Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2003 23 Maðurin aftan fyri avgerandi málið í dupultuppgerðini millum StÍF og VÍF, André F. Danielsen, helt eftir dramat- isku semifinaluna, at tað fyrst og fremst var verju- spælið, sum hevði tryggjað StÍF sig- urin HONDBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Tað er einki at ivast í, at tað vóru nakrir glaðir strandingar, sum runnu runt á vøllinum í Ítrótt- arhøllini á Skála, tá dysturin móti VÍF var liðugur. Ein teirra var André F. Danielsen, sum við sein- asta málinum í dystinum tryggjaði StÍF finalu- sessin, og eftir dystin fingu vit orðið á hann. Marian gjørdi sítt Tað er eingin loyna, at tað var framúr verjuav- rikið í seinna hálvleiki, sum tryggjaði StÍF samlaða sigurin, og hetta var eisini tað fyrsta, sum André segði, tá vit eftir dystin spurdu hann, hvørjar lutir teir fingu broytt í steðgin- um. - Tað var verjan. Vit tosaðu fyrst og fremst um at fáa verjuna at rigga betri, enn hon hevði gjørt fyri steðgin, og tað eydnaðist. Nú minnist eg sjáldan sjálv- ur, hvussu dysturin hev- ur verið, men eg haldi eisini, at Marian gjørdi sítt, og tað hevði so av- gjørt eisini sína ávirkan. - Tað skal tó leggjast afturat, at tað ikki bert vóru vit, sum vardu væl. VÍF verjan stóð eisini ótrúliga væl, og vit høvdu alla tíðina sera trupult við at spæla okkum ígjøgnum hesa. Tað sum kanska var av- gerandi her, mundi vera, at Costin hevur spælt sera væl seinastu dystir- nar, og at hann eisini gjørdi tað hesaferð. Men sum sagt, so var tað fyrst og fremst í verjuni, at vit komu aftur, segði André F. Danielsen at enda, áðrenn hann helt leiðina inn til veitslurómin í skiftisrúminum. Munurin var verjan - Nú minnist eg sjáldan sjálvur, hvussu dysturin hevur verið, men eg haldi eisini, at Marian gjørdi sítt, helt André eftir dystin, og tað mundi so ikki vera nøkur stór lygn Mynd: Álvur Haraldsen spælið hjá VÍF gjørdist alt meira stirvið. Kanska var tað sálarliga trýstið, sum fleiri fylgjandi StÍF sigrar í innanhýsis uppgerðunum hava ført við sær, sum gjørdi sína ávirk- an, ella kanska var tað okk- urt heilt annað. Hvussu var og ikki, so tóktist alt minni sannlíkt, at vÍF yvir høvur skuldi skorað. Áki Olsen varð sendur á vøllin í eini vón, at skotstyrki hansara kundi skjóta hol ígjøgnum væl virkandi mótstøðuverj- una, men heldur ikki hetta tóktist bøta nakað um, og spakuliga byrjaðu StÍF málini eisini at koma. Gysarin Ljóðið í høllini gjørdist al- samt harðari. Stuðulin til heimaliðið tóktist ongan enda at taka, og tá Marius Joensen átta minuttir fyri leiklok minkaði munin í eitt mál, mundi troman í høllini lyftast nakrar sentimetrar uppfrá, og tá Jón Rasmussen í næsta álopinum javnaði, tóktist fagnaðurin ongan enda at taka. StÍF var í hesi løtu í steypafinaluni, men VÍF gjørdi tó eina seinastu roynd. Gjøgnumbrot frá Inga Olsen og einmans- avrik frá Daniel Rápa sendu teir aftur tvey mál framum, men tá Piti Negru stutt eftir varð sendur á beinkin seinastu tveir minuttirnar, var av álvara lagt upp til sannan gysara. Tað eydnaðist StÍF at skora í sínum seinasta álopi. Men enn var ein minuttur eftir. Tað var eisini um reppið, at VÍF fekk gjørt sær dælt av hesum, men tvær reisur máttu teir ásanna, at StÍF eigur besta málverjan í landinum. Fyrst var hann fyri, tá John Zachariasen varð leiktur leysur á vonginum, og tá Áki Olsen í seinastu despe- ratiónini royndi skotstyrk- ina, stóð málverjin enn einaferð á rætta staðnum, og so var vunnið. Við tíggju sekundum eftir kundu strandingar longu byrja at fegnast, og so fyltast hallar- gólvið við kátum bygda- fólki, tá seinasta ýlið úr klokkuni hevði ljóðað. Triðja árið á rað er StÍF í steypafinaluni, og so er spurningurin, um talan eisini verður um reint het- trick í steypum. Hesa ferð er støðan kanska nakað øðrvísi, tí meðan stranding- ar tey bæði seinnu árini hava roynt seg móti liðum, sum í landskappingini hava staðið seg betri, so mugu strandingar smyrja seg við at vera favorittar, tá finalu- dysturin móti Kyndli verð- ur á skránni. Hvørt teir eisini megna hesa uppgávuna er so eitt annað mál, sum teir nú mugu fyrireika seg til. Fortreytin undan hesum var ein samlaður sigur á VÍF, og hendan vunnu teir so. Kanska við minst møguligu marginalunum, men ein sigur er ein sigur, og minstu marginalarnir eru ofta teir, sum útloysa størstu gleðina. Dysturin í tølum StÍF-VÍF 19-20 (10-15) Samanlagt 43-43. StÍF í finaluna eftir regluni um mál skotin á útivølli Málskjúttar: StÍF: Costin Dumitrescu 5(3), Alexandur Johansen 4(1), Artur Johansen 4, Jón Rasmussen 2, Marius Joen- sen 2, Andre F. Danielsen 1, Sveinur Justinussen 1 VÍF: Piti Negur 5, Ingi Olsen 4, Daniel Rápa 3, Ólavur Brimnes 3, Áki G. Olsen 2, Petur Fr. Joensen 1, Johnny Joensen 1 Brotskøst: StÍF 5, VÍF 1 Útvísingar: StÍF 1, VÍF 4 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen: Tóktust til tíðir at hava ilt við at finna innan- hýsis stevið. Vestmenningar vóru vónbrotnir, og tað høvdu teir alla orsøk til at vera. Í 50 minuttir høvdu teir annað beinið í steypafinaluni, men teir máttu at enda ásanna, at aftur hesa ferð gjørdust teir akkurát ov stuttir at basa strandingunum Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 21 - 31. januar 2003 Meira spennandi enn tað sama verður tað neyvan. Strandingar tryggjaðu sær luttøku í triðju steypafinaluni á rað, tá teir við minst møguliga muninum sendu VÍF úr kapp- ingini mikukvøldið COCA-COLA KAPPINGIN, MENN Jákup Mørk Tað var fyrst og fremst framúr verju- og málmans- spæli í seinna hálvleiki at takka, at StÍF nú triðja árið á rað er við í pottinum, tá steypafinalan í føroyskum manshondbólti skal leikast. Steypavinnararnir tey bæði seinnu árini hava betri enn nakar annar duga at sett kílar í hjá VÍF, og miku- kvøldið fingu teir so enn ein av slagnum, tá tað eydnaðist at senda vest- menningarnar úr kapping- ini. Marginalarnir hesa ferð vóru tó teir minst møgu- ligu. StÍF hevði vunnið fyrra dystin í Vestmanna við einum máli, og støðan var júst hin øvugta hesa- ferð. Munnurin var tó tann, at meðan VÍF skoraði 20 mál, nú teir vunnu sín úti- dyst, so fekk StÍF 24 mál í sigrinum í Vestmanna, og sambært reglunum fyri Coca-Cola kappingina, so telja mál á útivølli meira, um talan er um saman- lagdan javnleik eftir tveir dystir. Einvegis Tað sá annars leingi svart út hjá heimaliðnum á Skála mikudagin. Hóast kavarok og ring koyrilíkindi kundu hugsast at hava darvað fyrireikingunum, so løgdu gestirnir fyri sum eitt óløgi. Verjan hjá strandingum, sum annars plagar at vera grundarlagið undir eyð- kenda kvika álopsspælin- um, tóktist als ikki at rigga so væl, sum hon vanliga ger, og var tað ikki fyri Marian Cirloganescu, sum alt fyri eitt fann stórspælið fram, so kundi dysturin væl funni sína avgerð longu hesar fyrstu minuttirnar. Í verjupartinum var StÍF full- komuliga uttan vanligu dýpdina. Roynt varð við ágangandi spælinum, sum hevur tryggjað liðnum heiðursmerki seinnu árini, men tá neyðugi uppbakn- ingurin í hesum als ikki var til staðar, so høvdu vest- menningar ikki stórvegis trupulleikar av at spæla Piti Negru upp til skot, og fær stóri rumenin hjá vest- menningum frið at skjota, so verður tað ikki gjørt órevsað. Ótryggleikin í verjuspæl- inum hevði eisini hug at forplantað seg í álopspart- inum, har strandingar fleiri ferðir høvdu óneyðug bólt- tap, soleiðis at VÍF fekk lætt spæl við nøkrum kontraálopum, og tó at spælið hjá strandingunum sum heilt batnaði, so tóktist eingin vend vera í eygsjón. Maskinan hjá VÍF, har fyrst og fremst Daniel Rápa tóktist vera krumtappurin, var snøgt sagt komin ov væl ígongd. ferð eftir ferð varð strandaverjan tagað sundur av elegantum Rápa- innspælingum, og so við og við komu eisnii hinir á liðnum honum eftir. Við einum hálvskjúkum Inga Olsen og hálvskaddur Áka Olsen á beinkinum, varð byrðan enn einaferð løgd yvir á aðrar leikarar, og fyri tað mesta sýndust hesir at vera fullvæl vaksnir til upp- gávuna. Vendu í verjuni Fimm mál aftan fyri í steðginum sá ikki annað enn svart út hjá heima- liðnum, sum í øllum førum skuldi vinna fýra mál aftur, um vónir skuldu vera fyri einum finaluplássi. Hvat tosið hevur snú seg um í steðginum, ber illa til at staðfesta, men hetta gav í øllum førum liðnum stund- ir til at fáa nakrar lutir upp á pláss. Og liðið var fullkomuliga hamskift, tá komið var út- aftur. Í verjupartinum var talan nærum um eitt nýtt lið, sum fyrstu løtuna helt VÍF púrasta frá fatinum, og tá StÍF samstundis skoraði tríggjar ferðir á rað, kom brádliga spenningur í dystin. Tvey mál frá VÍF mundu tó beint fyri øllum hesum, men strandingar góvu ong- antíð skarvin yvir. Verjan var alla tíðina á kroppinum á mótstøðuni, og vunnu vestmenningar seg loksins ígjøgnum hesa, so stóð landsins besti málverji fyri teimum, og hann livdi so avgjørt upp til heitið. Leingi stóð dysturin og ridlaði. Sluppu vestmenn- ingar ikki framat í álops- partinum, so høvdu teir so avgjørt heldur ikki ætlanir um at lata strandingar sleppa upp í part, men ein hómin var tó av, hvat var í væntu. Ikki minst tí álops- StÍF-VÍF 19-20 (10-15): Hat-trick til strandingar Tað var fyrst og fremst gott verjuspæl og framúr málmansspæl, sum tryggjaði StÍF samlaða sigurin í VÍF Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22