Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. apríl 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 82 - 29. apríl 2000 Verkafólkið blakað fyri borð av føroysku skútuni – Ístaðin fyri at føra politikk, sum kundi ment arbeiðsmarknaðin, er landsstýrið blivin ein kleppur um beinið á okk- um, tí tað beinleiðis forðar okkum í seta tiltøk í verk, sum geva verkafólki betri umstøður, sigur Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, uppundir 1. mai, altjóða arbeiðaradagin, sum verður nú mánadagin ÁKI BERTHOLDSEN –Skal eg geva landsstýrin- um eitt ummæli?? – Tað kann eg gera stutt og greitt: – Tað er dumpað!! Mánadagin er altjóða ar- beiðaradagur, 1. mai. Samstundis eru tað tvey ár síðani, at hendan sam- gongan tók við. Og hetta høvi brúktu vit til at biðja Ingeborg Vinther, formann í Føroya Arbeiðar- afelag, geva samgonguni eitt ummæli av tí arbeiði, hon hevur gjørt, nú val- skeiðið er hálvrunnið. Men fremsta umboðið fyri føroyska verkafólkið ivast ikki tá ið hon dumpar samgonguna. – Síðani hendan sam- gongan tók við, hevur tað bara verið ófriður á arbeiðs- marknaðinum. Og tað er ó- friður enn, sigur Ingeborg Vinther. – Og eftir, hvat skilst á fakfeløgunum á almenna ar- beiðsmarknaðinum, vóru samráðingarnar við fíggjar- málastýrið eisini serstakliga truplar seinast. Hon sigur, at støðan er nógv verri nú, enn hon var fyrr, og tað er langt síðani at tað hevur verið slíkur ruð- uleiki á føroyska arbeiðs- marknaðinum, ella í før- oyska samfelagnum yvir- høvur, sum tað er nú. – Tað er meiri og meiri sum bendir á, at samgongan hevur tveitt alt annað til viks til frama fyri arbeiðið fyri fullveldinum. Ingeborg Vinther sigur, at tað er púra onki, sum eitur sosial-ella arbeiðsmarknað- arpolitikkur longur, tí øll orkan hjá teimum, sum ar- beiða í fyristingini, verður brúkt til at arbeiða við full- veldisætlanini, og alt annað er tveitt til síðis og virkar bara akkurát sum best ber til. – Alt sum eitur arbeiðs- marknaðarpolitikkur og sosialpolitikkur er offrað fyri fullveldið Alt uppslitið Ingeborg Vinther sigur, at hóast landskassin er á trem- ur av pengum, eru næstan øll øki í landinum so nið- urpínd og uppslitin, at tað er nógv, sum yvirhøvur ikki virkar. –Skuldi alt tað, sum er uppslitið, og ikki virkar, verið fingið á føtur aftur, er tað ikki meiri enn tær 750 milliónirnar í avlopi hjá landskassanum, høvdu munað. Hon nevnir eitt nú Lands- sjúkrahúsið og suðuroyar- siglingina. Smyril siglur við undan- taksloyvi og nú skal hann á beding um fjúrtan dagar, uttan at vit enn hava minsta ánilsi av, hvat skip skal sigla fyri hann ímeðan. IngeborgVinther sigur, at vit hava vitað í fleiri ár, at Smyril skuldi á beding nú. So at samgongan ikki hevur borið so í bandi, at eitt hósk- andi avloysari var funnin, sigur nógv um, hvussu stórt óskilið er í samgonguni. – Landsjúkrahúsið er eitt annað dømi. Tað stendur at sum fólkaflokkurin stendur fyri, tað fari eg aldrin, legg- ur hon afturat. Ein kleppur um beinið Hon sigur, at einasti batar, sum verkafólkið hevur fing- ið hesi bæði árini undir hes- ari samgonguni, eru teir bat- ar, sum tey sjálvi hava stríðst seg til. –Vit hava enntá hoyrt tjóðveldismenn bítast og klórast um karendsdagarnar og um, at arbeiðsgevarin skal betala karendsdagar- nar, hóast teir vita, at at teir hava boðað frá, at verður tað so, skal tað takast av tíma- lønini. Men Ingeborg Vinther heldur, at málið um eftir- lønina, sum er eitt sera týð- andi mál fyri verkafjøldina, er ein uppaftur størri sorg- arsøga, enn søgan um kar- endsdagarnar. –Stundum hoyra vit Hel- enu Dam á Neystabø boða frá av tingsins røðarapalli, at talan skal vera um eina skyldbundna skipan, at øll skulu betala 10% av lønini í ein eftirlønargrunn. – Og stundum hoyra vit Óla Breckmann á boða frá á sama røðarapalli, at talan skal vera um eina sjálv- bodna skipan, har tey, sum vilja, kunnu betala ein part av lønini í ein eftirlønar- grunn. Ingeborg Vinther vísir á, at Føroya Arbeiðarafelag ar- beiddi sjálvt við eini eftir- lønarskipan fyri limirnar. –Men støðan hjá Lands- stýrinum er so ógreið, at ongin hevur ánilsi av, hvat tað endar við. Og so leingi eingin veit, hvat tað endar við, hava bæði sakførari og grannskoðari lagt okkum eina við at bíða við okkara máli, so at vit ikki koma okkum í óføri. Ingeborg Vinther sigur, at soleiðis er samgongan ein beinleiðis forðing fyri, at Føroya Arbeiðarafelag kann arbeiða fyri at vinna limum sínum hart tiltrongdar batar. – Men samstundis hava teir sanniliga hugsað um seg sjálvar, tí teir hava fingið sær bæði stórar lønarhækk- ingar og hægri eftirløn. Tá er fráboðanin um, at halda aftur í almennum útreiðsl- um, ikki galdandi. So um eitt fullveldið fer at kosta teimum 15-20% minni í løn, fara teir ikki at leggja merki til. Men tað fer vanligi løn- takarin, sigur Ingeborg Vinther. rapa og tey hava so vána- ligar umstøður, at tey fáa ikki arbeitt. Fingið fríar ræsur Formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag sigur, at støð- an, sum hon er nú, er ein avleiðing av, at høgrakreft- irnar í føroyskum politikki hava fingið fullkomiliga frí- ar ræsur at hóreiggja sær sum tær vilja. –Eg havi sjálv hoyrt ting- menn úr fólkaflokkinum siga, at teir hava ongantíð verið í nakrari samgongu, har teir hava fingið so nógv av sínum málum framd, sum teir hava fingið í hesari samgonguni. Og at stuðla politikki, Síðani hendan samgongan tók við, hevur bara verið ófriður á arbeiðsmarknaðinum. Og tað er ófriður enn, sigur Ingeborg Vinther. Nú, uppundir altjóða arbeiðaradagin 1. mai, sigur hon, at alt, sum eitur sosial- og arbeiðs marknaðarpolitikkur er offraður á fullveldisaltarinum og at fólkaflokkurin sleppur at hóreiggja sær, sum hann vil sigur, at tey eru fús at fara aftur til samráðingar fyri at bøta um sáttmálan, so at lærararnir kunnu góðtaka hann. Og fyribils var fundur við semingsmenninar í gjáramorgunin, har felagið greiddi teimum frá støðuni. Støðan hjá Lærarafelag- num var síðani borin fíggj- armálastýrinum. Formaðurin í felagnum sigur, at tað, sum lærarar vilja hava, er meiri kjøt á høvuðskravið, sum eru tímaniðurskurðir fyri meiri álagt arbeiði. – Somuleiðis vilja lærar- arnir hava, at skal arbeiðs- tíðin ásetast, skal tað vera eftir føroyskum viðurskift- um og tað skal vera púra greitt, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður, hvussu arbeiðstíðin skal vera. Tvs, at teir góðataka ikki eina orðing um, at samráð- ast skal víðari um arbeiðs- tíðina. – Somuleiðis vilja teir hava lønarhækking fyri tað nýggju arbeiðstíðina, eins og lærararnir í hinum norð- urlondunum hava fingið, sigur Elsa Birgitta Petersen. ÁKI BERTHOLDSEN Tað var ongin slingur í vals- inum, tá ið talt varð upp eftir frumatkvøðugreiðsluna hjá lærararunum um semings- uppskotið, sum varð lagt fram fyri páskir, og sum skuldi endað verkfallið hjá lærarunum. Ein stórur meiriluti av lærarunum atkvøddu ímóti uppskotium, og tí fer nevnd- in í Føroya Lærarafelag ikki at skriva undir semingsuppskotið og sostatt heldur verkfallið hjá sátt- málasettu lærarunum stend- ur við. Tilsamanans atkvøddu 701 lærarar, tað er 86% av teimum, sum høvdu at- kvøðurætt. Av teimum vóru 21 atkvøður ógyldugar, tað er 3%. Bara 135 atkvøddu ja, tað er 19%. Hinvegin atkvøddu heilar 545 lærarar nei, og tað er 78%. Sostatt er ongn ivi um, at lærararnir hava vrakað sem- ingsuppskotið. Meiri kjøt á Elsa Birgitta Petersen, for- maður í Lærarafelagnum Karsten Hansen: Nú skulu børnini sleppa aftur í skúla – Nú skal ein endi fáast á verkfallinum hjá lærarunum. Fæst ikki ein samráðingarloysn fyrsta dagin, verður málið lagt fyri løgtingið, sigur Karsten Hansen, sum er ikki sørt ørkymlaður av støðuni ÁKI BERTHOLDSEN – Nú skal ein endi fáast á hesum her, antin so ella so. Tað sigur ein púra av- gjørdur karsten Hansen. Og tað, sum endi skal fáast á, er verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum. Hann sigur, at nú eru tað bara tvinnir kostir í at velja, og báðir skulu føra til eitt úrslit fyrsta dagin. –Antin verða skjótar sam- ráðingar sum føra til eina semju fyrsta dagin. – Eydnast tað ikki, verður málið lagt fyri tingið, sum síðani fer at enda verkfallið við lóg. Endar tað við tí, væntar landsstýrismaðurin, at tað verður semingsuppskotið, sum verður lagt fyri tingið. – Undir øllum umstøðum skal fólkaskúlin fáast aftur at virka fyrsta dagin, tí nú er tað við at vera evstamark fyri, hvat børnini yvirhøvur tola at missa av undirvísing, leggur hann afturat. Hildin fyri gjøldur Men Karsten hansen dylir heldur ikki fyri, at hann følir seg hildin eitt sindur fyri gjøldur av Lærarafelagnum Vit hildu, at vit samrádd- ust við eina nevnd, sum hevði ein myndugleika. Men nú vísir tað seg, at hon hevði púra ongan myndugleika at samráðast og tað haldi eg er serstak- liga harmiligt. Lærararnir søgdu kortanei Hann sigur, at nú eru 14 dagar síðani at semings- uppskotið varð lagt fram, men enn veit hann ikki, hvørja støðu, nevndin hevði til málið. – Tað er ótrúliga langt úti, leggur hann afturat. – Og tað sigur seg sjálvt, at lærararnir fóru at fella málið, tí hvat annað er at vænta, tá ið nevndin ikki so frægt sum kann mæla teim- um til at taka undir við tí, spyr landsstýrismaðurin. Uppgávan hjá nevndini mátti nettupp verið at veg- leitt limirnar og mælt teim- um til, hvønn veg, teir skulu fara. Ein heilt onnur støða Karsten Hansen sigur, at hann hevur verið hart ímóti at leggja málið fyri tingið. – Men nú er støðan ein heilt onnur. – Vit trúðu, at vit sam- ráddust við eina nevnd, sum hevðiu myndugleika at samráðast. Men nú vísti tað seg, at hon hevði als ongan myndugleika. Sostatt hava vit í veruleikanum ongar samráðingar havt og tíðin er farin fyri skeyti. – Niðurstøðan er tí, at vit nú hava sitið í eitt heilt ár og samráðst við eina nevnd, sum onga heimild hevur, og tað er ógvuliga harmiligt. – Vit mugu bara ásanna, at nevndin í Lærarafelag- num var ikki sína uppghávu vaksin. – Sostatt mugu vit um- hugsa, at vit skulu gera, tí málið krevur eina skjóta loysn, tí nú er samfelagið hildið sum gissil nóg leingi. Karsten Hansen sigur tí, at skulu samráðingar halda fram, skal tað verða púra greitt, at nevndin hevur tað neyðuga heimildina til at gera ein sáttmála. – Annars verður ikki talan um at samráðast meir, tí at samráðast uttan mótpart einaferð afturat, tað geri eg ikki, tí tað er burturspilt tíð. – Og fáa vit ikki eina skjóta samráðingarloysn, er bara ein vegur eftir og tað er at fara í tingið við mál- inum. Men tað skilst eisini á landsstýrismanninum, at hann hevur ikki stórar vónir til, at samráðingar fara at føra til eina skjóta loysn. Tí hann ivast í, um Lær- arafelagið veit akkurát, hvat tað er, sum lærarnir eru ó- nøgdir við. – Á atkvøðuseðlinum skuldu tey heilt einfalt svara antrin ja ella nei. Tí er tað trupult at vita, hvat lærar- arnir eru ónøgdir við. – Tað er ikki til at vita, um tað er lønin hjá einstøku lærarunum, ella lønin hjá einstøkum bólkum, ella eru tað heilt onnur viðurskifti, spyr Karsten Hansen. Karsten Hansen sigur, at nú má ein politisk niður- støða gerast og tað er hetta, sum samgongan fer at brúka vikuskiftið til. Nær málið møguliga verður lagt fyri tingið, dugir hann ikki at siga, men tað at tað verður ein av allar fyrstu døgunum, sigur Karsten Hansen. Karsten Hansen sigur, at tað var ikki annað enn væntandi, at lærararnir atkvøddu nei. Og tað gjørdu teir eisini so tað munaði, tá ið atkvøðurnar vórðu taldar upp, var stórur meiriluti fyri at fella semingsuppskotið.landsstýrismaðurin harmast um, at hava brúkt so langa tíð uppá at samráðast við eina nevnd, sum onga heimilf vísti seg at hava Mynd av uppteljing Mynbd av uppteljing Tað var onin ivi um, hvat lærarnir hildu um semingsuppskotið. Læraraverkfallið heldur tí fram, men tað verður bara nakrar fáar dagar afturat, tí nú skal ein loysn finnast, lovar Karsten Hansen