fríggjadagur 31. januar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 21 - 31. januar 2003
C
M
Y
K
18
Nr. 21 - 31. januar 2003
19
Líggjas Olsen – sang og ljómborð
Flóvin E. Viderø – sang og gittar
Rói Christiansen – gittar
Rógvi Rasmussen – bass
Rúni W. Højgaard – trummur
Deja Vu var stovnaður í 2000, tá ið
bólkurin Siesta fekk ein nýggjan
gittarspælara. Navnið á bólkinum
var tá broytt til Deja Vu. Síðani
hava teir spælt til ymisk tiltøk, so
sum Prix Føroyar 2001, miðnáms-
veitsluna 2001, til dans og eisini
hava teir spælt akkustisk sett á
caféum.
Í 2002 vóru teir við í eini tón-
leikakapping í Grenå, og har end-
aðu teir sum nummar 2 av 10
bólkum. Síðani august hava 4 av
manningini verið á tónleikaháskúla
í Vig í Danmark.
Tónleikurin er heimagjørdur við in-
spiratión frá nógvum ymiskum bólkum
so sum Sting, Radiohead, Turin Brakes
og Elbow. Teir royna tó at gera nakað,
teir kunnu kalla egið.
Aftaná Prixið er ætlanin at fara í holt
við at gera eina fløgu. Um alt gongur
væl, kemur hendan út seinni í ár.
Holgar Jacobsen – sang og gittar
Steven Foggin – trummur
Jákup á Stongum – gittar og kór
John Edvin Joensen – bass
Bólkurin er mannaður við trimum sør-
vingum og einum breta, sum er
búsitandi í Miðvági. Sørvingarnir eru
kendir innan føroyska tónleikaheim-
in, líka síðan síðst í trýss-unum.
Manningin hevur verið við á fleiri
fløguútgávum: Við Randandi Fjøll,
Ghost Riders, Jørgen & Jákup og
»Súrt og fólkaligt« við Villmonnum.
Tónleikurin fevnur, sum nevnt í
síðstu fløguútgávuni, heilt frá súrum
til fólkaligt. Til konsertina hesuferð
er tónleikurin mest rockur, kanska
enntá harður rockur, sjangran er tó
ikki so at seta í bólk! Tiltikni vága-
soundurin má sigast verða toygdur í
hvørjari lykkju.
Bretin, sum spælir við villmonnunum
er Steven Foggin, sum er tónleikalærari í
Musikskúlanum, og sum er stinnur at
spæla trummur.
Eyðun Mortensen – sang
Hans við Neyst – gittar
Palli Klein – gittar
Regin Mortensen – bass
Jens Pauli Joensen – trummur
Bólkurin byrjaði fyri eini seks ár síðani.
Tá var talan um bólk við gittari, bassi
og trummum, men ongum sangara.
Síðani bólkurin var
stovnaður havi ikki
verið góðar um-
støður at venja í.
Leitað hevur verið
eftir høli í fleiri ár
til í 2002, tá ið
aftur var byrjað í
kjallaranum hjá
bassspælaranum.
Tað gekk ikki
leingi við tí
larminum, men tað skilja teir væl.
Síðani var aftur farið at leita, teir
gingu inn allastaðni, men eingin eydna.
Ikki fyrr en guitarspælarin ein dagin
kom heim frá arbeiði og pápi hansara
hevði frætt um eini høli. Teir lógu fram
við, og tað eydnaðist umsíðir.
2. juni 2002 fingu teir ein sangara fyri
fyrstu ferð, og hann hevur verið síðani
tá. Teir høvdu ein
annan trummuspæl-
ara, men hann varð
skiftur út. Nú er tað
Jens Pauli Joensen,
sum
hevur
áður
hevur spælt í øðrum
bólkum, sum syrgir
fyri rútmunum.
Teir spæla harðan
rocktónleik.
Vágabólkurin skuldi spæla
leygarkvøldið, men nú eru teir
fluttir til 3. umfar. Sostatt verða
tað fimm bólkar við í um-
farinum um vikuskiftið
UMFØRINI
Eyðun Klakstein
29 bólkar eru við í teimum fimm
innleiðandi umførunum. Tað merkir, at í
einum av umførunum skulu fimm bólkar
kappast, meðan seks bólkar eru við í
øllum hinum umførunum.
Upprunaliga ætlanin var, at fimm
bólkar skuldu vera í 3. umfar, men nú er
vágabólkurin Masha fluttur frá 2. til 3.
umfar.
Orsøkin er, at teir hava fingið nýggjan
sangara.
Hesin sangari kann ikki vera í Før-
oyum, tá ið 2. umfar er, og tí stóð valið
ímillum at flyta umfar ella at taka seg úr
kappingini.
Tað merkir, at fimm bólkar fara at
kappast nú leygarkvøldið. Teir eru Déjá
Vu, Mind’s Eye, onkikanndiskuterast.alt
kann, Holgar og Villmenn og Speaker.
Hóast bara fimm bólkar eru við í
hesum umfari, eru treytirnar fyri víðari
luttøku tær somu. Vinnarin av umfar-
inum kemur í finaluna, meðan 2’arin
sleppur at kappast í hálvfinaluni mið-
skeiðis í mars mánaði.
Tá ið hetta umfarið hevur verið, verða
tað sostatt fimm bólkar í øllum inn-
leiðandi umførunum, sum eru eftir. Í
finaluni verða seks bólkar.
Johannes Johannesen – gittar og róp
John Holgarson – bass og róp
Hans Erling Guttesen – trummur og róp
William Olsen – trummur, slagverk
og róp
Karl Anton Klein – gittar og gallróp
Karl Anton Klein er tann sum rópar
harðast í bólkinum. Í øllum førum boða
almennu upplýsingarnar frá, at meðan
hinir rópa, so er tað uppgávan hjá Karl
Anton at gera gallróp. Eingin »sangari«
er í bólkinum, men allir bjóða seg fram
at rópa.
Karl Anton Klein er kendur frá ymsum
samanhangum í føroyskum tónleiki,
hann hevur bæði spælt í bólkum og sum
einstaklingur.
Hesin bólkurin hevur ikki verið
frammi áður, men teir siga, at teir spæla
sína egnu blanding av »heavyfólka-
punkablues við einum ferili av polka og
jassi, vanliga í tí harðara endanum.«
2. innleiðandi umfar í Mentanarhúsið í Fuglafirði leygarkvøldið 1. februar kl. 21.00
Janus Rasmussen – sang
Bogi Berg – gittar og sang
Sigurd Justinussen – trummur
Jan Jensen – bass
Rúni Christiansen – gittar
Bólkurin byrjaði at venja í einum kjall-
ara úti á Norðasta Horni í Havn fyri
einum góðun ári síðani.
Teir hava spælt til tvær konsertir,
báðar á Margarinfabrikkini í Havn, og
móttøkan serliga á seinnu konsertini
varð góð.
Stílurin varierar frá hørðum rocki til
melodiøsan og melankolikan tónleik.
Holgar & Villmenn
Speaker
Deja Vu
Masha hevur flutt umfar
Mind’s Eye
Onkikandiskuterast.alt kann
19