Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Vinna - og vinna sum ítriv Tað er kærkomið, at Vinnumálastýrið hevur lagt eina frágreiðing um landbúnaðin fyri Løgtingið til aðalorðaskifti. Men tað tykist tí løgið, at tað samstundis verður traðkað á búnaðarvinnuna og Jarðarráðið. M. a. verður sagt, at »Jarðarráðið nú er vorðið umskipað og hevur fingið eina meiri professionella leiðslu«. Eina aðrastaðni verður sagt: »Vant- andi handhevjanin av lógarinnar ásetingum kann partvíst tilskrivast, at eingin politikur hevur verið fyri landbúnaðin«. Harafturat verða undanfarin landsstýrið skuldsett fyri at hava hugsað um eina politiska heldur enn eina fakliga umboðan í Jarðarráðnum. Ikki eiti á skortfleingju at geva teimum bønd- um, leikum og lærdum, sum hava sitið í Jarðarráðnum. Hava stungið út í kortið og veitt lán úr Jarðargrunninum, so vinnan hóast alt er komin upp á tað stig, sum hon er komin. Teir valdu limirnir skulu meta um, hvat er rætt ella ikki rætt. Men tilfarið at taka støðu út frá, skal vera professionelt. Og Føroya Jarðarráð hevur sanniliga eina professionella leiðslu og er ein vælvirkandi stovnur. Tí virkar hetta »sparkið« ikki sørt við síðuna av. – Hvar hevur almenni búnaðarpolitikkur vant- að? M. a. í tí at Jarðarráðið hevur ikki havt manning at hava eftirlit við landbúnaðarvinn- uni. Talað verður um, at nú skal vera møguleiki fyri, at bøndur skulu kunna missa garðar. Eftir verandi búnaðarlóg hava bøndur bústaðar- og framleiðsluskyldu. Og teir, sum ikki halda hesar treytir, skulu ikki sleppa at sita við gørðum. Spurningur er partvíst, um nogvir ikki sita við gørðum, hóast hugurin er lítil, og partvíst er spurningurin um vantandi ráðgeving, motivatión og eftirlit. Vit kunnu staðfesta, at so at siga øll mjólk kemur fra festigørðum, Somuleiðis stóri part- urin av kjøtinum, sum verður selt at turka. Búnaðarúrdráttirnir koma frá teimum størru gørðunum. Harafturat kemur so eitt hav av smærri festum. M. a. prestajørð, sum varð bytt út, tá tað hevði ein týdning at hava eina mørk, hálvmørk, ella tvær merkur. Men hetta hevur lítlan og ongan týdning í dag, og kann sammetast við smábýttu óðalsjørðina. Kunnu vit fáa meira burtur úr jarðarbrúks- vinnuni enn mjólk og kjøt? Hvussu við epluim, fenaði ella grønmeti? Seta vit okkum fyri at virka meira, so eiga vit helst eisini at hugsa um bygnaðin. T. d. leggja festi saman, so tey gerast størri og kanska burðardygg. Vit fingu kanka bøndur, sum kundu liva av tí, sum jørðin gevur. Avgera vit hinvegin, at tað loysir seg ikki at økja búnaðarframleiðsluna, so eiga vit eisini at hugsa um at privatisera ella leiga út tey smærru festini, so fleiri føroyingar fingu høvi at ogna sær ella leiga sær nakrar gyllin at hava nakrar seyðir. Tí, hví skulu nøkur - m. a. fólk í føstum størvum - hava frammíhjárætt at hava eitt festi. Viðmerking: Nær er ovboðið? Útisetar hava nú innanfyri bert ein mánaða sæð ikki færri enn tríggjar royndir frá frelstum tjóðveldismonnum at »umvenda« danir til loys- ingarmenn. Hoydalsbókin Tann fyrsta royndin er frá sjálvum propagandaminist- aranum Høgna Hoydal, sum í lítlum donskum bóklingi roynir at forfalska føroyska eftirkrígssøgu. Í hesi despe- ratu bók leypur hann allar pínligar veruleikar og præ- missur um fyri at útvega loysingarrørsluni eina betri og hampuligari fortíð. Bókin er næstan heims- met í manipulation, eftir- rationalisering, søguligum ósannindum og grunnu, ódokumenteraðum postu- latum. Fólk skulu kortini kenna ta føroysku søguna væl fyri at varnast, hvussu hann jonglerar og fuskar við fak- tuellum upplýsingum. Fyri danir er hetta næstan ógjør- ligt, um teir ikki eru ser- frøðingar. Fyri føroyingar, ið eru undir 40 ár, kann tað eisini knípa. Tað liggur tí stórt peda- gogiskt arbeiði fyri framm- an hjá andstøðuni í Føroy- um við upplýsing um og avdúking av slíkari dema- gogi. Sjálvt Erlendur Pat- ursson hevði ikki hættað sær at verið so primitivur í síni søguskriving, og hann var annars ikki blúgvur. Læntar fjaðrar Onnur royndin er ein fan- tastiskur kronikkur hjá pápabeiggja Høgna, harra Gunnari Hoyal, har hann stórt sæð fortelur, at loys- ingarmenn altíð hava elskað Danmark og dyrkað danska mentan, sungið danskar sangir v.m. Hetta var fyri flestu úti- setar vamlisligur lesnaður. Tí øll vita, at júst hesin sami Hoydal saman við komm- unistinum Arne Skovhus var við til at skriva eitt hitt fúlasta álop, ið nakrantíð er gjørt á danir og Danmark í lættisoppasjónleikinum Færinger frænder fyrst í 70- árunum. Og tey positivu argument, hann nú brúkar um danir, eru júst tey, sum bæði hann, beiggi hansara og aðrir tjóðveldismenn østu seg upp ímóti, tá ið javnaðarmenn brúktu tey. Nú kunnu tey knappliga brúkast í taktiskum spæli at blíðka donsku opiniónina og skapa ta vælvild, sum tað hjálparleysa landsstýrið hevur forkomið við sínum ússaligu samráðingarevn- um. Hetta er sanniliga at pynta tjóðveldisskortin við læntum fjaðrum. Annars er kronikkurin eisini fyltur við leysum søgum og hálvum sannindum, sum einhvør sjálvur kann sannføra seg um. (Politiken 6/4-2000). Privatir tvangstankar um identitetsloysi Triðja royndin er eitt telefon-interview við tann æstetiskt-hugaða poetin, harra Jóannes Nielsen, har hesin eisini skal royna at neyðtaka donsku lesara- fjøldina við sínum heilt pri- vatu problemum, sum hann projicerar upp til at vera national álvarsmál. Til dømis gremur hann seg um, at hann altíð hevur havt undirlutakenslu og identi- tetsproblem sum føroying- ur. Tað er kanska soleiðis, og so er tað synd í honum, men hann leggur afturat, at allir føroyingar hava tað sum hann – teir eru fullir av religiøsari og nationalari undirlutakenslu! – Hvat billar hetta skaldið sær inni? Eingin sambandsmaður, heldur eingin javnaðarmað- ur og fáir sjálvstýrismenn hava nakrantíð havt hesi heilt serligu kompleks yvir fyri dønum, sum tjóðveldis- menn eru so plágaðir av, og tað er kanska her øll for- kláringin liggur. Naivi populisturin vorð- in kyniskur demagogur Tað er hetta privata identi- tetsproblemið hjá summum føroyingum, sum skal noyða eina heila tjóð til kollektivt sjálvmorð. Og tá ið tað ikki eydnast at forføra føroysku veljarafjøldina, so skal nú tann danska opini- ónin takast á bóli, soleiðis at danir møðast av okkum. Tí høvuðkambarnir skulu kroysta sítt ígjøgnum! Maktgirnd er altíð hættis- lig, men tá ið hon finst hjá fundamentalisti kann hon verða katastrofal. Høgna- menn hava sæð skriftina á vegginum: Tað ússaliga, slitna eystureuropeiska Skoda-vrakið, teir hava roynt at selt føroyingum, sum um tað var ein spildur- nýggjur Mercedes, er av- dúkað og longu farið at spríkja út gjøgnum sminku, plastikk og klombrutar ábøtur. Fólk hava ikki álit á slíkum sølumanni, sjálvt um hann sleppur at reklamera fyri almennan pening á internótini og á teldusíðu landsins. Makt- misbrúkið í Tinganesi er við at vera fólki ovboðið. Tí noyðast loysingarmenn nú at flyta fjølmiðla-propa- ganduna niður til Danmark- ar. Men vit eru nógv, ið eru til reiðar at lofta teimum! Virgar T. Dalsgaard, emigrantur Formenninir fyri skúla- nevndirnar fyri skúla við framhaldsdeildum hava í kvøld tosað saman um trup- ulleikarnar innan fólkaskúl- an, ið bert standa við og versna. Sambært lóg eru tað vit, sum hava ábyrgdina av, at øll børn í skúlaaldri fáa neyðuga og lógarkravda undirvísing. Sáttmaálasettu lærararnir fóru í verkfall tann 8. mars í ár og eru í verkfalli enn. Skúlanæmingarnir, ið brátt skulu til roynd, hava onga undirvísing fingið í alla hesa tíð. Hesum kunnu vti ikki finna okkum í, og hoast vit hava heitt á Føroya Løgting um at taka sær av málinum, so hevur tað bert verið til fánýtis. Og tá ið sáttmála- settu lærararnir nú eisini fara at fora fyri skúlagongd í øllum øðrum skúlum landsins, sum ikki hava ver- ið raktir av verkfalli, mugu vit harðliga átala hetta. Vit vísa á, at vit ikki taka støðu fyri ella ímóti pørtu- num í hesum álvarsmáli, men bert hava barnanna framtíð og tørv við lærdómi fyri eyga. Tí heita vit á tyg- um, sum hægsta myndug- leika í umsitingini, um at skipa so fyri, at undirvís- ingin verður tikin uppaftur í øllum skúlum beinanveg- in. Við hávirðing Fyri formansskapin Edvard Hermansen Fá enda á verkfallinum, harra Anfinn Kallsberg TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum tóku lut í stóru sorg okkara, tá ið okkara høgt elskaða dóttir Súsanna Jakoba Jóhanna Hansen Tvøroyri so brádliga varð rykt burtur frá okkum. Tøkk øll tit, sum tóku yvir, tá ið vit ikki orkaðu meira. Tøkk tit mongu, sum komu inn á gólvið at heilsa upp á okkum og við einum uggandi orði. Tøkk fyri forbøn í hesi sváru tíð. Tøkk fyri uppringingar, fjarrit, brøv og heils- anir. Tøkk til prestarnar Berg Debes Joensen og Petur Martin Rasmussen fyri troystarrík orð bæði í heiminum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara. Tøkk til býráðið fyri at tit skipaðu fyri ervin- um og tøkk øll tit, sum hjálptu til í tí sam- bandi. Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávu til ungdómsarbeiðið hjá Heimamissiónini. Tøkk fyri tey mongu vøkru minningarorðini. Tøkk tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Harrin signi tykkum øll mamma og pabba Harrin gav, og Harrin tók, Harrans navn veri lovað. )))))))Job 1,21. EDVARD JOENSEN Tað hevði verið rættari at brúkt ta tíðina, sum annars skuldi farið til royndir, til vanliga undirvísing, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. So kundi árskarakter- urin verðið nýttur í próv- num ístaðin, sigur hann. Skúlagongdin hevur verið so óreglulig, at tað heilt greitt er gingið út yvir før- leikan hjá næmingunum, sigur skúlastjórin á Venjing- arskúlanum. Tí er tað nógv skilabetri at brúka alla ta tíð, sum fáast kann, til vanliga undirvísing. Tað verður iva- leysa ringt at fáa rættað næmingarnar upp aftur moralskt kortini, heldur hann. Niels Nattestad sigur, at hann væntar ikki, at tað verður fult so ringt hjá teim- um yngstu næmingunum. Men tey, sum hava gingið og hugsað um próvtøku og ikki eru sloppin í skúla, eru heilt givið verri fyri. Her hugsar hann serliga um teir næmingarnar, sum skulu til endaliga roynd í framhalds- deildini. Tey hava heilt ein- falt ikki fingið ta vitan, sum skal til. »Tí er tað skilagott at brúka tíðina til undirvísing og so bara seta árskarakterin í próvskjølini«, sigur Niels Nattestad. Hann heldur, at nógv er farið fyri skeyti, sum ikki kann bjargast aftur. Ein partur kann tó fáast innaftur, um farið verður aftur í skúla beinanvegin, og øll tíð fram til endan á skúlaárinum verður brúkt til undirvísing. Børnini fara helst eisini at merkja hesa støðuna, ver- ið hevur, komandi skúlaár. Taka vit til dømis ein triðja flokk, so hevur hann ikki verið í gjøgnum pensum í eitt nú rokning. Komandi skúlaár verður tað nýggj roknibók, sum brúkast skal. Hon byggir á tað, børnini lærdu - ella áttu at lært - í triðja flokki. Men tá eitt hol upp á ein heilan ársfjórðing er í læruni, kemur sperðil í. Niels Nattestad, skúla- stjóri, vísir tó á, at tað ofta er sami lærarin, sum fylgir Strikið royndirnar Skúlastjórin á Venjingarskúlanum í Havn mælir til at strika fráfaringar- royndirnar hjá framhaldsdeildunum og heldur brúka tíðina til undirvísing flokkinum. So hann kann bjarga onkrum av hesum. Men tað verður nóg torført kortini, váttar hann. Eisini skal komandi skúl- aár fyrireikast, vísir Niels Nattestad á. Og tað ber ikki til, sum er, nú lærararnir ongan sáttmála hava. Hann hevur sum skúlastjóri ikki hóming av, hvussu nógvir tímar skulu brúkast til hvat. Tað verður eitt rættiligt tak, sum takast skal, tá byrj- að verður aftur. Tað verður strævið at vera lærari eftir summarfrítíðina, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn. Niels Nattestad, skúlastjóri á Venjingarskúlanum í Havn heldur, at tað er skilagott at brúka próvtøkutíðina til undir- vísing Mynd: Jens Kristian Vang Serfr¿ ingar um ROVER 75: Bilserfr¿ ingarnir hj Journal / AA h¿vde ikki f rri enn 150 bilmerkir at velja hin besta burtur r.Teir valdu ROVER til "Car of teh Year" og "Business Car of the Year fram um m.a. Toyota Lexus LS 200, Mercedes S og Jaguar S. Royn tann nýggja Italskir bilserfr¿ ingar, sum valdu ROVER sum "The World’s Most Beautiful Automobile - high class saloon", settu ROVER b s vi Ferrari 360 Modena, Audi TT og Mercedes-Benz CL. Vitja okkum Bilframs ningini 2000 H lsi. B surin er beint til vinstru fyri inngongdina