Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2003 17 17 16 Nr. 21 - 31. januar 2003 C M Y K 16 Prix Føroyar er ein tónleikakapping, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikara- felag (FUT), Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Kappingin hevur verið hildin ann- að hvørt ár síðani 1995. Kappingin er skipað við fimm innleiðandi umførunum, har vinn- arin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólkarnir, sum enda sum nummar 2 til innleiðandi umførini, skulu kappast í eini hálvfinalu, har vinnar- in fær seinasta finalu- plássi. Øll tey innleiðandi umførini verða hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður í Norðurlanda- húsinum í Havn. 29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólk- ar sleppa í finaluna. 1. umfar, 25. jan. kl. 21.00 Flux S.C.A.T.G.O.H Headache Blues Treo Søren Søgaard MC Hár Human Chaos Vinnari: MC Hár Nummar 2: Headache Blues Tro 2. umfar, 1. februar kl. 21.00 Déjá Vu Mind’s Eye onkikanndiskuterast.al t kann Speaker Holgar og Villmenn 3. umfar, 15. febr. kl. 21.00 Bracket Crashwave Mary’s Baby Lawetz Krit Masha (fluttir frá 2. umfari) 4. umfar, 22. februar kl. 21.00 Makrel Chain Side Effect Fluffy Toys MMM Páll Finnur Páll 5. umfar, 8. mars kl. 21.00 Týr Zink Blív Jam Gestir Hatespeech Ingrid Bjarnastein Fyri lítlari viku síðani fór fimta Prix Føroyar kapp- ingin av bakkastokki. Hóast hetta er fimta ferðin, kappingin verður hildin, vísir áhugin seg framvegis at vera stórur fyri at vera við. Hetta kann ikki sigast verða annað enn eitt gott tekin um føroyska tón- leikalívið, sum eftir øllum at døma er í støðugari menning. Fyrsta innleiðandi umfar varð væl og virðiliga av- greitt seinasta leygarkvøld, og í morgin verður annað umfarið sent í luftina, bæði so og so. Prix Føroyar er saman við Listastevnu Føroya eitt tað størsta mentanarliga átakið skipað verður fyri her á landi. Fjølmiðlarnir gera, sum vera man, nógv burturúr, og ljós verður kastað á allar bólkarnar, sum sleppa til orðanna, bæði í útvarpi, sjónvarpi og bløðunum. Útvarpið sendir fyri fyrstu ferð beinleiðis frá øllum innleiðandi umførunum. Sjónvarpið ger sendingar mikukvøld frá umfarinum, sum hevur verið leygar- kvøldið fyri, og harafturat fylgja bløðini eisini væl við í kappingini. Luttak- andi bólkarnir sleppa eisini beinleiðis inn í útvarps- stovuna, sum er sett upp í Mentanarhúsinum í Fugla- firði, at tosa beinleiðis út til allar lurtararnar. Stóra showið verður sjálv- sagt, tá ið finalan verður send beinleiðis bæði í út- varpi og sjónvarpi tann 26. apríl. Umframt at fáa nógva fjøl- miðlaumrøðu, er hetta eis- ini ein háttur at hjálpa teim- um ungu og framkomandi bólkunum at koma fram í ljósið. Bólkar, sum ikki hava havt møguleika at framføra sín tónleik alment fyrr, sleppa nú framat, undir somu umstøðum og á jøvnum føti við allar hinar bólkarnar. Bæði tón-leikar- liga og í fjølmiðlunum. Prixið er uttan iva ein av- bjóðing, sum eggjar tón- leikarunum heima á klett- unum at halda fram við tí, teir gera. Ein motivering. Nakað at arbeiða fram ímóti. Umstøðurnar hjá smærru bólkunum við ungum tón- leikarum eru vánaligar. Torført er hjá teimum at sleppa framat og á pall at framføra, men Prixið er jú eitt upplagt høvið. Teir sleppa á pallin við sínum tónleiki – tónleikinum, teir arbeiða við. Eitt gott dømi uppá, at hetta er ein møguleiki hjá ungum bólkum at fáa eitt pláss í sólini er, at í næst- seinastu Prix Føroyar kapping spældi Flux seg til eitt pláss í finaluni. Flux var tá ein ókendur bólkur, og hetta var so at siga fyrsta ferðin nakað var at hoyra til teir ungu eystur- oyingarnar. Og í Prix Før- oyum 2001 spældi Flux seg aftur til eitt pláss í finaluni, og vórðu teir tá roknaðir sum ein av teim- um stóru bólkunum. So ein kann siga, at lítið skal til hóast alt. Og sjálvt um allir teir nýggju og ungu tónleika- bólkarnir ikki sleppa víðari, so er hetta ein hátt- ur at vísa á teirra tónleik uppá. Við hjálp frá fjøl- miðlum og fyrireikarum, sleppa teir bólkarnir, ið vilja gera nakað við tað, at fáa teirra »fifteen minutes of fame«. Hesuferð á pall- inum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Teir »nýggju« sleppa framat Helst best kendi bólk- urin í 2. umfari av Prixnum skal royna at spæla seg í finaluna við íblástri av donskum háskúla TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tá ið fólk í hesum døgum tosa um, hvør bólkur í 2. umfari fer at vinna, nevna tey flestu Déjá Vu úr Havn. Kanska er orsøkin til tað, at bólkurin er tann best kendi av teimum, sum eru við í 2. umfari, og kanska er orsøkin eisini, at bólkur- in hevur ment seg nógv seinasta árið. Í august mánaði fóru fýra av teimum fimm, sum spæla í bólkinum, til Dan- markar á háskula. Teir fóru til Den Rytmiske Højskole í Vig, har nógvir føroyingar áður hava gingið. Líggjas Olsen, Flóvin E. Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni W. Højgaard hava tí brúkt nógva tíð saman um tónleik seinasta hálva árið. Teir hava vant hvør í sínum lagi og saman, teir hava fingið undirvísing, og teir hava tikið ymiskt upp í upptøkuhølum á skúlanum. Teir vóru eisini við í eini tónleikakapping í Grenå, og har endaðu teir sum nummar 2 av 10 bólkum. Geva fløgu út Tann stóra fjøldin kennir kanska ikki Déjá Vu enn, men tað verður møguliga hesin bólkurin, sum fær eitt gjøgnumbrot í kappingini í ár. Umframt luttøkuna í Prix Føroyum ætlar bólkurin eisini at koma út við eini fløgu í hesum árinum. Teir vóru umboðaðir á fløguni Livandi Tónleikur, sum kom út í fjør, og ein av tón- leikarunum í bólkinum – Flóvin W. Viderø – hevði eisini skrivað besta sangin á hesi fløgu – Raven´s Feather – sum bólkurin Scheilas Summer Sheep spældi. Bólkurin sigur nakað be- skeðið, at teir skriva tón- leik, sum teir kanska kunnu kalla sín egna. Teir hava fingið íblástur uttan úr heimi, frá nøvnum sum Sting, Radiohead, Turin Brakes og Elbow. Leygarkvøldið skulu teir royna at spæla seg í final- una í Prix Føroyum. Déjá Vu gongur aftur Déjá Vu hava vant nógv seinastu vikurnar. Leygarkvøldið fara at teir at bjóða nýggjan tónleik, sum mong vænta fer at føra teir í finaluna Mynd: Álvur Haraldsen Hálvfinala, 15. mars kl. 21.00 Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm inn- leiðandi umførunum, kappast um eitt pláss í finaluni Finala, 26. apríl Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kapping- ini og møguleikan at spæla á donskum festi- valum. Dómarar 10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólkunum til tey inn- leiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu partar- nar av framførsluni. Stigini hjá øllum dóm- arunum verða tald saman, og síðani verð- ur vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dómar- ar. Vinnarar 1995: Moira 1997: Mark No Limits 1999: Taxi 2001: Clickhaze Atgongumerki Atgongumerki til inn- leiðandi umførini kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum kring landið, í Mylnuni í Miðvági og á Shell- støðini í Gøtudali. Eis- ini ber til at keypa atgongumerki á www.billetmaskinen.d k. 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar. Bussar og ferja Í sambandi við kapp- ingina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakinum. Bussar fara úr Vest- manna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00 Bussar fara av Toft- um og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50. Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur. Sjóvegis samband verður til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keypast í Norðoya Kunningarstovu og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Prix í Sosialinum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teldupostur: eydun@sosialurin.fo Fyrstu ferð rockbólk- urin Mind´s Eye fer at spæla alment, verður hvør tóni sendur beinleiðis í Útvarpin- um. Ungu menninir lata seg ikki órógva av hesum, tí teir hava fyrireikað seg sera væl FRUMFRAMFØRSLA Eyðun Klakstein Klaksvíkbólkurin Mind´s Eye hevur ongantíð spælt alment – enn. Tónleikararnir hava spælt saman í fleiri ár, og sein- astu mánaðirnar hava teir vant sera ídnir. Men fram- vegis bíðar fyrsta almenna framførslan fyri framman. Og hon verður leygar- kvøldið í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði. Høvið er størsta tónleikatiltakið í Føroyum, pallurin er í kanska best egnaða húsin- um til slíkan tónleik í land- inum, og hvør tóni verður varpaður beinleiðis út til Føroya fólk gjøgnum Út- varpið. – Tíbetur er tað ikki bein- leiðis í Sjónvarpinum, sigur Palli Klein, sum er annar av gittarspælarunum í bólkin- um. Teir vita, at uppgávan er stór, men teir lata seg ikki taka av fótum, tí teir hava fyrireikað seg sera væl til kappingina leygarkvøldið. – Síðani vit teknaðu okk- um til, hava vit vant sera nógv. Summar vikur hava vit vant so at siga hvønn dag, og vit kenna á okkum, at vit eru klárir at fara á pallin, sigur Palli Klein. Fleiri ár á baki Mind’s Eye hevur ein langa forsøgu, hóast fá munnu kenna nakað til bólkin – enn. Tað byrjaði fyri meira enn seks árum síðani, tá ið Hans við Neyst og Regin Mortensen fóru at spæla saman. Tá vóru ljóðførini ikki tey somu, sum tey eru í dag, men teir tímdu væl at spæla. Tá ið ljóðførini síðani vóru skift út, og aðrir eisini fóru at spæla saman við teimum, fór ein rock- bólkur at taka skap. Teir spældu í fleiri ár utt- an sangara. Jammaðu. Høvdu ikki so stórar planir, men høvdu stóran hug at spæla saman. Eina tíð sluppu teir fram at í gomlu ungdómshúsun- um í Klaksvík, og tað hildu teir vera sera spennandi. Men so steðgaði upp hjá teimum, og tað gekk mest sum eitt ár, áðrenn teir aftur fóru at spæla saman. Høli mangla Ein høvuðsorsøk til steðgin var, at teir høvdu einki høli at spæla í. – Vit leitaðu allastaðni, spurdi okkum fyri, men einki bar til. Vit høvdu næstan givið upp, tá ið tað endiliga eydnaðist at finna eini høli at venja í, sigur Palli Klein. Heldur tú, at vantandi høli forða fleiri bólkum í Klaksvík at spæla? – Tað forðaði í øllum før- um okkum í fleiri ár, og eg veit eisini um aðrar bólkar, sum ikki hava serliga góðar umstøður at venja í. Eg veit eisini um ungar tónleikar, sum kundu hugsa sær at spæla saman, men sum ongastaðni hava at venja. Skrivað nýggjar sangir Tað var fyri einum hálvum ári síðani, at teir rættiliga fóru at spæla saman aftur, og nú var ein sangari eisini komin upp í leikin. Tankin um tekna seg til Prixið fór at gera um seg, men teir mistu mótið, tá ið trummuspælarin fór burtur- úr. Men teir kláraðu at fóta sær. Nýggjur maður varð boðsendur, og so bar aftur til. – Tá vit teknaðu til Prix Føroyar høvdu vit ongan lidnan sang. Seinastu fýra mánaðirnar hava vit gjørt sangirnar, sum vit fara at spæla leygarkvøldið, sigur Palli Klein. Tónleikurin er harður rockur. Er í familju við tann rockin, sum ungfólk lurta eftir í dag. – Vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti okkum, og at nógv av teimum, sum vit kenna, fara at lurta og stuðla okkum. Tað fer at gera uppgávuna lættari, um vit síggja kend andlit mill- um áhoyrararnar, heldur Palli Klein. Nú er tað álvari Mind´s Eye frá vinstru: Regin Mortensen, Hans við Neyst, Jens Pauli Joensen, Eyðun Mortensen og Palli Klein Mynd: Eyðun Klakstein