fríggjadagur 31. januar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NR. 21 • FRÍGGJADAGUR • 31. JANUAR 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO
Dømingin
10 fólk – bæði menn og kvinnur – meta um avrikini hjá
bólkunum í teimum seks innleiðandi umførunum. Tey
skulu geva stig fyri hesar fimm tættir:
- Framførsla.
- Soloavrik innan sang og ljóðføri.
- Samanspæl ella programmering.
- Tónlistarligar dygdir yvirhøvur.
- Aðrar dygdir.
Dómararnir kunnu lata hvørjum bólki í mesta lagi fimm
stig fyri hvørt av punktunum. Tað vil siga, at ein bólkur
kann fáa í mesta lagi 250 stig.
Til hvørt umfar eru
10 fólk hálvloyniligir
gestir til Prix Føroyar
tiltakið. Tey eru dóm-
arar. Fyrireikararnir
lata tey vera ónevnd
og hava fult álit á, at
tey eru før fyri at
meta um avrikini hjá
bólkunum
DÓMARAR
Eyðun Klakstein
Til hvørt av innleiðandi
umførunum í Prix Føroyum
eru 10 fólk, sum skulu hava
eygu og oyru serliga opin.
Talan er um fólkini, sum
døma í kappingini.
Fyrsta árið høvdu áhoyr-
arnir eisini ávirkan á úr-
slitið, men tað var skjótt, at
fyrireikararnir góvu áhoyr-
arunum sekkin. Í staðin
varð tað dómarabólkurin,
sum eina og aleina skuldi
meta um bólkarnar og løna
teimum eftir bestu sann-
føring.
Soleiðis er eisini í ársins
Prix-kapping. 10 dómarar
eru til tey innleiðandi um-
førini, og teir gera av,
hvørjir bólkar skulu víðari í
kappingini.
Fyrireikararnir av Prix-
num halda, at tað er best, at
hesir dómarar eru ónevndir,
og tí ber ikki til hjá tónleik-
arunum ella almenningin-
um at fáa upplýst, hvørji
fólkini eru, sum døma.
– Vandi við at gera nøvn-
ini á dómarunum almenn
er, at so flytir fokus seg frá
tónleikarunum og til dóm-
ararnar, og tað ynskja vit
ikki. Harafturat rokni eg
við, at tað hevði verið
trupult at fingið góðar og
kvalifiseraðar dómarar, um
teir skuldu verið útstillaðir
alment, sigur Fróði Vester-
gaard, samskipari av Prix-
num.
Mugu ikki tosa saman
Dómararnir døma hvør í
sínum lagi. Teir hava hvør
sítt skjal at útfylla um
hvønn bólk, og hesi skjøl
verða latin inn, tá ið allir
bólkarnir hava verið á
pallinum.
Dómararnir hava ikki
loyvi at tosa saman, áðrenn
teir geva stigini, og tað skal
tryggja, at dómararnir siga
sína hugsan uttan at vera
ávirkaðir hvørjum øðrum.
Stigini hjá teimum 10
dómarunum
verða
tald
saman, og so er úrslitið
greitt.
– Hetta ger, at hvør
einstakur dómari í grundini
ikki kann heftast fyri tí
samlaða úrslitinum, tí hann
hevur givið síni stig, og tað
er ikki kanska ikki rættiliga
í samsvar við samlaða úr-
slitið, sigur Fróði Vester-
gaard.
Hann heldur, at royndir-
nar frá 20 Prix-kappingum
siga, at hetta er besti hátt-
urin at skipa dømingina, og
útlendsku gestirnar halda
eisini, at skipanin er góð.
– Eg haldi, at tey flestu
hava verið nøgd við døm-
ingina, og dómararnir hava
fingið frið aftaná, tí eingin
visti rættiliga, hvør dømdi
hvørt kvøldið. Ein dómari
kann lættliga fáa eina rúgvu
av óvinum, tá ið hann ella
hon eru liðug at døma allar
kappinginar, og tí er eingin
orsøk at stilla teir fram,
heldur Prix-samskiparin.
Alment aðrastaðni
Føroyingar hava seinastu
árini havt møguleikan at
fylgja fleiri donskum tón-
leikakappingum. Popstars
er ein teirra, Melody Maker
og Grand Prixið tvær aðrar,
og nú er føroyingur eisini
við í Stjerne for en aften.
Í øllum hesum kapping-
um og øðrum við er dóm-
arabólkurin almennur. Øll
vita, hvørji fólkini eru sum
døma, og tey standa við sín
dóm.
– Popstars og aðrar kapp-
ingar hava nakrar fáar dóm-
arar, sum nýta tíð at tosa
saman og at semjast. Eg
haldi ikki nógv av hesi
skipan, tí vanliga verður tað
tann dómarin, sum dugir
best at tosa fyri sínari søk,
sum vinnur kjakið, heldur
Fróði Vestergaard.
– Í Prix Føroyum sleppa
allir dómararnir at siga sína
hugsan, og øll stigini telja.
Hetta hevur víst seg sum
eina vælvirkandi skipan,
sum flest øll eru fegin um.
Krevja at vera
ónevndir
Dómararnir hava avgerandi
orðið at siga í Prix Føroy-
um. Tónleikarar venja í
vikuvís og fáa síðani ein
dóm, sum teir mugu góð-
taka. Hevði tað tí ikki verið
rímiligt, at nøvnini á dóm-
arunum vóru almenn, og at
teir stóðu við sín dóm?
– Vit liva í einum lítlum
landi, og tað eiga vit at taka
fyrilit fyri. Tað er trupult at
finna væl kvalifiseraðar
dómarar, og fleiri krevja
beinleiðis at vera ónevndir.
Um fólk vistu, hvørji dóm-
ararnir eru, kundu teir
skjótt verðið órógvaðir av
fólki, sum ynskja at ávirka
dømingina, heldur Fróði
Vestergaard.
– Vit siga vanliga, hvørj-
ar førleikar dómararnir
hava, so eingin er í iva um,
at tað eru fakfólk, ið døma.
FUT, Útvarpið, Sjónvarpið
og Norðurlandahúsið velja
dómararnar, og tað eru
fólk, ið hava innlit í tónleik
og eru opin fyri øllum
tónleikastílum.
Í finaluni eru tað vanliga
fleiri útlendskir dómarar,
og
tá
er
talið
á
dómaraskarinum
eisini
nógv
hægri
enn
til
innleiðandi umførini. Fyri
tveimum árum síðani vóru
26 dómarar í finaluni, og
talið fer at líkjast hesum
aftur í ár.
Skuggagestir til Prixið
Í Prix Føroyum sleppa allir dómararnir at siga sína hugsan, og øll stigini telja. Hetta hevur víst seg sum eina vælvirkandi skipan, sum flest øll eru fegin um, sigur
Fróði Vestergaard, samskipari av Prixnum
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 21 - 31. januar 2003
Samskiftisfyritøkan
El & Tele hevur gjørt
avtalu við bretska
fyritøku um at veita
tráðleyst internet-
samband gjøgnum
fylgisvein. Sostatt ber
nú til binda deildir
hjá fyritøkum saman
við tráðleysum sam-
bandi, og harafturat
kunnu lítlar bygdir og
oyggjar bindast bind-
ast saman í felags net,
sum síðani senda
víðari til fylgisveinin í
27.000 metra hædd
SAMSKIFTI
Theodor E. D. Olsen
Møguleikarnir hjá føroy-
ingum at útvega sær inter-
netsamband
mennast
í
hvørjum, og nú bjóðar
samskiftisfyritøkan El &
Tele á Argjaboðagøtu 7 á
Argjum viðskiftafólki eina
nýggja tænastu við tráð-
leysum interneti. El & Tele
hevur nevniliga gjørt avtalu
við General Technologies
Ltd, ið heldur til í Oxford,
um at veita føroyingum
tráðleyst internetsamband
og er nú einkarumboð í
Føroyum fyri hesar tæn-
astur.
Fyritøkan El & Tele hev-
ur annars higartil bert verið
før fyri at veitt tænastur í
Havn og einum parti av
Skálafjørðinum og Kolla-
firði, men av tí at El & Tele
nú bert er annað lið til
fylgisveinin Astra – 1. liðið
er fyritøkan í Oxford – hev-
ur tað frá mikudegnum, tá
útgerðin varð tikin í nýtslu,
einki at siga, hvar tú ert
staddur í landinum. Inter-
netsambandið hjá El & Tele
gongur gjøgnum hendan
fylgisveinin,
og
kemur
sambandið tí úr 27.000
kilometra hædd og fer líka
niður til Týsklands at venda
tað stutta bilið, tað hevur at
ferðast. Eisini eru møgu-
leikar fyri øðrum samskift-
ishættum enn bert interneti
í hesari skipan.
Í samsvar við Lands-
stýrið
Rasmus Magnussen, stjóri
á El & Tele, sum varð
stovnað í 1999 og í dag
hevur 20 fólk í arbeiði, er
vælnøgdur við avtaluna,
sum tey hava gjørt við
bretsku
fyritøkuna,
og
heldur hann, at møguleikar-
nir, sum internetsamband
gjøgnum fylgisvein gevur,
samsvara rættiliga væl við
ætlanirnar hjá Landsstýrin-
um um, at allir føroyingar
skulu hava atgongd til
breiðbandsinternet við árs-
lok næsta ár.
Umframt at lítlar bygdir
ella oyggjar kunnu taka seg
saman og útvega sær inter-
netsamband í felag, so er
hendan nýggja tænastan
eisini ætlað fyritøkum, sum
hava fleiri deildir kring
landið og hava tørv á innan-
hýsis sambandi. Tað sama
er galdandi við fyritøkum,
sum hava deildir uttanlands
og skulu samskifta innan-
hýsis á egnum neti. Tað ein-
asta, ið krevst er, at signalið
skal 27.000 kilometrar upp
í luftina áðrenn.
Veldst um tørv
Møguleikarnir eru nevni-
liga nógvir við fylgisveina-
sambandinum, og nevnir
Rasmus Magnussen t.d. ar-
beiðsháttin hjá læknum, tá
serkunnleiki verður veittur
gjøgnum fjarskifti. Hetta
kann eitt nú gerast við at
biðja ein serfrøðing í New
York fylgja við eini skurð-
viðgerð á Landssjúkrahús-
inum, bert fyri at nevna eitt
hugsað dømi. Harafturí-
móti er fylgisveinasamband
ikki so væl egnað til teldu-
spøl o.t.
Enn vil El & Tele ikki av-
dúka nakrar prísir á nýggju
tænastuni. Hetta gera tey,
bæði av kappingarávum,
men eisini, av tí, av tí, at tað
veldst um tørv, sum jú ikki
er tann sami hjá einum
privatum húski og einum
virki við fleiri deildum.
Men Rasmus Magnussen
vil tó vera við, at El & Tele
er kappingarført og er ikki í
sama mun áður bundið at
netinum hjá Føroya Tele.
Harafturat ger tað tráðleysa
sambandið, at El & Tele
hevur møguleika til at
bjóða samskiftistænastur til
viðskiftafólk uttanlands, og
nevnir Rasmus Magnussen
Ísland sum ein møguligan
marknað. Í øllum førum
spæla teinur og fjarstøða
ikki so stóran leiklut í hes-
um tráðleysa fjarskiftis-
samskifti, sum bert skal
finna sær leiðina upp til
fylgisveinin, ið sveimar í
erva.
Við El & Tele 27.000 kilometrar upp í luftina
El & Tele á Argjum bjóðar
nú eina nýggja tænastu við
tráðleysum samskifti
C
M
Y
K
14