Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. januar 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 21 - 31. januar 2003 Í Runavík kappaðust bæði ung og vaksin í bogaskjóting, og ikki minst í barnakapp- ingini var talan um sera góða undirtøku BOGASKJÓTING Tíndaskriv Leygardagin 18. januar skipaði Bogaskjótifelagið Ørvur fyri kapping fyri børn í Runavík. Skotið bleiv á 12 metra frástøðu. Við í kappingini vóru 24 børn og ung, og er hetta størsta luttakaratal í eini barnakapping. Í bólkinum compound vóru 9 luttakarar. Eingin ivi tóktist verða um, hvør skuldi vinna kappingina. 12 ára gamli Alvi Joensen legði seg trygt á odda bein- anvegin og økti bara um leiðsluna sum kappingin leið. Úrslitini vóru: nr. 1 Alvi Joensen við (276+266) 542 stigum og persónligum meti, nr. 2 Alberta Gaard- lykke við (256+262) 518 stigum og nr. 3 Ásmundur Gaardlykke við (250+246) 496 stigum, øll úr Ørvi. Í bólkinum recurve vóru 15 luttakarar og tóktist heldur eingin ivi at vera um, hvør vildi vinna hesa kapping meiri enn hini. Eirikur í Jákupsstovu hevði trygga leiðslu í steðginum og helt áfram við síni góðu skjóting, so leiðslan bleiv tryggari og tryggari fyri hvørt umfar. Úrslitini vóru: nr. 1 Eirikur í Jákupsstovu við (271+269) 540 stigum og persónligum meti, nr. 2 Annika Vang við (262+247) 509 stigum, bæði úr Ørvi, og nr. 3 Áki Herolvsson, Tambar, við (232+209) 441 stigum. Vaksin Sunnudagin 19. januar varð hildið áfram við kapping fyri tey vaksnu, sum skutu á 18 metra frástøðu. Í bólkinum compound vóru úrslitini hesi: nr. 1 Schandorff Vang við (281+285) 566 stigum, nr. 2 Per Holm Andersen við (279+277) 556 stigum og nr. 3 Jóan Magnus Skoradal við (271+277) 548 stigum, allir úr Ørvi. Í bólkinum recurve vóru úrslitini hesi: nr. 1 Rógvi Mohr við (235+248( 483 stigum. Rógvi er ein av teimum nýggju bogaskjútt- unum, sum hevur gjørt stór framstig í vetur. Nr. 2 var Annika Vang við (225+206) 431 stigum og nr. 3 Eirikur í Jákupsstovu við (221+210) 421 stigum og persónligum meti. Seinastu kapping- arnar í Mjølnir-kapp- ingini vórðu leiktar seinasta vikuskiftið Ikki kann sigast annað enn, at januar mánaður er ein av teimum meira hektisku hjá flogbóltinum í Klaksvik. Umframt landskappingar- nar, sum liðini taka lut í, so hevur Mjølnir nevnliga trý vikuskifti í januar mánaði verið vertur fyri flogbólts- kappingum. Fyrst hjá teim- um vaksnu, sum vórðu av- greidd yvir eitt vikuskifti, og síðani hjá yngru liðun- um, har kappingin varð býtt sundur í tvey. Fyrst vóru tað tey 10-12 ára gomlu og unglingaliðini, sum dystað- ust, og nú seinasta viku- skiftið vóru tað so tey 10 ára gomlu og aldursbólkun- um, 12-14, sum avgreiddu sínar kappingar. Hóast strævið, so var talan í øllum trimum førum um sera væl eydnaðar kappingar, og nú seinastu vinnararnir eru funnir, kunnu tey í Klaksvík so smátt fara at hugsa um aðrar kappingar, har tey ikki eru vertir sjálvi. Vinnararnir av kapping- unum um vikuskiftið fram- ganga av myndunum á síðuni. Stór skjótikapping So var Mjølnir-kappingin liðug Ikki færri enn 24 børn og ung tóku lut í kappingini leygardagin, er hetta størsta luttakaratal nakran tíð til slíka kapping her á landi Hjá yngstu gentunum vórðu tað tær úr Fleyr í Havn, sum vunnu gull framman fyri ávíkavist Mjølnir og TB Tvøradreingir tóku sær av gullmerkjunum hjá yngstu dreingjunum. Teimum á baki komu ÍF og Mjølnir Heimaliðið, Mjølnir, sýndi seg at vera sterkasta liðið hjá gentum14, har tær vunnu kappingina frammanfyri Dráttur og TB Eisini hjá dreingjum 14 eydnaðist Mjølnir at vinna. Her varð Nøvan nummar tvey, meðan SÍ gjørdist nummar trý C M Y K 24 Nr. 21 - 31. januar 2003 25 BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 ÍMEÐAN VIT BÍÐA eftir næstu sending av Mazda 6 selja vit av Mazda 626 restgoymsluni fyri sera góðan prís MAZDA 626 Við í keypinum av einum Mazda 626 eru sportfelgur við summardekkum + eitt eyka sett av vetrarhjólum Við í keypinum av einum Mazda 626 eru sportfelgur við summardekkum + eitt eyka sett av vetrarhjólum MAZDA 6 25