fríggjadagur 31. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HB og P/F Havnar
Fótbóltur høvdu aðal-
fund mikukvøldið,
men var nakar, sum
hevði roknað við
stórtíðindum, so vóru
hesi ikki at fáa haðani
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey bæði feløgini hjá HB.
Móðurfelagið,
HB,
og
partafelagið Havnar Fót-
bóltur, sum rekur fyrstu-
deildarfótbóltin í felagnum,
høvdu aðalfund mikudagin.
Sum skilst, so var talan í
allar mátar um ein fund av
tí heilt siðiliga slagnum.
Formaðurin í HB, Birgir
Enghamar, sum eisini er
nevndarformaður í partafe-
lagnum, varð afturvaldur,
og tá vit hittu hann á orðið
hóskvøldið, segði hann, at
talan var um ein av teimum
heilt friðarligu fundunum.
- Eini 30-40 fólk mundu
vera til staðar, og uttan
nakað stórvegis hóvasták
vórðu føstu punktini á
skránni gingin ígjøgnum,
sigur Birgir.
Sum heild sigur formað-
urin, at talan ikki var um
nøkur einstøk mál, sum
fingu serliga drúgva við-
gerð. Roknskapurin fyri
feløgini
varð
sjálvandi
gjøgnumgingin, og uttan at
vilja greina út, hvussu
úrslitið var hjá hvørjum
parti, so sigur formaðurin,
at samanlagt var alt oman
fyri vatnskorpuna. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
fyri bæði móðurfelagið og
partafelagið var samlaða
úrslitið nakað oman fyri
nullið.
Nevndarbroytingar
Nakrar smærri broytingar í
nevndarsamansetingini
í
feløgunum hendi tó á aðal-
fundinum.
Í HB stóðu Niels Juel
Arge og Finn Ludvig fyri
valið, og teir vórðu báðir
afturvaldir.
Tiltakslimur
hetta seinasta árið hevur
verið Elin Christiansen,
men nú hon ikki ynskti at
stilla uppaftur, varð Alex-
andur Gaard Joensen vald-
ur í hennara stað.
Í partafelagnum hevur
nevndin seinastu árini talt
seks persónar, men hetta
varð broytt á aðalfundinum.
Niels Christian Nolsøe og
Kaj Leo Johannesen hava
báðir tænt felagnum í nógv
ár, men fyri báðar er tó
galdandi, at teir í løtuni ikki
hava umstøður at røkja
nevndarsessir sínar nóg
væl, og tí høvdu báðir
boðað frá, at teir ikki tóku
við afturvali.
Viðtøkur felagsins geva
tó rúmd fyri, at nevndin er
mannað av fýra til seks
persónum, og tí vórðu eing-
ir
nýggir
nevndarlimir
valdir.
Eingi stórtíðindi
Ivaleyst hevði onkur av
teimum, sum høvdu leitað
sær á aðalfundin, vónað, at
stórtíðindini av onkrum
slag viðvíkjandi leikara-
hópinum vóru at frætta.
Men hesi fóru í øllum
førum vónbrótin heim.
Størsti spenningurin man
í løtuni snúgva seg um,
hvørt Jón Rói Jacobsen
verður
avhendaður
til
Brøndby ein av komandi
døgunum, men hesum við-
víkjandi var einki at frætta
á fundinum. Heldur ikki
varð tosað nakað um,
hvørjir nýggir leikarar eru
ávegis til felagið. Tað hevur
annars ljóðað, at Símuhn
Eliasen og Carsten From –
hesin seinni er í hópinum
hjá FC Midtjylland – eru
ávegis til felagið, men hetta
tykist formaðurin hava
lítlan hug at gera viðmerk-
ingar til. Vanliga tekur hann
til, at einki er avgjørt, fyrr
enn alt er avgjørt, so hóast
talan hevur verið um sam-
band millum partarnar, so
eru hetta ikki mál, sum eru
klár at almannakunngera í
løtuni.
Nr. 21 • fríggjadagur • 31. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil staðfesti sítt
pláss í steypafinal-
uni, tá teir uttan
stórvegis hóvasták
vunnu enn ein
stórsigur á triðju-
deildarliðnum hjá
KÍF
COCA-COLA
KAPPINGIN, MENN
Jákup Mørk
Tað var mest sum longu
ein staðfesting undan
seinnu hálvfinaluni móti
triðjudeildarliðnum hjá
KÍF, at Kyndil var í
steypafinaluni.
Sum
væntað, so endaði tann
dysturin við stórsigri til
Kyndil, og í seinna dyst-
inum vóru ongan tíð
nakrar sum helst ábend-
ingar um, at nakað
skuldi broytast í so
máta.
Kyndil vann dystin
37-22, og sum skilst á
lagnum, so var alla
tíðina sjónligt, at stórur
munur var á liðunum
báðum.
Við
hesum
hevur
Kyndil endaliga staðfest
sær rættin til pláss í
finaludystinum, har teir
skulu spæla móti StÍF.
Dysturin í tølum
KÍF III – Kyndil 22-37
Kyndil víðari við sam-
anlagt 71-45
Dómaraseðil fyri dystin
var tíverri ikki tøkur við
evstamark okkara.
Fáar broytingar
KÍF III-Kyndil 22-37
Kyndil
í finaluni
Tað var heldur eingin ivi í seinnu hálvfinaluni, tá
Kyndil staðfesti sítt pláss í steypafinaluni
Birgir Enghamar heldur fram sum formaður í HB
21
20
Nr. 21 - 31. januar 2003
Grannastevna
Samb. Lóg nr. 170 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um
grannastevnu v.m., verður boðað frá, at granna-
stevna fyri markatalsbygdina Skarvanes verður ætl-
andi
mánadagin 10. mars 2003 kl. 14.00
á sýsluskrivstovuni á Sandi
Innkomið mál: umbøn um viðgerð og broytan av
býtinum av hegn- og garðaskylduni á Skarvanesi.
Málið verður viðgjørt eftir Lóg nr. 171 frá
18.05.1937 fyri Føroyar, (girðingarlógin) og atkvøtt
samb. Lóg nr. 170 frá 18.05.1937 fyri Føroyar
(grannastevnulógini).
Møtir og atkvøður onkur fyri annan, ið hevur at-
kvøðurætt,krevst fulltrú frá viðkomandi,dagfest og
undirskrivað av tveimum vitnum.
Á Sandi 29. januar 2003
Ingibjørn Eldevig
Sýslumaður
Grannastevna
Samb. Lóg nr. 170 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um
grannastevnu v.m., verður boðað frá, at granna-
stevna fyri markatalsbygdina Skúgvi verður ætl-
andi
týsdagin 11. mars 2003 kl. 10.00
í Skúgvi
Innkomið mál: Fyribyrging móti at rotta og mýs
verða flutt út í Skúvoynna.
Málið verður viðgjørt og atkvøtt sambært Lóg nr.
170 frá 18.05.1937 fyri Føroyar (grannastevnulóg-
ini).
Møtir og atkvøður onkur fyri annan, ið hevur at-
kvøðurætt,krevst fulltrú frá viðkomandi,dagfest og
undirskrivað av tveimum vitnum.
Á Sandi 29. januar 2003
Ingibjørn Eldevig
Sýslumaður
C
M
Y
K
20