar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Børn og fiskur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Eyðgunn Samuelsen
býráðslimur, Klaksvíkar
Býráð
Formaður Føroya Lærara-
felags hevur eina áhuga-
verda grein í Sosialinum
tann 28 januar 2003, um
hvørja støðu felagi hevur til
spurningin um hvør skal
umsita fólkaskúlan, landið
ella kommununnar. Undir-
ritaða hevur ikki sum so
áhuga í at fara út í kjak við
Føroya Lærarafelag, men
evni er so viðkomandi og
alt ov lítið umrøtt, tí hesar
viðmerkingar.
Fólkaskúlin ongantíð út
til kommununar
Greinin er full av ræðandi
orðum, so sum : tað má
aldrin henda, at fólkaskúlin
verður lagdur út til komm-
ununar at umsita. Og hví
ikki? Ein avgerandi orsøk
sambært greinini, er, at so
skulu kommununar enntá
samráðast um læraralønir !!
Hvat er trupuleikin við hes-
um? í 2001 samráddust
kommununnar bæði við
pedagogfelagi og dagrøkt-
arnar um løn, so vítt eg
veit, fingu hesir bólkar ikki
verri úrslit enn øll onnur, ið
bert samráddust við landið.
At nevna Viðareiðis komm-
unu og savnsrøktina sum
eitt ræðandi dømi um, at
kommununnar forða skúl-
unum at virka er ein rættu-
liga avgjørd orðing. Víðari
verður sagt, at ikki ber til at
tryggja sama støði í undir-
vísingini í øllum kommun-
um. Hví ber tað ikki til ?
ber ikki til eins og í dag, at
áseta í lógina hvørji dygd-
arkrøv skulu verða ? verður
tað ikki lættari hjá landin-
um at seta út í kortið og
hava eitt dygdargott eftirlit,
tá ið landið ikki eisini skal
umsita skúlan ? Lógin um
barnaansing setur minsta-
krøv til dygdina á barna-
ansingini, er tann dygdin
lækkað tí økið var lagt út til
kommununar ? Hví verða
dagstovnar bygdir um alt
landið nú, og hví søkja allir
dagstovnar eftir fakfólki
???
Tilvildarlig umsiting
Kommunustýrini
vera
skýrd tilvildarlig, skifta
fjóðra hvørt ár og koma at
umsita tilvildarliga, verður
sagt. Er tað ikki somu velj-
arar ið velja løgting og
harvið óbeinleiðis lands-
stýri sum velja kommunu-
stýrini, eru tey eisini til-
vildarlig stýri ? ella hvar er
munurin? Løgtingið verður
eisini útskift fjórða hvørt
ár, ergo umsita tey eisini
tilvildarliga, eg spyrji bara.
Umsitingin av skúlanum
fer at verða tengd at fíggj-
arligu støðuni hjá komm-
ununum verður sagt, játt-
anin hjá Fólkaskúlanum í
dag, verður hon ikki eisini
tengd at fíggjarorkuni hjá
landinum? Hevur Lærara-
felagið ikki tey síðstu 10
árini ført fram, at skúlin fær
ov lítla játtan frá landinum?
Tá ið øki verða løgd út at
umsita, tá skulu pengar
sjálvandi fylgja við, tað eru
øll samd um. Annars er
kommunukassin í mínari
verð ein partur av fíggjar-
orkuni hjá landinum, so ilt
er at síggja nakran mun á
honum og landskassanum,
vanliga fylgjast hesir at
hvat fíggjarstøðu viðvíkur.
Eg skilji ikki hesar pá-
standir, teir vísa eina turka-
trúgv uppá, at alt, ið verður
umsitið sentralt, virkar og
alt, ið verður umsitið púti í
kommununum virkar ikki.
Eisini sýnir hetta eitt
grundleggjandi misálit á
kommunustýrini. Eg vænti,
at um ein vil, kann ein gott
finna dømi ið vísa fyri og
ímóti báðum pástandum.
Eitt annað er so tað, at best
er at hava størri kommu-
nalar eindir at umsita eitt
nú fólkaskúlan, men tann
spurningin
trúgvi
eg
komununar sjálvar høvdu
funni eina loysn á.
Nær brúkaranum
At enda verður sagt í grein-
ini, at eitt er at vera so nær
brúkaranum sum gjørligt,
men hetta, at lata kommun-
unnar umsita skúlan, er at
fara brúkaranum ov nær !
Hvussu ber til, at barna-
ansingin kann liggja so nær
brúkaranum sum hon gerð,
og eftir mínum tykki virka
betur nú, enn hon gjørdi tá
hon lá undir landinum?
Barnaansing
og
skúla-
gongd eru eftir mínum
tykki tvær síður av somu
søk, hví skal tað verða
neyðugt at skilja barnaárini
sundur og seta mørk, so
fyrri parturin er kommu-
nalur og tann seinni al-
mennur. Hetta er ikki at
seta barnið og brúkaran í
miðdepilin og tað gerst alt
meira neyðugt, um skúlin
skal brynja barnið til eina
alt fløktari verð. Tíðirnar
broytast skjótt og tí ber ikki
til bert at halda fast við
gamla
vanahugsan,
vit
mugu taka støði í nútíðini
og teimum fortreytum, ið
hon setir. Vit sakna eitt
sakligt
orðaskifti
um,
hvussu vit best nøkta tørv
og framtíðarkrøv til børn
og ung.
Fólkaskúlin og kommununnar
– ein ræðandi ætlan
TÍÐINDASKRIV
Býarbókasavnið
Bókasavnið hevur tvær
internetteldur fyri vaksin.
Tey, sum eru fylt 13 ár,
kunnu nýta hesar ókeypis.
Tað ber til at nýta teldurnar,
um tær eru tøkar. Men eisini
ber til at bíleggja sær tíð. Um
tú kemur 10 min. ov seint, er
bíleggingartíðin farin.
Ætlar tú at taka niður úr
interneti, skal tú nýta diskl-
ar, sum fáast til keyps í av-
greiðsluni. Ikki er loyvt at
brúka egnar disklar.
Tú kanst eisini nýta onn-
ur forrit, sum Microsoft
Word og Orðaskjáttuna.
Avrit kosta eina krónu fyri
eintakið.
Teldupostur
Mælt verður til, at fólk fáa
sær egna teldupost, sum til
dømis Hotmail ella Yahoo.
Vanligar treytir
Friðarligt skal vera við
teldurnar. Ikki er loyvt at
broyta uppsetingar.
Um ásettur reglurnar fyri
nýtslu av interneti ikki
verða fylgdar, kann loyvið
at nýta tænastuna verða
tiknar
Internet á Býarbókasavninum
Reglugerð og vegleiðing
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin 1. februar
hava handlarnir í Handils-
miðdeplinum í
Runavíkar
Kommunu
opið til kl. 17.00.
Í hesum sambandi hava
teir nógv góð tilboð. Sum
øllum kunnugt er útsølan
byrjað, og eru flestu handl-
arnir á tremur við útsølu-
vøru.
Eftir innkeypstúrin er
møguleiki fyri at fara inn á
Hotel Runavík,
Sjómansheimið, at keypa
sær okkurt til matna. Tað
kalda borðið er at fáa frá kl.
17.00.
Handilsmiðdepilin bjóð-
ar øllum vælkomnum til
langan leygardag:
Elding, Hjá Sannu, Tera,
Hógv, Ur & Brillustovan,
Vøggan, Shop Inn, Orkis,
Skósølan,
El-Tænastan,
Teymavirkið, AWJ-Foto,
Sadolin Litaval, Miðberg,
Profa Farvur, Heiðabúðin,
Jallur, Eysturoyar Heima-
virki, Hygg Inn, Bónus,
Brotið, Deild C, Føroya
Keypsamtøka, Chic, Leika-
búðin, Bókabúðin, Foto-
miðstøðin, Opus, Telebúð-
in, Hotel Runavíkar Sjó-
mansheim og Thomas Dam
Búnýti.
TÍÐINDASKRIV
Norðoya Fornminnissavn
Fríggjakvøldið 31. jan-
uar, verður fyrilestur á
Norðoya
Fornminna-
savni, Klaksvík, har
Anna Katrin Matras,
fornfrøðingur,
leggur
fram tey fyribilsúrslit, ið
higartil eru greið við-
víkjandi búseting Niðri í
Toftum frá seint í vík-
ingartíð og seinni.
Undantikið tað, sum
danin
Daniel
Bruun
kannaði seinast í 19. øld
og nýliga aðrar smærri
fornfrøðiligar kanning-
ar, er rannsóknin Niðri í
Toftum tann einasti tíð-
andi fornfrøðiligi út-
grevsturin, sum hevur
verðið gjørdur í Norð-
oyggjum.
Í øllum Norðoyggjum
eru fleiri toftir eftir bú-
seting at síggja í lendin-
um, frásagnir eru um
aðrar, sum ikki eru sjón-
ligar í dag, og møguliga
liggja upp aftur aðrar
toftir í lendi, har vit
einki vita um at fólk
hava búð.
Tí kunnu vit rokna
við, at tá ið vit leita aftur
til miðøldina hevur bú-
seturmynstrið verið eitt
heilt annað í Norðoyggj-
um enn vit kenna frá
teimum seinastu øldun-
um, við kendu bygdun-
um vit enn hava í dag.
Í lendinum runt Borð-
oyarvíkina eru eisini
fleiri sjónligar toftir, har
lendið Niðri í Toftum
bert er eitt av fleiri.
Hetta økið innast við
Borðoyarvík er nú eisini
meira
fornfrøðiliga
komið við upp í tosið
um ein komandi veg frá
undirsjóvartunnilinum
undir Leirvíksfirði, tí
her skal vegurin leggj-
ast.
Tí kunnu vit eisini
rokna við at meira forn-
frøðiligar
rannsóknir
verða gjørdar har í
nærmastu
framtíð,
áðrenn vegurin verður
gjørdur.
Rannsóknin av toftun-
um Niðri í Toftum byrj-
aði í 1969, tí hildið varð
at toftirnar vóru í vanda
fyri at fara í havið,
vegna tað at bakkin har
var máðaður so nógv, at
toftaleivdirnar stóðu fyri
at rapa og fara heilt, um
ikki varð tikið um tær.
Hendan rannsóknin helt
fram hvørt summar fram
til 1973, tá ið steðgað
varð.
Norðoya Fornminna-
savn fekk tikið rann-
sóknina upp aftur í
1989, og varð eisini
hildið fram summarið
1990.
Nú
seinastu
tvey
sumrini hevur eisini
verið grivið Niðri í Toft-
um, og hevur Anna
Katrin tikið lut í grevstr-
inum hesi bæði sumrini,
seinasta ár sum grevst-
rarleiðari.
Hon fer í framløguni
at leggja fram úrslit frá
grevstrinum hesi árini
rannsóknin hevur verið,
hvørjir bygningar hava
verið har, hvørjum tíðar-
bili teir eru frá, og so fer
hon eisini at siga frá
nøkrum av teimum mest
tíðandi gripunum, ið eru
komnir undan kavi í
rannsóknini.
Framløgan
verður
fríggjakvøldið kl. 8.
Fornfrøðiliga
rannsóknin
Niðri í Toftum
við Borðoyarvík
í Klaksvík
TÍÐINDASKRIV
Býarbókasavnið
Ljóðbókalistin er nú komin
út av nýggjum. Hetta er ein
endurskoðaðað útgáva av
listanum, sum kom út í
2001. Bóklingurin, sum er
159 blaðsíður, er eitt yvirlit
yvir tær bøkur, sum Býar-
bókasavnið eigur, lisnar á
band. Onkrar bøkur eru
farnar úr savninum, og aðr-
ar eru komnar. Til hvørja
bók er ein stutt lýsing, har
greitt verður frá innihaldin-
um. Harafturat er gjørt eitt
yvirlit, har skaldsøgurnar
eru býttar upp eftir evni,
t.d. kærleikssøgur, krimi-
søgur, familju- og ættar-
søgur,
fremmand
lond,
kríggj og sjólív. Hetta kann
vónandi gera tað lættari at
finna eina hóskandi bók.
Tað tykist, at fólki dámar
væl at lurta eftir føroyskum
tilfari. Vit kunnu fegnast
um, at fleiri føroyskar ljóð-
bøkur eru komnar út tey
seinastu árini. Meginpart-
urin er føroyskar skald-
søgur og fevnir bæði um
upprunaliga føroyskar bøk-
ur og týddar. Annars er
mest talan um siðsøguligt
tilfar og endurminningar. Í
seinastuni eru nakrar før-
oyskar ljóðbøkur komnar á
fløgu. Tær eru ikki við í
listanum í hesi útgávuni,
men verða eisini læntar út.
Savnið av donskum ljóð-
bókum er rættiliga stórt.
Nógv ymiskt sløg av skald-
søgum eru, bæði nýggjar
og klassiskar. Av øðrum
bókum
kunnu
nevnast
ferðafrásagnir og endur-
minningar.
Øll kunnu læna ókeypis á
Býarbókasavninum, og sent
verður um alt landið. Fólk,
sum ikki sjálv kunnu koma
á bókasavnið, kunnu senda
onkran fyri seg. Eisini ber
til at ringja ella skriva, og
vit senda bøkurnar.
Ljóðbókalistin fæst við at
venda sær til Býarbóka-
savnið. Ringi tlf. 313626
ella skrivið til Býarbóka-
savnið, Boks 358, 110
Tórshavn. Eisini ber til at
nýta teldupost:
byarbok@byarbok.fo
Á heimasíðuni
www.byarbok.fo fæst
meira at vita um Býar-
bókasavnið og hvørji
tilboð vit hava.
Leingi opið í Handilsmiðdeplinum í Runavík
Nýggjur ljóðbókalisti
Borðoyarvík
C
M
Y
K
13
12